• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Pink-Elin

Eina ferðina var tað ein kona, sum átti tríggjar døtur. Av tí hon kendi seg so ússaliga og helt seg ikki liva leingi afturat, býtti hon tað, sum hon átti, millum døturnar, segði teimum, hvussu hon hevði lagt sundur. Hon hevði ikki býtt líka millum allar. Tær eldru báðar, sum vóru vanar at ganga pyntaðar og vísa seg, fingu alt, sum var vert at eiga; men tann yngsta systirin, hon var bert Pink-Elin og fekk ikki annað enn eitt sópingartrog, eitt rívuskaft og eitt blomstrut fyriklæð.

Mamman doyr stutt aftaná, og systrarnar býta arvin ímillum sín, sum mamman hevði sagt. Tær eldru báðar siga nú við Pink-Elina:

”Hygg, her sær tú, hvussu nógv betri mamman hevur verið við okkum báðar enn við teg, síðani hon hevur givið tær bert hesi hissini tingini í arv og okkum alt hitt.”

Men Pink-Elin svaraði einki til hetta; hon var ein tigandi og góðvarin genta. Hon helt eisini, at mamman hevði verið líka góð við hana sum við hinar systrarnar.

Stutt eftir hetta fara allar tríggjar systrarnar út á ein harragarð at tæna. Tær eldru báðar sleppa at ganga til handa í øllum arbeiði, sum fyrifellur á garðinum; men Pink-Elin verður bert høsnagenta.

Tað vardi ikki leingi, fyrr enn harramaðurin varnaðist, at hann hevði aldri sætt høsnini so rein og trívilig, sum nú Pink-Elin hevði fingið tey undir hond; og hann rósar henni fyri hinum systrunum.

Teimum dámar einki, at tann yngsta systirin skal fáa sovorðna rós, og tað frá sjálvum harramanninum; tí hon var jú bert Pink-Elin! Tær leggja nú upp ráð, hvussu tær kunnu koma henni illa fyri; siga við harramannin: ”Pink-Elin kann meir enn at ambæta høsnum; hon kann eisini útvega ein ljósastaka, sum lýsir við ongum ljósi; noktar hon fyri hesum, er tað bert tí, at hon vil ongan beina gera.”

Tá ið harramaðurin hoyrir hetta um tann sjaldsama ljósastakan, kallar hann Pink-Elina til sín beinanvegin og sigur við hana: ”Eg hoyri, tú kann fáa mær fatur á einum ljósastaka, sum lýsir við ongum ljósi; ein sovorðnan staka vil eg fegin eiga; tú má fáa mær hann. Tað nyttar einki at siga, at tú kann ikki, tí tað er bert undanførsla.”

Pink-Elin fer at gráta og sigur, at hon fegin vildi gjørt harramanninum hetta til vildar; men hon hevði aldri hoyrt gitið, at sovorðnir ljósastakar vóru til, og visti einki petti um, hvaðani hon kundi fáa ein sovorðnan staka.

Nei, hesum vildi harramaðurin ikki lurta eftir: ”Tú bara hjáputrast! Ger nú útvegir fyri at fáa mær hann; tú sleppur ikki undan. Men lønarleys skal tú ikki gera tað; eg gevi tær tvær skeppur av gulli, tá ið tú kemur við stakanum.”

Pink-Elin fer nú grátandi av stað, og av tí hon visti sær einki stað at týða til í allari verøldini, fer hon út á grøvina hjá mammu síni. Meðan hon stendur har og grætur, reisir mamman seg úr grøvini og sigur við hana: ”Grát ikki Pink-Elin mín! Far tú bert heim til harramannin og bið hann lata teg fáa tvær skeppur av salti; síðani skal tú taka títt sópingartrog, draga tað oman í sjóvarmálan, seta rívuskaftið upp til mastur og hava tað blomstruta fyriklæðið á til segl; set teg so í trogið og sigl av stað við saltinum, sum byrur og bár bera teg; so man tú fara at koma hagar, tú kann fáa ljósastakan, sum kann lýsa við ongum ljósi.” Tá ið mamman hevur sagt hetta, hvørvur hon burtur.

