• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Lindormur prinsur

Einaferðina var tað ein kongur og ein drotning, sum ráddu yvir einum stórum ríki, tey áttu miklan eyð og livdu glað og nøgd saman bæði. Men sum árini liðu, verða tey meira og meira illa við, at tey einki barn eiga. Fólkið ynskir ein prins, og gamli kongurin stundar ikki minni eftir at fáa ein arving. Men allarmest harmar drotningin seg um, at hon einki barn kann fáa; tað verður henni ein støðug, tung sorg, sum hon ber inni við seg sjálva. Hóast kongur nevnir tað aldri, veit hon kortini, at hann syrgir einki barn at eiga.

Best sum er, nú kemur ein gomul, fátæk kona fyri slotsdyrnar og biður um at fáa drotningina í tal. Men tænararnir svara, at ein sovorðin biddarakona sum hon kann ikki sleppa inn til drotningina, tað fer nú ikki at bera til; teir geva henni nøkur oyru og biðja hana sleppa sær burtur. Men gamla konan vildi eingi oyru hava. Vildi heldur ikki burtur, men segði: ”Farið tit nú inn til drotningina og sigið, at her er komin ein kona, sum kann hjálpa henni í hennara duldu sorg.” Hetta gera nú tænararnir. Drotningin býður, at konan skal førast inn til hennara.

Tann gamla konan kemur nú inn fyri drotningina og sigur: ”Eg kenni tína duldu sorg og eri komin at hjálpa tær. Tú ynskir so staðiliga eitt barn. Fylgir tú mínum ráðum, skal tú fáa tvey.”

Drotningin verður ovfarin av, at henda fátæka konan skal vita nakað um hennara duldu mein; men hon lovar at fylgja hennara ráðum.

Konan sigur við drotningina: ”Nú skal tú fáa tær eitt baðikar inn í songarrúmið og fáa tað fylt við rennandi vatni, síðani skal tú baða tær í vatninum; tá ið tú er liðug við baðið, finnur tú undir karinum tveir reyðleykir, teir skal tú flysa væl og virðiliga, síðani eta teir. Tá verður títt dulda ynski at ganga út.” Tann gamla konan fer nú av stað aftur, og tað verður ikki meira sagt á hesum sinni.

Drotningin ger nú, sum tann fátæka konan hevur sagt. Tá ið hon hevur baðað sær, finnur hon reyðleykirnar undir baðikarinum; teir eru báðir líka bæði í stødd og útsjónd. Nú drotningin stendur og hyggur at leykunum, skilir hon, at henda konan dugdi meir enn at mata seg, hon var ikki at meta eftir útsjóndini. Glað og vónrík etur hon beinanvegin annan leykin; við skali og øllum, sum er. Tá ið hon hetta hevur gjørt, rennur henni í hug, hvat konan hevði sagt, at leykirnir skuldu flysast bæði væl og virðiliga, áðrenn hon át teir. Tað var nú ov seint við tí fyrra, men tann seinra flusti hon, áðrenn hon át hann.

Tá ið tíðin er komin, verður jarðarmóðirin heintað upp á slottið, og drotningin eigur tvíburar. Men tann fyrr føddi er ein óhugnaligur, ljótur lindormur. Jarðarmóðirin hugsar við sær, hetta ódýrið skal eingin fáa at síggja, og hon ger ikki vandari, letur vindeygað upp og blakar hann so langt, hon kann, út millum trøini fyri uttan, har kann hesin ljóti skapningurin so vera. Hin seinri tvíbururin, sum er eitt yndisligt dreingjabarn, verður lagdur til mammu sína, men jarðarmóðirin letur einki orð falla um tann eldra tvíburin, lindormin.

Nú var mikil frøi á slottinum og um alt ríkið um tann vakra prinsin, sum komin var, men eingin visti um eldra tvíburin, lindormin, sum lá úti millum trøini.

Nú líður tíðin.

