• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Pinkulisa

Einaferð var tað ein kona, sum ynskti sær at fáa eitt pinkulítið barn, men hon visti ikki, hvaðani hon skuldi fáa tað. So fór hon til eina gamla gandakelling og segði við hana: ”Eg vildi so fegin fingið eitt lítið barn, kanst tú ikki siga mær, hvaðani eg kann fáa eitt sovorðið barn?”

”Jú, tað skuldi farið at borið til!” segði gandakellingin. ”Her hevur tú eitt byggkorn. Tað er als ikki av sama slag sum tey, ið vaksa í akrinum hjá bóndanum, ella sum tey, vit geva høsnunum. Set tað í ein urtapott, so skalt tú sleppa at síggja!”

”Takk skalt tú hava!” segði konan og gav kellingini tólv skillingar, fór so heim og setti byggkornið niður, og beinanvegin fór ein alvøkur blóma at vaksa. Hon var meinlík eini tulipán, men bløðini lógu tætt saman, eins og hon enn var í knubbi.

”Hatta er ein vøkur blóma!” segði konan og mussaði tey reyðu og gulu bløðini, men beint, sum hon mussaði, hoyrdist ein brestur frá blomstrinum, og so læt blóman seg upp. Tá sást, at tað veruliga var ein tulipán, men mitt í blómuni í tí grøna stólinum sat ein pinkulítil genta, so fín og vøkur og yndislig, og tey góvu henni navnið Pinkulisa.

Eina stásiliga, lakksmurda valnøtuskel fekk hon til vøggu, blákollubløð til madrassu og eitt rósublað fekk hon til dýnu. Har svav hon um náttina, men um dagin spældi hon á borðinum. Konan hevði sett ein borðisk á borðið, og í hann hevði hon lagt ein heilan krans av blomstrum, sum høvdu stelkarnar niðri í vatninum. Har fleyt eisini eitt stórt tulipánblað, og á tí kundi Pinkulisa sita og flóta frá einari trom á borðiskinum til aðra. Til árar hevði hon tvey hvít rossahár. Tað var vakurt at síggja. Hon dugdi eisini at syngja, á so fínt og vakurt, sum ongin skal hava hoyrt áður.

Eina náttina, meðan hon lá í síni vøkru song, kom ein ljót froskpadda hoppandi inn gjøgnum vindeygað, tí ein rútur var brotin. Froskpaddan var bæði ljót, stór og vát, og hon hoppaði beint yvir á borðið, har sum Pinkulisa lá og svav undir tí reyða rósublaðnum.

”Hatta er vøkur kona til son mín!” segði froskpaddan, og so tók hon valnøtuskelina, har sum Pinkulisa lá og svav, og fór hoppandi við henni gjøgnum rútin og niður í garðin.

Har rann ein stór, breið á, men inni við bakkan var grunt, runut og mýrukent. Har livdu froskpaddan og sonur hennara. Oys, hann var eisini bæði fúlur og ljótur, meinlíkur mammuni. ”Koaks, koaks, brekku-ku-kuks!” var tað einasta, hann dugdi at siga, tá ið hann sá hesa alvøkru gentuna í valnøtuskelini.

”Rópa ikki so hart, tí tú vekur hana!” segði gamla froskpaddan, ”tað kundi hent seg, at hon rýmdi frá okkum, tí hon er so løtt sum eitt svanadún! Vit skulu seta hana út í ánna á eitt av teim stóru ákannubløðunum, tað er fyri henni, sum er so løtt og lítil, sum ein oyggj at vísa seg. Haðani fær hon ikki rýmt, meðan vit gera góðustovu til niðri undir móruni, har sum tit bæði skulu búgva!”

Úti í ánni vuksu so nógvar ákannur við teim breiðu, grønu bløðunum, sum flóta oman á vatnskorpuni. Tað blaðið, sum var longst úti, var eisini tað størsta. Út til tað svam tann gamla froskpaddan við valnøtuskelini og Pinkulisu og setti hana har.

