• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Lítla havfrúgvin

Langt úti í havi er sjógvurin so bláur sum vakrastu sortugrøs og so klárur sum reinasta glar. Men har er djúpt, djúpari enn at nakað ílatog røkkur á botn. Nógv kirkjutorn máttu verið sett oman á hvørt annað, skuldu tey rokkið frá botninum og upp um vatnskørpuna. Har niðri er tað, at havfólkið býr.

Vit mugu ikki halda, at har bara er hvíti sandbotnur! Nei, har vaksa avbera vøkur trø og plantur, sum hava so liðiligar stelkar og bløð, at tey, bara eitt sindur av røringi er í sjónum, geva seg undan, sum vóru tey livandi. Allir fiskar, smáir og stórir, smúgva millum greinarnar sum fuglarnir millum trøini her uppi á jørðini. Har, sum tað er allardjúpast, er slottið hjá havkonginum. Veggirnir eru av korallum, og vindeyguni, sum ganga upp í spíss, eru av klárasta ravi. Takið eru skeljar, sum lata seg upp og aftur, sum sjógvurin súgar. Tað er vakurt, tí í hvørjari skel er ein glógvandi perla, og hon hevði verið vakrasta prýði í eini drotningakrúnu. Havkongurin hevði í mong ár sitið einkjumaður, men gamla móðir hansara helt hús hjá honum. Hon var klók, men heldur errin, og tí gekk hon við tólv ostrum í halanum. Hinar fínu frúurnar sluppu bara at hava seks. Annars er hon bara rós verd, serliga tí hon var so góð við tær smáu sjóprinsessurnar, ommudøtur sínar. Tær vóru allar seks deilig børn, men tann yngsta var vakrast. Holdið var so fínt og skært sum rósublað og eyguni blá sum djúpasta vatn. Men eins og hinar hevði hon ongar føtur, likamið endaði í sporli og sterti.

Allan tann líðilanga dag spældu tær sær niðri í slottinum í teim stóru stovunum, har livandi blomstur vuksu á bróstunum. Tey stóru ravvindeyguni vórðu upplatin, og so komu fiskarnir svimjandi inn, eins og tað kann henda, at smáfuglar koma inn gjøgnum vindeyguni, tá ið vit lata tey upp. Men fiskarnir svumu beint yvir til prinsessurnar og ótu úr hondum teirra og lótu tær kína sær.

Uttan fyri slottið var ein stórur urtagarður við blóðreyðum og myrkabláum trøum. Fruktirnar glógvaðu sum gull og blomstrini sum logandi eldur, og tey sveiggjaðu í heilum við stelkum og bløðum. Tey stóðu í fínasti sandi, bláur sum svávullogi. Har niðri var allastaðni eitt blátt dæmi. Tú kundi eins væl hildið, at tú vart uppi í luftini og sást himmalin bæði undir og yvir tær, heldur enn at tú stóðst á havsins botni. Tá ið tað var blikalogn, kundi tú hóma sólina, hon líktist eini purpurblómu, sum sendi ljósið úr sínum snjóhvíta bikari.

Hvør av teim smáu prinsessunum átti ein lítlan blett í urtagarðinum, har hon kundi velta og seta niður, sum hon sjálv vildi. Ein gjørdi blomsturblettin hjá sær vorðnan sum ein hval, eini aðrari dámdi betur, at sín blettur líktist eini lítlari havfrúgv, men tann yngsta gjørdi sín blett trillrundan sum sólina, og hon setti bara blomstur niður, sum lýstu sum sólarroðin. Hon var eitt merkiligt barn, still og hugsanarsom, og tá ið systrar hennara pyntaðu við ymsum merkiligum, tær høvdu funnið frá burturgingnum skipum, vildi hon, umframt tey rósureyðu blomstrini, sum líktust sólini har høgt uppi, einans hava eina marmarastandmynd, sum var ein vakur smádrongur høgdur út í skínandi hvítum marmara. Hann var komin av einum soknum skipi. Við standmyndina setti hon ein rósureyðan syrgipíl niður, og pílurin vaks væl, so at tær frísku greinarnar hingu heilt niður móti bláa sandbotninum. Tað sá út, sum at toppur og rót spældu at mussast. Hon visti sær onki betri enn at hoyra um mannaheimin uppi í erva. Gamla omman mátti í heilum sita og siga frá øllum, sum hon visti um: Skip og býir, menniskju og dýr, og serliga helt hon tað vera deiligt at hoyra, at blomstrini uppi á jørðini angaðu so væl, tí tað gjørdu tey ikki niðri á havbotninum, og at skógirnir vóru grønir, og at fiskarnir, sum har smugu millum greinarnar, dugdu at láta so vakurt, at tað var ein fragd at hoyra. Omman kallaði smáfuglarnar fiskar, tí tað mátti hon, annars høvdu tær ikki vitað, hvat hon meinti við, tí fuglar høvdu tær ongantíð sæð.

”Tá ið tit fylla fimtan," segði omman, ”so skulu tit sleppa at svimja upp úr sjónum, sita í mánalýsi á onkrum skeri og síggja tey stóru skipini sigla framvið, og skógir og býir skulu tit eisini sleppa at síggja!" Næsta ár fylti ein av systrunum fimtan ár, men hinar - ja, tað var ár ímillum tær allar, so at tað vóru heili fimm ár, inntil tann yngsta slapp at svimja upp av havbotninum at síggja, hvussu her er uppi hjá okkum. Men allar lovaðu at siga frá, hvat ið tær høvdu sæð, og hvat ið tær hildu vera vakrast fyrsta dagin, tí omman segði ikki frá øllum, og tað var mangt, sum tær vildu hava skil á.

Ongin var so ótolin sum tann yngsta, júst hon, sum hevði longst at bíða, og sum var so still og hugsanarsom. Manga náttina sat hon fyri opnum vindeyga og hugdi upp gjøgnum tað bláa vatnið, har fiskarnir svumu og lótu við sterti og fjaðrum. Hon sá mánan og stjørnurnar. Tey vóru heldur kám at síggja, men gjøgnum sjógvin vóru tey nógv størri at vísa seg, enn tey eru fyri okkara eygum. Sá tað tá út, sum eitt svart skýggj kom fyri, visti hon, at tað var ein hvalur, sum svam uppi yvir henni ella eitt skip við nógvum fólki umborð. Tey hugsaðu helst ikki um, at ein fitt, lítil havfrúgv stóð niðriundir og rætti sínar hvítu hendur upp móti kjølinum.

Nú var tann elsta prinsessan vorðin fimtan ár og kundi so fara upp um vatnskorpuna.

Tá ið hon kom aftur, visti hon mangt og hvat at siga frá, men tað besta av øllum, segði hon, var at liggja á eini sandgrynnu í mánalýsi, tá ið tað var púra kyrt og hyggja inn í tann stóra býin, har ljósini blaktraðu eins og hundrað stjørnur, at hoyra tónleikin og gangin av vognum og menniskjum, síggja tey nógvu kirkjutornini og spírini og hoyra kirkjuklokkurnar kima. Júst tí, at hon ikki hevði loyvi at fara upp hagar, longdist henni so sáran eftir øllum hesum.