Kongur og drotning hava mikla gleði av prinsinum, sum er bæði vakur og raskur, artar seg væl í einum og øllum. Tá ið hann er vorðin tjúgu ára gamal, siga foreldrini við hann, at nú má hann fara út í eitt annað kongaríki at finna sær brúður, tí nú fara tey at eldast og vilja fegin vita hann giftan, áðrenn tey fara í grøvina.

Prinsurin ger teimum til vildar, spennir fyri sín gylta vogn og koyrir av stað at finna sær brúður. - Men á fyrsta vegamóti liggur ein frekur lindormur tvørtur um vegin, so ross og vognur sleppa ikki tvørturum. Prinsurin er illa við.

”Hvar ætlar tú tær?” spyr lindormurin við øgiligari rødd.

”Tað rakar ikki teg!” svarar prinsurin illur, ”eg fari har, eg vil.”

”Vend aftur,” sigur lindormurin, ”eg veit, hvat tú hevur í ørindum. Men tú fær onga brúður, fyrr enn eg fyrst havi fingið konu og sovið undir liðini á henni.”

Her er einki at gera hjá prinsinum. Hann koyrir heim aftur, sigur kongi og drotning frá, hvat honum hevur verið fyri. Tey bæði halda, at so má hann royna at koyra ein annan veg, fara í eitt annað kongaríki at faa sær brúður.

Dagin eftir koyrir prinsurin av stað aftur, ein annan veg. Men á fyrsta vegamóti er lindormurin aftur har og forðar. Prinsurin rópar og deilir; men har er einki at gera. Lindormurin sigur tað sama sum fyrru ferð: ”Tú fær onga brúður, fyrr enn eg havi fingið konu og sovið undir liðini á henni.”

Prinsurin má so nakkalangur venda aftur tann dagin við. –

Triðja dagin koyrir Prinsurin ein annan veg aftur. Men tað gongur á sama hátt, lindormurin liggur tvørtur um vegin og sigur hóttandi: ”Tú fær onga brúður, fyrr enn eg havi sovið undir liðini á mínari konu.” Aftur má prinsurin venda heim við sítt gráin skinn.

Tá ið kongurin og drotningin hoyra hetta á triðja sinni, vita tey eingi ráð uttan at bjóða lindorminum heim á slottið og fáa honum eina konu. Tey hugsa sum so, at nóg gott er hjá honum, um hann fær eitt trælkvendi ella eitt óbótarkvendi.

Ája, lindormurin kemur nú heim á slottið, og eitt óbótarkvendi verður noytt til at giftast við honum. Men hvat hendir? Morgunin eftir giftarmálið liggur kona lindormin rivin í hel.

Soleiðis gongur tað hvørja ferð, kongur og drotning royna at fáa lindorminum eitt ókvendi til konu.

Hesi tíðindi spyrjast út um landið, og øll menniskju eru illa heitin. Men nú er tað ein maður, sum í seinru giftu hevur fingið eina konu, ið er glað við hesi tíðindi um lindormin. Maðurin átti í fyrru giftu eina dóttur, sum var so avbera vøkur, so góðsint og umhildin av øllum menniskjum. Men stjúkmamman, sum hevði verið einkja, átti eisini eina dóttur, ið var bæði mishátt og ill í sær. Tá ið hon nú livdi undir liðini á tí vøkru stjúksystrini, lýtti tað hana enn meira, hon varð bæði ljótari og illari í fólkaeygum. Stjúkmamman var tí við at seta til av avund á hesa vøkru ungmoynna og kastaði hatur á hana.

Tá ið nú tíðindini um lindormin spyrjast, at hann rívur allar konur, hann fær, til ólívs, og at hann nú krevur eina ungmoy til konu, skundar stjúkmamman sær til kong og sigur, at stjúkdóttir sín vil so fegin giftast við lindorminum, so landsins prinsur kann sleppa burtur at finna sær brúður. Kongur er glaður við at hoyra hetta og býður, at tann unga moyggin skal leiðast til slottið.

