• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Lívsins vatn

 

Eina ferðina var tað ein kongur, sum legðist so ógvuliga sjúkur, at eingin helt, hann fór at draga undan. Tríggjar synir átti hann. Teir verða so illa við, nú faðirin skal doyggja, at teir ganga niðri í urtagarðinum og gráta.

Tá kemur ein gamal maður til teirra og spyr, hví teir eru so tungir í huga.

”Jú,” siga teir, ”pápi okkara er so sjúkur, at tað er líkt til, hann fer at doyggja, tí eingin heilivágur er til, sum kann hjálpa honum.”

”Eg veit eini ráð,” svarar tann gamli maðurin, ”tað er lívsins vatn, fær hann at drekka av tí, verður hann frískur aftur. Men tað er torført at finna.”

Tann elsti sonurin sigur nú: ”Eg vil fara út at finna lívsins vatn, so pápi mín kann verða frískur.” Hann fer beinanvegin til kongin og biður um loyvi at fara út at finna lívsins vatn.

Men kongurin sigur nei, ”hetta verður so vandamikið fyri teg, at eg vil heldur doyggja sjálvur.”

Men tann elsti sonurin biður so bønliga og áhaldandi, at kongurin gevur eftir og letur hann fara.

Prinsurin hugsar við sær: ”Finni eg nú lívsins vatn til hansara, verði eg hansara kærasti sonur, og so arvi eg ríkið eftir hann.”

Ája, hann fer avstað. Tá ið hann hevur riðið ein langan tein, møtir hann einum dvørgi.

“Hvar fer tú so skundisliga?” spyr dvørgurin.

“Tað kemur einki tær við, býttlingur tín,” svarar prinsurin háðligur.

Tá verður dvørgurin illur og rópar aftan á kongssoninum: “Illa gangist tær ferðin!”

Prinsurin kemur nú inn í eina gjógv. Tess longur hann ríður, tess trengri verður millum bergveggirnar, gøtan smalkar og smalkar, so tað slepst ikki eitt fet longur, hesturin fær ikki vent sær, og maðurin sleppur ikki úr saðlinum. Har verður hann so standandi burturav.

Tann sjúki kongurin bíðar eitt langt og sjey breitt eftir honum; men eingin maður spyrst aftur.

Tá sigur miðlingasonurin: “Lat meg fara út at leita eftir lívsins vatni, so faðir kann verða frískur.” Hann hugsar við sær sjálvum: ”Er beiggi mín deyður, er ríkið mítt.” - Í fyrstani vil kongurin ikki lata hann fara, men síðani gav hann eftir.

Prinsurin tekur somu leið sum eldri bróðirin og hittir eisini dvørgin.

“Hvar fer tú so skundisliga?” spyr dvørgurin. “Tað kemur einki tær við, býttlingur tín!” svarar prinsurin háðliga.

Tá verður dvørgurin illur og rópar aftan á kongssoninum: “Illa gangist tær ferðin!”

Hann ríður nú, kemur inn í somu gjónna sum bróðirin og verður eisini standandi fastur.

Tá ið miðlingasonurin kemur heldur ikki aftur, og tíðin er liðin so long, býður tann yngsti sær til at fara út at leita eftir lívsins vatni, so faðirin kann verða frískur.

Kongurin er ógviliga tvitin við at lata sín yngsta son eisini fara av stað; men tað verður kortini til tað, at hann gevur loyvi.

Tá ið yngsti sonurin hittir dvørgin, rópar hann, sum áður: “Hvar fer tú so skundisliga?”

Prinsurin støðgar hestinum og sigur dvørginum, hvussu vorðið er, at hann er úti og leitar eftir lívsins vatni, tí pápi hansara er so sjúkur, og tað er einki annað, ið hjálpa kann.

”Veit tú, hvar ið lívsins vatn er at finna?” spyr dvørgurin.

”Nei,” sigur prinsurin, ”eg veit tað ikki, hevði betur hitt onkran góðan, sum vísti mær leiðina, eg skal ganga.”

Tá sigur dvørgurin: ”Tú er lítillátin og høviskur, ikki háðligur sum tínir óndu brøður; tí skal eg siga tær, hvussu tú skal finna lívsins vatn. Tað kemur úr einari keldu, sum er í einum trøllaslotti; men har sleppur tú ikki inn, uttan eg gevi tær eitt jarnrís og tvey smá breyð. Fyri slottinum eru stongdar málmgrindir. Slá tríggjar ferðir á tær við jarnrísinum, so fara tær upp. Innanfyri liggja tvær leyvur við gapandi kjafti; men tá ið tú blakar teimum breyðini, binda tær frið, og tú kann skunda tær at heimta lívsins vatn, áðrenn sólin er hægst á himli, tí tá falla grindirnar aftur í lás, og tú verður innistongdur.

Prinsurin takkar dvørginum fyri hjálpina, fær jarnrísið og breyðini, ríður so av stað. Leiðin er bæði long og drúgv. Men nú kemur hann at slottinum, og har er alt, sum dvørgurin hevur sagt. Hann slær við jarnrísinum, og fyri triðja slag fara grindirnar upp. Tá ið hann hevur givið leyvunum breyðini, gera tær einki um seg, og hann fer inn á slottið - kemur inn í ein stóran, vakran sal.

Har sita fleiri gandaðir prinsar. Nú tekur hann ringarnar av fingrum teirra og hartil eitt svørð og eitt breyð, sum har liggja. Síðani kemur hann í eitt rúm, har ein ungmoy stendur á gólvinum. Tá ið hann kemur, verður hon glað og kyssir hann, sigur við hann: ”Nú hevur tú loyst meg úr gandinum. Tí skal tú eiga mítt ríki. Kom aftur um eitt ár, so skal brúdleyp okkara standa.”

Hon sigur honum eisini, hvar keldan við lívsins vatni er at finna, og sigur, at hann má skunda sær, áðrenn sólin er hægst á himli.

Hann reikar nú um slottið og kemur einaferð inn í eitt rúm, har uppreidd song stendur á gólvinum. Av tí hann er bæði móður og troyttur, hugsar hann við sær, at best er at hvíla seg her eina løtu. Hann leggur seg so í seingina og sovnar beinanvegin, men vaknar ikki upp aftur, fyrr enn bert ein lítil løta var eftir til middags. Hann verður ógvuliga illa við og loypur av stað eftir vatninum, skundar sær at oysa upp í byttuna og so av stað. Rætt sum hann kemur í grindina, er middagur, og hurðarnar sláa so fast aftur, at tær taka eitt petti burtur úr øðrum hælinum á honum.

Men glaður er prinsurin, tí hann hevur fingið eitt sindur av lívsins vatni av stað aftur við sær. Hann ríður nú heim og hittir aftur dvørgin. Jú, dvørgurin er blíður og sigur við hann:

”Hasir báðir lutirnir, tú hevur fingið við, kunnu vera tær til stóra nyttu, tí svørðið kann sláa ein heilan her, og breyðið verður aldri uppi.”

Prinsurin vildi ikki koma heim aftur til pápa sín, uttan brøðurnir vóru við; tí biður hann dvørgin siga sær, hvar teir munnu vera: ”Vit sendu teir út at leita eftir lívsins vatni, og teir eru ikki afturkomnir enn.”

”Teir sita báðir skorðaðir fastir í einari gjógv,” sigur dvørgurin, ”har ynskti eg teimum at sita, tí teir vóru so ernir og óhøviskir.”

Prinsurin bað og bønaði dvørgin nú so leingi um at sleppa brøðrunum leysum, at hann til síðst gav eftir. Men hann sigur við kongssonin: ”Vara teg fyri teimum, tí teir hava ilt inni.”

Tá ið brøðurnir nú koma, verður hann ógvuliga glaður og sigur teimum frá, hvussu sær hevur gingist, at hann hevur funnið lívsins vatn og hevur eitt sindur hjá sær í einum ílati. Letur teir eisini vita um ta vøkru prinsessuna, hann hevur loyst úr gandi, um kongaríkið, hon hevur givið honum, og at hon bíðar eftir honum eitt ár; so skulu tey hava brúdleyp, og hann verða kongur.

Teir fylgjast nú allir brøðurnir og taka leiðina heim. Einaferð, nú koma teir gjøgnum eitt land, har bæði er kríggj og hungur. So ringur er standurin, at kongur heldur, tað er einki at ivast í, at land hansara verður fyri ongum. Men tann yngsti kongssonurin lænar honum nú svørðið, og við tí slær hann fíggindan; síðani lænar hann honum breyðið, og við tí mettar hann alt fólkið í ríkinum. So nú var bæði matur og friður í landinum.

Prinsurin fær nú svørðið og breyðið aftur, og brøðurnir fara víðari fram á vegin. Í tveimum londum afturat, sum teir koma ígjøgnum, er kríggj og hungur. Aftur lænar prinsurin svørðið og breyðið, og nú hevur hann bjargað trimum kongaríkjum frá undirgangi.

So nú koma brøðurnir um borð í eitt skip og skulu sigla ein part av heimleiðini við tí.

Meðan teir eru við skipinum, siga teir eldru brøðurnir hvør við annan: ”Yngsti bróðirin hevur fingið lívsins vatn, og vit einki; tí vil faðir geva honum ríkið, sum vit skuldu havt. Hann er tí til hindurs fyri okkara eydnu í lívinum. Vit skulu tí vinna honum eina neis.”

Best sum nú tann yngsti liggur í søtum svøvni eina náttina, koma teir eldru brøðurnir inn á hann, stoyta lívsins vatn burtur úr ílatinum og koyra sjógv í afturfyri. Lívsins vatnið taka teir til sín.

Tá ið teir nú koma heim, fer yngsti sonurin beinanvegin og ber konginum eitt glas úr sínum ílati og biður hann drekka, so hann kann verða frískur. Men hann hevur ikki meir enn fingið henda beiska sjógvin niður, fyrr enn hann fer at gremja seg um, at tað gjørdi honum verri.

Nú koma teir eldru til og siga, at tann yngsti sonurin hevur ætlað at beina fyri honum, men nú skulu teir geva honum tað rætta lívsins vatnið. Teir koma so við tí, og beint hann hevur svølgt tað, kennir hann, hvussu sjúkan hvørvur, og hann kennir seg frískan og raskan, rætt sum tá hann var ungur.

Brøðurnir fara nú til tann yngsta og siga við hann: ”Væl er tað tú, sum hevur funnið lívsins vatn og hevur havt stríðið av tí, men tað eru vit, sum fáa lønina fyri tað. Tú skuldi verið klókari og havt eyguni opin, vit tóku tað frá tær á skipinum. Og um eitt ár fer annar okkara at biðja um ta vøkru kongsdóttrina. Men vara teg fyri at taka uppaftur hetta, vit her hava sagt, tí faðir trýr tær ikki, í hvussu er, og sigur tú eitt orð, skal tað kosta tær lívið, men tigur tú, skal tú sleppa at liva.”

Tann gamli kongurin er nú illur við yngsta sonin og trýr, at hann vil honum ann. Hann kallar tí hovmenninar saman og fær teir at fella dóm yvir sonin, at hann skal verða skotin, so hann ongum veit av.

Tá ið prinsurin nú ein góðan dag er á djóraveiðu og einki ilt varar, fær ein av kongsins veiðimonnum boð um at vera við honum. Sum teir nú ganga einsamallir í skóginum báðir, verður veiðimaðurin alt í einum so fáligur og tungur í huga, at prinsurin varnast tað og spyr: ”Hvat bagir tær, góði maður?”

Veiðimaðurin svarar: ”Eg tori ikki at siga, hvat tað er, og eg kann heldur ikki tiga.” ”Sig tað bara,” sigur prinsurin, ”eg verði ikki illur við teg.” ”Ja, tað er hetta,” sigur veiðumaðurin, ”at kongur hevur álagt mær at skjóta teg.”

Prinsurin verður ógvuliga illa við, kunnu vit ætla, biður veiðimannin lata seg liva og ikki skjóta: ”Hygg, her hevur tú mín prinsabúna, lat meg fáa tín afturfyri.”

”Tað geri eg fegin, tí eg hevði ikki orkað at skotið, í hvussu er,” sigur veiðimaðurin.

Teir býta nú klæði, og veiðimaðurin fer heim til húsa, meðan prinsurin verður gangandi í skóginum.