Áh, sum yngsta systir sat spent og lurtaði, og tá ið hon seinni um kvøldið stóð fyri tí opna vindeyganum og hugdi upp gjøgnum tann myrkabláa sjógvin, hugsaði hon um stórbýin við øllum stákinum og ganginum, og tá var tað fyri henni, sum hoyrdi hon kirkjuklokkurnar ringja niður til sín.

Árið eftir fekk næstelsta systirin loyvi at svimja upp móti vatnskorpuni og fara, hvagar hon vildi. Hon kom upp, beint sum sólin søkk í hav, og tað helt hon vera vakrastu sjón, hon hevði sæð. Allur himmalin var sum gull at líta á, segði hon, og skýggini, ja hon dugdi ikki at siga frá, hvussu vøkur tey vóru: reyð og viólublá vóru tey farin sveimandi uppi yvir henni, men nógv skjótari enn tey, fleyg, sum eitt hvítt tám, ein villur svanaflokkur móti sólarroðanum. Hon svam móti sólini, men hon fór undir, og rósudæmið hvarv av vatnskorpuni og av skýggjunum.

Árið eftir slapp triðelsta systirin upp. Hon var tann djarvasta av teim øllum, og tí fór hon svimjandi niðan eftir eini á, sum rann oman í havið. Har sá hon vakrar, grønar heyggjar, har vínberjarunnar vuksu, hon sá slott og bóndagarðar, sum kagaðu fram gjøgnum glottar í teim stóru, grønu skógunum. Hon hoyrdi fuglalátið, og sólin skein so fagurliga og heitt, at hon noyddist at fara undir kav at køla brennandi andlitið. Í eini lítlari vík sá hon ein flokk av smáum mannabørnum, sum spældu sær á sjónum. Spilnakin runnu tey á sandinum og svamblaðu í vatninum. Hon hevði hug at spæla við tey, men tey ræddust og runnu burtur, og so kom eitt lítið, svart dýr, tað var ein hundur, men hon hevði ongantíð sæð hund fyrr, og hann goyði so ræðuligt, at hon bleiv bangin og slapp sær út aftur á tað bleyta. Men aldri fór hon at gloyma teir vøkru skógirnar, teir grønu heyggjarnar og tey ógvuliga fittu børnini, sum dugdu at svimja, tó at tey høvdu hvørki sporl ella stert. Tann fjórða systirin var ikki so djørv. Hon helt seg langt úti á havinum og segði, at tað var júst tað besta av øllum. Tú sást langar leiðir uttan um teg, og himmalin uppiyvir var sum ein stórur glaskupul at síggja. Skip hevði hon sæð, men langt burtur, tey líktust másum, og hon sá nísur, sum bóltaðu rút, og hon sá stórar hvalir, sum sprændu sjógv himmalhøgt upp í luftina. Tað sá út, sum hundrað springvøtn vóru uttan um hana.

Nú var tað fimta systirin, sum átti at fara. Føðingardagur hennara var um veturin, og tí slapp hon at síggja tað, sum hinar systrarnar ikki høvdu sæð. Sjógvurin var grønur á at líta, og uttan um hana flutu stór ísfjøll, tey líktust perlum, segði hon, og kortini vóru tey størri enn kirkjutornini, sum menniskjuni bygdu. Tey vóru ógvuliga ymisk á at líta, og tey glitraðu sum gimsteinar. Hon hevði sett seg upp á eitt av teim størstu, og onki skip tordi at koma nær ella námindu, har hon sat við hárinum flákrandi í vindinum.

Men móti kvøldi kom illveður. Toran gekk, og snarljósini skygdu so blonk, og sjógvurin, sum nú var svartur á at líta, lyfti hesi stóru ísfjøllini høgt upp og læt snarljósini skyggja í teimum. Stormurin var nógvur, og øll skipini minkaðu segl, og ótti var á øllum. Men hon sat púra óttaleys á ísfjalli sínum og hugdi at snarljósunum, sum komu eftir luftini og í sjógv.

Fyrstu ferð, ein av systrunum kom upp um vatnskorpuna, var hon sera hugtikin av øllum tí vakra, sum hon sá. Men nú vóru tær vorðnar vaksnar og høvdu loyvi at fara upp, tá ið tær sjálvar vildu, og so var tað ikki forkunnugt meir, og tá longdist teimum bara eftir at koma heim aftur til teirra sjálvs, tí ongastaðni var so hugnaligt sum har, og har kendu tær seg best heima. Manga kvøldarstundina tóku tær saman hendur og svumu upp á vatnskorpuna. Vakurt høvdu tær málið, nógv vakrari enn nakað menniskja, og tá ið tað so sá út til at fara at verða illveður, so at vandi var fyri, at skip fóru at ganga burtur, svumu tær framman fyri skipið og sungu so vakurt um, hvussu vakurt tað var við havsins botn og søgdu, at sjómenninir skuldu ikki óttast fyri at koma niður hagar. Men sjómenninir skiltu ikki orðini, teir hildu, tað var stormurin, og teir sluppu ongan vakurleika at síggja, tí tá ið skipið sakk, druknaðu teir og komu sum deyðir niður til slottið hjá konginum. Tá ið systrarnar soleiðis fóru undir arm upp gjøgnum sjógvin, stóð lítla systir eftir púra einsamøll og hugdi at teimum, og tað kendist, sum var hon um at gráta, men havfrýr hava ongi tár, og tí kennist tað uppaftur sárari.

”Bara eg hevði verið fimtan ár!" suffaði hon, ”eg veit, at mær fer at dáma heimin, sum er í erva, og fólkini, sum búgva har!"

Og endin var, at hon eisini fylti fimtan.

”Nú ert tú eisini vaksin!" segði omman, gamla einkjudrotningin. ”Kom nú, lat meg pynta teg, sum eg pyntaði systrar tínar!" Og hon gav henni ein krans av hvítum liljum um høvdið, men hvørt blomsturblaðið var ein hálv perla, og tann gamla festi átta stórar ostrar í halan á henni at vísa, at hon kom av hábornari ætt.

”Eg fái so ilt!" segði lítla havfrúgvin.

”Ja, ein noyðist at líða nakað fyri stásið!" segði tann gamla.

Á, hon hevði viljað sloppið at tveitt alt hetta stásið av sær, eisini tunga perlukransin. Tey reyðu blomstrini í urtagarði hennara klæddu henni so nógv betur, men hon tordi ikki fyri ommuni. ”Farvæl!" segði hon og fór løtt og klár sum ein bløðra upp gjøgnum sjógvin.

