• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Lítli Klávus og stóri Klávus

Í eini bygd vóru tveir menn, sum vóru navnar, báðir itu teir Klávus, men annar átti fýra ross, og hin átti bert eitt ross; fyri at gera mun teirra millum, nevndu tey hann, sum átti tey fýra rossini, stóra Klávus, og hin, sum bert átti hitt eina rossið, lítla Klávus. Nú skulu vit hoyra, hvussu teimum gekst, tí tað er ein sonn søga.

Alla vikuna mátti lítli Klávus hjálpa stóra Klávusi at pløga og læna honum ross sítt; afturfyri hjálpti stóri Klávus honum so ein dag um vikuna við sínum fýra rossum; og tað var um sunnudagin, Haley! og lítli Klávus syfti koyrilin yvir bakið eftir øllum fimm rossunum; hann so at siga átti tey henda eina dagin. Sólin skein so frálíkt, og allar kirkjuklokkur ringdu til kirkju, fólk vóru í stásklæðunum og gingu við sálmabók undir hondini og fóru í kirkju at lurta eftir prestinum; tey hugdu eftir lítla Klávusi, ið gekk og pløgdi við fimm rossum, hann var so findarglaður og smelti aftur við koyrlinum og rópti: ”Hupp! øll ross míni!”

”Hattar mást tú ikki siga,” segði stóri Klávus, ”tú eigur jú bert hitt eina rossið!”

Eina løtu seinri komu nøkur fólk tvørturvið, og lítli Klávus gloymdi, at hann ikki mátti rópa: ”Hupp! øll ross míni!”

”Ja, nú vil eg bara siga tær,” segði stóri Klávus, ”at sigur tú hatta eina ferð enn, so langi eg rossi tínum ein lúsing, so tað liggur sum hítin, so kanst tú hava tað so gott!”

”So sanniliga skal eg ikki siga tað aftur!” segði lítli Klávus, men fyrsta sum nøkur fólk komu framvið, og tey bóðu góðan dag, gjørdist hann kátur og bretti sær av, at hann hevði fimm ross at pløga við, og so syfti hann koyrilin og rópti: ”Hupp! øll ross míni!”

”Eg skal hoppa við tínum hestum!” segði stóri Klávus og tók eina sleggju og sló einasta ross lítla Klávusar beint í pannuna, so tað small sum fyri kúluni og var steindeytt.

”Á, nú eigi eg einki ross longur!” segði lítli Klávus og brast í sjóðheitan grát. Síðan fletti hann rossið og tók húðina, turkaði hana sera væl, koyrdi hana so í ein posa, slongdi hann upp á bakið og fór til býin at selja hana.

Hann hevði langan veg at ganga, skuldi gjøgnum ein stóran, svartan skóg, og nú kom eitt ræðuligt ódnarveður; hann viltist burtur av leið, og áðrenn hann kom aftur á beint, var dagur at kvøldi komin, og ov langt var bæði til býin og at venda aftur, áðrenn dagsett var.

Tætt við gøtuna lá ein stórur bóndagarður, lúkurnar vóru fyri vindeygum, men kortini sást ljósglæman út ímillum omanfyri. Her man eg sleppa at gista í nátt, hugsaði lítli Klávus og gekk at hurðini og bankaði uppá.

Bóndakonan læt sjálv upp; men tá hon fekk at vita, hvat hann vildi, koyrdi hon hann burtur, tí maður hennara var ikki við hús, og hon hýsti ikki ferðafólki.

”Ja, so má eg liggja úti,” segði lítli Klávus, og bóndakonan læt hurðina aftur.

Tætt við húsið stóð ein stór des, og millum hana og húsið stóð eitt lítið skúr við fløtum taki av hálmi. ”Har kann eg liggja uppiá!” segði lítli Klávus, tá hann fekk eyga á takið, ”tað er ein frálík song, tað er nokk eingin vandi fyri, at storkurin flýgur niður og bítur meg í beinini.” Har stóð ein livandi storkur uppi á takinum; hann hevði reiður har.

So kleiv lítli Klávus upp á hálmtakið og legðist at skavast og rassast, til hann lá so sera væl.

