• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Pink-Óli

 

Eina ferðina var tað ein fátækur maður, ið átti ein son, sum æt Óli. Og av tí, drongurin var so ógvuliga neyðarsligur og lítil, róptu tey hann Pink-Óla.

Men heima var lítið bæði at bíta og brenna, so best sum er, fer pápin burtur í bygd við soninum at fáa onkran Guds vin at hava hann. Ája, teir ganga inn í nógv hús. Faðirin vísir drongin fram og heldur við fólk, at hann dugir at sita hjá kríatúrunum fyrr enn ikki. Men tá ið fólk síggja, hvussu vesælur hann er, vil eingin hava hann.

At endanum koma teir inn til sýslumannin. Jú, hann vil hava drongin, sigur seg beint nú hava koyrt eitt óvætti á dyr.

Tað verður so gjørt av, at Pink-Óli skal vera hjá sýslumanninum. Hann hevði nú einki gott orð á sær sum húsbóndi - harðligur móti tí, ið minni máddi, og natin. Drongurin skuldi fáa inn í munnin fyri tænastuna. Klæðir upp á kroppin ella løn varð einki talað um.

Pink-Óli er nú har á sýslumansgarðinum í trý ár. Men so ein góðan dag fer hann til húsbónda sín og sigur, at nú lystir honum at fara hiðani.

“Ja, ja,” sigur sýslumaðurin, “fer tú, so fer tú. Nú skal eg geva tær løn. Tú fær ein skilling fyri árið. Her hevur tú tríggjar skillingar.”

Pink-Óli helt, at hetta var ikki so lítið; tí aldri hevði hann hildið einum oyra í hondini áður. Men hann spyr kortini, um hann kann ikki fáa eitt sindur afturat.

“Nei,” sigur sýslumaðurin, “tú hevur fingið meir, enn tú eigur eftir avtaluni.”

“Ja, men eg má fáa eitt sindur fyri klæðir,” sigur Pink-Óli, “havi slitið alt burtur av mær, síðani eg kom higar og einki fingið aftur. Hetta eru teir beru kloddar, eg gangi í.”

“Nei,” sigur sýslumaðurin, “tú hevur fingið eftir avtalu og tríggjar skillingar afturat. Nú verður sum er. Men tú kann fáa ein bita upp á vegin við tær, vil tú.”

Ája, Pink-Óli fer av stað, glaður fyri at sleppa úr sýslumansgarðinum; tí stríggisligt hevur verið. Hann ber teir tríggjar skillingarnar í nevanum, letur hondina upp og hyggur at teimum upp í millum. Hann kennir seg eiga nógv og setur sær fyri at keypa klæðir í staðin fyri kloddarnar, hann gongur í.

Tá ið Pink-Óli hevur gingið bæði langt og leingi, kemur hann inn í ein dal við høgum fjøllum báðumegin. Hann støðgar á, leggur høvdið aftur á herðar og hyggur upp á sýnina í erva. Hugsar hann við sær: - Tað hevði verið stuttligt at farið upp um har og sætt, hvussu vorðið var hinumegin. Jú, hann leggur til brots, beint í bróstið niðaneftir. Orkulítil er hann, so tíðum setir hann seg at rinda møðina. Hvørja ferð, hann hvílir seg, letur hann hondina upp og hyggur at teimum trimum skillingunum, sum hann er so glaður fyri.

Tá ið hann kemur niðaná og hyggur inn yvir fjallavíddina, er ikki annað at síggja enn ein stór mófløta. Aftur setir hann seg, letur hondina upp og hyggur at teimum trimum skilling-unum. Best sum hann nú situr og hugsar um klæðini, hann skal keypa sær, hvøkkur hann upp og sker í eitt róp: Ein fátækur maður stendur uppi yvir honum, so langur og so løgin á at líta, at Pink-Óli verður hjartkiptur.

“Óttast ikki meg,” sigur maðurin, “eg geri tær einki; biði bert um ein skilling í Harrans navn.”

“Hann náði tygum,” sigur Pink-Óli, “eg eigi bert tríggjar skillingar og eri á veg at keypa mær klæðir fyri teir. Hetta, eg eri í, fjalir ikki kroppinum.”

“Eg eri verri fyri enn tú,” sigur fátækramaðurin, “eg eigi ongan skilling, og míni klæði eru uppaftur kloddutari enn tíni.”

“Ja, ja, so má tú fáa skillingin,” sigur Pink-Óli.

Tá ið hann hevur gingið ein góðan tein afturat, setur hann seg aftur at hvíla, letur hondina upp og hyggur at teimum tveimum skillingunum, hann hevur eftir. Einaferð honum er hyggjandi upp, stendur aftur ein fátækur maður uppi yvir honum, enn longri og undarligari enn hin fyrri. Pink-Óli rópar við av ræðslu og skal halda til beins. Men fátækra-maðurin sigur sáttliga:

“Óttast ikki meg, eg geri tær einki, biði bert um ein skilling í Harrans navn.”