Sólin var júst farin til hvíldar, tá ið hon stakk høvdið upp undan vatnskorpuni, men skýggini lýstu sum reyðar rósur og gull, og mitt uppi á tí ljósareyðu luftini skein kvøldarstjørnan so klárt og vakurt. Luftin var lýggj og rein, og havið var blikastilt. Eitt stórt trímastrað skip var at síggja. Bara eitt segl var uppi, tí har rørdist ikki hár á høvdinum, og uppi í rigninginum og á ráunum sótu sjómenn og hugnaðu sær. Tónleikur og sangur var at hoyra, og alt, sum tað gjørdist myrkari, vórðu lyktir tendraðar í ymsum litum. Tað var, sum hingu øll heimsins fløgg uppi. Lítla havfrúgvin svam heilt yvir til kahútsvindeygað, og hvørja ferð, hon varð lyft upp av eini aldu, sá hon inn gjøgnum teir spegilskláru rútarnar, har nógv pyntað fólk stóðu, men vakrast av øllum var tann ungi kongasonurin við teim stóru myrku eygunum. Hann mundi ikki vera stórt meir enn sekstan ár. Hann fylti, og tí var alt stásað so upp. Matrósarnir dansaðu á dekkinum, og tá ið prinsurin kom út á dekkið, ruku meir enn hundrað rakettir upp í luftina. Tað bleiv so ljóst sum á alljósum degi, og lítla havfrúgvin gjørdist so kløkk, at hon kavaði, men hon kom skjótt uppaftur, og tá var tað, sum allar stjørnur á luftini duttu niður til hennara. Ongantíð áður hevði hon sæð slíkt eldkynstur. Stórar sólir mólu í klingur, stásiligir eldfiskar spældu sær í tí bláu luftini, og alt kom sum endurskin úr tí stilla, klára vatninum. Uppi á skipinum var so ljóst, at tú sást alt skilliga, og prinsurin! Sum hann var vakur! Hann gekk og tók í hondina á fólkunum, læði og smíltist, meðan tónleikurin ljómaði í teirri deiligu nátt.

Nú seinkaði, men lítla havfrúgvin fekk seg ikki at sleppa skipinum úr eygsjón og minst av øllum honum, deiliga prinsinum. Tær fagurlittu lyktirnar vórðu sløktar, ongin rakett fór upp í loft, og ongi kanónskot hoyrdust meir. Men djúpt niðri í havinum surraði og murraði. Havfrúgvin sat hugagóð og dandaði upp og niður í sjónum og hugdi inn í kahúttina hjá prinsinum. Men nú kom vindur, seglini øll stóðu frá, og ferð kom á skipið. Sjógvurin gjørdist eisini ringur, skýggini komu sum bøklar á luftina, og toran fór at ganga. Tað tóktiskt at fara at verða ódnarveður, og skipið mátti minka segl. Skipið fór við fúkandi ferð undan vindinum, og brotini vóru ófør, og tað tóktist, sum tey fóru at leggja seg oman yvir skipið, men tað var sum ein svanur at síggja, niður í aldudalin og so upp aftur á alduryggin. Hetta helt lítla havfrúgvin vera stuttligt, men tað hildu sjómenninir ikki. Tað brakaði og knakaði í skipinum, og plankarnir bognaðu, tá ið sjógvarnir brutu. Masturin brotnaði um tvøran, sum var hon pinnaverk, og skipið legði seg so nógv, at sjógvur kom niður í kahúttina. Tá fataði havfrúgvin, at teir vóru í vanda. Hon mátti sjálv ansa sær, tí vrakpetti av skipinum rókust allastaðni í nánd. Eina løtu var so myrkt, at hon sá púra onki, men so skygdi aftur, og tað var so ljóst, at hon sá hvørt nikk og pikk umborð.

Hon kendi teir allar og sá, hvussu teir baksaðust. Hon hugdi serliga eftir prinsinum, og tá ið skipið fór av um tvøran og sakk, sá hon hann, og fyrst gjørdist hon glað, tí nú fór hann at koma niður til hennara, men so mintist hon, at menniskjuni liva ikki í sjónum, og tí var tað bara sum deyður maður, hann kundi koma niður í slottið hjá pápa hennara. Nei, doyggja mátti hann ikki, og tí svam hon millum allan rekaviðin, sum lættliga kundi verið henni at deyðameini, men tað hugsaði hon ikki um. Hon kavaði og svam undir vatni og kom so upp aftur har, sum prinsurin fleyt. Hann orkaði ikki at svimja meir í hesum ringa sjónum. Armar og bein vóru so útmødd, og hann orkaði ikki at halda eyguni opin. Hann hevði doyð, var havfrúgvin ikki. Hon helt høvdi hansara uppi, og so læt hon seg reka við streyminum við honum í favninum.

Tá ið morgunin kom, var veðrið batnað. Ikki eitt sprek av skipinum var at síggja. Sólin kom so reyð upp úr havi. Hon lýsti niður á vatnskorpuna, og tað sýntist, sum roði kom aftur í kjálkarnar á prinsinum, men eyguni vóru aftur. Havfrúgvin mussaði hann á ta vøkru pannuna og streyk tað vakra hárið frá eygunum. Henni tóktist, at hann líktist marmarastandmyndini í lítla urtagarði hennara. Hon mussaði hann einaferð aftur og bað, at lív skuldi koma aftur í hann.

Tá sá hon land, høg blá fjøll, men á tindunum lá kavi so skínandi hvítur, sum vóru tindarnir avtaktir við svanum. Niðri móti strondini vóru grønir skógir, og beint frammanfyri var ein kirkja ella eitt kleystur, hon visti ikki reiðiliga, men ein bygningur var tað. Í urtagarðinum vuksu appilsintrø og sitrónir, og beint framman fyri portrinum vuksu høg pálmatrø. Beint innanfyri, har hon var, var eitt víkarskapilsi og hvítur sandur at síggja. Har inn í víkina svam hon við tí vakra prinsinum og legði hann á sandin, men hon ansaði eftir, at høvdið lá hægst og vendi móti sólini.

Tá ringdu kirkjuklokkurnar í tí stóra, hvíta húsinum, og nógvar ungar gentur komu oman í urtagarðin. So svam lítla havfrúgvin longri út og legði seg aftan fyri nakrar stórar steinar og oysti sjóskúm á hárið og bringuna, so ongin skuldi varnast hana, og so lá hon og ansaði eftir, hvør ið mundi koma at taka sær av neyðar prinsinum.

Skjótt kom ein ung genta yvir hagar, sum hann lá. Hon gjørdist ógvuliga kløkk. Men tað vardi bara eina løtu, so fór hon eftir fólki, og havfrúgvin sá, at lív kom aftur í prinsin, og hon sá, at hann smíltist til øll, sum vóru uttan um hann. Men til hana smíltist hann ikki, og hann visti heldur ikki, at hon hevði bjargað honum. Hon kendi seg tunga í huga, og tá ið tey fóru við honum yvir í tað stóra húsið, kavaði hon sorgarbundin og svam heim til slottið hjá pápa sínum.

Altíð hevði hon verið stillfør og hugsanarsom, men nú bar av. Systrarnar spurdu, hvat hon hevði sæð fyrstu ferð, hon var oman fyri sjóvarmálan, men hon segði teimum einki.

Manga kvøldarløtu og morgunstund við svam hon upp hagar í víkina, sum hon var farin frá prinsinum. Hon sá, hvussu fruktirnar í urtagarðinum búnaðust og vórðu tiknar, hon sá, hvussu kavin tiðnaði uppi á teim høgu fjøllunum, men prinsin sá hon ikki, og tí svam hon uppaftur sorgarbundnari heim aftur á slottið. Einasti uggi hennara var at sita og halda tvørtur um marmarastandmyndina í lítla urtagarði sínum, men blomstrini gjørdi hon onki við, tey vuksu, sum best bar til, og endin var, at allur urtagarður hennara var ein hurlivasi, sum onki skil var á.