Tá ið nú sendisveinarnir frá kongi koma eftir stjúkdóttrini, verður hon frá sær sjálvari av ræðslu og fatar, at tað er stjúkmamman, sum hevur sett hetta í verk fyri at fáa hana av døgum. Stjúkdóttirin biður og bønar nú sendisveinarnar um at sleppa henni at vera eina nátt afturat í faðirs síns húsi. Hetta játta teir henni.

Um kvøldið fer hon á grøv deyðu móður sínar, kærar sína neyð, at nú verður hon latin í klørnar á lindorminum, og tað verður hennara deyð. Biður so inniliga mammuna hjálpa sær. Leingi liggur hon á grøvini; at endanum sovnar hon, svevur, til sólin rísur morgunin eftir. Tá reisir hon seg glað í huga av grøvini og fer at leita á markini, finnur tríggjar nøtir, sum hon goymir væl í lummanum og sigur fyri munni sínum: ”Komi eg nakrantíð í rættiliga neyð, skal eg bróta eina av hesum nøtunum í senn. Tá skal hjálpin koma.” Síðani gongur hon aftur at húsum og fer ókravd av stað við kongsins sendisveinum.

Tá ið tey koma at slottinum, harma øll hesa ovurvøkru ungmoy, sum nú skal líða ta hørðu lagnu at verða rivin í hel av hesum ræðuliga ódýri, sum ger øll menniskju í ríkinum hamskift. - Men sjálv er hon væl hýrd. - Biður um at fáa eitt brúðarkamar, sum lindormurin hevur ikki nýtt áður. Tað fær hon. Síðani biður hon um, at tað verður sett ein grýta við sterkum vaskiløg á eldstaðin í brúðarkamarinum. Hartil biður hon um trý nýggj, sterk rís og nýggj klæði á brúðarseingina. Drotningin stílar nú fyri, at alt, ungmoyggin hevur biðið um, verður gjørt.

Síðani klæðir gentan seg í sjey snjóhvítar serkir. Soleiðis útbúgvin heldur hon brúdleyp við tí ræðuliga lindorminum. - Nú tey vera einsamøll í brúðarkamarinum, krevur lindormurin hana illorðaður at lata seg úr.

”Nei,” sigur ungmoyggin, ”tú skal lata teg úr fyrst.”

”Soleiðis hevur eingin sagt við meg áður,” sigur lindormurin ovfarin og verður meira spakur.

”Men soleiðis sigi eg,” sigur ungmoyggin, ”tú skal lata teg fyrst úr.”

Lindormurin fer nú at vríggja sær á gólvinum, rína og bera seg illa; men langt um leingi fær hann ytsta skinnið av sær. Tað liggur har á gólvinum, óhugnaligt á at líta. Ungmoyggin letur seg úr einum av serkunum og blakar út yvir skinnið.

”Lat teg nú úr fyrst!” sigur lindormurin eitt sindur minni málreystur enn áður.

”Nei, lat teg úr fyrst,” sigur ungmoyggin, ”nú hevur tú at gera, sum eg sigi!”

Rínandi og hvínandi dregur lindormurin nú eitt skinnið av sær fyri og annað eftir. Fyri hvørt skinn, hann blakar á gólvið, blakar hon ein av serkum sínum útyvir, til tað at endanum liggja sjey lindormaskinn og seks serkar í einari rúgvu á gólvinum; tí sjeynda serkinum er hon alsamt í.

Nú stendur lindormurin framman fyri henni og er tað bara kjøt, roðslutur og ræðuligur. Tá tekur hon tann sterka vaskiløgin í grýtuni og fer at skrubba burtur av honum, nýtir dúgliga rísini. Men tá ið hon hevur slitið øll trý rísini upp í nakka, er lindormurin vorðin til tann vakrasta ungling í allari verøldini. Hann takkar henni so staðiliga fyri, at hon hevur bjargað sær úr trøllahaminum. Sigur henni, at hann er eldri sonur kongin og drotningina, arvingi til land og ríki. Hann spyr hana, um hon vil halda tað lyfti, hon hevur givið sum brúður lindormsins - at bera ilt og gott við honum. Tað vil hon so fegin, sigur ungmoyggin, inniliga glað um ta vend, ið vorðin er við brúðgóminum.