Pink-Elin fer nú aftur til harramannin og biður um tvær skeppur av salti. Tað fær hon beinanvegin. Síðani gjørdi hon trogið til, sum mamman hevði sagt, og sigldi av stað, sum veður og vindur bar. Ája, hon siglir so ein langan tein og kemur at endanum inn undir eina oyggj, sum tykist henni ógviliga trølslig á at líta. Hon leggur at við sópingatrognum og fer upp á land.

Stutt frá er eitt hús bygt inn í bakkan. Pink-Elin tekur saltið við sær og klívur varliga upp á takið, kagar niður gjøgnum ljóaran. Har sær hon eina trøllkonu standa og kóka greyt til trøllini. Á einum fýrstaðhorninum stendur ljósastakin, sum lýsir við ongum ljósi. ”Á handa ljósastakan má eg fáa hendur á,” hugsar Pink-Elin við sær. Einaferð, tað ber so til, at trøllkonan vendir sær burtur, er hon so kvik og sleppir øllum saltinum niður í greytagrýtuna.

Tá ið trøllkonan kemur at smakka á greytin, nú er hann sjósaltur. ”Hetta má gerast okkurt við,” mutlar trøllkonan fyri munni sínum, tekur eina byttu við sær og fer út í brunnin eftir vatni at koyra í greytin. Tá er Pink-Elin sum eitt fok niður av tekjuni, og í tí trøllkonan bukkar seg framyvir at taka vatn upp í byttuna, er hon so kvik at stumpa undir hana, so hon fer eftir høvdinum í brunnin. Nú er Pink-Elin ikki sein, loypur inn í húsið, tekur stakan, sum lýsir við ongum ljósi, og so til beins aftur í trogið, skjýtur frá landi. Vindur og veður førir hana skjótt útfrá.

Men tað var alt í einum, nú komu trøllabrøðurnir stunandi við róp og gang: ”Á Pink-Elin, Pink-Elin! Tað er tú, sum hevur fírt mammu í vatnbrunnin og stolið stakan, sum lýsir við ongum ljósi. Kemur tú aftur higar meir, kann tú líta á, at vit hevna okkum.”

Hví Pink-Elin svaraði aftur, sum hon gjørdi, veit eg ikki; men hon rópti inn aftur til teirra: ”Jú, tvær ferðir komi eg aftur enn!” Síðani sigldi hon heim aftur, og tað gekk bæði skjótt og væl.

Tá ið hon kemur við stakanum, sum lýsir við ongum ljósi, er harramaðurin bæði blíður og týður, gevur henni beinanvegin tær báðar skeppurnar av gulli, hann hevði lovað henni.

Tá er frøi á Pink-Elini, kunnu tit ætla, - at hon skuldi fáa so nógv gull, tað var ikki eiti á. Men stokkut gleði var, tí systrar hennara gingu til at bresta av øvundsjúku yvir, at alt hevði vignast so væl fyri henni, og tær bara hugsaðu um, hvussu tær skuldu vinna henni onkra neisina.

So ein dagin fara tær til harramannin og siga við hann: ”Pink-Elin kann meir enn hatta at fáa fatur í ljósastakanum, sum lýsir við ongum ljósi. Vit hava hoyrt hana siga, at hon kann útvega ein hest við bjøllum á øllum fýra beinunum, so hann hoyrist langt, áðrenn hann kemur, og er lættur at finna, hvussu langt hann er burtur; og noktar hon fyri hesum, er tað bara tí, hon er tvør.”