Endin var, at hon orkaði ikki at ganga við hesum einsamøll, og so segði hon einari av systrunum frá, og so var tað ikki leingi, til allar vistu tað, men heldur ikki fleiri uttan tvær aðrar havfrýr, sum bara søgdu tað fyri sínum bestu vinkonum. Ein teirra visti, hvør prinsurin var. Hon hevði eisini sæð alt stásið umborð og visti, hvaðani prinsurin kom, og hvar kongaríki hansara var.

”Kom lítla systir okkara!" søgdu hinar prinsessurnar, og hond í hond svumu tær sum ein langur hali upp gjøgnum sjógvin og hagar, sum tær vistu, at slottið hjá prinsinum var.

Slottið var av ljósagulum gliturgróti við stórum marmaratrappum, og ein trappa gekk heilt oman til strondina. Skínandi gylt kúputorn hevjaðu seg yvir takinum, og í súlnaganginum, sum var uttan um alt slottið, vóru marmaramyndir, sum sóu út, sum vóru tær allivandi. Inn gjøgnum vindeyguni sást tú prýðiligar salir við silkigardinum fyri vindeygunum og stórum, prýðiligum málningum á bróstunum. Tað var ein stuttleiki at hyggja at teimum. Mitt í størsta salinum skvatlaði eitt stórt gosvatn. Strálurnar fóru høgt móti einum glaskupli uppi undir loftinum, og sólin skein so fagurliga gjøgnum vatnið og á tær vøkru planturnar, sum vuksu í gosbrunninum.

Nú visti hon, hvar hann búði, og hagar svam hon mangt kvøldið og manga náttina. Hon fór so nógv nærri landi, enn nøkur av hinum hevði torað, ja, hon svam heilt niðan í ta smølu grøvina undir tí vakru marmarasvaluni, sum legði stóran skugga á vatnið. Har sat hon so og hugdi at tí unga prinsinum, sum ikki visti betur, enn at hann var einsamallur í tí klára mánalýsinum. Manga kvøldarstundina sá hon hann fara við tónleiki í sínum fína báti við flagginum í húnar hátt. Hon sat og kagaði millum sevini, og hendi tað, at vindurin tók í silvurhvíta slør hennara, og onkur sá tað, so hildu tey tað vera ein svan, sum lætti veingirnar.

Um næturnar, tá ið útróðrarmenninir lógu uppi yvir línunum, hoyrdi hon teir tosa um tann unga prinsin, og allir róstu honum, og hon var glað um, at hon hevði bjargað honum frá deyða ta ferðina, tá ið hann hálvdeyður lá og rakst millum brotasjógvar og rekavið.

Hon mintist eisini, hvussu fast høvur hansara hevði hvílt móti bringu hennara, og hvussu inniliga hon hevði mussað hann. Men hetta visti hann onki um, kundi ikki so frægt sum droyma um hana.

Meir og meir kom hon at halda av menniskjunum, meir og meir ynskti hon eftir at sleppa at vera teirra millum. Teirra verð, helt hon, var nógv størri enn hennara. Menniskjuni kundu jú fara yvir høvini við skipum, klúgva upp á hægstu fjallatindar, langt upp um skýggini, og londini, sum tey áttu, vóru við skógum og bø og haga nógv longri, enn eygað rakk. Tað var so mangt, sum hon hevði viljað vitað, men systrarnar dugdu ikki at svara henni øllum, og tí spurdi hon gomlu ommu sína, og hon visti mangt at siga um ta hægru verðina, sum hon so skilagott kallaði londini, sum vóru oman fyri sjóvarmálan.

”Tá ið menniskjuni ikki drukna," spurdi lítla havfrúgvin, ”liva tey so allar ævir? Doyggja tey ikki, sum vit her niðri á havbotninum?"

”Jú," segði tann gamla, ”tey noyðast eisini at doyggja, og teirra æviskeið er enn styttri enn okkara. Vit kunnu verða trý hundrað ár, men tá ið vit so eru ikki meir her niðri, verða vit til skúm á sjónum, eiga ikki so frægt sum eina grøv her á botninum millum okkara kæru. Vit hava onga ódeyðiliga sál og onki ævigt lív. Vit eru sum grøni sevleggurin. Er hann eina ferð kvettur av, grønkar hann ongantíð aftur. Menniskjuni harafturímóti hava eina sál, sum livir ævigt, livir, eftir at likamið er vorðið til mold. Sálin fer upp gjøgnum ta kláru luftina, upp til allar tær glampandi stjørnurnar. Eins og vit stinga okkum upp úr sjónum og síggja mannaheimin, soleiðis stíga sálirnar upp til ókendan fagran heim, sum vit ongantíð sleppa at síggja."

”Hví fingu vit onga ódeyðiliga sál?" segði lítla havfrúgvin sorgarbundin. ”Eg vildi fegin latið øll míni hundraðir av árum, bara fyri at sloppið at verið menniskja ein dag og síðani fingið lut í tí himmalska ríkinum!" ”Soleiðis mást tú ikki ganga og hugsa!" segði tann gamla, ”vit hava tað nógv betri enn menniskjuni har uppi!"

”So skal eg doyggja meðni, flóta sum skúm á sjónum, ikki hoyra tónleikin og alduskvatlið, ikki síggja tey vøkru blomstrini og ikki síggja ta reyðu sólina! Kann eg onki gera fyri at vinna æviga sál?"

”Nei," segði gamla, ”einans um ein maður gjørdist so góður við teg, at tú vart meira fyri hann enn faðir og móðir, um hann av heilum huga og kærleika hugsaði um teg og læt prest leggja hansara hond í tína við lyfti um at vera tær trúgvur um alla ævir. Tá hevði hansara sál runnið inn í likam títt, og tú hevði fingið lut í lukku menniskjunna. Hann gav tær sál, men varðveitti kortini sína egnu. Men tað kann aldri henda! Tað, sum er mesta prýði her í sjónum, sporl títt og stertur, halda tey uppi á jørðini vera ljótt, tey hava ikki betri skil enn so, at tey eru noydd at ganga við tveimum lorkutum beklum, sum tey kalla bein, og tað halda tey vera vakurt!"

Tá suffaði lítla havfrúgvin og hugdi sorgarbundin at sporli sínum. ”Latið okkum nú vera glaðar," segði gamla omman, ”dansa og spæla skulu vit tey trý hundrað árini, vit eiga á, tað er sanniliga nóg leingi, og so kunnu vit við góðari samvitsku hvíla okkum í grøvini. Í kvøld skulu vit hava kongaveitslu!"