Á slottinum høvdu tey tann vana, at hvørja ferð lindormurin hevði havt brúdleyp, skuldi ein av kongsins tænarum morgunin eftir lata brúðarkamarshurðina upp og hyggja inn, um brúðurin livdi. Henda morgunin hyggur tænarin eisini inn og verður heilt ovfarin av tí, hann sær, letur aftur hurðina og loypur inn til kongin og drotningina, sum sita spent og bíða eftir at fáa at vita. Hann sigur teimum um ta undarligu sjón, hann hevur sætt: ”Á gólv-inum liggja sjey lindormaskinn, seks snjóhvítir serkir og trý rís slitin upp í nakka; í seingini sova tann vænasti unglingi og tann vakrasta ungmoy.

Kongur og drotning undrast mikið á, hvat her kann vera hent.

Men í tí sama kemur tann gamla, fátæka konan inn og minnir drotningina á, at hon hevði ikki gjørt eftir hennara ráðum, men etið tann fyrra reyðleykin við skølunum á, og hetta var atvoldin til, at tann fyrr føddi tvíbururin var ein lindormur.

Kongshjúnini kalla nú jarðarmóðurina fyri seg. Hon viðgongur beinanvegin, at hon hevur blakað lindormin út gjøgnum vindeygað inn millum trøini, fekk seg ikki til at lata drotningina fáa nakað at vita um hetta.

Nú senda kongshjúnini boð eftir eldra prinsinum og hansara ungu frú. Tá ið tey koma bæði, er tað ein stór løta fyri tey øll, at prinsurin er loystur úr trøllahami og leysur úr øllum gandavaldum. Prinsurin sigur teimum frá síni tungu lagnu hesi tjúgu árini úti á skóginum sum ein ræðuligur lindormur, ið allir aðrir skapningar hava stikni til. Tá ið nú kongur og drotning hava hoyrt hesa frásøgn og eru sannførd um, at Lindormur prinsur er teirra eldri sonur, lata tey lýsa um alt ríkið, at hann og hansara unga frú skulu arva land og ríki eftir tey.

Nú liva Lindormur prinsur og hansara vakra frú eydnurík og væl eint við øll menniskju á slottinum í langa tíð. Tá ið faðirin umsíðir doyr, verður Lindormur kongur í ríkinum. Stutt eftirsíðir doyr eisini mamma hansara, gamla drotningin.

Nakað seinri ger ein grannakongur innrás í ríkið. Lindormur kongur má heiman í hernað. Útlit er til, at tað verða eini trý ár, áðrenn hann kemur heim aftur til sítt land og sína drotning, sum nú er frammarlaga við barn. Tí áleggur kongur tænarum sínum at verja og varða drotningina á allan hátt, meðan hann er burtur, so einki ilt skal viðurfarast henni. Fyri at kongshjúnini skulu kunna skriva alt, tey vilja, ímillum sín, letur hann gera tveir inn-siglingsringar, ein til hvørt teirra, og gevur harraboð um, at eingin undir deyðastraffi má lata upp brøv, sum eru lukt við hesum innsigli. Kongur sigur nú drotning síni farvæl og ríður út í hernað.

Tann vonda stjúkmóðir drotningina hevur við miklum harmi frætt, hvussu væl tað hevur gingist mansdóttrini, hon sendi til lindormin, at hon ikki bert slapp við lívinum, men varð drotning í ríkinum, og hon grundaði alsamt um, hvussu hon skuldi fáa vent hesari eydnu til óeydnu. Tá ið kongur nú er farin heimanífrá, kemur hetta ókvendið til drotningina, talar fagurlátið við hana og sigur: ”Eg havi altíð grunað, góða stjúkdóttirin, at tú fór at verða eitthvørt stórvegis í lívinum; tí fekk eg lagað tað so, at tú varð gift við hesum gandaða prinsinum.”

