• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Mjávond kongadóttirin

Einaferðina langt burtur í tíðini er tað ein kongur, sum saman við drotning síni ræður og ríkir yvir einum stórum landi langt burtur handan tey stóru høvini. Hesi kongahjúnini eiga eina dóttur, sum tey rópa Mjávond. Hon var í vakurleika og moynnaryndi meir, enn nakar áður hevði sætt. Kongur letur byggja henni ein stásiligan moynnarsal; har skal hon búgva saman við ternum sínum.

Nú hendir tann mikla ógæva, at drotningin, mamma Mjávond, verður sjúk, og hóast allir læknar í ríkinum royna sína list, eru teir ikki førir at grøða hana, hon doyr.

Av hesari døpru hending, verður kongur so helsligin av sorg, at hann kastar bæði hond og fót, hevur ikki hugsku til at vera uppi í nøkrum tingi. Ráðgevarar hansara eru illa við og gera alt fyri at fáa mót aftur í kongin; teir ganga á hann og biðja hann so bønliga fáa sær eina drotning aftur, so hann kann koma seg og fara undir ríkisins áhugamál, sum hann gjørdi fyrr, áðrenn tann mikla sorgin kom yvir landið.

Hóast hetta býður konginum ímóti, skilir hann tó, at ráðgevararnir hava rætt, og tekur ta avgerð at senda tveir av sínum trúgvastu álitismonnum við bæriligum fylgi út at finna honum eina ættstóra brúður, sum í einum og øllum kann bøta konginum saknið av hinari, sum doyði frá honum.

Stutt eftir hesar hendingar, leggja kongsins sendimenn frá landi við stásiligum skipi og sigla út á hesa biðlaferð. Men best sum teir nú koma út á tað víða havið í óveður og toku, villast teir, so teir vita ikki, hvar teir eru staddir, ella hvørja kós teir skulu halda. Langt um leingi nú síggja teir land fyri stavni. Á ja, hetta er so hugaligt. Sigla innat. Teir kenna ikki, bert ein oyðin strond at síggja. Eingir mannabústaðir ella nakað annað gjørt av mannahondum er at síggja. Men hóast tað sigla teir longur innat, leggja bakk og seta bát á land. Nú skulu teir báðir álitismenn kongs við góðum fylgi ganga inn frá strondini og vita, um teir fáa at vita, hvar teir eru. Hin manningin skal so vera eftir á skipinum.

Teir ganga nú inn í landið, og skjótt koma teir í eina oyðimørk, men ganga kortini, treiskast, vilja ikki venda aftur og hava ikki fingið hóslag við menniskju. Ganga og ganga eitt langt og sjey breitt; men einki teir síggja til landsins íbúgvar. Mótið fer at bila, skal hetta vera óbygt land, vit eru komnir í, hugsa teir og koma meira og meira til, at best er at venda aftur til skipið.

Tá hoyra teir alt í einum so inniliga dragandi harpuspæl, at teir halda seg aldri áður hava hoyrt so fínan musikk. Ganga eftir ljóðinum og síggja nú burtur frá eitt lítið silkitjald. Tá ið teir koma at hesum tjaldi, situr ein kvinna og spælir á harpu. Tað er hon, sum teir hava hoyrt. Ein ung genta er hjá henni.

Nú ið kvinnan varnast um menninar, sum koma, verður hon so rødd, at hon missir harpuna úr hondunum og er við at dána. Tá ið hon er komin eitt sindur fyri seg aftur, spyr hon teir, hvar teir ætla sær, og hvat teir hava í ørindum.

Menninir siga frá, at teir eru vilstir á havinum, og at kongur teirra hevur mist drotning sína og var helsligin av sorg; hann hevði tí sent teir út at finna sær eina aðra brúður. - ”Tí ynskja vit nú at vita, hvørjum fólki tú er av, og hvussu tínar umstøður eru, tí vit halda okkum síggja, at tú er av góðum bergi brotin.”

Kvinnan sigur nú frá: ”Eg havi verið drotning í hesum landi, tit eru komnir til, gift einum miklum kongi, sum nú er deyður; ein ovurstórur herur gjørdi innrás í landið, og kongurin fall í bardaganum. Tann fremmandi hershøvdingin legði landið undir seg og ætlaði at taka meg til konu. Men tað eydnaðist mær at rýma saman við dóttur míni higar út í oyðimørkina. Her hava vit fjalt okkum síðani.”