Har var eisini vakurleiki, sum ein aldri sær á jørðini. Veggir og loft í stóra dansisalinum vóru av tjúkkum, men klárum glasi. Fleiri hundrað ovurstórar skeljar, rósureyðar og grasgrønar stóðu á rað uttan um ein bláan logandi eld, sum upplýsti allan salin og skein út gjøgnum veggirnar, so at sjógvurin uttanfyri var væl upplýstur. Tú sást hópin av fiski, stórum og smáum, sum svumu inn móti glasmúrinum. Á summum var roðslan purpurreyð, á øðrum skein hon sum silvur og gull. - Mitt ígjøgnum salin rann ein breið á, og í henni dansaðu havmenn og havfrýr, og tey sungu so ógvuliga vakurt, meðan tey dansaðu. So vakurt dugdu tey ikki at syngja uppi á jørðini. Og vakrast av øllum sang lítla havfrúgvin, og øll klappaðu fyri henni, og eina løtu kendi hon gleði í hjartanum, tí hon visti, at hon hevði vakrari mál enn øll bæði á jørðini og í sjónum. Men tað vardi ikki leingi, so fór hon aftur at hugsa um tey uppiyvir. Hon slapp ikki frá at hugsa um tann vakra prinsin, og hon var sorgarbundin um ikki at eiga eins og hann eina ódeyðiliga sál. Tí sníkti hon seg út úr slottinum, og meðan øll hini sungu og stuttleikaðu sær, sat hon í ringum lag í sínum lítla urtagarði. Tá hoyrdi hon tónan av valdhorni ljóða niður ígjøgnum vatnið, og hon hugsaði: ”Nú er tað helst hann, sum siglir har uppi. Hann, sum eg eri betri við enn bæði pápa og mammu, hann, sum eg altíð hugsi um, og sum eg vildi lagt mítt lív í hendurnar á. Alt vil eg gera fyri at vinna hann og eina ódeyðiliga sál! Meðan systrar mínar dansa á slottinum hjá pápa, fari eg til havgívrina, hana, sum eg altíð havi óttast fyri, men kanska hon kann leggja mær ráð og hjálpa mær!"

So fór lítla havfrúgvin út úr lítla urtagarði sínum og yvir til íðugerðirnar og meldurstreymarnar, har sum havgívurin búði. Har hevði hon ongantíð gingið fyrr. Har vuksu ongi blomstur, onki sjógras, bara nakni, grái sandbotnurin allan vegin yvir ímóti meldurstreyminum, og har fossaði sjógvurin sum í einum mylnuhjóli, mól alt runt og skræddi alt fyri sær niður í dýpið. Mitt ímillum hesar øgiligu íður mátti hon ganga fyri at koma hagar, sum havgívurin búði, og einastaðni var ongin vegur uttan tvørtur um eitt kókandi heitt runudíki, og tað kallaði havgívurin torveyga sítt. Aftanfyri var so hús hennara mitt inni í einum undarligum skógi. Øll trø og allir runnar vóru margføtlur, helvt um helvt dýr og plantur, tey líktust hundraðhøvdaðum slangum, sum vuksu upp úr jørðini. Greinarnar vóru langir, sliputir armar við fingrum sum liðiligir ormar, og alla tíðina ringdu teir seg líka frá rótini og út í ytsta spíssin. Alt, sum teir rukku við, ringdu teir seg uttan um og sleptu tí ongantíð aftur. Lítla havfrúgvin stóð púra hjartkipt.

Hjartað bankaði av ótta, og hon var um at venda aftur, men so hugsaði hon um prinsin og um mannasálina, og tá menti hon seg aftur. Hon bant tað síða, flákrandi hárið upp í topp, so at margføtlurnar skuldu ikki fáa fatur í tað, báðar hendurnar tók hon saman um bringuna, og so pílaði hon av stað, eins og fiskurin smýgur ígjøgnum sjógvin, beint inn millum allar margføtlurnar, sum rættu sínar liðiligu armar og fingrar eftir henni. Hon sá, at allar høvdu okkurt, sum tær høvdu fingið fatur á. Hundraðtals sterkir armar hildu fast um tað, sum vóru tað jarngjarðir. Fólk, sum vóru umkomin á sjónum og sokkin í dýpið, sóust sum beinaræ í ørmunum á margføtlunum. Har sóust skipsróður og skipskistur, og har sóust ræ av ymsum dýrum og ein lítil havfrúgv, sum teir høvdu fangað og kvalt, tað var fyri henni tað ræðuligasta av øllum.

Nú kom hon til eitt stórt slývaksið pláss í skóginum. Stórir, feitir vatnormar veltu sær og sýndu sín hvíta búk. Mitt í hesum plássinum var eitt hús av mannabeinum, og har sat havgívurin og mataði ein stóran frosk, sum tók matin úr munninum á gívrini, sum vit plaga at geva kanarifuglum sukur. Vatnormarnar kallaði hon høsnarungar sínar og lovaði teimum at ringja seg uttan um bróst síni.

”Eg veit væl, hvat ið tú vilt!" segði havgívurin, ”tað er býtt av tær! Men tú skalt kortini fáa vilja tín, tí tað verður tær til ólukku, mín deiliga prinsessa. Tú vilt fegin sleppa frá sporlinum og í staðin fáa tveir stubbar, sum menniskjuni ganga við, so at ungi prinsurin skal verða góður við teg, og tú skalt eisini fáa hann og eina ódeyðiliga sál!" Og í somu løtu fór gívurin at flenna so hart og so ljótt, at bæði froskurin og vatnormarnir duttu niður á sandin og lógu og veltu sær har. ”Tú kemur í røttum tíma," segði gívurin, ”í morgin, tá ið sólin er komin upp, hevði eg ikki kunnað hjálpt tær, ikki fyrr enn aftur at ári. Eg skal bryggja tær ein drykk, og við honum skalt tú, áðrenn sólin rísur, svimja til lands, seta teg í fjøruna og drekka hann. Tá klovnar sporlið og verður tað, sum menniskjuni kalla avbera vøkur bein. Men tú fært ilt, tað verður, sum hvassur knívur hevði farið ígjøgnum teg. Øll, sum síggja teg, fara at siga, at tú ert vakrasta menniskja, tey hava sæð! Gongulagið verður tað sama sum nú, og ongin dansarinna kann hava so lættligt gongulag sum tú, men fyri hvørt fet, tú stígur, verður tað, sum steigst tú á hvassar knívar. Gevur tú teg undir hetta, skal eg hjálpa tær."

”Ja," segði lítla havfrúgvin bivandi á málinum. Hon hugsaði um prinsin og um at vinna ódeyðiliga sál.

”Men minst til," segði gívurin, ”ert tú einaferð komin í menniskjalíki, so kanst tú ongantíð aftur verða havfrúgv! Tú kanst ongantíð aftur fara niður til systrar tínar og til slottið hjá faðir tínum, og vinnur tú ikki kærleika prinsins, so at hann fyri tína skyld gloymir faðir og móður, men bert hugsar um teg og letur prest leggja hendur tykkara saman, at tit verða maður og kona, so fært tú onga ódeyðiliga sál! Fyrsta morgun, sum hann er giftur við eini aðrari, má hjarta títt bresta, og tú verður til skúm á vatninum!"

”Eg vil tað kortini!" segði lítla havfrúgvin og var bleik sum eitt lík. ”Men eg skal eisini hava nakað!" segði gívurin, ”og tað er ikki so lítið, sum eg krevji. Tú hevur nógv vakrasta málið av øllum, sum búgva við havsins botn, og við málinum heldur tú, at tú kanst bergtaka prinsin, men mál títt vil eg hava. Tað besta, sum tú eigur, skalt tú geva mær aftur fyri gandadrykkin, sum eg havi latið mítt egna blóð útí, at hann skal vera so hvassur sum eitt tvíeggjað svørð!"