Drotningin, sum ongum trúði ilt, tók væl ímóti stjúkmóðurini og hevði hana hjá sær. Stutt eftir, at hon er komin, fell drotningin í gólv og føddi tvíburar, tveir dreingir, so vakrir og vælskaptir, at eingin hevði sæð ítari. Tá ið drotningin skrivar til kong og letur hann vita hesa gleðiligu hending, biður stjúkmamman hana sleppa sær at greiða henni hárið, soleiðis sum tann rætta mamman var von at gera, meðan hon var á lívi. Drotningin játtar hesum.

Nú greiðir hon bæði væl og leingi - til drotningin sovnar. Tá er stjúkmamman so kvik, loysir innsiglisringin, sum drotningin hevur um hálsin, og brýtur brævið upp, hon hevur skrivað til kongin, skrivar eitt annað bræv, har tað stendur, at drotningin hevur átt tveir hundahvølpar.

Tá ið kongur fær hetta bræv, verður hann ógviliga sorgarbundin; men kemur í hug, at sjálvur hevur hann livað í tjúgu ár millum trøini sum lindormur, áðrenn hann varð loystur úr gandavaldum av ungu drotning síni, kanska eru onkur ráð fyri hundahvølpunum við. Tí sendir hann bræv aftur til yvirtænara sín og býður, at drotningin og hundahvølparnir skulu verjast og varðast á allan hátt, so einki kemur upp á tey, til hann kemur aftur. Men tá ið hetta brævið kemur frá kongi, tekur stjúkmamman eisini tað, brýtur upp, lesur og skrivar eitt annað, har tað stendur harraboð frá kongi til yvirtænaran, at drotningin og prinsarnir skulu brennast á báli, tí hon er eitt argt trøllkvendi. Hetta bræv verður so lukt við innsiglinum hjá drotningini og latið yvirtænaranum.

Hann verður sansaleysur, nú hann lesur, bæði harmur og ræddur, dugir ikki at skilja, hví her skal standa so heilt tvørtur ímóti tí, kongur álegði honum, áðrenn hann fór heiman. Men hansara innsigli stendur á, so tað má væl vera so kortini, at hann hevur skyldu til at útinna hesa ræðuligu gerð. Leingi gongur hann og ger einki, hevur ikki hugsku hvørki til tað ella tað. Men eitt hevur hann gjørt av við seg sjálvan, brennast skulu tey ikki, standist hvat av ið má; hann brenna trý ung, meinaleys mannalív, sum hann yndar, nei aldri! Hann finnur upp á tey ráð, at hann tekur eina tvílembu við báðum sínum lombum og drepur, koyrir á bálið, hann hevur kynt. Hetta má hann gera, tí stjúkmamman hevur longu breitt út, at drotningin og børnini skulu brennast.

Samstundis fer hann til drotningina og sigur. ”Bræv er komið frá kongi, at tú og prinsarnir skulu fjalast á slottinum, so leingi hernaðurin er, og eingin uttan eg skal síggja tykkum.”

Hann leiðir tey nú í eitt rúm á slottinum, sum eingin kemur til, og læsir tey inni har, hevur altíð lyklarnar uppi á sær, bæði dag og nátt. Nú líður tíðin.

Tá ið kongur er væntandi heim aftur, verður yvirtænarin óttafullur; hann hevur jú ikki gjørt eftir kongsins boðum. ”Endin verður tí tann,” hugsar yvirtænarin, ”at eg má sjálvur á bálið.” Hann fer tí í neyðini til drotningina og sigur henni alt, sum er, um hitt vanlukku brævið: ”Men nú kemur kongur heim skjótt, og eg tori ikki at hava tykkum her á slottinum longur; tí mugu tit heldur koma við mær.” Og hann førir tey loyniliga inn í ein stóran skóg, sleppur teimum har.

