• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Munur er á

Hetta var í mai mánaði. Vindurin var kaldur enn, men várið var í hondum. Tað søgdu bæði runnar og trø, bøur og ong. Tað uddi við blomstrum heilt upp í tað livandi hegnið, og beint har segði várið frá søgu síni. Tað var eitt lítið súreplatræ, sum segði frá, træið var bert tann eina greinin, men hon var so frísk, so blomstrandi, so full av fínum, rósureyðum knubbum, sum stóðu búnir at lata seg upp. Hon visti helst eisini sjálv, hvussu vøkur hon var, tí tað liggur í blaðnum eins og í blóðinum, og tí gjørdist hon ikki bilsin, tá ið vognurin hjá húsbóndafólkunum steðgaði á vegnum beint framman fyri henni, og tann unga greivakonan segði, at handa súreplagreinin var tað vakrasta, ið vera kundi, hon var várið sjálvt í sínum vakrasta skrúð.

Og greinin varð brotin av, og greivindan helt á henni í síni fínu hond og helt silkisólskjólið út yvir hana - og so koyrdu tey til slottið. Har vóru høgir salir og fínar stovur. Tunnar, hvítar gardinur flákraðu fyri teim opnu vindeygunum, og yndislig blomstur stóðu í skínandi, gjøgnumskygdum vásum, og í ein av hesum, hann var sum skorin úr nýkomnum kava, settu tey eplagreinina millum frískar, ljósar bókagreinir. Tað var vakurt at síggja. Og stolt gjørdist greinin, og tað var heilt menniskjansligt.

Har kom mangur Hanus og Janus gjøgnum stovurnar, og sum tey vóru í metum, so tordu tey at siga sína meining, men summi søgdu als onki, meðan onnur søgdu ov mikið, og eplagreinin skilti, at munur var á monnum eins og á tí, sum veksur. ”Summi eru til prýði og summi til gagn, og so eru summi, sum eru til púra onga nyttu!” vildi súreplagreinin vera við, og meðan hon júst var sett í tað opna vindeygað, har hon sá bæði niður í urtagarðin og út á markina, so hevði hon bæði blomstur og aðrar vøkstir at hyggja at og hugsa um. Har vóru bæði rík og fátæk, summi alt ov fátæk.

”Neyðars burturgloymdu urtir!” segði súreplagreinin, ”her er sanniliga gjørdur mannamunur! Tey munnu kenna seg eydnuleys, um tey hava kenslur sum eg og mínir líkar. Har er munurin stórur, men munur má vera, tí annars vóru øll eins!”

Og súreplagreinin hugdi við samkenslu serliga at einum slagi av blomstrum, sum var í stórari nøgd at síggja bæði í bø og ong. Ongin hentaði tey, tí tey vóru so vanlig, ja, tú kundi enntá síggja tey í túninum, har tey vuksu sum ramasta illgras. Og so høvdu tey eisini so ljótt navn, ”illamansbiði!” ”Neyðars vanvirdi vøkstur!” segði eplagreinin, ”tú kanst ikki gera við, at tú bleivst, sum tú bleivst, og at tú ert so vanlig, og at tú fekst eitt so ljótt navn. Men tað er við vøkstrunum sum við menniskjunum, at munur má vera á!”

”Munur!” segði sólargeislin og kysti blomstrini á súreplagreinini, men kysti eisini tey gulu ”illamansbiðini” úti á markini, allir sólargeislabrøðurnir kystu tey, tey fátæku blomstrini eins væl og tey ríku.

Eplagreinin hevði ongantíð hugsað um, hvussu óendaliga góður Várharra er við alt, sum livir og rørist, hon hevði ongantíð hugsað um, hvussu nógv av vøkrum og góðum kann liggja goymt, men ikki gloymt - men tað var eisini heilt menniskjansligt.

Sólargeislin, ljósins geisli, visti tað betur: ”Tú sært ikki langt, tú sært ikki klárt! Hvat er tað fyri ein vanvird urt, sum tær tykir synd í?”

”Illamansbiðini,” segði súreplagreinin. ”Aldri setir nakar tey í blómutyssir, tey verða sundurtraðkaði, tí tað er ov mikið til av teimum, og tá ið tey eru komin í fræstøðu, fer fræið sum ullarniplar eftir vegnum og setir seg í klæðini á fólki. Illgras er tað! Men tað skal eisini sleppa at vera til. Eg eri sanniliga takksom fyri, at eg ikki eri vorðin ein av teimum!”