Lúkurnar fullu ikki heilt væl omanfyri, og tá sá hann heilt inn í stovuna.

Har var borðreitt á einum stórum borði við víni og steik og einum so frálíkum fiski, bóndakonan og deknurin sótu til borðs einsamøll, og hon skonkti honum, og hann dreiv á at eta fisk, tí hann fall honum so sera væl.

”Nei, sum tað hevði verið gott at fingið ein bita eisini,” segði líttli Klávus og stakk høvdið tætt at vindeyganum. Pílar og skot! hygg handan frálíka køkan, ið stóð harinni! Jú, sanniliga, har var sum í brúdleypi!

Nú hoyrdi hann ein koma ríðandi eftir gøtuni móti húsinum, tað var bóndin, ið kom heim aftur. Hetta var ein frálíkur maður; men hann hevði ta margháttligu sjúku, at hann aldri kundi síggja deknar; bar hann eyga við ein dekn, gjørdist hann so fúkandi óður. Tí var tað, at deknurin var farin inn at biðja konuni góðan dag, tá hann visti, at maður hennara ikki var heima, og henda góða kona borðreiddi fyri honum við tí besta mati, hon átti; tá tey nú hoyrdu bóndan koma aftur, gjørdust tey so bangin, at konan bað deknin skunda sær at krógva seg í eini stórari, tómari kistu, ið stóð har í einum hyrni; hann so gjørdi, tí hann visti, sum var, at hesin neyðars maður ikki toldi at síggja deknar.

Konan skundaði sær at beina hendan góða matin og vínið inn í bakarovnin, tí hevði maðurin sætt alt, hevði hann ivaleyst spurt, hvat tað skuldi týða.

”Okja!” suffaði lítli Klávus uppi á takinum, tá hann sá matin verða burturbeindan.

”Er nakar haruppi?” spurdi bóndin og kagaði upp eftir lítla Klávusi. ”Hví liggur tú her? Kom heldur innar í stovuna og set teg!”

So segði lítli Klávus honum frá, hvussu hann var vilstur, og bað hann hýsa sær um náttina.

”Ja víst!” segði bóndin; ”men nú skulu vit fyrst fáa okkum ein bita!”

Konan var ógvuliga blíð við teir og borðreiddi fyri teimum við einum stórum greytarfati. Bóndin var svangur og át við góðum matarlysti; men lítli Klávus fekk ikki hina frálíku steikina, fiskin og køkuna, sum hann visti stóðu í ovninum, úr huganum.

Undir borðið við føturnar hevði hann lagt posan við rossahúðini, tí vit vita, at tað var við henni, hann var farin heiman og til býin at selja. Greyturin fall honum ikki væl, og traðkaði hann á posan, so tað brakaði heilt hart í hesi turru húðini.

”Tig!” segði lítli Klávus við posan, men í sama bili traðkaði hann enn fastari á hana, so tað brakaði nógv harðari.

”Nei, hvat er hatta, tú hevur í posa tínum?” spurdi bóndin.

”Á, hetta er bert ein gandakallur!” segði lítli Klávus, ”hann sigur, at vit eiga ikki at sita her og súpa greyt, tí hann hevur gandað ovnin fullan av steik, fiski og køkum.”

”Hvat sigur tú?” segði bóndin og skundaði sær at lata ovnhurðina upp, har sá hann allan henda góða matin, ið konan hevði krógvað, men sum hann helt, at gandakallurin í posanum hevði gandað til teirra. Konan tordi einki at siga, men setti alt í einum matin á borðið, og ótu teir síðan bæði av fiskinum, steikini og køkuni. Nú traðkaði lítli Klávus aftur á posan, so tað brakaði í húðini.

”Hvat sigur hann nú?” spurdi bóndin.

”Hann sigur,” segði lítli Klávus, ”at hann eisini hevur gandað tríggjar fløskur av víni til okkara, tær standa í hyrninum við ovnin!” Nú mátti konan fara eftir víninum, hon hevði krógvað, og bóndin drakk og var ógvuliga kátur; ein slíkan gandakall, ið lítli Klávus átti í posanum, vildi hann fegin átt.

”Kann hann eisini ganda fjandan fram?” spurdi bóndin, ”hann vildi eg fegin sæð, tí nú eri eg kátur!” ”Ja,” segði lítli Klávus, ”gandakallur mín kann gera alt, eg biði hann um. Ikki so, hin gamli?” spurdi hann og traðkaði á posan, so tað brakaði. ”Lurtið! hann sigur jú! Men fjandin er so øgiligur, at tað loysir seg ikki at síggja hann.”

”Á, eg ræðist ikki, hvussu er hann vorðin?”

”Ja, hann er so meinlíkur einum dekni!”

”Fý!” segði bóndin, ”tað er ræðuligt! Tygum munnu vita, at eg ikki toli at síggja deknar! men tað ger tað sama, eg veit jú, at tað er fjandin, so tað man ikki fara at bila. Nú havi eg dirvi! men hann má ikki koma mær ov nær.”

”Nú skal eg spyrja gandakall mín,” segði lítli Klávus, traðkaði á posan og legði oyrað at honum.

”Hvat sigur hann?”

”Hann sigur, at tygum kunnu fara at lata upp kistuna, ið í hyrninum stendur, har síggja tygum fjandan sita og kúra niðrií; men tygum mugu halda lokinum væl, so hann ikki sleppur uppúr.”

”Gerið tygum so væl at hjálpa mær at halda tí!” segði bóndin og fór yvir at kistuni, har konan hevði goymt hin sanna deknin, ið sat har so hjartkiptur.

Bóndin lætti lokinum á og kagaði inn undir tað.

”O!” rópti hann og støkk eftir hæli. ”Jú, nú sá eg hann, hann er júst vorðin sum deknur okkara! nei, hetta er ræðuligt!”

Hetta mátti ein snapsur fáast omaná, og so drukku teir til langt út á náttina.

”Handa gandakallin mugu tygum selja mær,” segði bóndin, ”krev fyri hann, hvat tygum vilja! ja, eg skal í stundini geva tygum ein hálvfjórðing av peningi!” ”Nei, eg kann ikki!” segði lítli Klávus, ”minst til, hvussu stórt gagn, eg kann hava av honum!”

”Eya meg! eg vil so ógvuliga fegin hava hann,” segði bóndin og helt á við at biðja.

”Ja,” segði lítli Klávus til endan, ”tá tygum hava verið so beinasamur at hýst mær í nátt, so fari eg at lata tygum fáa hann. Tygum skulu fáa hann. Tygum skulu fáa hann fyri ein hálvfjórðing av peningi; men eg vil hava hálvfjórðingin við roka!”

”Tað skalt tú fáa,” segði bóndin, ”men kistuna har yviri stendur, mást tú taka við tær, eg vil ikki hava hana inni í húsi mínum, tað er ikki gott at vita, um hann ikki situr har inni enn.”

Lítli Klávus gav bóndanum posan við tí turkaðu húðini og fekk ein fullan fjórðing av peningi við roka. Bóndin gav honum eisini eina stóra hjólbøru at flyta peningin og kistuna á.

”Farvæl!” segði lítli Klávus, og so fór hann akandi av stað við øllum sínum peningi og hini stóru kistuni, har deknurin sat innistongdur.

Hinumegin skógin rann ein stór á, og var hon so stríð, at tað valla kundi svimjast ímóti streyminum; um hana var gjørd ein stór, nýggj brúgv, mitt á henni steðgaði lítli Klávus og segði heilt hart, so deknurin í kistuni skuldi hoyra:

”Nei, hvat skal eg dragsa hesa kistuna til? hon er so tung, sum var hon full av gróti! eg eri deyðagivin av at knossa hana longur, eg tveiti hana tí í ánna; rekur hon so heim til mín sjálvs, er tað gott, og kemur hon ikki, verður tað harvið.”

Nú tekur hann í aðra honkina og lætti henni á, eins og vildi hann bólta hana í ánna.

”Nei, lat vera,” rópti deknurin í kistuni, ”lat meg bara sleppa uppúr!”

”Uff!” segði lítli Klávus og lætst, sum hann gjørdist ræddur. ”Hann er í henni enn! so má eg skunda mær at tveita hana í ánna, so hann druknar!”

”Onei! onei!” rópti deknurin, ”eg skal lata teg fáa ein fullan hálvfjórðing av peningi, um tú vilt lata vera!”

”Ja, tað er nakað annað!” segði lítli Klávus og læt kistuna upp. Deknurin skundaði sær uppúr og skumpaði ta tómu kistuna í ánna og fór síðan heim, har fekk lítli Klávus ein fullan hálvfjórðing av peningi, ein hevði hann fingið frammanundan frá bóndanum, so nú hevði hann eina fulla hjólbøru av peningi.

”Jú hatta rossið fekk eg væl goldið,” segði lítli Klávus, tá hann kom heim til sín sjálvs og stoytti allan peningin í dunga mitt á gólvið. ”Nakað argur verður stóri Klávus, tá hann fær at frætta, hvussu ríkur eg eri vorðin av einasta rossi mínum; men tó fari eg ikki beinleiðis at siga honum tað!”

Nú sendi hann ein drong yvir til stóra Klávus at læna eitt hálvfjórðingsmál.

”Hvat man hann fara at gera við hálvfjórðingsmál?” hugsaði stóri Klávus og smurdi tjøru upp undir botnin á málinum, so eitt sindur av tí, hann máldi, kundi hanga uppi undir tí, og so var; tá hálvfjórðingsmálið kom aftur, hingu tríggir nýggir silvuráttskillingar uppií.

”Hvat er hetta?” segði stóri Klávus og sprakk alt fyri eitt yvir til lítla. ”Hvaðan hevur tú fingið henda nógva pening,” ”O, tað er fyri rossahúð mína, sum eg seldi í gjárkvøldið!” ”Tað var sanniliga væl goldið!” segði stóri Klávus, rann heim, tók eina øksi og sló øll fýra ross síni í pannuna, so tey doyðu, síðan fletti hann tey og ók til býin við húðunum.

”Húðir, húðir! hvør vil keypa húðir?” fór hann rópandi gjøgnum gøturnar.

Allir skósmiðir og barkarar komu leypandi at spyrja, hvat tær kostaðu.

”Ein hálvfjórðing av peningi fyri hvørja!” segði stóri Klávus.

”Ert tú óður?” søgdu allir, ”heldur tú, at vit hava pening upp í hálvfjórðingar?”

”Húðir, húðir! hvør vil keypa húðir?” rópaði hann aftur, men øllum teimum, ið spurdu, hvat húðirnar kostaðu, svaraði hann: ”Ein hálvfjórðing av peningi.”

”Hann heldur okkum fyri tað turra spott,” søgdu øll somul, og so tóku skósmiðirnir reimar sínar og bakararnir svintur sínar og so flongdu teir stóra Klávus.

”Húðir, húðir!” gálvaðu teir eftir honum, ”ja, vit skulu geva tær húð, ið skal spýta reyðar grísar! Út úr býnum við honum!” róptu teir, og stóri Klávus mátti skunda sær alt, hann orkaði, so illa flongdur hevði hann ikki verið fyrr.

”Nú!” segði hann, tá hann kom heim, ”hatta skal lítli Klávus fáa aftur í gráum kálvskinni, eg skal drepa hann afturfyri!”

Men heima hjá lítla Klávusi var omman deyð; hon hevði verið bæði ill og ónd móti honum, men kortini var hann heilt ringur um hana, tók og legði hana í heitu song sína at vita, um tað tó ikki kundi koma lív aftur í hana; har skuldi hon liggja um náttina, sjálvur skuldi hann sita í einum stóli í einum horni og sova, tað hevði hann so mangan gjørt.

Sum hann nú situr har um náttina, gongur hurðin, og inn kemur stóri Klávus við øksi í hendi, hann visti væl, hvar lítli Klávus var vanur at sova, fer alt fyri eitt yvir at songini og sló ta deyðu ommuna, sum hann helt vera lítla Klávus, so beint í pannuna.

”Ligg har!” segði hann, ”nú skalt tú ikki aftur hava meg til spott!” og so fór hann heim aftur.

”Hatta er ein herviliga óndur maður!” segði lítli Klávus, ”har ætlaði hann at drepa meg, tað var væl, at gamla omman var deyð frammanundan, ella hevði hann dripið hana!”

Nú læt hann gomlu ommu sína í sunnudagsklæðini, lænti eitt ross frá granna sínum, bant tað fyri vognin og setti ta gomlu ommuna upp í akstólin, so hon ikki kundi detta niðuraftur, tá vognurin fór at rulla, og ók hann so av stað gjøgnum skógin; tá sólin reis, var hann staddur beint fyri durunum á einum gistingarhúsi, har fór hann inn at fáa sær ein bita at eta.

Húsbóndin har átti eina slíka rúgvu av peningi; hann var ein so frálíkur maður, men snarpur, sum var bæði pipar og salt í honum.

”Góðan morgun!” segði hann við lítla Klávus, ”tú ert snimma á fótum og farin í sunnudagsklæðini!”

”Ja,” segði lítli Klávus, ”eg ætli mær til bíggjar við gomlu ommu míni, hon situr har úti í vogninum, eg fái hana ikki innar í stovuna. Vildu tygum ikki gjørt so væl og borið henni eitt glas av mjøði; men tygum mugu tala í harðara lagi, tí hon er ógvuliga dul.”

”Ja, tað skal eg!” segði húsbóndin og skonkti upp í eitt stórt glas av mjøði og fór út við tí til ta deyðu ommuna, í vogninum sat.

”Her er eitt glas av mjøði frá syni tygara!” segði húsbóndin; men henda deyða konan lætst ikki um vón, hon vikaðist ikki. -

”Hoyra tygum ikki!” rópaði hann, so hart hann orkaði, ”her er eitt glas av mjøði frá syni tygara!”

Eina ferð enn rópaði hann hetta sama, og so eina ferð afturat; men tá hon ikki vikaðist, kom ilt í hann, og hann blakaði glasið við mjøðinum beint í andlitið á henni, so mjøðurin fleyt um alt andlitið, og hon datt øvug niður í vognin, tí hon var bert sett uppat og ikki bundin.

”Nú, nú!” rópaði lítli Klávus, leyp út og tók í bringuna á húsbóndanum, ”har drapst tú ommu mína! Hygg bara eftir, hon hevur eitt stórt hol í enninum!”

”O, hatta var eitt stórt óhapp!” rópaði gistihúsmaðurin og sló saman hendur, ”alt kemur av snarpa lyndi mínum! Góði lítli Klávus, tú skalt fáa ein fullan hálvfjórðing av peningi, og eg skal gera ervi eftir ommu tína, eins og tað hevði verið mín egna; men tú mást ikki klaga meg, tí so høgga teir høvdið av mær, og tað er so óhugnaligt!”

So fekk lítli Klávus ein fullan hálvfjórðing av peningi, og gistihúsmaðurin gjørdi ervi eftir gomlu ommuna, eins og var hon hansara egna.

Tá nú lítli Klávus kom heim aftur við hesum nógva peningi, sendi hann alt fyri eitt ein drong yvir til stóra Klávus at læna eitt hálvfjórðingsmál.

”Hvat nú?” segði stóri Klávus, ”havi eg ikki dripið hann! Tað má eg sjálvur fara at hyggja eftir!” og so fór hann yvir til lítla Klávus við hálvfjórðingsmálinum.

”Nei, hvaðan hevur tú fingið allan henda peningin?” spurdi hann og gløddi við, tá hann sá, hvussu nógv rúgvan var vaksin.

”Tað var ommu mína og ikki meg, sum tú drapst!” segði lítli Klávus, ”hana havi eg nú selt og fingið ein hálvfjórðing av peningi afturfyri.”

”Tað var sanniliga væl goldið!” segði stóri Klávus og skundaði sær heim aftur, tók eina øksi og drap ommu sína alt fyri eitt, ók til býin, har ein apotekari búði, og spurdi, um hann vildi keypa eitt deytt menniskja.

”Hvør er tað, og hvaðan hava tygum fingið tað?” spurdi apotekarin.

”Tað er omma mín!” segði stóri Klávus, ”eg havi dripið hana fyri ein hálvfjórðing av peningi!”

”Harrin varði meg!” segði apotekarin. ”Tygum eru ov bersøgin! tygum mugu ikki siga slíkt, ella missa tygum høvdið!” - Og nú segði hann honum, hvat óbótaverk hann hevði gjørt, og hvussu herviliga óndur hann var, og at hann átti at verða revsaður; stóri Klávus gjørdist tá so hjartkiptur, at hann leyp frá apotekinum og líka í vognin, gav rossunum koyrilin og ók heim; men apotekarin og hini fólkini hildu hann vera óðan og lótu hann tí fara, hvar hann vildi.

”Hetta skal eg minnast tær aftur!” segði stóri Klávus, tá hann var komin út um býin, ”ja, hetta skal tú sanniliga fáa aftur í gráum kálvskinni, lítli Klávus!” Og fyrsta hann kom heim, fekk hann sær tann størsta posan, sum hann fann, fór yvir til lítla Klávus og segði: ”Nú hevur tú aftur havt meg til spott! Fyrst drap eg ross míni, og so gomlu ommu mína! og alt hevur tú gjørt; men hetta skal vera seinastu ferð, tú gert slíkt!” Og so tók hann um miðjuna á lítla Klávusi og koyrdi hann í posan, slongdi hann upp á bakið og rópaði til hansara: ”Nú fari eg at kasta teg oman!”

Langt var at ganga, áðrenn hann kom at ánni, og lítli Klávus var ikki so heilt lættur at bera. Gøtan gekk tætt fram við eini kirkju, urgan leikaði, og fólk sungu so frálíka vakurt harinni; so setti stóri Klávus posan við lítla Klávusi frá sær tætt við kirkjudyrnar og helt, at tað var best, hann fór har innar at hoyra ein sálm, áðrenn hann fór longri fram á veg; lítli Klávus slapp so ikki uppúr kortini, og øll fólk vóru í kirkju, so fór hann inn.

”Oh ja! Ok ja!” suffaði lítli Klávus í posanum; hann snaraði sær og snúði sær, men har stóðu ikki vegir til at fáa kjaftbandið av; í sama viðfangi kom ein gamal røktingarmaður við snjóhvítum hári og einum putti í hondini; hann rak eitt heilt fylgi av neytum undan sær, tey komu undir posan, sum lítli Klávus var í, so hann fór um koll.

”Ok ja!” suffaði lítli Klávus, ”eg eri so ungur, og longu fari eg til Himnaríkis!”

”Og armingin eg!” segði røktingarmaðurin, ”eg eri so gamal og sleppi ikki hagar enn!”

”Loys kjaftbandið av!” rópaði lítli Klávus, ”smoyggj tær so niður í posan, so sleppur tú til Himnaríkis alt fyri eitt!”

”Ja, tað vil eg ógvuliga fegin,” segði røktingarmaðurin og loysti av hjá lítla Klávusi, sum leyp uppúr alt fyri eitt.

”Vilt tú gera so væl og ansa mær eftir neytunum?” segði hin gamli maðurin og smoygdi sær í posan, og lítli Klávus bant kjaftbandið og streyk av stað við kúnum og tarvinum.

Eina løtu seinni kom stóri Klávus út úr aftur kirkjuni, hann slongdi posan upp á bakið, og satt at siga, so helt hann hann vera ein góðan mun lættari, tí hin gamli røktingarmaðurin var ikki meir enn eina helvt so tungur sum lítli Klávus. ”Nei, sum hann er vorðin lættur at bera! tað man ivaleyst vera, tí at eg var og lurtaði eftir sálminum!” so fór hann at ánni, ið var bæði stór og djúp, tveitti posan við tí gamla røktingarmanninum á hana og rópaði aftan á honum, tí hann ivaðist ikki í, at tað var lítli Klávus: ”Ligg har! nú skalt tú ikki oftari hava meg til spott!”

So fór hann heim aftur; men tá hann kom har, vegirnir gingu á kross, møtir hann lítla Klávusi, sum kemur rekandi við øllum neytum sínum.

”Hvat er hetta?” segði stóri Klávus, ”havi eg ikki kastað teg oman?”

”Jú,” segði lítli Klávus, ”tað er ein góð løta, síðan tú tveitti meg á ánna!”