Drotningin gongur nú har millum trøini leiðandi báðar dreingirnar, veit sær hvørki mið ella mál, gongur og gongur tann líðilanga dag; ikki eitt einasta hús, hon sær, hvørki veg ella rás í hesi skýmu villmark, veit sær eingi lívsins ráð. Í tí sama sær hon ein mann koma ímóti teimum við einum dýri, hann hevur veitt, á herðunum. Tykist at vera ógviliga fátækur og hugtungur. Men drotningin er glað umsíðir at hitta eitt menniskja. Biður mannin siga sær, hvar hon og børnini kundu fingið tak yvir høvdið í nátt.

Maðurin sigur. ”Tú er burtur í óbygdum; men eg havi eina illa kroysu, so vil tú, sleppa tit at hvíla tykkum har.” Hann sigur eisini: ”Eg eri ein maður, sum haldi meg burtur frá øðrum menniskjum og eigi einki uttan hesa smáttuna, ein hund og ein hest. Lívbjargi mær av at veiða.”

Drotningin fer nú í smáttuna við manninum og svevur har saman við børnunum um náttina. Tá ið hon vaknar aftur um morgunin, er hann longu farin av húsinum at veiða. Drotningin fer nú at rudda og vaska í smáttuni, gera mat. Tá ið maðurin kemur aftur, verður hann so findarglaður at síggja, hvussu reint og ruddiligt alt er vorðið. Men hann er lítið fyri at tosa. Um seg sjálvan sigur hann ikki annað, enn at hann eitur Per.

Úti á seinrapartinum ríður hann út á skógin. Drotningin sær, at tað er honum møtimikið at fara. Nú hann er riðin burtur, fer hon aftur at rudda og hampa meir har í smáttuni. Kemur fram á eitt kar, sum nakrar blóðugar skjúrtur eru settar á blot í. Undrar seg yvir hetta; men heldur, at tær munnu vera blóðugar av veiðidýrum, hann ber heim. Hon vaskar skjúrturnar, heingir tær til turkingar og sigur einki við Per um hetta.

Men tað eru ikki mangir dagarnir, áðrenn hon varnast, at hvørja ferð hesin dapri maðurin kemur heim aftur av skóginum, er skjúrtan blóðug, og hann skiftir í eina reina. Tá skilir drotningin, at hetta er annað enn dýrablóð, sum uppi á skjúrtunum er. Nú ger hon sær dælt og spyr Per, hvussu hetta er vorðið.

Í fyrstani vil hann einki siga. Men so greiðir drotningin honum frá sínari lagnu, um ta vondu stjúkmammuna, um hvussu tað eydnaðist henni at bjarga prinsinum úr lindormahaminum. Tá fer Per at siga frá - at hann á ungum árum hevði verið ein sannur ribbaldur, livað og látið sum eitt óargadýr. Hevði at endanum gjørt ein sáttmála við illamann. Men áðrenn hesin sáttmálin var gingin út, hevði hann iðrað seg um tað, hann hevði gjørt, noktaði at tæna honum meir og var flýddur higar út í einsemið. Tá hevði illimaður ikki megi til at taka hann; men so leingi, hann hevði sáttmálan, var Per noyddur hvønn dag til ásetta tíð at koma eitt stað í skóginum og verða bardur og bukaður til blóðs av illum andum.

Dagin eftir, tá ið tíð var hjá Peri at fara av stað og verða bukaður, biður drotningin hann vera heima og ansa sær eftir børnunum; so skuldi hon fara at hitta teir illu andarnar fyri hann. Tá ógvaðist Per við og segði, at tað bar ikki til, ”tí tað verður bæði tín vissi deyði, og eg komi í uppaftur verri neyð av teimum illu andunum.”

Men drotningin bað hann ikki óttast, tað skuldi einki ilt henda honum. Síðani vissar hon seg um, at hon hevur tær tríggjar nøtirnar, hon fekk frá deyðu mammu síni, hjá sær; so setur hon seg á hestin og ríður av stað út á skógin.

