• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

59. KONGURIN OG RISIN

 

Uppskrift úr Sumba

Eina ferð var ein kongur í Danmark, sum hevði sterkan hug til at fáa risar at síggja og vita, hvussu teir vóru vorðnir. Hovmenn hansara lovaðu at vísa honun á ein, ið teir vistu um, og so gjørdi hann ferðina hagar við trý hundrað monnun.

Teir komu til ein heyggj og fóru inn; har sat risin við eldin. Hann rúnarbant við tað sama kongin og menn hansara, so teir fingu ikki vikað sær. Risin kyndi upp stóran eld, festi eitt sprit uppyvir og tók so kongsins menn, ein fyri og annan eftir, setti teir á spritið og stokti teir.

Um síður var kongurin einsamallur eftir. Risin talaði vinaliga til hansara og beyð honum til borðs.

Kongurin vildi treyður, men varð tó at gera tað. Fólkakjøtið spýtti hann út í eitt turriklæði, sum hann hevði bundið fyri munnin á sær, men djórakjøtið át hann.

Kongurin varð verandi um náttina í risahellinum. Morgunin eftir spurdi risin kongin, um hann hevði ikki verið ræddur kvøldið fyri, tá ið allir menn hansara vóru dripnir.

Jú, segði kongurin.

Risin segði tá, at hann hevði gjørt við teir, sum hann gjørdi, bara av tí, at teir vóru konginum ótrúgvir allir.

Síðan beindi risin kongin aftur á leið, men undir teimum korum, at kongurin lovaði at bjóða honum til veitslu, tá ið drotningin átti barn.

Kongurin evndi lyfti sítt og beyð risanum.

Hesin kom og varð væl fagnaður; hann kærdi seg um, at hann var so fátækur og átti so lítið at geva barninum (prinsinum), men gav tó sjey tunnur av gulli, og síðan gav hann prinsinum evni til at vinna hvønn bardaga, ið hann kom at vera staddur í.

Frásøgn: Anna Sofía og Fredrikka Langgaard, Sumba

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

 

59 AT 1165

 

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019