”Men tá ið tú hevur málið úr mær," segði havfrúgvin, ”hvat havi eg so eftir?" ”Tú hevur tína vøkru útsjónd," segði gívurin, ”títt leikandi lætta gongulag og tíni talandi eygu. Við øllum hesum kanst tú ivaleyst bergtaka eitt menniskjahjarta. Hevur tú mist mótið? Rætt mær tunguna, so skeri eg hana úr tær sum gjald fyri tann sterka drykkin, tú skalt fáa!" ”Sum tú vilt," segði lítla havfrúgvin, og havgívurin setti ketilin útá at kóka gandadrykkin. ”Reinføri er ein dygd," segði hon og skrubbaði ketilin við vatnormunum, sum hon bant saman í tyssi. So skar hon seg sjálva í bringuna og læt tað svarta blóðið dryppa niðurí. Tá fór dampurin at líkjast løgnum skepilsum, so at ræðsla kom á teg. Gandakellingin læt í heilum ymist niður í ketilin, og tá ið so kókaði, var tað, sum tá ið krokodilla grætur. At enda var drykkurin liðugur, og tá var hann sum klárasta vatn. ”Her hevur tú drykkin!" segði gandakellingin og skar tunguna úr lítlu havfrúnni, sum gjørdist stumm, so hon hvørki sang ella talaði. ”Kráma margføtlurnar eftir tær, tá ið tú fert heim aftur gjøgnum skógin, so tveit bara ein dropa av hasum á tær, so fara bæði armar og fingrar í smæstu molar!" Hetta var óneyðugt, tí margføtlurnar ræddust verri enn so. Bara tær sóu drykkin, sum hon bar í hondini, hopaðu tær undan. Soleiðis kom hon í øllum góðum gjøgnum skógin, runudíkið og meldurstreymin.

Nú sá hon slottið hjá pápanum. Ljósini vóru øll sløkt í teirri stóru dansihøllini, so tey mundu øll vera løgst. Men ikki tordi hon at fara at leita eftir teimum, nú ið hon var vorðin stumm. Nú noyddist hon at rýma frá teimum með alla. Tað var, sum hjartað skuldi bresta. Hon sníkti seg inn í urtagarðin, tók eitt blomstur úr blomsturteiginum hjá hvørjari systrini, sendi túsund fingramussir yvir móti slottinum og svam so upp gjøgnum tann myrkabláa sjógvin.

Sólin var ikki enn komin úr havi, tá ið hon sá slottið hjá prinsinum og gekk upp gjøgnum tær stórbaru marmaratrappurnar. Mánin lýsti so ógvuliga klárur.

Lítla havfrúgvin drakk tann brennandi beiska drykkin, og tað var, sum fór eitt tvíeggjað svørð ígjøgnum alt likam hennara, hon svímaði og lá sum eitt deytt. Tá ið sólin reis úr havi og sendi sínar fløvandi geislar niður yvir havið, vaknaði hon og kendi ein pínandi sviða í kroppinum, men beint framman fyri henni stóð tann ungi vakri prinsurin. Hann hugdi við sínum myrku eygum upp á hana, so at hon noyddist at hyggja burtur, og tá sá hon, at hon hevði mist sporlið og fingið so ómetaliga fitt og vøkur bein, sum nøkur genta kundi ynskja sær. Men hon var spilnakin, og tí ballaði hon sítt síða, vakra hár uttan um seg. Prinsurin spurdi, hvør hon var, og hvussu hon var komin. Hon hugdi blídliga, men sorgarbundin upp á hann, tí talað fekk hon jú ikki... So tók hann í hondina á henni og leiddi hana inn á slottið. Og tað var, sum gandakellingin hevði sagt, hvørt fet, hon steig, var sum at ganga á nálum ella hvøssum knívum, men hon gekk kortini fegin, og meðan prinsurin leiddi hana, gekk hon so lætt sum ein sveimandi sápubløðra, og bæði prinsurin og øll, sum sóu hana, undraðust á hennara lætta gongulag.

Hon fekk dýrabar klæði av silki og mussilin at fara í, og á slottinum var hon vakrast av øllum, men stumm var hon, fekk hvørki sungið ella talað. Vakrar trælkvinnur ílatnar silki og gull komu at syngja fyri prinsinum og hansara kongaligu foreldrum, og hvør sang vakrari enn onnur. Prinsurin klappaði í hendurnar og kveitti yvir til hennara, og tá gjørdist lítla havfrúgvin sorgarbundin, tí hon visti, at hon hevði kunnað sungið nógv vakrari enn tær, og hon hugsaði: ”Á, hann skuldi bara vitað, at bara fyri at eg skuldi sleppa at vera hjá honum, gav eg mál mítt burtur allar ævir."

So fóru trælkvinnurnar at dansa. Tær dansaðu yndisliga til hugtakandi tónleik, og tá rætti lítla havfrúgvin sínar vøkru armar upp, fór upp á tá sveimandi eftir gólvinum, dansaði, sum ongin hevði sæð makan. Hon fór so liðmjúk um gólvið, og vakurleikin skein av henni, sum hon sveimaði í salinum, og eyguni søgdu skilligari enn sangurin hjá trælkvinnunum, hvat búði í hjartanum.

Øll stóðu líka hugtikin og serliga prinsurin, sum kallaði hana onkarbarn sítt. Hon helt á at dansa, men hvørja ferð, føturnir bóru við gólvið, var tað, sum hvassir knívar fóru ígjøgnum hana. Prinsurin segði, at hon skuldi altíð vera hjá honum, og hon slapp at sova uttan fyri kamarsdyr hansara á einum floyalskodda.

Hann fekk tey at seyma henni ein mannfólkabúna, so at hon kundi fara at ríða saman við honum. Tey riðu gjøgnum angandi skógir, og greinarnar kíndu henni um herðarnar, og fuglarnir lótu so fagurliga. Hon klintraði upp á hægstu tindar við honum, og tó at hon bløddi um føtur sínar, so at hini sóu tað, flenti hon bara at tí og fylgdi honum, til tey sóu skýggini fara undir sær, sum vóru tey fuglar á ferð til onnur lond.

Um náttina, tá ið hini á slottinum svóvu, fór hon út á marmaratrappuna og steig út í tað kalda vatnið. Og tað linaði so óføra væl hennara brennandi føtur at standa í tí kalda sjónum. Tá hugsaði hon eisini um tey har niðri í dýpinum.

Eina náttina komu systrar hennara undir arm. Tær sungu so sorgarbundið, meðan tær svumu har uttanfyri, og hon veittraði til teirra. Tær kendu hana og søgdu, at tey vóru øll so ring um hana. Síðani komu tær hvørja nátt, og eina náttina sá hon langt úti gomlu ommu sína, sum ikki hevði verið uttanfyri í nógv ár, og havkongurin við krúnu á høvdinum kom eisini. Øll rættu hendurnar ímóti henni, men tey gomlu tordu ikki so langt inn sum systrarnar.