Kongsins sendimenn ráðagera nú sínámillum og koma til tað úrslit, at henda megineinkjan var ein høvilig brúður fyri kong teirra, og hansara vegna bera teir nú upp bønarorð fyri henni.

Hon er eitt sindur undanførlig, letur teir vita, at hon hevði ikki ætlað sær at giftast upp aftur. Men sendimenninir troðkaðu á, talaðu væl fyri harra sín, og endin var tann, at hon játtaði.

Tey venda nú øll aftur til skipið. Báturin kemur í land og tekur tey við umborð. Skipið dregur akkerið inn og setur á segl. Vindurin er til vildar. Tað er skjótt, sendimenninir eru aftur við teirra heimastrond, hóast teir - tí teir vóru vilstir - bert stýrdu í blinda.

Tá ið menn á kongsgarðinum síggja skipið úti fyri landi, siga teir konginum frá, at nú eru sendimenninir aftur. Hann letur beinanvegin spenna fyri sín fínasta skreytvogn og koyrir til strandar. So skjótt hann fær eyga á brúðrina, er sorg hansara horvin, fróur og glaður sum áður koyrir hann heim aftur á slottið við unnustuni undir liðini. Nú verður gjørt stórt og minniligt brúdleyp, sum skal vara í tvær vikur.

Tá ið hetta mikla brúdleyp er av, fer kongur út á ferð runt í londum sínum at krevja upp skatt.

Kongadóttirin Mjávond, hon býr í øllum góðum í moynnarsali sínum við ternunum. Ein dagin, eingin veit av nøkrum, nú kemur stjúkmamman inn at vitja hana, sigur við Mjávond, at hon keðir seg eitt sindur her á slottinum, nú ið kongur er burtur, um hon hevði ikki hug at koma út og ganga ein túr við sær í góðveðrinum til stuttleika?

Jú, tað vildi Mjávond so fegin. Ein ung genta, sum drotningin rópar dóttur sína, kemur við teimum. Tær fara allar tríggjar. Drotningin er ógviliga blíð og fagurlátin við stjúkdóttrina.

Tá ið tær koma langt út um býin, biður drotningin Mjávond skifta yvirklæði við dóttur sína: “Hevði verið stuttligt at sætt, hvussu hon er vorðin í tínum klæðum,” smálær drotningin. Mjávond, sum einki ilt órar, játtar hesum, gevur dóttrini kyrtil sín at fara í, meðan hon sjálv letur seg í hennara.

Tá sigur drotningin: ”Nú biði eg, at dóttir mín fær Mjávandar yvirbragd og útsjón so fult og heilt, at øll skulu kenna hana fyri Mjávond sjálva.”

Síðani binda móðir og dóttir kongadóttrina Mjávond á hondum og fótum og leggja hana við vegin. Í tí skili ganga tær frá henni og venda heim aftur til slottið. Her setur drotningin dóttur sína í moynnarsalin í staðin fyri Mjávond.

Men ternurnar undrast á, at kongadóttirin so heilt hevur skift sinnalag, síðani hin dagin, hon var úti og gekk við drotningini; tær ánaðu einki um ta fremmandu gentuna, sum var komin við drotningini, og gjørdu sær tí heldur ongan ómak fyri at fáa nakað at vita.

Mjávond liggur so har við vegin, bundin og illa viðfarin; útmødd av pínu og harmi sovnar hon umsíðir, sum hon liggur. Nú droymir hon, at deyða mamman kemur til hennara, loysir bondini, hon hevur um hendur og føtur, talar blídliga við hana og gevur henni ein dúk, sum hon sær, matur er í, og sigur, at Mjávond aldri má tøma dúkin heilt, aldri vísa hann fyri nøkrum, og altíð vara seg fyri stjúkmammuni og dóttur hennara.

Tá ið Mjávond vaknar, er alt soleiðis, sum hon hevur droymt.

Heima á slottinum situr drotningin og hevur illbatan av, at Mjávond valla hevur tað so armóðsligt, sum hon hevur ætlað henni; sendir tí so hulisliga dóttur sína út at leita eftir Mjávond og fáa at vita, hvussu hon lívbjargar sær.

