• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

29. KRUKKUBROTINI

 

Frásøgn úr Fugloy

Tá ið tað er eitt herviliga frekt æl, verður stundum tikið til: Tað rapa krukkubrot av himlinum.

Eina ferð var tað ein drongur, sum hevði lagt allan hug sín á eina prestadóttur og hugsaði um at fara at fríggja til hennara. Men so hugsaði hann uppaftur við sær sjálvum, at, kom hann til hesi prestafólkini, mundi hann ikki duga at hava rættan atburð, av tí at hann var ikki vanur at snúgv sær ímillum stórfólk, og helst var tað tað, at hann helt seg ikki duga á at skyna, hvussu mikið tað sámdi sær at eta, tá ið hann sat til borðs við prestafólkunum.

Hann orðaði tí við ein annan drong um at vera fylgisneytur sín og leggja sær lag á øllum, men helst hvussu mikið hann skuldi eta. Hesin helt seg til at fara við honum, og so gjørdu teir av sínámillum, at fylgisneyturin skuldi traðka biðilin á fótin, tá ið hann helt, at hann hevði etið nóg mikið.

Teir avstað, komu í prestagarðin og fingu góða mótitøku. So vóru teir bodnir til borðs; men best sum teir eru setstir at eta, og biðilin hevur skorið sær tríggjar bitar, nú kemur ein hundur, ið gongur og melur undir borðinum, til at traðka hann á fótin. Hann heldur tað vera fylgisneytin, ið báknar honum, leggur við tað sama knívin frá sær og gevur uppat. Prestafólkini undrast og spyrja hann, hví hann etur ikki.

”Takk, eg havi etið nóg mikið,” sigur hann.

Fylgisneyturin etur seg mettan og væl settan, og so gera prestafólkini við.

Síðan koma gestirnir upp á tos við prestin um mangt og margt, fest verður í pípurnar, og so líður kvøldið, til nátturðartíðin er komin. Biðilin hugsar við sær, at tað man ikki vera fólkaligt at koma ov skjótt fram við bønarorðunum: best er at bíða til morgunin eftir. Eitt fat við greyti verður sett fram, skeiðir verða lagdar, og tey setast at eta nátturð. Biðilin hevur ikki sopið meira enn tvær skeiðir, so traðkar hin sami hundurin, ið gongur og melur undir borðinum, aftur á fót hansara. Hann heldur tað vera fylgisneytin, ið traðkar, og leggur við tað sama skeiðina frá sær.

Prestur spyr hann, hví hann sýpur ikki; hann eigur tó at vera svangur, heldur hann: hann át einki til døgurða.

”Nei takk,” sigur biðilin, ”eg eri mettur.”

Øll hini eta seg mett og væl sett, fylgisneyturin við. Tað, ið eftir er av greytinum, verður sett inn í kovan, har sum hin maturin stendur.

Síðan verður víst báðum gestunum á songina, sum teir skulu sova í. Tvær seingir standa í einum kamari; prestur og prestakona skulu sova í aðrari, teir báðir í aðrari. So fara øll niður.

Tá ið prestur og prestkona eru sovnað, lýðir biðilin við fylgisneytin og sigur, at hann er so svangur - hann kann ikki sovna.

”Tað eru góð ráð fyri tí,” heldur fylgisneyturin; ”eg sá, tey settu greytin inn í kovan; gakk og fá tær av honum. ”

Biðilin heldur, at tað er so myrkt:

”eg finni ikki aftur á songina.”

Tað skal hann væl vita ráð við, heldur hin og biður hann binda ein seglgarnstráð um annan seingjarstólpan, halda tráðinum í hondini og so lesa seg aftur eftir honum, tá ið hann vil leggjast aftur.

”Hetta ber til,” heldur biðilin.

So fer hann fram at klóra, trilvar við høgru hond, heldur tráðinum í vinstru og rakar umsíðir við kovan. So trilvar hann eftir greytfatinum, rakar við tað eisini, men kann ongan spón finna. Hann kærir seg fyri hinum, at hann finnur ongan spón.