“Hann náði tygum,” sigur Pink-Óli, “eg eigi bert tveir skillingar, og eg eri á veg at keypa mær klæði fyri teir. Høvdu tygum verið komin fyrr, so...”

“Eg eri verri fyri enn tú,” sigur fátækramaðurin, “eg eigi ongan skilling, havi størri kropp og minni klæði uppi á honum enn tú.”

“Ja, ja, so mugu tygum fáa skillingin,” sigur Pink-Óli.

Aftur gongur drongurin eina góða løtu, verður móður og setir seg at hvíla. Hann letur hondina upp og hyggur at tí eina skillinginum, hann hevur eftir. Men áðrenn hann varir nakað, hvøkkur hann upp og skal taka til rýmingar: Fyri triðju ferð stendur ein fátækur maður uppi yvir honum, nógv longri og nógv óskotligari enn hinir báðir. Fátækramaðurin sigur sáttliga: “Óttast ikki meg, eg geri tær einki, biði bert um ein skilling í Harrans navn.”

“Hann náði tygum,” svarar Pink-Óli, “eg eigi bert einans skilling eftir og eri á veg at keypa mær klæði. Hevði eg havt hitt tygum fyrr, so...”

“Eg eri verri fyri enn tú,”sigur fátækramaðurin, “eigi ongan skilling, havi størri kropp og minni at fjala hann við enn tú.”

“Ja, ja, so má tú fáa skillingin meðni,” sigur Pink-Óli, “nú hava tit tríggir hvør sín, og eg havi ongan.”

Tá sigur fátækramaðurin við drongin: “Síðani tú er so hjartagóður, at tú gevur burtur alt, tú eigur, skal tú sleppa at ynskja tær trý ting, og tú skal fáa tey. So er tað eitt ting fyri hvønn dálan, tí tað eri eg, ið havi fingið teir allar, havi bert skapt meg um hvørja ferðina.”

Pink-Óli sigur nú, at hann hevði altíð ynskt sær eina symfan og dugt at leikað so á henni, at alt livandi, sum hoyrdi tónarnar, skuldi fyllast við gleði og fara at dansa. Hetta skal so vera mítt fyrsta ynski.”

“Tað skal tú fáa,” sigur fátækramaðurin, “men lítið bað tú um. Hugsa teg betur um næstu ferð.”

Pink-Óli sigur: “Eg havi altíð stundað eftir at átt byrsu og dugt so væl at skjóta, at alt fall, eg miðaði eftir, hvussu langt boðið var. Hetta skal vera mítt annað ynski.”

“Tað skal tú fáa,” sigur fátækramaðurin, “men smáligt tók tú til. Hugsa teg betur um næstu ferð.”

Pink-Óli sigur: “Mær hevur altíð dámt at hitta blíð og góðgerin menniskju. Hevði viljað átt tær gávur, at eingin sýtti mína fyrstu bøn. Hetta skal vera mítt triðja ynski.”

“Tað skal tú fáa. Nú ynskti tú betur,” sigur fátækramaðurin og hvarv inn yvir tær víðu mófløturnar á fjallinum.

Pink-Óli er nú móður, dagurin er komin at kvøldi, so hann leggur seg bert við frið at sova. Hann vaknar ikki aftur fyrr enn tann ljósa morgun. Nú liggja bæði symfanin og byrsan undir liðini á honum har á vøllinum. Tit kunnu ætla, hann er glaður, tekur hesar kæru lutir upp í hondina og kínir teimum. Men har uppi á fjallinum er einki livandi at spæla streingjaleik fyri ella at skjóta. Tað var best at sleppa sær burtur hiðani sum snarast. Nú gekk lættari hjá dronginum, tí nú var hvørt spor á høvdið.

Tá ið Pink-Óli kemur niður í bygdina, fer hann fyrst inn til handilsmannin, biður geva sær klæðir, so inn til ein bónda og biður geva sær ross, síðani inn til smiðin og biður geva sær vogn - fer soleiðis mann frá manni, til hann hevur fingið alt, hann hevur fyri neyðini. Og allastaðni fær hann ja, áðrenn hálvtalað er orð.

Síðani koyrir Pink-Óli stásisliga gjøgnum dalin. Tá ið hann hevur koyrt ein góðan tein, møtir hann sýslumanninum:

“Góðan dag, húsbóndi,” sigur Pink-Óli.

“Góðan dag,” sigur sýslumaðurin, “havi eg verið húsbóndi tín?”

“Ja, minnast tygum ikki? Eg tænti tygum trý ár fyri tríggjar skillingar,” sigur drongurin.

“Ja, nú ørminnist eg um tað,” sigur sýslumaðurin, “ikki eiti á so mikil maður tú er vorðin alt í einum. Hvussu er tað borið til?”

“Jú, soleiðis hevur tað nú lagað seg fyri mær,” sigur Pink-Óli. Hann hevur symfanina í hondini.

“Og tú spælir tær við symfan?” hevur sýslumaðurin á orði. Pink-Óli svarar, at honum hevur altíð longst eftir at sleppa at spæla og fáa fólk at dansa. “Men tað besta, eg eigi, er handa byrsan, skal eg siga tygum. Eg raki mest sum alt, eg miði eftir - síggja tygum hasa krákuna, ið situr á hamrinum har dygst burturi? Hvat geva tygum mær, rámi eg hana?”