Dóttirin finnur Mjávond og sær, at tað er ikki líkt til, hon líður nakra neyð. Hon roynir nú at gera seg góða vinkonu við kongadóttrina fyri at fáa at vita, hvat hon hevur at hjálpa sær við, sigur við hana:

”Mamma mín hevur gjørt illa ímóti tær, hevur verið ónd við teg; men nú eri eg komin at vera hjá tær í útlegdini. Tá ið kongur kemur aftur, kunnu vit kæra okkara neyð fyri honum; men til ta tíð vil eg vera hjá tær her úti.”

Hóast Mjávond dámdi einki hetta, gentan segði, mátti hon vera nøgd við, at hon var hjá henni, tí hon kundi einki gera fyri at fáa hana burtur. Væl mintist hon móður sínar orð, at hon skuldi vara seg fyri stjúkmammumi og dóttur hennara.

Men tíðin líður, og stjúksystirin fer ikki. Mjávond er svong, men torir ikki at taka dúkin fram og fáa sær at eta. Nú verður hon so sperd av mattroti, at einaferð, stjúksystirin tykist liggja so trygt og sova við afturlatnum eygum, tók hon dúkin, breiddi hann út og fekk sær at eta. Alt í einum loypur stjúksystirin upp, rippir dúkin frá henni, og so til rýmingar við honum; nú hevði hon útint tað, hon var komin til.

Aftur er kongadóttirin líka illa stødd sum áður, gongur mótleys og valtrar, veit ikki, hvat hon skal gera. Umsíðir orkar hon ikki at halda seg á beinunum meir, leggur seg beint, har hon er stødd; sovnar av møði og mótloysi: Hon droymir nú, at tann deyða mamman kemur til hennara og sigur: ”Mjávond mín! Tú hevur ansað ov illa eftir tí, eg gav tær; men tá ið tað nú er, sum tað er, gakk so heilt oman til sjógvin; har sær tú ein tanga, sum gongur langt út í havið; ein smøl rás er millum klettarnar, far eftir henni. So finnur tú eitt lítið hús, sum er læst og lukt; men lykilin stendur í. Tú skalt bara ganga tríggjar ferðir sólarrætt og tríggjar ferðir sólarrangt uttan um húsið, og hvørja ferð skal tú taka í lykilin, tá verður hurðin opin; far so inn og verð har fyri fyrst. Tú verður ikki at leingjast ella keða teg har í húsinum:

”Har geykarnir káka,

og blomstrini spráka,

har veðurin ullina losar.”

Nú vaknar Mjávond og fer beinanvegin til gongu, soleiðis sum dreymurin hevur sagt. Alt gongur, sum hon hevur fingið at vita, hon kemur til strandar, sær tann langa tangan, finnur tann smala stíggin millum klettarnar; Mjávond gongur eftir honum, kemur at húsinum, gongur rundan um tað, soleiðis sum mamman hevur sagt, og hurðin fer upp. Har er so friðarligt og dámligt at vera, at hon hvørki leingist ella keðir seg. Hvør dagurin er vakrari enn annar, so tað er eingin endi á, so glað hon er fyri at vera her.

Ein dagin, hon er úti og gongur til stuttleika, sær hon ein skipaflota koma siglandi, og hann stevnir móti landi. Tá ið hon hetta sær, verður hon deyðarødd, skundar sær heim aftur í tað lítla húsið. Men hon hevur sovorðnan skund, at hon misstígur seg, so hon missir annan gullskógvin, hon er í, og gevur sær ikki stundir til at taka hann við sær.

Hann, ið henda skipaflota eigur, er kongasonur, sum er komin til landa at biðja sær kongadóttrina Mjávond til konu. Nú, hann kemur á land, finnur hann henda gullskógvin, sum hann er á veg til kongaborgina. Hann tekur skógvin upp og hyggur at honum, tykist hann er so avbera vakur og sigur við seg sjálvan: ”Hetta má vera vakrasti skógvur í allari verøldini; ta gentu, sum henda skógv hevur mist, vil eg hava til konu, onga aðra.”

Kongasonurin kemur nú heim á kongaborgina. Drotningin tekur ímóti honum við miklum kurteisi og ger stóra móttøku á slottinum fyri hesum bæriliga gesti, har allir mætir menn eru bodnir við.

