• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

28. KRÚSSAPOTTURIN

 

a. Uppskrift úr Fugloy

Eina ferð vóru tað eini fátæk hjún, sum einki áttu uttan eina kúgv. So ein dagin bað konan mannin fara við kúnni at selja - annars doyðu tey í hungri, segði hon.

Sum hann nú fer leiðandi kúnna, møtir hann einum gomlum manni við einum krússapotti undir hondini. Hesin gamli steðgar og spyr hin fátæka, hvar hann fer við kúnni.

Hann fer at selja hana burtur, sigur hin fátæki: tí tey eiga einki at liva av heima hjá honum. Hin gamli biður hann selja sær kúnna:

”tú skalt fáa henda krússapottin afturfyri,” og vísir honum.

”Nei,” sigur hin; ”eg kann ikki lata kúnna fyri ein krússapott.”

”Tað vil koma tær væl við, um tú gert hetta býti við meg,” sigur hin gamli: ”hesin krússapottur vil kunna veita tær tað, ið er meira vert enn ein kúgv.”

Hin fátæki umræður seg: hann ræðist, hvat ið konan vil siga; men góðan hevur hann hugin til henda undarliga krússapott, og keypið verður gjørt. Hann fær manninum kúnna, tekur krússapottin og fer heim við honum.

Tá ið konan sær krússapottin og hoyrir, at hann hevur einki annað fingið fyri kúnna, er hon um at gráta av illsinni, skammar hann út, hvussu tápuligur hann er, og sleingir so krússapottin inn undir songina, so hann mundi brotnað; men heilur varð hann verandi kortini. So fór hon beint í songina av berum illsinni.

Um morgunin, tá ið hjúnini eru uppfarin, kemur potturin út undan songini og sigur:

”Jeg vil gå.”

”Gakk í hundsreyvina við tær!” hvessir konan í.

Potturin loypur av durunum og heldur kósina inn í eitt kvørnarhús. Har standa tvær gentur og mala korn. Tá ið tær eru lidnar, sigur onnur:

”Dekansett! nú hava vit einki at bera mjølið út í.”

”Hygg!” sigur hin: ”har stendur ein krússapottur á gólvinum; best er at bera mjølið út í hann.”

Tær so gera og fylla pottin fullan við mjøli.

”Jeg vil gå,” sigur potturin og er við tað sama av durunum. Tær skríggjandi aftaná og skuldu taka hann; men potturin feyk so skjótt avstað, at tað var ikki hugsingur um at fáa hann aftur; tær mistu hann brátt úr eygsjón.

Potturin loypur heim til konuna við mjølinum, og nú ið hon sær, hvat tað er, hann kemur við, er hon heldur blíðari við hann enn fyrr, fer í stundini at knoða og baka drýl, og síðan, tá ið tey fara niður um kvøldið, setur hon pottin nakað varliga inn undir songina: hon hevði gjørt synd við hann í gjárkvøldið.

Morgunin eftir kemur krússapotturin út aftur undan songini:

”Jeg vil gå.”

”Gakk, olmussudýrið!” sigur konan.

Potturin av durunum og fer inn hjá einum bakara. Bakarin stríðist við at taka breyð út úr bakarovninum og sigur við ein av dreingjunum, ið har standa:

”Óreinsett! nú veit eg ikki, hvat eg skal gera við hesi breyðini; her er einki at leggja tey í.”

”Jú; har stendur ein stórur krússapottur á gólvinum,” sigur drongurin; ”best er at leggja tey í hann.”

Bakarin heldur so við og fyllir pottin fullan við breyði. Tá ið liðugt er, sigur potturin:

”Jeg vil gå” og loypur á dyr.

Báðir, bakarin og drongurin, tóku at renna sum skjótast eftir honum til at fáa hann aftur; men tað var ikki so skapað: teir sóu ikki halaferðina aftur úr honum, og við tí skili vóru teir at venda heim aftur so nakkalangir.

Tá ið krússapotturin kemur heim til konuna við øllum breyðunum, var hon hvaðna blíðari enn fyrr, og um kvøldið setur hon hann so ógvuliga varliga inn undir songina, at hann skal ikki brotna. Nú hava tey nóg mikið av breyði fyri eina tíð.

Morgunin eftir kemur krússapotturin aftur út undan songini:

”Jeg vil gå!”

”Gakk, søti mín!” sigur konan.

Potturin heldur kósina til ein prestagarð og sleppur sær inn í svøvnhúsið til prestafólkini. Tað er nakað tíðliga á morgni, og prestur og prestakona liggja bæði í songini enn; tey vóru ikki von at fara so tíðliga upp. Presturin hevur sitið og talt pengar kvøldið fyri, men er ikki sloppin við at telja: nógv er eftir enn, og allir pengarnir liggja á borðinum. Hann hevur onga rógv á sær, fyrr enn hann hevur fingið gjørt hetta burtur av sær, fer fram um stokkin og so í lag við at telja uttan at geva sær tíð til at lata seg í klæðini.