“Hasa krákuna fær tú ikki. Hon er longri burtur enn so. Eg leggi góðs og garð og alt, sum stár á. Men so má tú eisini leggja á alt, tú eigur,” sigur sýslumaðurin. Hann býður sær eisini at fara eftir krákuni, tá ið hon fellur, og lær við.

Jú, Pink-Óli setir alt í veð, hann eigur. Síðani tekur hann byrsuna, miðar á krákuna og skjýtur. Krákan dettur út av hamrinum og niður í urðina.

“Ein óreinskan slái, fall hon,” letur í sýslumanninum, hann fer til gongu eftir henni. Drongurin fer stillisliga aftaná, heingir byrsuna aftur um herðarnar og tekur symfanina í hondina, hevur skjarmin tilreiðar. Nú sýslumaðurin er komin í tjúkkastu urðina og er næstan fjaldur millum tað stóra, hvassa grótið, slær Pink-Óli á streingirnar, og tónarnir klinga.

Tað er ikki lagaboð! Sýslumaðurin grýtir ta deyðu krákuna frá sær og so at dansa av øllum alvi. Urðargrótið skurslaði hann, skræddi honum klæðini og skar upp gjøgnum skógv-arnar. Men so leingi drongurin spældi, helmaði hann ikki í við dansinum. So illa var hann komin, at hann græt og bað fyri sær, bønaði Pink-Óla um at støðga.

“Ja,” sigur Pink-Óli, “tygum skulu sleppa. Tí nú hugsi eg, tygum eru líka kloddutur, sum eg var hin dagin, eg fór frá tygum.” Men fyrst mátti sýslumaðurin lata, ikki alt, hann setti í veð, men eina hóskandi samsýning. Og tað gjørdi hann glaðiliga fyri at sleppa undan at dansa í urðini.

Nú fer Pink-Óli inn í stórstaðin á eitt gistingarhús. Alt fellur væl í lag fyri honum, tí eingin kann sýta honum fyrstu bøn. Har slær hann symfan sína dagin langan. Øll, ið koma har, dansa og eru glað, alt er gleimur og kæti.

Men smátt verið tí fyri: Best sum er, koma varðmenn har og skulu taka hann á rættarting; hann skal verða dømdur, tí sýslumaðurin hevur meldað hann fyri at hava elvt honum ónáðir.

Pink-Óli bert lær at, tekur symfan sína og slær streingirnar. Og í sama bili dansa allir varðmenninir, dansa og dansa til teir at endanum fara umkoll og liggja sum deyðir á jørðini.

Tá ið varðmenninir vinna ikki á dronginum, verða hermenn í stórum nøgdum sendir eftir honum. Men teimum gongur ikki betur. Hvat er nú at gera? Jú, sýslumaðurin finnur upp á ráð: Teir skulu taka hann, meðan hann svevur. Tá ber til; teir fáa hann, føra hann á rættarting, og har verður hann dømdur til at verða hongdur beinanvegin.

Nú er verri vorðið. Gálgi verður reistur, nógv fólk er komið á staðin at síggja tilgongdina, og nú koma hermenninir við Pink-Óla. Byrsuna og symfanina hevur hann hjá sær, gongur ógvuliga spakuliga og hvílir seg fyri hvørja trappu, hann stígur upp at gálganum. Tá ið hann er komin heilt upp, rópar hann á høvuðsdómaran at gera sær eina bøn, áðrenn hann letur lív: sleppa sær at spæla eina løtu á symfanina.

Tá rópar sýslumaðurin ikki at sleppa honum at spæla, tí tá verður úti við øllum; biður ið hvussu er binda seg aftur at einum træ, so hann dansar seg ikki til ólívs. Tað verður gjørt. Men høvuðsdómarin kann ikki sýta Pink-Óla hesa bøn, og drongurin fer at spæla. Tá er alt umskift, alt livandi fer at dansa, dómararnir, hermenninir, bøðilin, øll ið vóru komin at síggja, hundarnir í túninum, rossini, ketturnar, alt dansaði, og tá ið tey orkaðu ikki meir, lógu tey sum deyð á jørðini. Ringast gekst sýslumanninum; tí hann var bundin aftur at trænum, so tað hevði gnagað hann heilt at beini.

Pink-Óla var tað eingin, ið hugsaði um meira, hann tók symfanina og byrsuna við sær, og so fór hann til stroks, til hann kom onkustaðni, honum dámdi at vera. Hann livdi glaður og fríur allar sínar dagar. Tí tað var eingin, sum kundi sýta honum ta fyrstu bøn, hann bað um.

 

Úr bókini ”Ævintýr 2”. Heðin Brú týddi. Føroya lærarafelag gav út í 1964.

Upprunaheiti: ”Veslefrik med felen””. P. Chr. Asbjørnsen: ”Eventyr for børn III”, Gyldendalske Forlag, København 1884.

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019