• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

41. LÍTLA GRÁA AFTAN FYRI HURÐARBAK

 

a. Uppskrift úr Árnafirði

Eina ferð var tað ein drongur, sum foreldrini vóru deyð frá; einki arvaði hann eftir tey uttan eina gamla lásaleysa byrsu.

So fór hann út at søkja sær tænastu og kom til ein harragarð. Har slapp hann at vera og gekk um dagarnar burtur í skógina við hinum harramanshúskøllunum til at skjóta.

So góða skepnu hevði hann, at hann vann altíð meira við teirri lásaleysu byrsuni enn hinir við teimum góðu byrsunum. Harramaðurin gav honum tá eina byrsu við lási; men nú fingu hinir húskallarnir illvild á honum og ráðløgdu um, hvussu teir skuldu lúgva upp á hann fyri at fáa hann dripnan. Teir vistu, at harra-manskonan var burturhorvin, og søgdu so fyri harramanninum, at drongurin hevði sagt seg føran fyri at fáa hana aftur. Einki batti, at drongurin segði við harramannin, at hetta var ikki satt - hann hevði ikki sagt slíkt; harramaðurin legði við, at hann skuldi vera lívleysur, um hann ikki beindi honum konuna aftur. So tók hann ta góðu byrsuna frá honum og fekk honum ta lásaleysu aftur.

Drongurin tók at reika um, olmussudýrið, í ringum hýri.

Tá ið hann var komin nakað langt burtur í skógina, sá hann eina løvu og eitt trøllbarn berjast, og trøllbarninum stóð til at tapa. Tað rópar til hansara og biður hann skjóta løvuna: tað skal verða honum væl afturlønt. Hann skjýtur og drepur løvuna. Trøllbarnið er nú so findarblítt og býður honum heim við sær til foreldrini: einki skal saka honum.

Tá ið teir koma til hús, vóru tey gomlu trøllini úti fyri durum og spurdu barnið, hví tað kom villandi við hesum dronginum í kvøld; men tað greiddi frá tilburðinum, ið verið hevði, og tey gomlu sýndu nú dronginum allan blídna.

Tá ið tey høvdu etið nátturð, fóru tey gomlu út fyri dyr til at hyggja at stjørnunum; men tá ið tey vóru innafturkomin, tók trøllbarnið drongin út fyri dyr og segði við hann:

“Í morgin, tá ið tú fert avstað, biðja tey meg fara í hestastallin við tær, og har kant tú velja tær hvønn hest, ið tú vilt; men tú skalt siga, at tú vilt einki annað hava enn tað lítla gráa aftan fyri hurðarbakið: tað hóskar tær best, tí tú ert so fátækur.”

Drongurin gjørdi, sum trøllbarnið hevði ráðlagt, og fekk esilið, tó tey gomlu hildu tað vera tungt at lata burtur.

Trøllbarnið fylgdi dronginum á leið, og tá ið teir skiltust, gav tað honum eitt lítið ting, so vorðið sum ein pípulegg, klænari í øðrum enda og tjúkkari í øðrum, og segði við hann, at, tá ið hann var í størstu neyð, skuldi hann blása í tann klænra endan. Drongurin takkaði og stakk pípuleggin í lumman.

Tá ið hann hevur gingið nakað, talar esilið og spyr, hví hann gongur so syrgin. Hann sigur, at hann er lívleysur, um hann fær ikki harramanskonuna aftur, sum er burturhorvin. Men esilið biður hann ikki stúra og lovar at hjálpa honum:

“Set teg upp á bak mítt; far so til harramannin og bið hann lata teg fáa níggju svínaflikki, níggju havrar, níggju rossahúðir og lyklahonkina við øllum lyklunum hjá harramanskonuni.”

Drongurin so ger og fær tað, sum hann biður um. Meðan steðgar esilið uttan fyri portrið. Síðan biður tað hann leggja alt tað, hann hevur fingið frá harramanninum, upp á bakið á tí og seta seg sjálvan omaná, og hann so ger.