Harramaðurin segði, at ein sovorðnan hest hevði hann fegin viljað átt; hann hevði verið uppaftur hentari enn ljósastakin, sum lýsir við ongum ljósi. Jú, hann sendir beinanvegin boð eftir Pink-Elini. Tá ið hon kemur, sigur hann við hana: ”Eg hoyri, tú kann útvega ein hest við bjøllum á øllum fýra beinunum, so hann hoyrist, áðrenn hann kemur, og er lættur at finna, hvussu langt hann er burtur. Henda hest má tú fáa mær sum snarast.”

Pink-Elin fer at gráta og sigur, at fegin vildi hon fingið harramanninum ein sovorðnan hest; men hon hevði aldri sín dag hoyrt um, at sovorðin ross vóru til og hevði hvørki dul ella dreym um, hvar ein sovorðin hestur var at finna.

Men hesum vildi harramaðurin ikki lurta eftir, sigur bert við hana, at vil hon, so kann hon, og nú mátti hon gera, sum hann segði. ”Men tú skal ikki gera tað lønarleys, kann tú ætla; tá ið tú kemur við hestinum, fær tú tríggjar skeppur av gulli frá mær afturfyri.”

Men Pink-Elin fer helsligin av aftur durunum og beinanvegin grátandi út aftur á grøvina hjá mammu síni. Tann deyða mamman reisir seg úr grøvini og sigur við hana: ”Grát ikki Pink-Elin mín! Far heim til harramannin og bið hann geva tær fýra tættir av strýggj; tak teir við tær og set teg so í sópingartrogið við rívuskaftinum til mastur og tí blomstruta fyriklæðnum til segl; sigl so avstað, sum tú gjørdi síðst; tá man tú koma hagar, tú finnur hestin við bjøllunum á øllum fýra beinunum.” Tá ið mamman hevði sagt hetta, hvarv hon.

Pink-Elin fer nú til harramannin og biður geva sær fýra tættir av strýggj.

”Tað skal tú fáa,” sigur harramaðurin, ”strýggj trýtur okkum ikki.” Hon fær so nógv, sum hon vil hava, og skundar sær av stað við tí.

Aftur siglir hon burtur við sópingartrognum, við rívuskaftinum og tí blomstruta fyriklæðnum, fer sum veður og vindur førir hana, og aftur kemur hon inn undir trøllaoynna, leggur at og fer upp á land, klívur upp á takið og kagar niður gjøgnum ljóaran. Rætt tá sita trøllini og eta døgurða. Á beitinum har við húsið liggur bjølluhesturin. Pink-Elin fer nú niður av takinum og út á beitið, bindur strýggið um beinini á hestinum, so bjøllurnar skulu ikki hoyrast, og leiðir hann oman til strandar. Men skamm fái tað, at meðan hon tekst við at fáa hestin í trogið, dettur strýggið av einum beininum, og bjøllan klingar. Í somu løtu koma allir trøllabrøðurnir stunandi oman í fjøruna; tað var í síðstu løtu, hon slapp útfrá, so teir rukku henni ikki.

Tit kunnu ikki ætla, hvussu óðir teir brøðurnir vóru, tá ið teir sóu Pink-Elina sigla burtur við bjølluhestinum; eyguni lýstu, og teir slógu um seg við halanum, skrálaðu eftir henni og søgdu: ”Pink-Elin! Pink-Elin! Tú hevur fyrst fírt mammu í vatnbrunnin, stolið ljósastakan, sum lýsir við ongum ljósi, og nú fer tú við bjølluhestinum; kemur tú aftur higar, skal tú fáa at síggja, at vit hevna okkum!”

Pink-Elin læði at teimum og rópti: ”Einaferð komi eg aftur enn.” Hon siglir nú heim, og ferðin gongur bæði skjótt og væl.

Tá ið Pink-Elin kemur til garðs við bjølluhestinum, er harramaðurin bæði glaður og ovfarin; tað var ikki eiti á at fáa ein sovorðnan hest! Og hann gav henni beinanvegin tær tríggjar skeppurnar av gulli, hann hevði lovað henni.

Pink-Elin er findarglað, at ferðin eydnaðist so væl, og fyri alt gullið, hon fekk.

