• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

20. KRÁKUDÓTTIR

 

a. Uppskrift úr Fugloy

Eina ferð var ein kona, sum var eyknevnd kráka. Hon hevði eina dóttur, sum var bæði ill í sær og ljót, so at einki batti alt tað, ið hon skrúðaði seg upp við skart og skreyt - tað kom eingin biðilin kortini.

Men hin gamla vildi ikki, at dóttirin skuldi sita ógift og fór tí sjálv burtur at biðja henni ein mann til handa. Endin varð, at hon fann ein, sum vildi koma aftur við henni.

Nátturðin verður settur fram, og krákan heldur við dóttur sína, at hon verður at ansa eftir ikki at eta ov nógv, tí biðilin skal sita til borðs við teimum. Tey til borðs. Krákan og dóttirin eta so ógvuliga tærisliga; krákudóttir bara pilkar ein hálvan eggjareyða út við einum próni og biður so manga takk. Hetta skuldi nú vera so høviskligt.

Biðilin hugsar: Hatta verður vorðið sum kona og fóðurløtt; henni krevur ikki mikið at eta. Hann skal hava hana, heldur hann.

So verður honum víst á eitt kamar til at sova í, og øll fara niður.

Krákudóttir sigur við mommuna, at hon kann ikki sovna, tí hon er so svong. Hin gamla biður hana fara fram og kynda upp eldin. Eitt rossalær liggur uppi á stovuni (uppi á takinum), sigur hon: tað kann hon taka og steikja.

Dóttirin fer eftir rossalærinum og kastar tað á eldin, tá ið hann er farin at loga.

Nú vaknar biðilin av øllum hesum rúsi, í roykstovuni er, og fer fram at kaga ígjøgnum eitt hol í bróstinum til at vita, hvat ið er á ferð.

Tá ið rossalærið er grislað eitt sindur uttaná, seta báðar á tað við tonnunum at eta. Krákudóttir stendur við berum ørmum og hevur hvítan løriftklút um hálsin; blóðið rennur niður á hálsklút hennara, sum hon nagar.

Nú ið hann sær hesa avskræmiligu sjón ígjøgnum bróstholið, letur hann seg í klæðini alt fyri eitt og rýmir sín veg, so skjótt sum tær eru niður aftur farnar.

So varð krákan sitandi eftir við dóttrini ógiftari.

Frásøgn: Jóhan Hendrik Matras, Kirkju, Fugloy

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

 

20  AT 1458

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019