Tá ið esilið hevur gingið ein góðan tein, sýnist eldur at koma niður yvir tey.

“Skunda tær at kasta svínaflikkini í eldin!”

sigur lítla gráa, og við tað sama drongurin hevur gjørt tað, legst eldurin at brenna flikkini, so bæði sleppa skaðaleys burtur haðani.

“Hetta er illgerð, sum gandakellingin, ið tikið hevur harramanskonuna, hevur reist ímóti okkum,”

sigur lítla gráa. Tað kvikar sær at ganga, men verður at steðga aftur, tí hvaðna meiri eldur sýnist at koma yvir tey.

“Skunda tær at kasta havrarnar í eldin!”

sigur lítla gráa, og við tað sama legst eldurin at brenna teir, so esilið og drongurin bæði sleppa burtur í øllum góðum. Nú eru tey komin so langt, at tey síggja húsið hjá gandakellingini. Lítla gráa steðgar uttan fyri portrið og sigur við drongin:

“Nú verður tú at fara inn til gandakellingina; men ikki mást tú ræðast hana, tóat hon er øgilig at síggja: hálsurin er sum veðrahálsur, skonin sum rossaskon og føturnir sum gásaføtur; og tú skalt biðja hana lata teg fáa harramanskonuna, sum hon hevur tikið.”

Tá ið hann kemur inn, situr kellingin við eldin. Hann biður hana lata seg fáa harramanskonuna, sum hon hevur tikið.

“Ikki fyrr enn eg havi krógvað hana tvær reisur og tú eina,” sigur hon; “um tú finnur hana báðar ferðir, ið eg krógvi hana, og eg ikki ta ferðina, ið tú krógvar hana, so skal hon vera tín - annars ikki.”

Fyrstu ferð krógvar kellingin, og meðan er drongurin úti hjá lítla gráa, sum sigur honum, hvar hann skal leita:

“Hav fyrst lótir á tær, sum tú hevði leitað allastaðni, og skavast rundan um stovuna! bið so kellingina geva tær dragukistulyklarnar, og drag so allar skuffurnar út! tann niðasta er full av borðapettum; klipp í øll borðapettini! tað seinasta er reytt, og har innaní liggur hon.”

Hann ger alt, sum esilið hevur ráðlagt; og tá ið hann setur saksin á tað reyða borðapettið, hoyrir hann rópa:

“Klipp meg ikki, klipp meg ikki!”

Aðra ferð krógvar kellingin, og esilið sigur við drongin:

“Bið hana vísa tær á bakarovnin! hann liggur fullur av breyðum; rív øll breyðini út úr ovninum og brót tað innasta sundur! tí har innaní liggur hon.”

Drongurin so ger; men tá ið hann skal bróta innasta ovnsbreyðið, nú rópar:

“Brót meg ikki, brót meg ikki!”

Ilt er í kellingini, men drongurin er fegin. Nú skal hann sjálvur krógva triðju ferðina og fer aftur til esilið, sum sigur:

“Legg hana í tey síðu hárini aftan fyri oyrað á mær! har er tað víst, at kellingin finnur hana ikki.”

Hann so ger; kellingin leitar bæði úti og inni, uppi og niðri; men við tí skili verður hon at gevast, at einki finnur hon. Nú hevur drongurin vunnið allar treytirnar, ið á vóru lagdar, og fær harramanskonuna at føra heim. Hann biður eftir esilsins ráð kellingina flýggja sær hestin hjá harramanskonuni; men hin gamla sýtir.

So fara tey til gongu.