Men tær báðar systrarnar vóru øvundsjúkari enn nakrantíð; tær blundaðu ikki um næturnar, lógu bert og grundaðu yvir, hvussu tær skuldu koma systrini aftur um brekku.

So ein dagin siga tær við harramannin, at Pink-Elin kann fáa honum tað, sum mætari er enn bæði bjølluhesturin og ljósastakin, sum lýsir við ongum ljósi, um bara hon vil.

Tað helt nú harramaðurin valla kundi bera til; spurdi, hvat tær meintu við.

”Jú,” søgdu tær, ”hon kann lættliga fáa tygum eina súgv, sum er soleiðis dánað, at tygum skera ikki so stór kut av henni, at hon grør ikki aftur beinanvegin.”

Tað helt harramaðurin við, at eitt sovorðið kríatúr hevði verið meira vert enn stakin og hesturin; hann sendir boð eftir Pink-Elini beinanvegin og sigur við hana: ”Mær er sagt, at tú - um bara tú vil - kann fáa mær eina súgv, sum er soleiðis dánað, at hvussu stórt kut verður skorið av henni, so grør hon aftur beinanvegin; hesa súgv vil eg fegin hava.”

Pink-Elin græt og illa læt, bað fyri sær og segði, at hon visti einki um, at sovorðnar sýr vóru til, og visti einki um, hvar tær vóru at finna.

Men harramaðurin varð við sítt: ”Hesa súnna vil eg hava. Far nú at sóknast eftir henni, og kom so við henni. - Sjálvandi skal tú ikki gera tað fyri einki; tá ið tú kemur við súnni, skulu vit gifta okkum. So verður alt, bæði leyst og fast her á garðinum, líka væl títt sum mítt.”

Ja, ja, hetta vóru ikki eiti á kor; men hvat nyttaði tað, tá ið hon visti ikki síni livandi ráð, hvar ein sovorðin súgv var at finna. Hon ger so tað einasta, hon kann, fer grátandi út aftur á grøvina hjá mammu síni. Aftur kemur mamman upp úr grøvini og sigur: ”Grát nú ikki, Pink-Elin mín! Far tú heim til harramannin og bið hann geva tær tvær fleskasíður; ber tær so í sópingartrogíð og sigl av stað við teimum, sum bár og byrur bera teg; so man tú fara at koma hagar, sum tú kann finna súnna.” Tá ið mamman hevði sagt hetta, hvarv hon.

Pink-Elin fer nú til harramannin og biður um tær tvær fleskasíðurnar; hon fær tær, áðrenn hálvtalað er orð; hann er bæði blíður og týður.

Hon fer nú í sópingartrogið við fleskinum, setur rívuskaftið til mastur og tað blomstruta fyriklæðið til segl; so fer hon av stað, sum bár og byrur bera.

Aftur kemur hon inn undir trøllaoynna, leggur at við trognum og fer upp á land. Hetta er rætt um tað mundið, tá ið trøllini sova eftir døgurða; hon hoyrir, hvussu tey rjóta, so tað rungar í homrunum.

Á beitinum við húsið gongur tann sjáldsama súgvin, og ein lítil trølladrongur er settur at goyma at henni. Pink-Elin fer til trølladreingin og sigur við hann: ”Her havi eg tvær fleskasíður, sum trøllini skulu eiga; hygg, far og ber teimum tær; eg skal goyma at súnni ímeðani.”

Trølladrongurin órar einki ilt og fer við fleskinum niðan í húsið til trøllini.

Men nú trøllini hoyra, hvussu vorðið er, óra tey ilt beinanvegin, og trøllabrøðurnir rúka av stað oman í fjøruna beinanvegin. Teir síggja, hvar ið Pink-Elin fer leiðandi súnna, og renna fyri lívinum at fáa hana aftur; og áðrenn hon er komin í trogið við henni, eru teir har og taka súnna frá henni, seta hana aftur á beitið, leiða so Pink-Elina niðan í húsið, geva trøllapápanum hana og siga: ”Hygg, pápin, her er nátturðakrás; kóka okkum hana nú, til vit koma aftur úr bønum í kvøld.” Og so fóru teir frá húsum.