”Hevði eg nú havt okkurt ílat! hvat skal eg taka allar hesar pengarnar niðurí?” sigur hann við konuna. Tá sigur hon:

”Ein stórur krússapottur stendur har við dyrnar - eg veit ikki, hvussu hann er komin at standa har; men best er at telja niður í hann.”

So telur presturin pengarnar niður í pottin, og ikki var tað eiti av pengum.

”Jeg vil gå!” sigur potturin og loypur so knappliga av durunum.

Presturin og konan avstað eftir honum í ein dýran hast, hann undan og hon aftaná - bæði brókaleys; men tað var ikki so skapað: tey sóu aldri halaferðina aftur úr honum, og tað var so eiðasørt, at tey vistu, hvørja leið hann tók. Bæði noyddust aftur til húsa við gráin takk og vóru útflent av fólki.

Potturin leyp heim til ta fátæku konuna við pengunum. Tá var hon findarblíð og segði, at nú skuldi hann aldri fara úr húsinum meira; tað nýtti teimum ikki, tí nú vóru tey rík.

Undir songina varð potturin ikki krógvaður oftari; hjúnini høvdu hann eftirsíðani bert til prýðis í húsinum og nýttu hann ongantíð til nakað. Av pengum áttu tey nóg mikið alla teirra tíð, og nú er úti um krússapottin.

Frásøgn: Jóhan Hendrik Matras, Kirkju

 

b. Uppskrift úr Sørvági

Ein fátæk kona sendi dóttur sína út at selja einastu kúgv teirra.

Sum hon gongur, møtir hon einari kelling við einum krússapotti undir hondini. Kellingin biður gentuna lata seg fáa kúnna fyri henda pott: hon skal ikki koma til at iðra seg eftir keypinum. So verður keypið gjørt; men tá ið gentan kemur heim við ongum pengum og ongari kúgv, er mamman fúkandi ill. Krússapottin leggur eingin lag í; hann verður standandi á borðinum.

Dagin eftir letur í pottinum:

“Nu vil jeg gå!”

“Gakk í hundareyvina!” sigur konan.

Krússapotturin fer til ein bakara og setur seg á borðið. Tá ið breyðini eru bakað, sigur bakarin:

“Hvat skal eg fáa at leggja breyðini uppí?”

Tá svarar eitt:

“Har stendur ein krússapottur.”

“Lítið er tað av mínum breyðum, ið gongur í ein krússapott,” sigur bakarin; men hini biðja hann leggja upp í pottin fyrst.

“Nu vil jeg gå!” sigur krússapotturin.

”Gå ikke med mine brød!” rópar bakarin; men potturin er av durunum við tað sama, fer heim til ta fátæku konuna og setur seg á borðið. Nú gerst hon blíð og kallar hann góðan pott.

Annan dagin fer hann avstað aftur:

”Nu vil jeg gå!”

”Gakk í Guds navn!” sigur konan.

Krússapotturin fer til ein bryggjara og setur seg upp á borðið.

”Hvat skal eg lata ølið uppí?” spyr bryggjarin.

”Har stendur ein krússapottur,” sigur eitt, ið inni er.

”Lítið er tað av mínum øli, ið gongur í ein krússapott,” heldur bryggjarin; men tá ið ølið varð latið í pottin, gekk alt í hann kortini.

”Nu vil jeg gå!”

”Gå ikke med mit øl!” rópar bryggjarin; men krússapotturin sást ikki aftur: hann feyk heim til konuna og upp á borðið.

”Sí nú, hvat hann hevur veitt í dag! nú hava vit øl afturvið breyðinum,” sigur gentan við mommuna.

Triðja dagin fer potturin avstað aftur:

”Nu vil jeg gå.”

”Gak í Guds navn!” sigur konan.

Hann fer til ein prestagarð og setist upp á borðið hjá prestinum. Presturin sigur við konuna:

”Eg átti at farið og talt pengarnar; men her er einki at telja uppí.”

”Har stendur ein krússapottur,” sigur prestakonan.

”Lítið er tað av mínum pengum, sum gongur í ein krússapott,” heldur presturin.

”Tel uppí hann fyrst!” sigur konan, og tá ið talt varð, gingu allir pengarnir í pottin.

”Nu vil jeg gå!”

”Gå ikke med mine penge!” rópar presturin; men tá var potturin longu uttandura.

Tá ið hann kom heim við øllum pengunum, helt dóttirin við mommuna, at krússapotturin var tó betri at hava enn kúgvin; og so var alt.

Frásøgn: Lovisa Djonesen, Sørvági (eftir Jóhonnu Jógvansdóttur, Kvívík)

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

 

28 AT  591

 

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019