Kongasonurin biður nú um prinsessuna Mjávond til konu. ”Men,” sigur hann í sama viðfangi, ”nú havi eg á leiðini higar funnið ein so yndisligan gullskógv, at eg havi lovað við mær sjálvum, ongari gentu at gifta meg við uttan henni, sum henda skógv hevur mist.”

Drotningin biður nú kongasonin vísa sær skógvin, hann hevur funnið. Hann rættir henni hann. ”Henda skógvin kenni eg væl,” sigur drotningin, ”tað er dóttir mín, Mjávond, sum hevur mist hann, einaferð hon var eina stuttleikaferð; soleiðis er tað so mangan við tí, sum ungt er!” Hon fer nú til dóttrina og sigur henni, hvussu vorðið er, fer í einrúm við henni og roynir at lata hana í gullskógvin; men dóttirin fær ikki eingang hálvan fótin í hann. Drotningin missir ikki mótið kortini, sigur við dóttrina:

”Høgg av hæli og tá,

til tú fær skógvin uppá!”

Dóttirin so ger. Nú sleppur hon í gullskógvin; men eymkar seg illa og heldur, at hetta er harðhent viðgerð, hon fær. Men mamman uggar hana og sigur: ”Ja, ja, men eitt sindur má tú tó tola fyri at vinna ein kongason.” - Hon letur nú dóttrina í fagrasta skrúð, leiðir hana inn í høllina til kongasonin, og vísir honum, at skógvurin passar henni.

Jú, kongasonurin heldur, at tað er so, tekur bønarorðini uppaftur. Drotningin gevur honum sítt samtykki, sum vera man. Prinsurin ger seg nú til at fara aftur á skip síni og sigla heim til ríki sítt við brúðrini. Seinri kemur hann so aftur at bjóða til brúdleyps. Hann fer av stað við drotningadóttrini. Og glað er mamman, heldur væl til standa.

Men í tí kongasonurin siglir fram við tanganum, har tað lítla húsið stendur, har Mjávond býr, hoyrir hann sovorðið fuglalát, at hann fer at geva tí gætur - tí prinsurin skilir fuglamál, og tað tykist honum, at teir siga:

”Við høgdum hæl

í stavnin sett,

í skógvin bløðir blóð.

Her situr moyggin Mjávond,

drotsins dóttir,

vív tær tvífalt góð.

Vend aftur væni prinsur!”

Í fyrstani mistrýr kongasonurin fuglunum, heldur, at tað, teir láta, er ikki eftirfarandi; men kemur síðani at hugsa meira og meira um hetta; tað var kanska beinast at hyggja eftir, um her skuldi verið eitthvørt gandkent uppií, svik ella tílíkt. Kongasonurin tekur tí eitt málband og leggur um herðarnar á drotningadóttrini, og beinanvegin verður hon umskapt til tað argasta trøllkvendi. Nú noyddist hon at viðganga alt, sum mamman og hon høvdu gjørt móti Mjávond, kongadóttrini. Trøllkvendið verður nú stoytt fyri borð og umskapast beinanvegin til ein hval. Skipsmenninir skutla hvalin, skera hann upp og salta tvøstið upp í tólv tunnur, goyma tað í lastina, saman við krúttunnunum, sum standa har frammanundan.

Ein bátur frá skipinum førir nú kongasonin á land. Fuglarnir vísa honum leið til tað lítla húsið og siga honum, hvussu hann skal fáa hurðina upp. Har sær hann nú ta vænastu jomfrú, hann nakrantíð hevur sætt. Hann spyr hana, hvussu hon eitur, og hvør hon er.

”Eg eiti Mjávond og eri dóttir kongin; men hann er burturstaddur, og eg má fjala meg her, tí mín vonda stjúkmamma og dóttir hennara liggja mær eftir lívinum.”

Kongasonurin sigur nú frá, hvat ið hent er seg, vísir henni gullskógvin. Hann bukkar seg niður og letur hana í hann, varnast um, at hon hevur makan uppi á hinum fótinum.

Tá kennir kongasonurin seg sannførdan um, at henda unga gentan er hansara rætta brúður, sum er vorðin krógvað fyri honum. Hann býður henni nú umborð á skipið við sær, og Mjávond játtar hesum.

