• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

60. KONGASONURIN, IÐ TIKIN VARÐ AV SJÓTRØLLAKONGINUM

 

Uppskrift úr Porkeri

Ein kongur var á sinni, sum hevði so ógvuliga loðið skegg.

Ein dagin sum hann var úti at veiða djór, gjørdist hann so ræðuliga tystur.

Hann kom fram at einum vatni, sum silvursteyp fleyt í, og vildi taka tað; men hvørja ferð hann rætti seg eftir tí, veik tað burtur frá.

So legði hann seg fram á grúgvudrekk.

Men tá ið hann skuldi reisa seg upp aftur, helt ein hond fast í skegg hansara.

Hann bað sleppa sær.

Nei, ikki uttan hann gav sær tað, ið skjólt var í ríki hansara, svaraði ein rødd úr vatninum.

Lítið mundi vera í ríkinum, sum hann ikki visti um, helt kongurin og lovaði.

Vanlukkutíð! tá ið hann kom heim aftur, hevði drotningin átt barn, ein lítlan prins.

Alt sum drongurin vaks, gjørdist kongurin tyngri í huga.

Drongurin fregnaðist um orsakina, og pápin noyddist at siga frá; men sonurin bað hann ikki leggja lag í.

Ein dagin sum drongurin var úti at veiða djór, kom hann fram at einum vatni, har sum sjey entur spældu aftur og fram.

Hann gekk eitt sindur longur fram og kom at einum træ, sum sjey klædningar lógu undir.

Sum hann hevði tikið ein upp, komu allar - sjey gentur var tað tá - og hin yngsta bað hann lata seg fáa klædningin aftur.

Hann sýtti fyrst, men aðru ferð, hon bað so bønliga, gav hann henni klæðini aftur.

Nú kom pápi sín, sjótrøllakongurin, eftir honum, segði hon: hann hevði sent menn út at taka hann. Hon leggur honum ráð: hann skal bera seg so neyðarsliga at, detta og grumla (suðuroyarmál fyri  grulva) í heilum, tá ið hann kemur til borgina hjá pápa hennara.

Hann so ger.

Tað fyrsta ið hann er komin, leggur trøllkongurin treyt á hann: hann skal gera eina borg, javnprúða og trøllkongsins egna, eftir einari nátt.

Seint á kvøldi, sum hann situr og veit sær eingi ráð, kemur ein fuglur flagsandi ímóti vindeyganum, sleppur inn og skapast um.

Tá er tað gentan, ið hann tók klædningin frá, yngsta dóttir sjótrøllakongsins.

Hann kærir seg fyri henni, men hon biður hann leggja seg at sova og ikki gremja seg um arbeiðið.

Um morgunin, tá ið trøllkongurin kemur, stendur ein borg enn prýðiligari enn hansara egna. So var drongurin sloppin tann dagin.

Trøllið leggur aðra treyt á hann: næsta dag skal hann kenna sær døturnar, hvør ið yngst er (sjey vóru); ella verður hann dripin.

Um kvøldið kemur sama gentan aftur í fuglalíki og leggur dronginum ráð: tær skulu allar standa fram við einum brósti, men ein geisa skal fara upp og niður eftir tinninginum á sær; tá má hann ansa eftir.

Hann so gjørdi, segði frá, hvør ið yngst var, og var nú sloppin aðra ferð.

Trøllkongurin leggur triðju treytina á hann: hann skal gera einar stivlar, so skjótt sum eitt hálmstrá brennur.

Um kvøldið kemur gentan og sigur, at hetta er ómøguligt; bæði skulu rýma sín veg, hann fyri og hon aftaná. Hon spýtir eitt stórt sputt í vindeygað, letur aftur og fer sín veg.

Um morgunin sendir trøllkongurin ein tænara eftir dronginun; hann bangar á dyrnar og rópar,

”Ja, eg skal,” svarar innanfyri; men eingin kemur.

Trøllkongurin sjálvur avstað, brýtur dyrnar upp, sær ongan og veit nú, at drongurin og gentan eru rýmd bæði. Hann sendir við tað sama fólk av stað eftir teimum.

Tá ið tey tvey síggja herin koma, skapar hon seg um til eina á, hann til eina brúgv og hestin til ein stein.

Fólkini venda um, fara heim og siga seg einki hava funnið.

Trøllkongurin sjálvur avstað.

Tá ið hon sær pápan, skapar hon seg um til eina kirkju, hestin til dekn og drongin til klokku. Deknurin stendur og ringir.

Trøllið spyr deknin, um hann hevur sæð nakað fólk fara henda vegin.

Ja, hann hevði sæð drong og gentu á hesti.

Hevði hann fingið tey, skuldi hann malið tey so smátt sum mjøl, segði trøllið og vendi aftur.

Drongurin og gentan gingu vegin fram og komu til eitt annað slott. Hann vildi sleppa inn; men tóat hon bað hann ikki fara, fór hann kortini og gloymdi hana tá so reint burtur.

Hon visti sær eingi ráð, skapaði seg um til eina lilju og gav seg til at standa á garðinun hjá einum einibúgva har í námd.

Einibúgvin sá liljuna, tók hana og setti hana í vindeyga sítt.

Hvønn morgun, ið hann vaknaði, var alt liðugt í húsinum, matgjørt og sópað; men einki hann sá.

So kemur ein fremmindur ferðandi; einibúgvin sigur honum frá hesum, og hin biður hann leggja seg í slys og ansa eftir, um hann ikki hoyrir okkurt pjask um náttina.

Einibúgvin so ger, fálmar (trilvar) innan um húsið, fær hendur á gentuna, og hon fær tá ikki skapað seg um aftur.

Ein dagin verður hon varig við, at fólk hava so nógv sták á slottinun, og spyr einibúgvan um hetta.

Ein prinsur er komin, ið skal giftast við einari kongsdóttrini, sigur einibúgvin.

Gentan fer í kongsgarðin, inn í køkina og biður sleppa sær at baka eina køku.

Tá ið hon hevur bakað, fer hon inn í brúdleypsstovuna. Prinsurin situr ovastur við borðið, og brúðurin hjá honum.

Hin fremmanda leggur køkuna fyri hann.

Við tann fyrsta bitan, ið hann sker, fer ein antarsteggi útúr og eftir borðinum; ontin rennur aftaná og rópar:

”Gør du ikke med mig, som Filippus gjorde med Helene!”

Prinsurin sló hendurnar saman og var uttandura alt í einum.

Gentan stóð við hestinum fyri honum; hann fór beinan vegin til pápa sín við henni, og har giftust bæði.

Frásøgn: Elsebeth Malena Jaspursdóttir, Porkeri

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

 

60 AT 313 C

 

 

Anmærkninger til nr. 60: Kongasonurin, ið tikin varð av sjótrøllakonginum.

Hovedopskriften er fra Porkere, Suderø (efter Elsebeth Malene Jespersdatter). - To varianter af dette æventyr, begge under titlen »Havfrúgvin«, haves fra Kunø og Fuglø. Momentet »flygtningenes forfølgelse« mangler i dem begge.

 

a)Havfrúgv biður mann á útiróðri geva sær tað, ið kona hansara hevur undir beltinum. Hann hugsar, at hon meinar við lyklarnar, og lovar.

Konan føðir dreingjabarn. Ansað verður eftir dronginun; men ein dagin, sum hann er at stikla við glaskúlum saman við einum skylddrongi, fer ein kúlan hjá honum ov langt oman ímóti sjónum. Hann eftir henni; tá kemur havfrúgvin og tekur hann.

Hon fer við honum gjøgnum sjógvin og leggur hann upp á ein grønan vøll. Har sær hann tólv gentur, ið baða sær, og tólv kópahamir, ið liggja á landi.

Hann tekur ein ham; men gentan, sum hann hevur tikið hamin frá, verður varig við tað og lovar at hjálpa honum í øllum, um hann vil geva henni hamin aftur.

Hann so ger.

Hon vil taka hann við til pápa sín, men hann má ikki ræðast og skal siga ja til alt, ið honum verður fyriskipað.

Hin gamli (pápi gentuna) skipar dronginum at reinska hestastallin, sum ikki hevur verið reinskaður í hundrað ár.

Drongurin grætur, men gentan kemur til hansara og troystar hann; hon fer til ein stein, sum nøgd av músum býr undir, og sigur:

”Lille musling, kom ud!”

Ein óteljandi hópur av músum kemur tysjandi út og reinskar stallin eftir einari løtu; síðan fara tær aftur undir steinin. Gentan leggur dronginum dýrt við ikki at siga frá, hvør ið hevur hjálpt honum.

Annan dagin býður hin gamli dronginum at velja sær eina burtur úr øllum tólv døtrum hansara. Gentan aftur til drongin og sigur honum, at allar tólv fara at vera meinlíkar: men hann skal ansa eftir einari flugu, ið singlar yvir høvdinum á einari gentuni og setur seg á tað, og velja ta somu, tí tað er hon sjálv.

Drongurin so ger.