Og gjøgnum bøin kom nú ein flokkur av børnum. Tað minsta av teimum var so lítið, at hini máttu bera tað, og tá ið tey settu tað í grasið millum øll tey nógvu, gulu blomstrini, gól tað av gleði, spjálkaði við sínum smáu beinum, rullaði sær í grasinum, hentaði bara tey gulu blomstrini og mussaði tey í sælum sakloysi. Tey størru børnini slitu blomstrið av stelkinum, boygdu stelkin til ein ring og stungu klæna enda í holið á tjúkka enda, settu slíkar ringar saman til ketu. Fyrst eina um hálsin, so eina um herðarnar, eina um miðjuna, um bringuna og upp á høvdið. Tað var vakurt at síggja hesar grønu keturnar. Men tey størru børnini tóku varliga um stelkin á tí fræaðu hagasóljuni, sum stóð við tí rundu, løttu, dúnkendu frækrúnuni, sum var eitt satt listarverk at síggja. Fræini vóru sum fínastu fjaðrar, flykrur ella dún at síggja, og børnini hildu blomstrið inn móti munninum, so at tey við einum blástri skuldu blása øll fræini av krúnuni. Tann, sum tað kundi, fór at fáa nýggj klæðir, áðrenn árið var runnið, hevði omma sagt.

So hetta vanvirda blomstrið var vorðið ein sannur spámaður.

”Sært tú!” segði sólargeislin, ”sært tú vakurleikan, sært tú megina?”

”Ja, fyri børn!” segði súreplagreinin.

Og úti á markini sást ein gomul kona. Hon hevði ein knív við ongum skafti í hondini, og gróv uttan um blomstrið og togaði rótina upp. Summar røturnar skuldi hon hava til at trakta sær kaffi av, men aðrar skuldi hon selja til apotekaran og fáa pengar afturfyri. Hann skuldi gera tær til heilivág.

”Vakurleiki er kortini nakað hægri!” segði súreplagreinin. ”Einans tey útvaldu koma í vakurleikans ríki! Munur er á vøkstrum, eins og munur er á monnum!”

Og sólargeislin segði frá tí óendaliga kærleikanum hjá Gudi móti øllum, sum skapað er, og øllum, sum livir, og um tað javna sundurbýtið av øllum í tíð og ævinleika!

”Ja, hattar er tygara meining!” segði súreplagreinin.

Og har kom fólk inn í stovuna, og tann unga greivindan kom, hon, sum hevði sett súreplagreinina so vakurt í tann gjøgnumskygda vásan, sum sólarljósið spældi í, og hon kom við einum blomstri, ella hvat ið tað var, sum hon fjaldi við trimum ella fýra stórum bløðum, sum hon helt sum eitt kramarhús uttan um hetta, so at hvørki gjóstur ella vindur skuldu koma at, og so bar hon tað varisligari, enn súreplagreinin nakrantíð var borin. Varliga tók hon tey stóru bløðini burtur, og nú kom til sjóndar tann fína, dúnlætta frækrúnan hjá tí gula, vanvirda illamansbiðinum. Hon var tað, sum hon so varisliga hevði tikið og varliga bar, so at ongin av teim fínu fjaðrapílunum, sum gera tokukrúnuna og sita so leysir, skuldu fúka av. Heilari og vakrari stóð hon við henni og undraðist á, so vøkur hon var, so væl skapt, so løtt og fínlig, so sjáldsama vakurt skipað, so føgur nú, ið vindurin skuldi fara við frækrúnuni.

”Legg merki til, hvussu undurfult vakurt Gud hevur skapt hana!” segði hon.

”Eg fari at líkna hana saman við súreplagreinina. Hon er nú óendaliga vøkur, halda øll, men eisini hetta fátæka blomstrið hevur frá Várharra fingið eins nógv, men upp á ein annan máta! So ymiskar eru tær, og kortini børn í vakurleikans ríki!”

Og sólargeislin kysti ta fátæku blómuna, og hann kysti ta blómandi súreplagreinina, meðan bløðini sýntust at rodna við.

Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Der er forskjel”, ”H.C. Andersens Eventyr, bind 2”, 1851.

Marius Johannesen (1905-1986) týddi. H.C. Andersen: ”11 ævintýr”, Bókaforlagið Grønalíð 1981.

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019