Tá ið hon hevur riðið eina góða løtu, koma tveir illir andar til sjóndar og rópa: ”Her kemur hundur Pers og hestur Pers, men sjálvur Per er ikki við!” Burturfrá hoyrist ein ræðulig rødd spyrja: ”Hvat vil tú at koma higar?”

”Eg komi eftir sáttmálanum hjá Peri,” sigur drotningin.

Tá verður ein øgiligur goragangur av teimum illu andunum, og tann ønskriligasta av øllum røddum rópar: ”Ríð tú heim og sig við Per, at tá ið hann kemur í morgin, skulu teir buka hann dupult so nógv sum vanligt.”

Men nú tekur drotningin ta fyrstu nøtina og brýtur. Vendir hestinum. Tá stendur neistarokið út av hvørjum træ, og teir illu andarnir nísta og pípa, sum vórðu teir bardir aftur í holu sína.

Sama mundið dagin eftir ríður drotningin aftur út á skógin. Men tá hættaðu teir illu andarnir sær ikki at koma henni nær. Ein spakligari rødd enn tann í gjár rópti: ”Hvat vil tú her?”

”Eg komi eftir sáttmálanum hjá Peri,” rópar drotningin.

”Nei, tú fær ongan sáttmála,” grenja teir illu andarnir til svar.

Nú brýtur drotningin aðra nøtina og vendir hestinum. Tá er tað, sum allur skógurin stendur í einum loga, tað geisar og brakar, sum um eldurin bryðjur trøini, og teir illu andarnir rúka aftur í holuna, rínandi og hvínandi, verri enn í gjár.

Nú hevur drotningin bert eina nøt eftir. Men hon vil eisini nýta hana fyri at bjarga Peri. Ríður av stað aftur á skógin triðja dagin, tætt at holuni hjá teimum illu andunum. Hon brýtur nøtina og vendir hestinum; men venanin og jammurin at hoyra eru tíggju ferðir verri enn í gjár. Og teir illu andarnir rætta henni sáttmálan við Per á einum bandastaka út úr holuni. Drotningin tekur ímóti honum og ríður av stað, støðgar ikki ferðini fyrr enn heima hjá Peri, sum situr alspentur og hjartkiptur at frætta, hvussu leikur fór.

Tá ið Per veiðimaðurin fær at vita, at teir illu andarnir hava givið sáttmálan frá sær, verður hann so fegin, at hann fellur á knæ fyri drotningini og takkar henni við tárum, fyri at hon hevur bjargað honum úr teirri miklu neyð, hann var komin í.

Ímeðan hesar hendingar henda, er Lindormur kongur komin heim úr hernaðinum. Tað fyrsta, hann spyr eftir, er drotningin og hundahvølparnir.

Tænararnir verða bilsnir, tí teir vita einki um nakrar hundahvølpar. Drotningin hevur fingið tveir prinsar, sum hvør var vakrari enn annar. Men kongur hevði jú boðið, at bæði teir og drotningin skuldu brennast á báli.

Kongur verður hvítur í andlitíð av øði og harmi, tá ið hann hoyrir hetta. Kallar yvirtænaran, sum hevur fingið álagt at verja og varða drotningina, til hann kom aftur, til sín, krevur at fáa at vita, hvussu vorðið er.

Yvirtænarin tekur brævið fram og vísir kongi, hvat hann hevur skrivað: ”Bæði drotningin og prinsarnir skulu brennast á báli, tí drotningin er eitt argt trøllkvendi.” Tá skilja allir menn, at her er gjørd ein óbótagerð.

Nú, ið yvirtænarin sær, hvussu kongur sígur saman av sorg og harmi, viðgongur hann sína misgerð, at hann hevur ikki gjørt eftir brævinum, men eirt drotningini og prinsunum, hevði bert brent eina tvílembu við lombum sínum og fjalt drotningina og prinsarnar á slottinum í trý ár; men tá ið kongur kom heim, tordi hann ikki annað enn at koyra tey burtur av slottinum, út á skógin. Síðani visti hann einki um tey.