”So kanst tú kráma,” heldur hin.

Biðilin so ger; men meðan hann stendur og stríðist við greytin og gevur sær góða tíð, fer hin fram, loysir tráendan og bindur hann um stólpan á hinari songini. So sigur hann við biðilin, at, um nakað er eftir av greytinum, kann hann bera sær eitt sindur eisini: tað er komið svongd aftur á hann. Biðilin tekur eina góða krummu av greyti og lesir seg aftur eftir tráðinum.

Tá ið hann kemur fram at songini, nú ljóðar tað sum blástur upp úr henni - prestur og prestakona sova fast og draga andan tungliga. Hann heldur hetta vera fylgisneytin og biður hann ikki blása, tí

”tað er ikki heitt.”

”Her er greyturin! tak!”

Einki svar.

”Tak nú! tak!”

Hann ilskast, tí hin vil ikki taka, og kastar greytin. Greyturin kemur niður á prestakonuna. Meðan hevur hin verið frammi, loyst tráðin og bundið hann aftur um stólpan á teirra egnu song.

Biðilin lesir seg nú aftur til fylgisneyt sín. Hann kærir seg, at hann er so skitin um hendurnar, sum hann hevur krámað í greytinum; hann sleppur ikki niður, fyrr enn hann hevur vaskað sær, sigur hann: og einki er at vaska sær í.

”Tað eru góð ráð,” sigur fylgisneyturin; ”ein krukka við vatni stendur her framman fyri songini; tak og vaska tær í henni!”

Krukkan er skjótt funnin, men, ólukkutíð! hálsurin er so trongur, at biðlinum gongst rættuliga illa at fáa hondina niðurí. Hann kærir alla sína neyð fyri fylgisneytinum, og hin leggur honum við tað sama lagið á; hann biður hann halda fingrarnar tætt saman, tá ið hann stingur hondina niðurí, og knýta nevan, tá ið hann tekur hana uppúr aftur.

Hevur tað gingist illa at fáa hondina niður í krukkuna, hvaðna verri verður at fáa hana uppúr aftur. Meðan biðilin stendur og stríðist við hetta, nú vaknar presturin. Hann kemur at nerta við henda vanlukku greyt, vekir konu sína og spyr, hvussu vorðið er við henni. Biðilin stendur so gravkvirrur við krukkuni uppi á hondini.

Konan er heilt forskammað, ólukkudýrið, kann ikki vita, hvussu hetta hevur tilborist, og fer fram úr songini til at vaska burtur av sær.

Ein áarløkur rennur tætt fram við húsunum; hagar fer hon.

Biðilin stendur við sama lag. Tá ið hon er útfarin, lýður hann inn í oyra á fylgisneytinum, at hann kann ikki fáa krukkuna burtur av hondini: hann veit ikki, hvat hann skal gera. Hin lýðir honum aftur, at ein hvítur steinur stendur fyri durunum;

”far út og brót krukkuna í hann.”

Biðilin so ger, fer út og ripar krukkuna í hetta, sum hann heldur vera hin hvíta steinin, men sum einki annað er enn prestakonan, ið situr í berum serki og vaskar sær í ánni. Krukkan sorlast, og brotini støkka um oyruni á henni. So loypur hann inn aftur sum skjótast.

Um eina løtu kemur prestakonan inn og fer aftur í songina. Prestur spyr hana eftir, hvussu veðrið er, men hon biður hann ikki spyrja.

”So ringt hevur aldri verið,” sigur hon; ”tað rapa krukkubrot av himlinum.”

Síðan legst alt at sova aftur.

Um morgunin bar biðilin síni bønarorð fram, men har varð svarað tvørt nei; tí tá høvdu prestafólkini longu varnað, hvussu statt var í húsinum, og kundu ætla, at gestirnir vóru atvoldnir í tí ólaginum, ið gjørt var um náttina.

Síðani vóru báðir útkoyrdir.

Frásøgn: Jóhan Hendrik Matras, Kirkju

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

 

29  AT 1691, AT 1775

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019