Tá ið tey hava gingið nakað, koma tey til eitt træ. Lítla gráa sigur nú við drongin:

“Her skalt tú grava eitt djúpt hol niður við hesum trænum og koyra meg niður í; so skalt tú tekja allar rossahúðirnar út yvir holið og síðan fara upp í træið og ringla sum harðast við lyklahonkini. So fært tú at hoyra ógvuligt buldur niðri í holinum, og meðan buldrið stendur við, kemur hesturin hjá harramanskonuni upp úr holinum, spinnandi óður; tá mást tú vera kvikur at kasta lyklahonkina um hálsin á honum, tí so stendur hann stillur.”

Drongurin ger, sum esilið hevur sagt, og er so knappur at kasta lyklahonkina um hálsin á hestinum, sum hann kemur stórleypandi upp úr holinum. Tá stendur hann stillur; harramanskonan setur seg upp á hann, drongurin upp á esilið, og so ríða tey, til tey koma til eina sýn, hvaðan tey kunnu síggja harramansgarðin. Hinumegin sýnina var ein djúpur dalur, og uppaftur hinumegin ein onnur sýn.

Tá ið tey eru komin í dalin, sigur esilið við drongin:

“Nú havi eg gjørt nógv fyri teg; nú skalt tú gera eitt fyri meg, og tað er at drepa meg. Tú skalt kubba høvd og hala av mær, fletta húðina av, liða føturnar av og so seta høvdið aftur, har sum halin hevur verið, og venda gronina inneftir; alt skalt tú seta aftur uppá tvørt: halan við hárinum inneftir aftur í hálsin, venda kleyvarnar uppeftir á fótunum, og seyma húðina saman um meg aftur við hárunum inneftir.”

Alt hetta lovar drongurin at gera, tó ógvuliga treyður.

Men tá ið liðugt er, nú reisist lítla gráa og er umskapað til ein frálíka vakran prins. Hann sigur seg vera prinsurin av Onglandi.

Teir báðir fara so til gongu, og harramanskonan ríður á hestinum, til tey koma til harramansgarðin, øll so fegin.

Men har varð onnur mótitøkan burturúr, enn tey høvdu væntað. Harramanshúskallarnir høvdu sæð tey, tá ið tey vóru á sýnini hinumegin dalin, og høvdu sagt fyri harramanninum, at drongurin hevði sovið hjá konu hansara í dalinum, tí har høvdu tey verið so ógvuliga leingi. Tá ið tey komu, var ráðið samlað, og tað dømdi, at tey skuldu øll verða hongd.

Drongurin var togaður fyrstur upp í gálgan; men sum hann hekk har, rann honum í huga pípuleggurin, sum hann hevði fingið frá trøllbarninum. Hann tók pípuleggin upp úr lummanum, blásti í hann, og við tað sama kom trøllbarnið við einum ógvuligum trøllaheri. Trøllini tóku harramannin, húskallar hansara, ráðið og alt fólkið, ið uttanum stóð, og drópu tað alt. So loystu tey drongin niður úr gálganum og rýmdu síðan burtur aftur.

Nú livdu bara tey trý eftir: drongurin, prinsurin og harramanskonan. Drongurin giftist við harramanskonuni. Prinsurin fór aftur til Onglands til at stýra ríkinum og hevði tey bæði nýgiftu við sær. Har livdu tey væl alla teirra tíð.

Frásøgn: Súsanna Mikkjalsdóttir, Árnafirði (Símun Johannesen av Skarði skrivaði) 

 

b. Uppskrift av Skarði (endursagt í stuttum líki).

[Byrjanin sum í undanstandandi ævintýrateksti, til tess at drongurin fer frá trøllahjúnunum og barninum, sum hann hevur bjargað. Við skilnaðin gevur trøllabarnið honum eina látipípu, sum líkist einum pípuleggi. So verður hildið fram:]

Esilið sær, at drongurin er stúrin, og spyr, hvat ið bagir honum. Hann sigur, at, kann hann ikki beina ta horvnu harramansdóttrina aftur til pápa hennara, so er hann lívleysur. Esilið biður hann krevja trý ting frá harramanninum: níggju rossahúðir, lyklahonkina hjá dóttrini og ein góðan førning av svínafeitti.

Hetta fær drongurin og ríður so á eslinum, til teir koma til eitt hús við jarnportri á, hvar trøllkonan býr, sum hevur tikið harramansdóttrina. Drongurin fer inn og krevur gentuna; men trøllkonan vil ikki lata hana, fyrrenn drongurin hevur funnið hana tríggjar ferðir, ið hon sjálv, kellingin, vil krógva hana.

Fyrstu ferð er gentan goymd í innasta breyðinum í bakarovninum, aðra ferð er hon niðasti lepin undir handdraginum í einari kistu, og triðju ferð eitt reytt bendlapetti í einari eskju, sum stendur í einum myrkum króki. Hvørja ferð vísir esilið dronginum á, hvar hann skal søkja og finna gentuna. Trøllkonan verður at sleppa henni, men leggur við, at nú skal hann goyma hana eina ferð, og kann hon sjálv, kellingin, tá finna hana, skal hon hava hana aftur.

Drongurin letur esilið goyma gentuna í teimum síðu hárunum aftan fyri oyranum á tí; esilið ger seg ósjónligt, og trøllkonan gevur yvir at leita.

So teir avstað við gentuni; men ikki kann hon fáa hest sín við sær, sum trøllkonan hevur tikið. Tríggjar ferðir kemur eldur eftir teimum í luftini, og hvørja ferð kastar drongurin út av svínafeittinum til at bjarga teimum.

Síðan grevur hann eftir esilsins ráði eina grøv, letur esilið niður í, tekur rossahúðirnar útyvir og ringlar við lyklahonkini. Tá kemur hesturin óður upp úr holinum, men stendur stillur, tá ið drongurin hongur lyklahonkina um hálsin á honum.

Tá ið tey koma tætt at harramanshúsunum, biður esilið drongin skera høvur, hala og føtur av tí, fletta húðina av og seta alt rangvørgt uppá aftur. Tá ið tað er gjørt, stendur esilið umskapað til ein vakran kongason. Hann fer til sítt heima og drongurin við gentuni til harramannin.

Men húskallar harramansins eru avindsjúkir og lúgva upp á drongin, at hann hevur verið ovgóður við harramansdóttrina. Hann verður dømdur til at heingjast í gálgan; men sum snørið er lagt um hálsin á honum, og nógv fólk stendur samansamlað uttanum til at skottast, kemur látipípan honum í hug; hann blæsur, og við tað sama er tað lítla trøllið har til at hjálpa honum.

Tað tók harramannin og húskallarnar, sum høvdu logið upp á drongin, og drap teir; men drongurin slapp leysur og giftist við harramansdóttrini.

Frásøgn: Súsanna Juditha Skard av Skarði 

 

c. Uppskrift úr Sumba: Tað gráa esilið

Eina ferð var tað ein drongur, sum ikki tímdi annað at gera enn at skjóta.

Ein dagin, sum hann er farin burtur í skógin við byrsu sínari, sær hann eina løvu og eina bjørn berjast um ein trøllunga og skjýtur so løvuna og bjørnina báðar.

Trøllungin er ógvuliga ræddur um, at drongurin man ætla at drepa hann sjálvan eisini og biður sum harðast fyri lívinum; men drongurin sigur seg einki ilt vilja gera honum, og trøllungin lovar góða løn frá pápa sínum, risanum, afturfyri. Drongurin torir illa at fara til risahellið; men trøllungin biður hann ikki ræðast.

Tá ið teir koma í hellið, heldur risin, at hesin drongurin er góður til krásir hjá honum; men ungin sigur pápanum frá øllum tilburðinum og biður hann geva dronginum góða løn aftur fyri hjálpina. Risin spyr drongin, hvørja løn hann helst vil hava, og hann sigur seg vilja hava ein hest.