Sum dagarnir gingu, gjørdist prinsurin betri og betri við hana. Hann var góður við hana, sum tú ert góður við eitt fitt barn, men at gera hana til drotning hugsaði hann ikki um, og kona hansara mátti hon blíva, annars fekk hon onga ódeyðiliga sál, men fór at verða til skúm á sjónum tann dagin, hann giftist við aðrari.

”Ert tú ikki bestur við meg av øllum somlum?" sýntust eyguni í lítlu havfrúnni at siga, tá ið hann tók hana í favn og kysti hana á vakra enni hennara.

”Jú, tú ert mær kærast av øllum," segði prinsurin, ”tí tú hevur tað besta hjartað av teim øllum, tú elskar meg mest av øllum, og tú líkist eini gentu, sum eg einaferð sá, men sum eg ongantíð aftur fari at síggja. Eg var við á einum skipi. Tað gekk burtur, og eg rak í land nærindis einum templi, har fleiri ungar gentur tæntu. Tann yngsta fann meg á strondini og fekk meg til lívs. Eg sá hana bara tvær ferðir. Hon var einasta menniskja, eg hevði kunnað elskað í hesi verð, men tú líkist henni so nógv, at tú næstan fært meg at gloyma hana fyri teg. Hon er í tí heilaga templinum, og tí hevur eydnan sent mær teg, og aldri skulu vit fara hvørt frá øðrum!"

”Áh, - hann veit ikki, at eg bjargaði honum!" hugsaði lítla havfrúgvin, ”eg svam í land við honum og fekk hann inn til skógin, har templið er, eg krógvaði meg undir skúmi og bíðaði eftir, at onkur fór at koma. Eg sá vøkru gentuna, sum hann er betri við enn meg!" Og havfrúgvin suffaði tungliga, grátið fekk hon jú ikki. ”Gentan hoyrir heilaga templinum til, hevur hann sagt, hon kemur aldri út millum menniskju meir, men eg eri hjá honum, síggi hann hvønn dag, eg vil vera um hann, elska hann og veita honum alt lív mítt!"

Men nú fer prinsurin at giftast, hann skal giftast við dóttur grannakongsins, siga tey, og tí er tað, at hann riggar hatta glæsiliga skipið til. Tað sigst, at hann fer at vitja londini hjá grannakonginum, men ørindini munnu heldur vera at vitja dóttur hansara, og hann fer við stórum fylgi. Men lítla havfrúgvin risti við høvdinum og smíltist. Hon visti betur enn nakar annar, hvat ið búði í prinsinum. ”Eg noyðist at fara at finna hasa vøkru prinsessuna, tað krevja foreldur míni, men noyða meg at giftast við henni vilja tey ikki. Eg dugi ikki at elska hana, og hon líkist als ikki hini vøkru gentuni í templinum. Tað gert tú, og skuldi eg nakrantíð valt mær eina brúður, so hevði tað helst verið tú, mítt stumma onkarbarn, sum hevur so sigandi eygu!" Og hann kysti hana á tær reyðu varrar, spældi við síða hár hennara og legði seg inn at hjarta hennara, sum fór at droyma um mannalukku og ódeyðiliga sál.

”Tú óttast ikki havið, stumma barn mítt!" segði hann, tá ið tey vóru komin umborð á tað glæsiliga skipið, sum skuldi flyta tey til londini hjá grannakonginum. Hann segði henni frá ódnarveðri og dýrdarlogn, um løgnar fiskar, sum svumu í havinum og um ymist, kavarin hevði sæð í sjónum. Hon smíltist, og hann segði frá, tí hon visti betur, hvussu var við havsins botn.

Í mánalýsinum á náttartíð, meðan øll hini svóvu uttan stýrimaðurin, sum stóð til róðurs, sat hon við lúnningina og hugdi niður í sjógvin, og hon helt seg síggja slottið hjá pápanum. Uppi á loftinum stóð gamla omman við silvurkrúnu um høvur og hugdi langtandi upp undir kjølin á skipinum. Tá sá hon systrarnar koma upp um vatnskorpuna. Tær hugdu sorgarbundnar eftir henni og vríggjaðu hendurnar, men hon veittraði til teirra og royndi at siga teimum, at alt stóð væl til, og at hon var lukkulig. Tá kom skipsdrongurin, og systrarnar kavaðu, og drongurin helt, at tað hvíta, hann hevði sæð, var skúmið í sjónum.

Morgunin eftir sigldi skipið inn í havnina í høvuðsstaðnum hjá grannakonginum. Allar kirkjuklokkur ringdu, og úr teim høgu trøunum blástu teir í lúðurhorn, meðan hermenn stóðu við blaktrandi fløggum og skínandi hervápnum. Hvønn dag vóru veitslur oman á veitslur, men prinsessan var ikki við í veitslunum, hon var til venjingar í einum heilagum templi, søgdu tey, og har lærdi hon allar kongaligar dygdir. Men endin var, at hon kom.

Lítla havfrúgvin var altrá eftir at síggja vakurleika hennara, og tað mátti hon sanna, at vøkur var hon. Havfrúgvin mátti viðganga, at vakrari gentu hevði hon ikki sæð. Húðin var so fín og skær, og aftan fyri tey longu eygnahárini smíltust eini myrkablá, trúføst eygu.

”Tað er tú!" segði prinsurin, ”tú, sum fekst meg til lívs, tá ið eg lá sum eitt deytt niðri við strondina!" Og hann tók sína rodnandi brúður í favn. ”Á, eg eri so glaður!" segði hann við lítlu havfrúnna. ”Tað, sum eg ongantíð hevði vónað, er vorðið veruleiki. Tú gleðist um lukku mína, tí ongin er so góð við meg sum tú!" Lítla havfrúgvin mussaði hann á hondina, og tað var fyri henni, sum lítla hjarta hennara var um at bresta. Brúdleypsmorgun hansara fór at vera deyðadagur hennara, og hon fór at verða til skúm á havinum.

Allar kirkjuklokkurnar ringdu, boðberarnir riðu í gøtunum og søgdu frá trúlovilsinum, og á øllum altarum brann væl angandi olja í dýrabarum silvurlampum. Prestarnir stóðu og sveiggjaðu við roykilsiskørum, og brúður og brúðgómur rættu hvørt øðrum hondina, meðan biskupur lýsti signing. Lítla havfrúgvin stóð í silki og gulli og helt í kjólavelið hjá brúðrini, men hon hoyrdi ikki veitslutónleikin, og hon sá ikki kirkjuliga hátíðarhaldið. Hon hugsaði einans um sína deyðsnátt, um alt, sum hon hevði mist í hesari verð.

Longu um kvøldið fóru brúður og brúðgómur umborð á skipið. Kanónirnar buldraðu, fløggini veittraðu, og á miðjum skipi var eitt kongaligt tjald sett upp. Tað var gjørt av gulli og purpuri, og í tjaldinum vóru mjúkar sovibríkar, har brúðarparið skuldi sova hesa stillu og svalu náttina. Seglini stóðu væl frá, og skipið fór so lættliga gjøgnum sjógvin uttan at rulla stórvegis.