Prinsurin tekur nú tey snildarráð, at hann siglir inn á eina vík við skipaflota sínum og leggur seg har eina tíð. Tá ið hann heldur seg hava ligið nóg leingi á hesi víkini, siglir hann inn aftur í skipahavnina við kongaborgina. Prinsurin fer á land og gongur niðan á slottið, býður kongi og drotning í brúdleyp.

Kongur, sum nú er komin heim aftur, er beinanvegin til dystin fús; men drotningin kemur við umberingum, sigur, at hon er einki von við sjóferðir, vil heldur vera heima enn fara út á eina sovorðna langferð. Kongasonurin stuðlar henni til at koma við, alt hann kann; heldur fyri, at tað fór at vera dóttur hennara eitt stórt vónbrot, um hon tók ikki av innbjóðingini, og hann gongur so tráliga á, at drotningin umsíðir gevur seg og sigur, at hon kemur við. Ein stásvognur førir tey øll til strandar. Síðani verður farið umborð, og skipaflotin leggur til havs.

Meðan skipini sigla, verður drotningin so hugdøpur og fálig, hevur ikki hugsku til nakað. Kongasonurin biður hana nú í einrúmi siga sær, hvat tað er, sum elvir henni sovorðnan trega. Í fyrstani tykist hon ongan hug hava at siga, hvat tað er, ið baggar; men umsíðir sigur hon, at hon hevur mótboð fyri mati, mundi helst vera sjóverkurin, sum elvdi tað. Biður kongasonin bera so í band, at hon fær okkurt, sum hon kundi troysta sær.

Tað kundi hann saktans gera: ”Men so má eg fáa at vita, hvat fyri matur, ið hjálpa kann,” sigur kongasonurin. Tá sigur drotningin, at hevði hon fingið saltkjøt, hevði hon kanska komið seg aftur.

”Vit hava saltkjøt í lastini,” sigur kongasonurin, ”nú skal eg beinanvegin biðja kokkarnar kóka til tín.”

”Nei, tað geri eg sjálv, eg vil heldur tað.” Bara sleppa sær niður í lastina, har sum saltkjøtið er, so loyniliga, so eingin varnast nakað. Drotningin verður nú væl hýrd og tykist at rakna heilt við. Kongasonurin sleppur henni nú niður í lastina, so eingin sær.

Tað verður sagt um drotningina, at hon át eina tunnu um dagin av hesum salttvøstinum, teir høvdu í lastini, eitt ræðuligt filsni at síggja; men tá ið hon var liðug at eta, skifti hon aftur ham, til menniskjalíki.

Soleiðis líða ellivu dagar. Tólvta dagin kallar prinsurin á kongin, biður hann koma at síggja - rætt sum drotningin situr og skræðir tvøstið úr tí síðstu tunnuni í seg - sigur honum, hvussu mangan hon hevur verið at síggja í sovorðnum líki eftir ferðini. Kongur er við at dána, tá ið hann sær, hvørjum skrímsli hann hevur livað saman við, og hann iðraði seg eftir, at tað skuldi hava eydnast henni at villa hann soleiðis.

Kongur og prinsur samráðast nú um, hvat ið er at gera. Koma til tað úrslit, at meðan drotningin situr í lastini, skulu teir flyta alt fólkið yvir á onnur skip. Hetta verður sett í verk beinanvegin. Síðsti maður, ið fer í bátarnar, tendrar í fjús til krútið í lastini. So verður róð frá borði. Um eina góða løtu brestur skipið í túsund stykki, sum flúgva so høgt á loft. Soleiðis fekk hetta vonda trøll, sum hevði skapt drotningaham á seg, ein bráðan deyða.

Kongurin biður nú prinsin siga sær, hvussu vorðið ið er við øllum hesum, sum hent er. Kongasonurin førir hann nú til prinsessuna Mjávond, sum síðani sigur pápa sínum frá, hvussu drotningin og dóttir hennara hava farið við sær. Kongurin undrast mikið á allar hesar svikagerðir teirra, sum hann nú fær at hoyra um. ”Og her havi eg gingið og vitað av ongum tingi,” sigur kongurin.