Teir fara í stallin; men trøllungin sigur við drongin, at hann skal ikki taka nakran av teimum stóru hestunum, sum pápin vil bjóða honum, men bert ynskja sær tað gráa esilið, sum stendur aftan fyri dyrnar, og heldur ikki skal hann taka nakað av teimum gull- og silvurbokslunum, ið risin vil bjóða honum, men bert eitt gamalt jarnboksl.

Drongurin ger eftir hesum ráði, og risin biður ilt yvir tann, ið so hevur lært hann; men lovað er lovað, og drongurin fer avstað við eslinum.

Tá ið hann er komin út um liðið, kemur trøllungin rennandi við einum pípuleggi, gevur honum og biður hann blása í henda pípulegg, tá ið hann er staddur í størstu neyð.

Drongurin ríður til ein kongsgarð, og kongurin fær brátt so stóran tokka til hansara, at hann setur hann yvir allar harrarnar í ríkinum.

Nú ið teir síggja hetta, vilja teir fáa lívið av honum, tí teir kvíða fyri, at kongurin, sum er barnleysur, skal geva honum ríkið eftir seg. Eina dóttur hevði kongurin átt; men hon var horvin fyri langt síðani. Teir lúgva nú fyri kongi, at drongurin hevur sagt seg føran fyri at beina kongadóttrina aftur, um hann vildi.

Kongurin sendir boð eftir honum og lovar honum dóttrina til konu og ríkið eftir seg, um hann kann fáa hana aftur - annars skal hann vera lívleysur. Drongurin sigur, at hann hevur einki vitað um hesa horvnu kongadóttur; men kongur býður, at so skal vera, sum hann hevur sagt, og við slíkum skili varð drongurin at fara.

Hann visti sær eingi ráð, og komin í stallin til esilið tók hann at blóta og banna tann dag, ið hann var komin á bakið á tí: tí harav stóðst hansara vanlukka. Esilið talar nú og biður hann ikki fara so illa við sær: tí tað veit, hvat ið brekar honum, og skal eisini hjálpa honum. Drongurin telur tá eslinum frá viðurskiftum sínum, og tað sigur við hann, at hann skal fara til kongin og biðja um tólv tunnur av kjøti og tólv menn hartil og koma so aftur; altíð skal hann vera fremstur í ferðini sjálvur.

Drongurin fer til kongin og fær, hvat hann biður; síðan fer hann avstað og alt liðið.

Teir ríða eitt langt og annað breitt í mangar dagar.

So ein dagin síggja teir ein ógvuliga stóran fugl flúgva yvir teimum, og esilið sigur dronginum frá, at hetta er ein av njósnarmonnunum hjá gandakellingini, ið goymdi kongadóttrina. Hesin fuglur var settur til at verja alt tað, ið kellingin átti. Esilið biður drongin siga við menninar, at teir skulu kasta út av matinum, ið teir førdu við sær: tí annars át fuglurin fólk, hestar og vagnar, alt sum var.

Teir kastaðu kjøtið út, og áðrenn teir vóru komnir til hús, var alt uppetið av fuglinum. Esilið sigur við drongin, at hann skal binda tað inn í fjósið hjá gandakellingini, lata liðið burtur út í staðin og sjálvur fara inn til hina gomlu.

Hann so ger, og tá ið hann kemur inn, situr kellingin við eldin; hon spyr, til hvørs hann er komin. Eftir kongadóttrini, svarar hann. Hon undrast á, at hann skal vita, at hon er at finna har; men hann svarar, at tann, ið Harrin er við, hann kemur fram allastaðni, og nú sigur hann við hana, at, um hon ikki vísir sær á kongadóttrina við tað sama, skal hann taka lívið av henni.

So leiðir hon hann inn, og kongadóttirin gleðist ógvuliga at síggja kristið fólk. Drongurin sigur seg vera komnan at heinta hana; men hon ivast í, at hann er tess mentur.