Hetta lítla neyðardýrið vaknaði heilt tíðliga um morgunin, og tá ið hon sá, hvar ið hon var, fór hon at gráta so syndarliga, tí har var vatn allastaðni uttan um tað stóra, grøna blaðið, so at hon als ikki slapp at landi.

Gamla froskpaddan sat niðri í móruni og prýddi um stovuna við sevi og gulum sóljuknubbum, so at har skuldi vera fínt at koma hjá nýggju sonarkonuni. So svam hon saman við ljóta soni sínum út til blaðið, har Pinkulisa stóð. Tey komu eftir songini hjá henni, tí at hon skuldi setast í brúðarkamarið, áðrenn hon sjálv kom. Gamla froskpaddan neig djúpt niður í vatnið fyri henni og segði: ”Her skalt tú síggja son mín, hann skal vera maður tín, og tit skulu búgva so hugnaliga niðri í móruni!”

”Koaks, koaks, brekku-ku-kuks!” var tað einasta, ið hann dugdi at siga.

So tóku tey ta vøkru songina og svumu burtur við henni, men Pinkulisa sat einsamøll eftir og græt á tí grøna blaðnum, tí hon vildi ikki búgva saman við hasi ljótu froskpadduni ella hava avskræmiliga son hennara til mann.

Teir smáu fiskarnir, sum svumu niðri í vatninum, høvdu helst sæð froskpadduna og hoyrt, hvat ið hon segði. Tí stungu teir høvdið uppundan, tí teir vildu sleppa at síggja hesa lítlu gentuna. Beinanvegin, teir sóu hana, hildu teir hana vera so vakra, og teim tykti synd í henni, at hon skuldi noyðast at fara niður til ta ljótu froskpadduna.

Nei, tað mátti ikki henda seg. Teir tustu saman niðri í vatninum uttan um tann grøna stelkin, sum var fastur í blaðnum, sum hon stóð á, gnagaðu stelkin av, og so fór blaðið oman eftir ánni, burtur við Pinkulisu, langt burtur, har froskpaddan kundi ikki koma.

Pinkulisa fór fram við so nógv ymisk støð, og teir smáu fuglarnir, sum sótu í trøunum, sóu hana og sungu: ”Á tann vakra genta!” Blaðið við Pinkulisa fleyt longri og longri burtur, og soleiðis fór Pinkulisa út í verðina.

Ein deiligur, hvítur summarfuglur bleiv við at flúgva rundan um hana, og endin var, at hann setti seg á blaðið, tí hann helt so nógv av Pinkulisu, og hon var so glað, tí nú kundi froskpaddan ikki koma eftir henni, og her var so deiligt, har hon fleyt. Sólin skein á vatnið, tað var sum skínandi gull. So tók hon miðjubandið, bant annan endan upp í summarfuglin og hin gjørdi hon fastan í blaðið. Tá fór tað nógv skjótari og hon við, tí hon stóð jú á blaðnum.

Í sama viðfangi kom ein aldinbori flúgvandi. Hann sá hana, og beinanvegin tók hann klónna tvørtur um miðjuna á henni og fleyg upp í eitt træ við henni. Men ringast var hon um summarfuglin, sum hon hevði bundið fast í blaðið. Slapp hann ikki leysur, so doyði hann í hungri. Men tað legði aldinborin onki í. Hann setti seg við Pinkulisu á tað størsta blaðið á trænum, gav henni tað søta úr blomstrunum at eta og segði, at hon var so vøkur, tó at hon als ikki líktist einum aldinbora. Seinni komu allir hinir aldinborarnir, sum búðu í trænum, at vitja. Teir hugdu at Pinkulisu, og gentualdinborarnir snerktu og søgdu: ”Hon hevur ikki meir enn tvey bein, tað sær neyðarsligt út.” - ”Hon hevur ongar kampar!” søgdu tær. ”Hon er so miðjumjá, tví! Hon líkist einum menniskja. Hon er ljót!” søgdu allir kvennaldinborarnir. Og kortini var Pinkulisa so ógvuliga vøkur. Tað helt eisini tann aldinborin, sum tók hana, men tá ið allir hinir søgdu, at hon var ljót, so fór hann eisini at halda tað sama og vildi als ikki hava hana. Hon kundi fara, hvar hon vildi. Tey flugu niður úr trænum við henni og settu hana í eina baldursbrá. Har sat hon og græt, tí hon var so ljót, at aldinborarnir vildu ikki hava hana, og so var hon kortini tað vakrasta, sum nakar kundi hugsa sær, so fín og skínandi sum vakrasta rósublað.

Alt hetta summarið livdi neyðars Pinkulisa einsamøll í tí stóru skógini. Hon flættaði sær eina song av grasstráum og hongdi hana upp undir eitt stórt hømiliublað, so at hon hekk í lívd fyri regninum. Hon pilkaði sær tað søta burtur úr blomstrunum og át, og so drakk hon døggina, sum hvønn morgun var á bløðunum. Soleiðis fór summarið og heystið, men so kom veturin, tann kaldi, langi veturin. Allir fuglarnir, sum høvdu sungið so vakurt fyri henni, rýmdu. Trøini og blomstrini følnaðu, tað stóra hømiliublaðið, sum hon hevði búð undir, rukkaði seg saman til ein gulan, trænaðan legg, og hon var so ógvuliga køld, tí klæðini vóru skrædnað, og sjálv var hon so lítil og pappírslig, neyðars Pinkulisa, at hon fór at stirðna í hel. Tað fór at kava, og hvør flykra, sum datt á hana, kendist sum ein heilur spaki av kava, sum var blakaður á okkum, tí vit eru so stór, og hon var ikki longri enn ein tummi. So ballaði hon seg inn í eitt følnað blað, men í tí var ongin fløvi, og hon skalv av kulda.

Beint uttan fyri skógina, sum hon nú búði í, var ein stórur akur, men kornið var langt síðani burtur, og einans teir naknu strástubbarnir stóðu upp úr teirri frystu markini. Teir vóru sum ein heil skóg hjá henni at ganga ímillum, á, hon skalv av kulda. So kom hon til dyrnar hjá hagamúsini. Tað var ein lítil hola inni millum strástubbarnar. Har búði hagamúsin flótt og gott, hevði stovuna smekk fulla av korni, ein deiligan køk og spískamar. Neyðars Pinkulisa stóð úti í durunum sum ein onnur fátæk genta og bað geva sær eitt petti av einum byggkorni, tí hon hevði ikki smakkað matartuggu nú í tveir heilar dagar.

”Neyðardýrið!” segði hagamúsin, tí hetta var ein góð og gomul hagamús, ”Kom bara inn í ta heitu stovuna og et saman við mær!”

Henni dámdi so væl Pinkulisu, og so segði hon: ”Tú kanst gjarna sleppa at vera hjá mær í vetur, men tú skalt rudda í stovuni og hava hana nossliga, og so skalt tú siga mær frá søgum, tí tað dámar mær so væl.” Og Pinkulisa gjørdi, sum tann góða hagamúsin bað hana, og so hevði hon tað so ógvuliga gott.

”Nú fara vit skjótt at fáa vitjan,” segði hagamúsin, ”nábúgvi mín plagar eina ferð um vikuna at koma at vitja. Hann hevur tað uppaftur nógv stórfingnari enn eg, stórar stovur, og so gongur hann í fínari floyalskápu. Bara tú hevði kunnað fingið hann til mann, so vart tú væl farin, men hann er blindur. Tú mást siga honum frá øllum teim vakrastu søgunum, tú dugir!”

Men hetta dámdi Pinkulisu onki, hon vildi als ikki hava nábúgvan, tí hann var ein moldvørpa. Hann kom at vitja í síni svørtu floyalskápu, hann var so ríkur og lærdur, segði hagamúsin, og húsini hjá honum vóru tjúgu ferðir so stór sum tey hjá hagamúsini, og vísur var hann, men sólina og tey vøkru blomstrini dámdi honum onki, tey spilti hann út, tí hann hevði ongantíð sæð tey. Pinkulisa mátti sita og syngja, og hon sang bæði: ”Aldinbori, flúgv, flúgv!” og ”Munkur á bønum gongur,” og moldvørpan bleiv so óð eftir henni, tí hon hevði so gott mál, men onki segði hann, hann leyp ikki framav.

Hann hevði stutt síðani grivið ein langan tunnil úr sínari holu og til teirra. Har sluppu tær báðar, hagamúsin og Pinkulisa, at spáka sær, tá ið tær høvdu hug. Men hann segði, at tær skuldu ikki ræðast tann deyða fuglin, sum lá í tunlinum. Tað var ein heilur fuglur við fjaðrum og nevi. Hann var helst deyður stutt síðan, tá ið veturin kom, og grivin niður her, júst har hann hevði grivið tunnilin.

Moldvørpan tók eitt sindur av nøski í munnin, hann lýsir eins og mureldur í myrkri, og so gekk hon undan og lýsti teimum í hesum langa og myrka tunlinum.

Tá ið tey komu har, sum tann deyði fuglurin lá, setti moldvørpan sítt breiða trýn upp móti loftinum og trýsti moldina, so at har gjørdist eitt hol, sum ljós slapp niður ígjøgnum. Mitt á gólvinum lá ein deyð svala við teim vøkru veingjunum trýstum fast inn at kroppinum, meðan føtur og høvd lógu millum fjaðrarnar. Neyðar fuglurin var deyður í kulda. Pinkulisa var ring um fuglin, hon var so góð við allar smáfuglarnar, tí alt summarið sungu teir so vakurt fyri henni, men moldvørpan koyrdi undir hana við sínum stuttu beinum og segði: ”Nú letur hasin ikki longur. Tað má vera nógv fyri at vera føddur sum ein lítil fuglur! Gud havi lov, at onki av mínum børnum verður tað, tí ein sovorðin fuglur hevur onki uttan sítt lát og noyðist at doyggja í hungri um veturin!”

”Ja, hatta vita tygum best sum tann klóki maðurin, tygum eru,” segði hagamúsin. ”Hvat fær fuglurin fyri allan sín sang, tá ið veturin kemur? Líða kulda og hungur má hann, men tað er kanska eisini ein stødd í tí!”

Pinkulisa segði onki, men tá ið hini bæði vendu sær, boygdi hon seg niður, breiddi fjaðrarnar, sum fjaldu høvdið, burturfrá og mussaði hana á afturlatnu eyguni. ”Kanska var tað hon, sum sang so vakurt fyri mær í summar,” hugsaði hon, ”hon gleddi meg so ótrúliga nógv, hasin kæri, lítli fuglurin!”

Moldvørpan legði nú afturyvir holið, sum dagurin hevði hugt niður ígjøgnum, og fylgdi so dámunum heim. Men um náttina fekk Pinkulisa ikki sovið. So fór hon upp, flættaði eitt stórt og vakurt teppi av hoyggj, og so fór hon niður við tí og legði tað uttan um tann lítla fuglin, legði eisini mjúka bummull, sum hon hevði funnið í stovuni hjá hagamúsini, uttan um hann, so at hann kundi liggja fjálgt í tí køldu moldini.

”Farvæl, tú lítli, vakri fuglur!” segði hon, ”farvæl og takk fyri tann vakra sangin í summar, tá ið øll trøini vóru grøn, og sólin skein so fjálgt á okkum øll!” So legði hon kjálkan niður móti bringuni á fuglinum, men tá gjørdist hon so kløkk, tí tað var fyri henni, sum hon hoyrdi tað banka innanfyri. Tað var lítla fuglahjartað. Tí fuglurin var ikki deyður, hann lá bert í dvalu, og av varmanum var lív komið í hann aftur.

Um heystið flúgva allar svalurnar burtur til heitari lond, men verður ein seinkað og sleppur ikki við, so verður hon so køld, at hon smellur sum deyð til jarðar, verður liggjandi har, sum hon datt, og kavin kemur so og leggur seg oman yvir hana.

Pinkulisa fór upp at ristast, so kløkk varð hon, tí fuglurin var so stórur aftur ímóti henni, sum bert var ein tumma long. Men hon mannaði seg upp, legði bummullina fastari uttan um ta neyðars svalu og fór eftir einum myntublað, sum hon sjálv hevði havt til dýnu, og legði tað um høvdið á fuglinum.

Náttina eftir sníkti hon seg aftur niður til svaluna, og tá var rættiligt lív komið í hana, men ússalig var hon, kundi bert lata eyguni upp eina løtu og hyggja upp á Pinkulisu, sum stóð við eitt sindur av nøski í hondini, tí hon átti onga aðra lykt.

”Takk skalt tú hava, tú vakra, lítla barn!” segði sjúka svalan við hana, ”eg havi fingið sovorðnan fløva í kroppin! Brátt fari eg at vera so fræg, at eg kann flúgva aftur úti í tí heita sólskininum!”

”Á,” segði hon, ”tað er so kalt uttanfyri! Tað kavar og frystir! Verð tú liggjandi í songini, eg skal hjálpa upp á teg!”

Hon bar svaluni vatn uppi í einum blomsturblað, og hon drakk og segði frá, at vongurin var skaddur av einum rósurunni, og tí hevði hon als ikki kunnað flogið saman við hinum svalunum, tá ið tær fóru av stað til heitari lond, hon var ikki ment at fylgja teimum, og endin var, at hon datt niður á jørðina, og so mintist hon ikki til nakað meir og visti als ikki, hvussu hon var komin at liggja her.

Allan veturin hildu tær til niðri í tunlinum, og Pinkulisa var góð við hana og hjálpti upp á hana. Hvørki moldvørpan ella hagamúsin fingu nakað at vita um hetta, tí hvørgin teirra kundi tola ta neyðars fátæku svalu.

Beinanvegin, sum várið var komið, og sólin vermdi jørðina, segði svalan farvæl, og Pinkulisa læt holið upp, sum moldvørpan hevði gjørt uppi yvir teimum. Sólin skein so vakurt niður til teirra, og svalan spurdi, um Pinkulisa ikki hevði hug at koma við, hon kundi sita uppi á rygginum, og so kundu tær flúgva langt inn í ta grønu skógina. Men Pinkulisa visti, at hagamúsin fór at vera ring, um hon soleiðis rýmdi frá henni.

”Nei, eg kann ikki!” segði Pinkulisa. ”Farvæl, farvæl tú góða, vakra genta!” segði svalan og fleyg út í sólskinið. Pinkulisa hugdi eftir henni, og tár komu í eyguni, tí hon var so góð við ta neyðars svalu.

”Kvivitt, kvivitt!” læt í svaluni, meðan hon fleyg inn í ta grønu skógina. Pinkulisa var í ringum lag. Hon fekk als ikki loyvi til at koma út í tað heita sólskinið. Kornið, sum var sáað í akurin uppi yvir húsinum hjá hagamúsini, vaks so høgt, at tað var sum ein heil skóg hjá tí lítlu gentuni, sum jú ikki var meir enn ein tumma høg.

”Í summar skalt tú sita og seyma útstýr!” segði hagamúsin við hana, tí nú hevði nábúgvin, tann troyttandi moldvørpan í tí svørtu floyalskápuni, biðið um hana. ”Tú skalt hava bæði ullint og línklæði! Tú skalt hava bæði at sita og liggja á, tá ið tú verður moldvørpukona!”

Pinkulisa mátti sita og spinna upp á handsnældu, og hagamúsin bað fýra eiturkoppar koma at spinna og veva bæði nátt og dag. Hvørt kvøld kom moldvørpan at vitja, og tá prátaði hon altíð um, at tá ið summarið var farið, so skein sólin ikki so heitt tíbetur, tí nú brendi hon jørðina, so hon gjørdist hørð sum grót. Ja, tá ið summarið var liðugt, so skuldi hann giftast við Pinkulisu. Men hon var als ikki glað. Hon var onki góð við ta keðiligu moldvørpuna.

Hvønn morgun, tá ið sólin reis, og hvørt kvøld, tá ið hon setti, sníkti hon seg út í dyrnar, og tá ið vindurin treiv í øksini, so at hon hómaði tann bláa himmalin, gleddi hon seg um, so ljóst og vakurt tað var har úti, og hon ynskti so innarliga, at hon skuldi sleppa at síggja svaluna aftur. Men hon kom aldri aftur, hon fleyg helst langt burturi í tí vøkru, grønu skógini.

Tá ið so heystið kom, var Pinkulisa liðug við útstýrið.

”Um fýra vikur verður brúdleypið!” segði hagamúsin við hana. Men Pinkulisa græt og segði, at hon vildi ikki hava hasa býttu moldvørpuna.

”Møsn í teg!” segði hagamúsin. ”Ver nú ikki so treisk, tí at ella skal eg býta teg við míni hvítu tonn! Tað er ein góður maður, tú fært! Sjálv drotningin eigur ikki makan til ta svørtu floyalskápu, sum hann gongur í. Og hann hevur bæði í køki og hjalli. Takka tú Gudi fyri hann!”

So skuldi brúdleypið vera. Moldvørpan var longu komin eftir Pinkulisu. Hon skuldi búgva saman við honum djúpt niðri undir jørðini, aldri koma út undir ta heitu sólina, tí hana kundi hann ikki tola. Hetta neyðar barn var í so ringum lag. Nú skuldi hon fara at siga sólini farvæl, sum hon kortini hevði sloppið at sæð úr durunum hjá hagamúsini.

”Farvæl tú klára sól!” segði hon og rætti armarnar upp um høvdið og fór eisini eitt sindur út fyri dyr. Tí nú var akurin skorin, og eftir stóðu bert stubbarnir. ”Farvæl, farvæl!” segði hon og tók við sínum smáu ørmum tvørtur um eitt lítið, reytt blomstur, sum stóð har. ”Heilsa tí fittu svaluni frá mær, um tú onkuntíð hittir hana!”

”Kvivitt, kvivitt!” hoyrdi hon í sama viðfangi beint uppi yvir høvdinum. Hon hugdi upp, og tá var tað svalan, sum júst kom tann vegin. Beinanvegin, sum hon sá Pinkulisu, gjørdist hon so glað. Og Pinkulisa segði fyri henni, at hon als ikki vildi hava moldvørpuna til mann, tí so skuldi hon búgva djúpt undir jørðini og ongantíð síggja sólina. Hon fekk ikki hildið sær, men mátti gráta.

”Nú kemur tann kaldi veturin,” segði svalan, ”eg flúgvi langt burtur til tey heitu londini, hevur tú hug at koma við? Tú kanst sita uppi á bakinum. Ger teg bara fasta við miðjubandinum, so flúgva vit burtur frá tí ljótu moldvørpuni og hansara myrku stovu, langt burtur upp um fjøll til tey heitu londini, har sólin skínur vakrari enn her, og har altíð er summar og vøkur blomstur. Kom bara við mær tú søta, lítla Pinkulisa, sum hevur bjargað lívi mínum, tá ið eg lá stird niðri í tí myrka kjallaranum!”

”Ja, eg skal koma við!” sigur Pinkulisa og setur seg upp á bakið á fuglinum, setti føturnar móti útbreiddu veingjunum, bant beltið fast í eina av teim trivaligastu fjaðrunum, og so fleyg svalan høgt upp í luftina, upp um skógina, tvørtur um vatnið, høgt upp um tey hægstu fjøllini, har sum kavi altíð er, og Pinkulisa kulsaði í tí køldu luftini, men so ballaði hon seg niður millum fjaðrarnar á fuglinum og hevði bert høvdið uppundan, tí hon vildi sleppa at síggja alt tað vakra, sum var uttan um hana.

So komu tey til tey heitu londini. