• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

62. KONGASONURIN OG GENTAN

 

Uppskrift úr Kalsoy

Maður og kona áttu eina gentu. Meðan hon var lítil og lá úti og spældi sær, komu ein kongasonur og ein drongur gangandi.

Drongurin sigur við prinsin, at hetta mundi fara at vera genta hansara.

Nei, fyrr skuldi hann forkoma henni, segði kongasonurin.

So tók hann og setti hana í eina flotkeldu, sum ikki slapst burtur úr aftur.

Maður hoyrdi hana gráta, gekk hagar at og spurdi, hví hon sat har. Hon segði, sum var. Maðurin hjálpaði henni burtur úr flotkelduni, so hon slapp heim aftur til foreldrini.

Ein dagin - tá var gentan hálvvaksin -  sat hon úti og seymaði. Tá komu teir báðir kongasonurin og drongurin ríðandi.

Drongurin spyr, um hann ikki vil trúgva sær, at hetta kom at vera genta hansara: nú sat hon uppaftur her.

Nei, heldur vildi hann forkoma henni, segði prinsurin, fór við henni og hongdi hana upp í ein gálga.

Prestur kom gangandi, spurdi hana, hví hon hekk har, og hon segði, hvussu tilborist hevði. Var tað einki annað, ið hon hevði gjørt, so skuldi hann hjálpa henni, segði prestur. So slapp hon aftur til foreldrini.

Ein dagin - tá var gentan tilkomin - stóð hon og breiddi klæði út á blik. Tá komu kongasonurin og drongurin aftur ríðandi.

Um hann ikki vildi trúgva sær enn? Spyr drongurin: nú er hon uppaftur heimkomin.

Kongasonurin tekur hana og flytur hana út á eitt útsker - hesa ferð skal hon ikki koma aftur, heldur hann.

Eitt skálkaskip kemur siglandi framvið, og gentan verður tikin upp á skipið. Summir skipsmenninir vildu hava hana dripna alt fyri eitt, aðrir morgunin eftir.

Um náttina kom ódnarveður, og skipið sorlaðist. Gentan kom sær á ein flaka og rak til lands.

Illa komin var hon, legði seg at sova og droymdi. Henni barst fyri, at herklæði og vápn vóru løgd til hennara og hestur stóð hjá; kongurin var deyður og prinsurin ikki krúnaður enn; kríggj var í landinum, av tí at mangir lógu eftir at fáa krúnuna.

Hon vaknaði við, og tað var, sum hon hevði droymt. Hon herklæddi seg, fór hagar, sum bardagin stóð, gav seg uppí hjá prinsinum og gjørdi slík roysnisverk, at hann vann bardagan.

Tá ið kríggið var endað, vildi prinsurin geva hesum fremminda hjálparmanni systur sína í løn - einans systur átti hann.

Gentan upplýsti tá fyri kongadóttrini, hvussu henni hevði tilborist; kongadóttirin segði bróður sínum frá, at tann fremmindi var ikki mannfólk, og prinsurin vildi nú sjálvur giftast við gentuni.

Men hon vildi ikki, tí hon helt hann hava farið ov illa við sær, og bað hann bara gera so væl at flyta seg heim aftur til foreldrini.

Prinsurin varð at geva seg undir hetta; men tó at hann ikki fekk hana til konu, gav hann henni helvtina av ríki sínum í løn.

Frásøgn: Erika K. Johannessen, Syðradali, Kalsoy

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

 

62 AT 884, AT 930 A

 

 

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019