Sum tey sita og tala, kemur gandakellingin inn og hevur skapað fýra høvd á seg; hon spyr drongin eftir, hvussu hann er sloppin um vaktarmann hennara; men hann sigur seg tæna hægri harra og hava størri mátt enn hon og roynir so at loypa ótta á hana. Hann hóttar aftur at drepa hana, um hon ikki lovar kongadóttrini burtur við honum; men hon biður hann gera sær eina bøn fyrst: hon eigur ein ótamdan hest, sum hon vil biðja hann fáa sær fatur á og temja.

Hann lovar og fer í fjósið til esilið at biðja tað leggja sær ráð. Tað sigur við hann:

“Kom burtur í skógin við mær og grava eina grøv undir einum træi; tak so bokslið av mær, set meg niður í grøvina og legg flag útyvir! Far so upp í træið og ring við bokslinum; so vil hesturin koma av sær sjálvum. Og tá ið hesturin er komin at trænum, skalt tú vera skjótur at smoyggja bokslið niður yvir høvdið á honum; ikki stendur hann annars.”

Drongurin ger, sum esilið ræður, og alt gongur, sum tað hevur spáað; tá ið hesturin hevur fingið bokslið um hálsin, stendur hann stillur, og meðan fær drongurin esilið upp aftur úr grøvini.

Síðan fer hann til hús við hestinum og fær kellingini. Hon sær nú, at hann kann meira enn hon sjálv, og heldur tí besta ráð vera at sleppa honum avstað við kongadóttrini. Tó leggur hon tríggjar treytir á fyrst:

“Eg vil krógva kongadóttrina tríggjar ferðir, og finnur tú hana hvørja ferð, kant tú fara við henni.”

Hann lítur á esilið og sigur seg vilja royna. Esilið leggur honum ráð:

“Tú skalt leita í hvørjari stovu fyrst og so uppi á loftinum; har sita mangar jómfrúgvir í einari stovu og seyma; tú skalt leita í tráðinum, og í dimmmóreyðum líntráði fer hon at vera; tá skalt tú siga: “Nú klippi eg.””

Drongurin so ger; men tá ið hann heldur á tí dimmmóreyða líntráðinum og sigur, at nú klippir hann, tá rópar kongadóttirin og biður hann ikki gera tað, tí hon er í tráðinum.

Kellingin krógvar hana aðra ferð, og drongurin fær aftur ráð frá eslinum: uppi á loftinum skal hann finna níggju byggkorn í einari tunnu, og tað staka, sum liggur í miðjuni, skal hann føra saksin yvir og hótta at klippa.

So er, sum esilið hevur sagt; men tá ið drongurin letst at klippa byggkornið í miðjuni, nú letur í tí:

“Klipp meg ikki!”

Kellingin krógvar kongadóttrina triðju ferð, og esilið sigur við drongin, at hann skal fara oman til ánna: nakað langt niðri skal hann finna eitt hálmastrá, og tað skal hann hótta við at klippa, tí har hevur kellingin skapað hana í.

Hann fer, finnur stráið og hóttir við at klippa; hon sigur tá við tað sama til sín.

Nú hevur drongurin vunnið allar treytirnar og sigur við gandakellingina, at hann vil krógva seg tríggjar ferðir: so skal hon leita.

Esilið skapar hann um til eitt hár aftan fyri oyrað á sær; kellingin kemur í fjósið til at leita, tí hon veit, at hann er har, men torir ikki at nema við esilið. Um langt og leingi kemur hann fram.

Aðra ferð skapar esilið hann til eitt hár undir halanum á sær; hon leitar í fjósinum; men ikki gongst henni betur enn fyrru ferð.

Triðju ferð er drongurin eitt hár ímillum kleyvarnar á eslinum; tá gevst kellingin at leita. Nú hevur drongurin vunnið hesar treytir við og fer sín veg burtur við kongadóttrini. Eingin veit nakað um hinar tólv menninar, ið komu við honum: teir eru horvnir.