Tá ið myrkrið kom, vórðu skreytlampurnar tendraðar, og sjómenninir dansaðu stuttligar dansir á dekkinum. Lítla havfrúgvin mintist fyrstu ferð, hon hugdi upp um vatnskorpuna og sá sama stás og somu frøi, og hon fór at dansa við, sveimaði runt, sum svalan flýgur, tá ið smyrilin er eftir henni, og øll kappaðust um at klappa og rópa av gleði, tí aldri hevði hon dansað so vakurt. Tað prikaði sum við hvøssum knívseggjum í føtur hennara, men hon føldi tað ikki, tí uppaftur verri píndi í hjartanum. Hon visti, at hetta var seinasta kvøldið, hon sá hann, sum hon hevði latið alt: faðir, systrar, heim og alt, ja givið mál sítt og liðið ræðuliga pínu uttan at hugsa um tað. Hetta var síðsta náttin, hon andaði inn somu luft sum hann, sá havið og stjørnuklára himmalin. Ein endaleys nátt uttan tanka, uttan dreymar bíðaði henni, sum onga sál hevði og onga sál kundi fáa. Alt var gleði og fragd umborð til eftir midnátt, og hon smíltist og dansaði við deyðstankanum í hjarta sínum. Prinsurin kysti sína vøkru brúður, og hon spældi sær við hansara svarta hár, og undir arm fóru tey til hvíldar í tí stásiligu tjaldbúðini.

Tað gjørdist stilt og kvirt umborð á skipinum, einans stýrimaðurin stóð við róðrið. Lítla havfrúgvin legði sínar hvítu armar á lúnningina og leit móti eystri eftir morgunroðanum, tí hon visti, at fyrsti sólargeislin fór at taka lívið av sær. Tá sá hon systrar sínar koma upp úr kavi. Tær vóru bleikar, sá hon, og síða hár teirra flákraði ikki meira í vindinum, tí tað var avklipt. ”Vit hava givið gívrini tað fyri at fáa hana at hjálpa, so at tú ikki skalt doyggja í nátt. Hon gav okkum ein knív, her er hann! Sært tú ikki, hvussu hvassur hann er. Áðrenn sólin rísur, mást tú stinga hann í hjartað á prinsinum, og tá ið so heita blóð hansara rennur og kemur á føtur tínar, renna teir saman og verða aftur til sporl sum áður, og tú verður til havfrúgv aftur, kanst koma niður til okkara og liva í trý hundrað ár, áðrenn tú doyrt og verður til tað salta havskúm. Skunda tær, hann ella tú mást doyggja, áðrenn sólin rísur! Omma okkara syrgir, so at hon hevur mist sítt hvíta hár, eins og vit hava mist okkara til havgívrina. Tak lívið av prinsinum og kom tú til okkara! Skunda tær, sært tú ikki morgunroðan á himlinum? Um nakrar fáar minuttir rísur sólin, og so mást tú doyggja!" Eitt hulisligt suff hoyrdist frá teimum, so hvurvu tær undir vatnskorpuni.

Lítla havfrúgvin dró purpurteppið frá tjaldinum, og hon sá ta vøkru brúðrina sova við høvdinum móti bringu prinsins. Hon fór yvir til teirra, kysti hann á pannuna, leit móti himli, har morgunroðin gjørdist alt sjónskari, hugdi at tí hvassa knívinum og so yvir á prinsin, sum í dreymum nevndi brúðrina við navni. Einans hon var í tonkum hansara, og knívurin skar í hondum hennara, men so tveitti hon hann fyri borð, so langt sum hon orkaði, og sjógvurin rodnaði, har knívurin søkk, tað var, sum blóðdropar bløðraðu upp úr sjónum. Eina ferð enn kveitti hon yvir á prinsin við hálvbrostnum eygum, leyp so í havið og kendi, at likamið varð til skúm.

Nú reis sólin úr havi, geislarnir komu so flógvir á tað ísakalda havskúm, og lítla havfrúgvin føldi onki til deyðan, hon sá sólina, og uppi yvir henni sveimaðu hundrað gjøgnumskygdar, vakrar verur. Hon sá tey hvítu seglini á skipinum og reyðu skýferðina gjøgnum tær. Tær sungu vakran tónleik, men hann var so spakur, at onki menniskjaoyra hoyrdi hann, eins og onki menniskjaeyga sá tær. Veingjaleysar sveimaðu tær lættliga gjøgnum luftina. Lítla havfrúgvin sá, at hon hevði fingið eitt likam sum tær, tað hevjaði seg hægri og hægri upp úr skúminum.

”Hvagar fari eg nú?" segði hon, og mál hennara ljóðaði sum málið á hinum verunum, so andakent, at ongin tónleikur, vit kenna, er førur fyri at endurtaka tað.

”Upp til skýdøturnar!" svaraðu tær. ”Havfrúgvin hevur onga ódeyðiliga sál, kann ikki vinna hana, uttan hon fær eitt menniskja at elska seg. Á eini fremmandari megi hongur øll hennara æviga tilvera. Skýdøturnar hava heldur onga æviga sál, men við góðgerðum kunnu tær sjálvar skapa sær eina. Vit flúgva suður í heitu londini, har tann køvandi pestluftin drepur fólkið. Vit kveistra svala luft til teirra. Vit spjaða blomsturanga gjøgnum luftina og veita linna og frískleika. Tá ið vit í trý hundrað ár hava roynt at gera tað góða, vit duga, fáa vit ódeyðiliga sál og fáa lut í menniskjunnar ævigu lukku. Tú neyðar lítla havfrúgv hevur av heilum huga roynt at gera tað sama sum vit, tú hevur tolað og hevjað teg upp í skýandanna heim, og nú kanst tú við góðgerðum skapa tær ódeyðiliga sál um trý hundrað ár". Lítla havfrúgvin rætti sínar glaru armar upp móti sól Guds, og fyrstu ferð kendi hon tár á kinn.

Umborð á skipinum var lítið um tey. Hon sá, at prinsurin gekk og leitaði eftir henni. Sorgarbundin hugdu tey, brúður og brúðgómur, út á tað skúmandi havið, eins og vistu tey, at hon hevði sjálv tveitt seg á blotan. Ósjónlig mussaði hon brúðrina á ennið, smíltist til hansara og steig saman við hinum skýdøtrunum upp í tað rósureyða skýggið, sum bar tær gjøgnum luftina.

”Um trý hundrað ár sveima vit soleiðis inn í ríki Guds!"

”Vit kunnu koma hagar fyrr!" teskaði ein. ”Ósjónligar sveima vit inn í húsini hjá menniskjunum, har børn eru inni, og hvørja ferð, vit finna eitt gott barn, sum gleðir foreldur síni og hevur uppiborið kærleika teirra, styttir Gud um royndartíð okkara. Barnið veit ikki, at vit flúgva gjøgnum stovuna, og tá ið vit tá av gleði smílast av barnsins ávum, verður eitt ár tikið av teim trý hundrað, men síggja vit eitt ólýðið og illavorðið barn, mugu vit fella sorgartár, og hvørt tár leggur ein dag aftrat royndartíðini!"

Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Den lille Havfrue”, ”Eventyr, fortalte for børn. Første samling. Tredie hefte”, 1837.

Marius Johannesen (1905-1986) týddi. H.C. Andersen: ”Ævintýr – eitt úrval”, Bókadeild Føroya Lærarafelags 2005. 

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019