Trøllapápin tekur øksina undan sperruni og fer at brýna. Pink-Elin býður sær til at vinda undir. Tá ið hvast er, førkar hann sær høggastabban fram á gólvið og sigur: ”So genta, legg nú hálsin niður á stabban, so høggi eg.”

Pink-Elin er til dystin fús beinanvegin; men hon hevur sovorðin hábrøgd fyri, ongantíð er í lagi hjá henni. Trøllapápin ótolnast og sigur: ”Hvussu er vorðið, tað verður einki til hjá tær?”

”Nei, eg dugi ikki at fáa hálsin niðurat,” sigur gentan, ”vís mær, hvussu eg skal gera.”

”Ája, tað veitst tú,” sigur trøllapápin, ”tit mannabørn eru altíð so eiðasør í sovorðnum! kom, lat meg vísa tær.” Hann leggur seg niður og gevur sær góða tíð, leggur hálsin so væl niður á stabban og sigur: ”Hygg, genta, soleiðis skal tú gera.”

Tá er Pink-Elin ikki sein, hon tekur ta nýbrýndu øksina og høggur til, so hálsurin rýkur av. Hon tekur nú kroppin og koyrir í súpanargrýtuna, sum hongur yvir eldinum og leggur høvdið í seingina, letur tað í nátthúgvu. Síðani skundar hon sær eftir súnni og fær sær hana oman í trogið.

Tá ið trøllabrøðurnir koma aftur úr bønum um kvøldið, eru teir nátturðasvangir, taka grýtuna, sum hongur og kókar, útav og seta seg uttan um hana at súpa, lata óføra væl at súpanini, men fýlast á kjøtið, at tað er so seigt av ungum fólki at vera; men teir eta ramliga kortini. Tá ið teir fara at vera mettir, heldur ein bróðirin:

”Pápin skuldi eisini komið og fingið sær nakrar bitar, meðan nakað er.”

”Vit kunnu vekja hann,” heldur ein annar, fer at seingini og rópar á hann:

”Kom upp og et, pápin, áðrenn uppi er.” Men pápin lætst ikki um vón. So koyrir hann undir vangan á honum: ”Kom og...” Tá sær hann, hvussu vorðið er, at har liggur bert høvdið í seingini. Tá rópar hann á hinar: ”Ei dáni í at kjøtið er so seigt; tað er pápi, vit hava etið til nátturða, her er bara høvdið eftir í seingini.”

Nú skiltu trøllabrøðurnir, at Pink-Elin hevði aftur verið uppi í leikinum; og teir lupu av stað rópandi og skrálandi til strandar, ovursintir, slógu við halunum so sandrokið stóð upp, og eyguni logaðu. Men har gjørdist einki, gentan var komin so langt frá landi, at teir rukku henni ikki; men róptu og nevaðu eftir henni:

”Á Pink-Elin! Pink-Elin! Tú hevur koyrt mammu í vatnbrunnin, stolið ljósastakan, sum kann lýsa við ongum ljósi, stolið bjølluhestin; nú hevur tú dripið pápa og stolið súnna frá okkum. Kemur tú nakrantíð aftur higar, kann tú líta á, at vit hevna okkum!”

Men Pink-Elin rópti aftur ímóti: ”Nei, nú komi eg ikki aftur higar; men eg skal senda tykkum tað, sum tit skulu verða glaðari fyri enn alt tað, sum eg havi tikið frá tykkum.”

Síðani siglir Pink-Elin heim við sópingartrognum, sum bár og byrur bera hana. Tá ið hon kemur at landi, stendur harramaðurin á sandinum fyri henni og tekur ímóti. Og nú er alt gleði og gaman; harramaðurin biður hana vera væl aftur komna, takkar fyri hesa ráru súgv, hon hevur fingið, heilsar henni og førir hana heim á harragarðin í gylta stásvagni sínum.