Tá ið kongur hoyrir hetta, fær hann mótið aftur og sigur, at nú fer hann beinanvegin út á skógin at leita eftir drotningini og teimum báðum prinsunum. Finnur hann tey, kemur hann aftur á slottið við teimum. Finnur hann tey ikki, síggja teir hann aldri meir, og so skal yvirtænarin verða kongur í ríkinum, tí hann hevur spart teirra dýra lív.

Hann gongur nú einsamallur út á skógin. Valtrar um allan dagin. Sær ikki eitt menniskja.

Soleiðis gongur annar dagurin við. Men tann triðja dagin kemur hann langt um leingi fram á ta lítlu smáttuna hjá Peri veiðimanni. Biður sleppa sær at leggja seg eina løtu á beinkin at hvíla seg, hann er so túraður. Tað verður játtað honum, og hann leggur seg. Tað er ikki leingi, til hann sovnar, móður sum hann er.

Drotningin og prinsarnir eru inni. Hann kennir hana ikki aftur, tí hon er fátæksliga ílatin og syrgin. Honum kemur heldur ikki í hug at halda hesar báðar smádreingirnar, sum streva har á gólvinum klæddir í skinn, vera synir sínar. Har ímóti kennir drotningin hann aftur beinanvegin; men torir ikki at lata við seg koma.

Bonkurin, ið kongurin liggur á, er so smalur, at meðan kongur svevur, dettur annar armurin út av beinkinum og hongur niður á gólv. ”Sonur mín,” sigur drotningin, ”tak og legg arm faðir tíns upp aftur á beinkin.” Drongurin so ger, tekur armin og leggur hann nakað óstortsliga upp aftur, sum dreingjasiður er. Av hesum vaknar kongur, men letur ikki við seg koma. Letst at sova, hugsar at kanska hann kann fáa eitthvørt at vita um, hvat hetta er fyri fólk, hann er komin til. Eina góða løtu liggur hann stillur; men tá ið eingin av teimum, sum inni eru, bragda ella lata orð falla, letur kongur armin aftur detta út av beinkinum. Tá hoyrir hann konuna siga við annan dreingin: ”Sonur mín, far og legg pápa tínum armin upp á aftur beinkin; men legg hann varligari enn beiggi tín gjørdi í áðni.” Nú kennir kongurin, at smáar hendur taka varliga í armin og leggja hann upp aftur. Kongur hevur eisini kent drotningina aftur á málinum.

Nú reisir hann seg glaður av beinkinum, hyggur gjølla at teimum, ið inni eru, ivast ikki meira, hvør ið er, og gevur seg til kennar. Tað verður mikil frøi, kunnu vit ætla. Kongshjúnini hálsfevnast takksom fyri, at tær óndu atgerðir, ið royndar hava verið ímóti teimum, eru miseydnaðar. Kongur tekur nú drotningina og prinsarnar við sær heim aftur á slottið, og hartil veiðimannin Per við hesti og hundi sínum.

Tað varir ikki leingi, til sannspurt er, hvussu tey følsku brøvini eru íkomin, meðan kongur hevur verið burtur. Tann vonda stjúkmamman verður tikin, viðgongur allar óbótagerðir sínar móti drotningini. Og hon endar dagar sínar á báli, sum hon royndi at kynda undir drotningina og prinsarnar.

Lindormur kongur og drotningin við báðum prinsum sínum livdu nú bæði væl og leingi í ríkinum, høgt yndað av fólkinum. Og ongantíð var tað nakar grannakongur, sum tordi gera innrás aftur. So mikil maður var Lindormur kongur.

Úr bókini ”Ævintýr 5”. Heðin Brú týddi. Føroya lærarafelag gav út í 1973.

Upprunaheiti: ”Prins Lindorm”. Gyldendals Bibliotek Verdenslitteratur, bind 1. Kbhvn. 1967.

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019