Skipaflotin siglir nú heim til ríkið hjá kongasoninum, har eitt stórbært brúdleyp verður hildið. Ein heilan mánað varir hetta gildið, sum sigst vera tað minniligasta í tí partinum av heiminum.

Tá ið alt hetta veitsluhaldið er lokið, verður kongur sigldur heim til ríki sítt, har hann alsamt er kongur til síni ellisár. Við hesum hendingum er hann nú úr søguni.

Um kongasonin er at siga, at hann tekur við ríkinum eftir faðir sín. Eitt ár líður uttan aðrar stórar hendingar enn, at Mjá-vond, drotningin, føðir eitt yndisligt dreingjabarn.

Eina tíð eftir henda tilburð fer drotningin ein dagin til bað saman við einari ternu síni. Tá ið hon er komin til baðið, hevur hon gloymt sápuna eftir; hon sendir tí ternuna heim aftur eftir hesum, ið gloymt var. Ímeðan situr drotningin einsamøll og bíðar við ta heitu kelduna.

Best sum hon situr, kemur eitt konufólk til hennara og heilsar høviskliga. Drotningin svarar blídliga heilsuni. Konan biður nú um at býta yvirklæði við hana. Drotningin eftirlíkar sær. Beint sum hetta fremmanda konufólkið hevur fingið drotningakápuna uttan á seg, sigur hon nøkur gandaorð, sum gera, at hon sjálv fær útsjóndina á drotningini; men Mjávond noyðist at fara við beiggja hennara og er horvin í somu løtu.

Eingin við hovið hevur graml um, at drotningin er umbýtt, og tað er heldur ikki løgið, tí trølkvendið, sum nú er í drotningabúna, hevur skapt seg meinlíkt Mjávond.

Vitir siga, at ta ferðina, kongur var eftir Mjávond á tanganum, tóktist honum so væl um alt, har var, at hann við tí lítla, hann dugdi av gandi, flutti tað heim til kongaborg sína, har tað síðani stóð, tætt við drotningasalin, bæði húsið og alt umráðið var rætt tað sama, sum á tanganum:

”Har geykarnir káka

og blomstrini spráka,

har veðurin ullina losar.”

Men nú, ið umbýtið við drotningini er hent, ljóðar:

”Ei geykarnir káka,

ei blomstrini spráka,

ei veðurin ullina losar,

og aldri tigur lítli drongur,

sum liggur í síni vøggu!”

Alt ríkið tykist nú at vera í ólagi. Eingin veit hví; men tað er, sum ein alsom ógæva hvílir yvir øllum.

Nú hendir tað ein dagin, at kongsins seyðamaður er staddur niðri við sjógvin; har sær hann eina løgna sjón: Beint upp við sjóvarklettinum skjýtur ein glashøll upp úr sjódýpinum, og í høllini situr ein kona, meinlík Mjávond drotning. Rundan um glashøllina er ein jarnleinkja, sum ein øgiligur risi heldur í, og um eina løtu dregur hann glashøllina niður aftur í dýpið, og einki sást aftur til nakað.

Seyðamaðurin undrast mikið yvir hesa sjón, hann hevur sætt, og støðgar har við eina lítla á. Sum hann nú stendur har í sínum egnu hugsanum, kemur eitt barn gangandi og fer at spæla við ánna. Seyðamaðurin heldur hetta vera løgið, at eitt barn skuldi vera her, tí eingin mannabústaður er at síggja í námindunum. Men seyðamaðurin fer til barnið, tekur ein gullring av fingrinum og gevur tí. Barnið verður ógviliga fegið um gávuna, fer rennandi at einum steini, sum liggur skamt frá ánni, hvørvur har. Tað er alt í einum, nú kemur dvørgur út úr steininum, gongur spakuliga til seyðamannin, takkar honum fyri gávuna, barnið hevur fingið, spyr hvørja tænastu, hann kann gera honum afturfyri.

Seyðamaðurin sigur: ”Tað var ikki ætlanin, at eg skuldi hava nakað aftur fyri tað, eg gav barninum; men eg vildi so fegin fingið at vitað, hvussu tað er vorðið við hesum sýninum, eg rætt nú havi sætt.”