Tey fara nú bæði: drongurin á eslinum og kongadóttirin á hestinum. Drongurin heldur, at nú veit hann ikki, hvussu tey skulu koma fram um fuglin, vaktarmannin hjá gandakellingini, tí nú hava tey einki at geva honum; men esilið leggur ráð: tey skulu ríða undir jørðini; og so mikið gjørdi esilið, at hetta lukkaðist teimum.

Tá ið tey eru komin so langt, at tey síggja kongsins høll, fellur myrkur á tey, so tey verða at sláa tjald um náttina har, sum tey eru. Kongadóttirin sovnar; men esilið og drongurin taka at tosa saman báðir. Tað biður hann nú hjálpa sær afturfyri, at tað hevur hjálpt honum úr so mangari neyð, og hetta lovar drongurin.

“Tú skalt høgga høvur og hala av mær,” sigur esilið, “og so seta høvdið har, sum halin hevur sitið, og halan har, sum høvdið hevur verið. So skalt tú fletta húðina av mær og venda tað inneftir, sum út hevur vent fyrr; tí tá fyrst verði eg fólk aftur, sum eg havi verið fyrr.”

Og so telur esilið dronginum frá, at tað er ein gandaður og umskapaður kongasonur: barn var hann, tá ið hann varð gandaður, og mátti tí umskapast til barn aftur. Drongurin óttast fyri, at hann kann koma til at drepa esilið; men tað bønar hann at gera, sum tað hevur sagt.

“Eitt skal eg læra teg enn,” sigur esilið: “tá ið kongadóttirin vaknar, fer hon at spyrja teg eftir, hvaðan tú hevur fingið hetta barnið, og tá skalt tú siga, at tú fanst tað í skóginum á einum heyggi, hvar tað lá og græt, tí at tátan var dottin úr munninum á tí.”

Drongurin ger nú við esilið, sum tað hevur biðið, og við tað sama stendur tað umskapað til eitt mansbarn.

Tá ið kongadóttirin vaknar, spyr hon, hvaðan hatta barnið er komið, og drongurin svarar, sum esilið hevur lært hann. Men nú ið esilið er burtur, er hann so forharmaður; hon sigur tá, at hon hevur hestin eftir, og síðan seta tey seg bæði upp á hann og ríða heim í kongsgarðin.

Kongurin er, sum vera man, fegin um at hava fingið dóttrina aftur, gevur dronginum hana til ektar og lovar honum ríkið eftir seg.

Men harrarnir eru avindsjúkir og leggja ráð saman ímóti honum. Teir lúgva fyri konginum og siga, at tey bæði, drongurin og dóttir hansara, hava átt tað barnið saman, sum tey førdu heim við sær. Og so ágrýtnir eru teir, at teir fáa kongin til at trugva tí, og dagur verður ásettur, at drongurin skal heingjast.

Nú ið hann er førdur til gálgan og bøðilin skal lata togið niður um hálsin á honum, minnist hann á pípuleggin, ið trøllungin gav honum á sinni, og biður bøðilin bíða, meðan hann tekur hondina niður í lumman.

Hann tekur pípuleggin upp og blæsur, og tað er ikki longur enn at siga frá tí - so er trøllungin har. Hann skal vísa bøðilinum, hvussu langt ørnin kann flúgva upp, sigur hann, fer upp í loft við honum og smildrar hann sundur haruppi. Síðan ger hann tað sama við kongin, sum hevur boðið, at drongurin skal verða hongdur, og við harrarnar, sum hava logið upp á hann, og sigur so við fólkið, at, um ikki allir vilja svørja at vera hesum manni trúgvir, sum nú skal vera kongur yvir teir, skal hann gera so við allar, ið nokta at svørja.

Tá fullu allir tí nýggja konginum til fóta; hann giftist við kongadóttrini, og livdu tey bæði væl og leingi.

Frásøgn: Anna Sofía undir Hamri, Sumba (V.U. Hammershaimb skrivaði)

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

 

41 AT 531

 

 

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019