Stutt eftir hetta halda Pink-Elin og harramaðurin brúdleyp, og har var bryggjað, og har var bakað í nógvar dagar, tað treyt hvørki skart ella skreyt. Tey livdu saman í miklum yndi hvørt til annað.

Men tær eldru systrarnar báðar vóru øvundsjúkari enn nakrantíð; tær eru alsamt á harragarðinum, men kenna seg heilt fyri ongum, og eingin av hinum tænastufólkunum vil koma sær í hóslag við tær longur. Alt, tær høvdu lagt ráð upp um fyri at skaða systur sína, hevði nú vent sær til tað besta fyri hana - og til verri fyri tær. - Hon var nú frúa á garðinum og hevði alt at siga yvir teimum. Tí eru tær heilt í døpurhuga um, hvat tær skulu grípa til.

Men so ein dagin koma tær báðar til systrina og spyrja, um tær kunnu ikki læna sópingartrogið, rívuskaftið og tað blomstruta fyriklæðið, tí tær ætlaðu sær út at sigla eina løtu til stuttleika.

Pink-Elin dró á bæði, visti ikki rættiliga, hvat hon skuldi svara. Men tær vórðu meira og meira altráar, harðnaðu á málinum og illfýsnar. So játtaði hon: ”Jú, jú, hava tit hug at fara, so takið trogið, rívuskaftið og tað blomstruta fyriklæðið.”

Systrarnar fara nú í sópingartrogið, seta rívuskaftið til mastur og hava tað blomstruta fyriklæðið til segl. So fara tær frá landi.

Tað er ikki leingi, nú eru tær inni undir trøllaoynni: ”Ája,” hugsa tær við sær, ”Her er tað Pink-Elin hevur funnið alt tað rára, hon hevur drigið heim til harramannin og fingið lokkað hann at giftast við sær. Nú skulu tær fara at finna okkurt uppaftur sjaldsamari ting.” Og tær leggja at landi við góðum treysti.

Men uppi við hús sita trøllabrøðurnir og síggja trogið koma at landi við tí blomstruta fyriklæðnum til segl. Tá leypa teir upp: ”Á har kemur Pink-Elin aftur, nú skal hon ikki sleppa frá okkum!” Teir taka knívar sínar við og fara rennandi oman í fjøruna, standa so har, tá ið systrarnar leggja at landi, glaðir fyri tann góða fong, teir nú hava fingið.

Teir taka systrarnar og leiða tær niðan ímóti húsinum. Tá sigur ein av brøðrunum fróur: ”Umsíðir eydnaðist tað kortini at fáa moyra krás.”

”Nei, nei, tær skulu ikki verða krás; tær skulu verða brúðrar okkara!”

”Ja, ja, konur okkara!” rópa nú allir trøllabrøðurnir og dansa uttan um tær á vøllinum, ”Vit skulu hava brúdleyp og bjóða øllum trøllunum. - Hó hey hó; hó hey há,” kvóðu teir.

Nú varð boðið til brúdleyp um alla trøllaoynna; og tað var mikið sták. Trøllaabbin varð heintaður at seta hala upp á systrarnar, og trøllaomman at klæða tær í brúðarstás.

So tustu øll trøllini saman, og har varð etið, og har varð drukkið, so tað var eingin endi á.

Men sópingartrogið slepti sær sjálvt aftur á flot, rívuskaftið reisti seg upp til mastur, og tað blomstruta fyriklæðið spenti seg fyri til segl, og síðani sigldu tey heim aftur til eigara sín, Pink-Elina.

Soleiðis endar søgan.

Úr bókini ”Ævintýr 4”. Heðin Brú týddi. Føroya lærarafelag gav út í 1970.

Upprunaheiti: ”Ederland Hønsepige”. Thormod Kidde: ”Danske Folkeeventyr”. Gyldendal 1964.

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019