Nú er hin gamli ilskur: tað var verst fyri seg, at hann tók hasa. Hin gamli eigur eina systur; hann býður dronginun at fara til hennara eftir brúðarklæðum til gentuna. Gentan varir hann við: hann má ikki lata eskjuna upp og ikki hyggja í - tað eru ikki brúðarklæði.

Á veginum heim aftur kann hann ikki stýra sær, uttan hyggur í eskjuna: nú flýgur ein hópur av smádjórum uppúr og upp í eitt træ.

Hann kærir seg fyri gentuni; hon rópar á mýsnar, og tær fanga øll smádjórini aftur.

Nú skulu tey rýma í nátt bæði, sigur gentan við hann.

Tey so gera, ganga langan veg og koma til eitt slott. Hon sigur við hann, at hann má ikki fara inn: ein genta man koma til hansara við einum barni, men um hann heilsar tí barninum, sleppur hann ikki út aftur.

Hann fer inn kortini, og tað gongur, sum hon hevur kvíðað fyri; hann kemur ikki aftur.

Gentan skapar seg nú um til eitt blomstur; ein maður (einibúgvi) kemur ríðandi, sær blomstrið og heldur tað vera ov vakurt at lata hestin traðka. Hann brýtur tað, tekur tað heim og setur í ein urtapott.

Hvønn morgun, ið hann vaknar, er alt líka reint inni hjá honum. Hann undrast, leggur seg til at vaka um náttina og hevur kertiljós standandi hjá sær til at tendra. Sum hann so liggur, hoyrir hann pjak, tendrar ljósið og sær gentuna.

Tá verður hon at siga frá øllum, og maðurin lovar henni at hjálpa dronginum út úr slottinum.

Hann so gjørdi; drongurin fór heim við gentuni til foreldur síni, og har drukku tey brúdleyp

[Meddelt af Regina norður í Húsi, Kunø.

Slutningen er ufuldstændig. Mærk sagntrækket med sælhundehammene].

 

b) Havfrúgv kom til eina drotning á sinni og bað lata seg fáa tað, sum hon hevði undir beltinum. Drotningin lovaði henni hetta.

Stutt eftir føðir hon ein son, og nú kcmur henni í hug, hvat hon hevur lovað. Ongantíð sleppir hon dronginum út einsamallum.

Átjan ára gamal fór hann eina ferð út einsamallur; men sum hann reið niðri við strondina, fór hann niður ígjøgnum eitt hol og sást ikki aftur. Soleiðis kom hann til havfrúnna.

Hon hevði hundrað hestar, sum hon setti drongin til at ansa eftir og sópa undan teimum.

Ein dagin fær hon honum nakrar svartar hespur til at tváa hvítar. Einki batir, hvussu hann tváar; tá kemur yngsta dóttirin hjá havfrúnni og hjálpir honum.

Ein annan dag sendi havfrúgvin hann avstað eftir einari eskju við spælimonnum í; á veginum heim aftur gloppaði hann eskjuna, spælimenninir flugu uppúr og settu seg upp í eitt træ at spæla. Tá kom gentan og fekk teir allar niður í eskjuna aftur.

Tríggjar døtur átti havfrúgvin; hin yngsta var so vøkur, hin elsta so ljót, og við hesari ljótu vildi hin gamla hava drongin giftan. Yngsta gentan sigur við hann, at nú fer mamman at skapa tær allar tríggjar um og biðja hann velja: hin elsta verður ein frálíka vakur fuglur, miðlingarsystirin ein vakur fuglur eisini, men hon sjálv verður ein ketta.

Havfrúvin er spinnandi, nú hann velur kettuna, og rekur hann frá sær.

So rýma tey bæði, drongurin og gentan, og koma heim til mommu hansara, drotningina. Gentan varir hann við, at hann skal ikki kyssa nakran, hvør tað so er, tí annars gloymir hann hana.

Eina ferð, sum hann hevur lagt seg at sova, kemur mamman og kyssir hann, og í somu stund hevur hann gloymt ta lítlu havfrúnna.

Hann varð trúlovaður við einari prinsessu, og brúdleypið varð ásett. Brúdleypsaftanin kemur ein genta og býður seg til at bera inn á borðið.

Hon stoytir úr einari konnu í fatið, sum prinsurin sýpur uppúr, og nertur við lítlafingur hansara. Í somu stund kom hin lítla havfrúgvin honum aftur í hug.

”Hetta er rætta brúður mín,” segði hann, koyrdi hina frá sær og giftist við havfrúdóttrini.

[Meddelt af J. H. Matras, Kirke, Fuglø].

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019