”Men, hvaðan hevur tú tá fingið øll hesi frálíku neytini?” spurdi stóri Klávus.

”Tað eru sæneyt!” segði lítli Klávus, ”eg skal siga tær eina rætta søgu, og takk skalt tú hava afturfyri, at tú kastaði meg oman, nú eri eg ein birgur maður, eri heilt ríkur, skal eg siga tær! - Eg var so bangin, tá eg lá í posanum, og vindurin súsaði um oyru míni, tá tú tveitti meg niður av brúnni og í tað kalda vatnið. Eg fór líka á botn, men fekk ikki petti ilt, tí har veksur so fínt og bleytt gras. Tað kom eg niðurá, og alt fyri eitt var posin opin, og tann fagrasta moyin í snjóhvítum klæðum og við grønum kransi um hitt váta hárið, tók í hond mína og segði: ”Ert tú her lítli Klávus? her eru fyri fyrst nøkur neyt til tín! Eina míl longri uppi á gøtuni gongur ein annar flokkur, sum eg eisini vil geva tær!” - Nústani rakti eg við, at áin var ein akvegur hjá havfólkunum. Niðri á botni gingu og óku tey líka frá havinum og inn í landið, har áin endaði.

Har vóru so yndisligar blómur og tað fagrasta gras, og fiskarnir, ið svumu har, smugu um oyruni á mær, rætt sum fuglarnir her á luftini. Sum har vóru frálík fólk, og tey neyt har vóru, tey gingu allastaðni!” -

”Men, hví ert tú longu komin upp aftur til okkara?” spurdi stóri Klávus. ”Tað hevði eg ikki, tá tað er so frálíkt at vera har niðri!”

”Jú,” segði lítli Klávus, ”tað er júst snilt gjørt! tú hoyrdi jú, at eg segði tær: havmoyin segði, at eina míl longri uppi á gøtuni - og við gøtuna meinti hon jú ánna, tí hon sleppur onga aðrastaðni - stendur eitt heilt fylgi av neytum til mín. Men, eg veit, hvussu krókut áin rennur, so var tað tí nógv skjótari at fara upp á land og so ganga beint niðan, har neytini stóðu, á tann hátt spari eg mær helvtina av gongdini og komi ómakaleysari til sæneyt míni!”

”O, tú ert ein eydnuríkur maður,” segði stóri Klávus, ”heldur tú, at eg eisini fái sæneyt, tá eg komi á botn í ánni?”

”Ja, tað er einki at ivast í!” segði lítli Klávus, ”men eg orki ikki at bera teg í posanum at ánni, tú ert so tungur, vilt tú ganga hagar og so smoyggja tær í posan, skal eg við gleði stumpa teg útav!”

”Takk skalt tú hava,” segði stóri Klávus, ”men fái eg so eingi sæneyt, skalt tú føla mína hond, tá eg komi uppaftur!”

”Onei! ver nú ikki so óndur!” og so fóru teir oman at ánni.

Tá neytini, sum vóru tyst, sóu vatnið, runnu tey, alt tey orkaðu oman at fáa sær at drekka. ”Hygg, hvussu tey skunda sær!” segði lítli Klávus, ”tey leingjast eftir at sleppa aftur á botn!”

”Ja, hjálp nú mær fyrst!” segði stóri Klávus, ”annars fleingi eg teg”, og smoygdi hann sær í ein stóran posa, sum hevði ligið tvørtur um ryggin á einum tarvi. ”Legg ein stein á botnin, annars hugsi eg, at eg fari ikki at søkka!” segði stóri Klávus.

”Tað man ikki fara at bila!” segði lítli Klávus, men legði tó ein stóran stein í posan, bant kjaftbandið um og skumpaði hann so útav: Bums! har lá stóri Klávus í ánni og sakk á botn í stundini.

”Eg kvíði fyri, at hann eingi neyt finnur!” segði lítli Klávus og rak síni heim.

Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Store Claus og lille Claus”, ”Eventyr fortalte for børn. Første samling, Første hefte”, 1835.

Poul Olsen (1896-1933) týddi. ”Sáttmálin mikli II”, Oddmar á Steig savnaði. Føroya Lærarafelag 1969.

 

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019