Stutt eftir hetta koma tríggir vognar til tann gamla kongin, fullir av gulli og dýrum steinum til hansara yngsta son, ein gáva frá teimum trimum kongunum, sum høvdu vunnið sigur á fíggindum sínum við hansara svørði og mettað íbúgvararnar við hansara breyði. Nú vildu teir vísa sítt takksemi.

Tá hugsar gamli kongurin: ”Skuldi sonur mín kortini verið ósekur?” Og við sínar menn sigur hann: ”Var sonur mín bara enn á lívi, eg gremji meg í stein um, at eg havi latið hann drepa.”

Tá sigur veiðimaðurin: ”Hann er á lívi! Tygara hátign álegði mær at skjóta hann; men eg fekk tað ikki yvir mítt hjarta.” Og so sigur hann frá, hvussu alt er borist til.

Tá er tað, sum ein klettur fer av kongsins hjarta, og hann letur lýsa yvir øll ríkir og lond, at sonur hansara kann koma heim aftur, hann skal verða væl fagnaður.

Kongsdóttirin, sum búði á slottinum, har keldan við lívsins vatni var, læt nú gera ein veg

frá slottinum, av reinum, strálandi reyðargulli og segði við síni fólk, at tann, sum kom ríðandi eftir vegnum, hann var tann rætti og skuldi sleppa inn, meðan tann, sum kom ríðandi øðru megin vegin, var ikki tann rætti og mátti ikki sleppa inn.

Tá ið árið nú skjótt var liðið, hugsaði elsti bróðirin við sær, at hann mátti heldur fara til ta vøkru kongsdóttrina og siga, at tað var hann, sum hevði loyst hana úr gandinum, so hann kundi bæði fáa hana og hennara kongsríki. Hann ríður nú av stað, og tá ið hann kemur til slottið og sær henda strálandi gullvegin, hugsar hann við sær, at tað má vera bæði synd og skomm at ríða eftir so fínum veg. Hann stýrir so hesti sínum øðrumegin við.

Nú hann kemur at slotsgrindini, siga fólk við hann: ”Tú er ikki tann rætti og sleppur ikki inn, far tær av stað aftur hagar, tú er frá komin.”

Stutt aftaná fer næsti bróðirin av stað. Men tá ið hann kemur at slottinum og sær gullvegin, hugsar hann tað sama sum bróðirin, at tað er bæði skomm og skaði at ríða eftir so fínum veg, hann kann lætt verða løstaður, og so stýrir hann rossi sínum framvið.

Men tá ið hann kemur at grindini, sigur fólk við hann: ”Tú er ikki tann rætti, slepp tær av stað aftur hagar, tú er frá komin.”

Tá ið árið var komið heilt at enda, vildi tann triði bróðirin eisini ríða av skóginum til unnustu sína og hjá henni gloyma alt tað illa, ið honum hevði verið fyri. Hann fer so av stað og hugsar alla tíðina bert um hana og ynskir bert at vera hjá henni. Í tí skili sær hann ikki gullvegin, varnast einki, ríður heilt til grindina eftir honum. Tað verður latið upp fyri honum, og nú hann kemur inn, sær hann, at alt er til reiðar til brúdleyp.

Prinsessan kemur at taka ímóti honum við opnum ørmum og bað hann vera væl komnan.

Tey halda nú brúdleyp, bæði væl og leingi, bæði við gleði og gaman. Tá ið alt er yvirstaðið, sigur tann vakra kongsdóttirin honum frá, at tann gamli kongurin hevur sent boð aftur eftir honum.

Hann ríður nú at vitja pápa sín og sigur honum frá, hvussu brøðurnir hava svikið hann. Tann gamli kongurin gremur seg illa um, at hann skal hava trúð teimum, og sigur, at hann vil hevna seg á teir.

Men tá eru teir farnir av landinum við einum skipi og spurdust ongantíð aftur.

 

Úr bókini ”Ævintýr 3”. Heðin Brú týddi. Føroya lærarafelag gav út í 1968.

Upprunaheiti: ”Livsens vand”. Grimms samtlige æventyr. J.P. Daugaard. Stjernholm Forlag, København.

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019