Dvørgurin sigur nú frá, at tað er Mjávond, drotningin, sum býr í glashøllini. Eitt øgiligt ófriski hevur gandað hana og leinkjað hana fasta í glashøllina. Systir ófriskið er drotning í ríkinum í staðin fyri hana. Dvørgurin sigur eisini frá, at ófriskið hevur eftirlíkað Mjávond, at hon skal sleppa á land fýra ferðir, soleiðis sum seyðamaðurin nú hevur sætt; men hetta er triðja ferðin, so nú er bert eina ferð eftir, og tað verður í morgin: ”Hevði tað eydnast onkrum at ript hana úr klónum á ófriskinum, kundi tað verið hennara bjarging,” sigur dvørgurin.

Seyðamaðurin biður nú dvørgin leggja sær ráð, hvussu hann kann loysa drotningina úr hesum gandavaldum. Dvørgurin gevur honum eina øks, sum hann kann høgga jarnketuna av við, tá ið glashøllin í morgin kemur aftur til sjóndar.

Seyðamaðurin er nú í steininum hjá dvørginum um náttina. Snimma um morgunin, fer hann oman at sjónum, har glashøllin skjýtur seg upp úr dýpinum; har leggur hann seg við frið at bíða. Tað eru ikki langar løturnar, nú sær hann, at ófriskið reisir seg upp úr sjónum, høgur sum ein drangi, togar í ketuna, glashøllin kemur uppundan, ófriskið lyftir hana uppúr og setur á sjóvarklettin. Seyðamaðurin fýrir ikki, er sum eitt fok við øksini og kvettir ketuna av, og so av stað við drotningini.

Men nú er ófriskið har, skal stíga á seyðamannin og kroysta hann, sum var hann ein snigil. Men tá er dvørgurin so kvikur, tekur okkurt sandkent upp úr einum posa og blakar í eyguni á ófriskinum, tað verður blint, hólkar seg út av hamrinum og doyr.

Teir fara nú við Mjávond, leiða hana niðan eftir haganum og inn í steinin hjá dvørginum; har verður hon so fyribils. Teir báðir, dvørgurin og seyðamaðurin, skunda sær nú heim í kongaborgina, taka eitt málband við sær, biðja um at fáa drotningina í tal, tí teir hava hastilig boð at bera. Jú teir verða vístir inn til hennara, og teir eru ikki seinir, bera málbandið á hana. Í somu løtu skapast drotningin um til tað ljótasta trøllkvendi. Teir noyddu hana nú til at siga frá søgu síni.

Hon sigur frá ølllum, hon hevur gjørt móti Mjávond drotning, um beiggja sín, ófriskið, sum hon hevur fingið til at seta Mjávond í glashøllina; sigur eisini, at stjúkmamma Mjávond var systir sín; hon hevði gjørt hetta fyri at hevna hesa systrina.

Kongur verður nú kallaður til staðar og fær at vita alt, sum hent er. Hann verður ovursintur á hetta trøllkvendið, sum hevur skapt seg um og trokað seg inn í Mjávandar stað, og hann býður, at trøllkvendið beinanvegin skal lata lív.

Seyðamaðurin spyr nú kongin, hvørja løn hann vil geva tí, sum kann loysa drotningina úr gandavaldum. Kongur sigur, at hann vil heiðra hann við stórum pengagávum, geva honum jallaheiti og mikið land.

Tá er seyðamaðurin ikki seinur, fer við dvørginum aftur í steinin og førir Mjávond drotningina heim á kongaborgina. Nú varð frøi, tá ið kongahjúnini hittust aftur, ein sovorðin gævustund, at hon kann ikki við orðum sigast.

Við drotningini Mjávond kom eydnan aftur til hovið og til ríkið alt:

”Har geykarnir káka

og blomstrini spráka,

har veðurin ullina losar;

móti mammuni drongurin lær,

sum liggur í sínari vøggu!”

Frá nú av livdu drotningin og kongurin í miklari eydnu og gleði alla ævi sína og vórðu aldri aftur nervað av trølla ávum.

Og nú er søgan um Mjávond kongadóttrina at enda.

Úr bókini ”Ævintýr 6”. Heðin Brú týddi. Føroya lærarafelag gav út í 1974.

Upprunaheiti: ”Fortællingen om Mjadveig”. Islandske Folkesagn og Eventyr. Margrethe Løbner Jørgensen. Gyldendals Forlag 1943.

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019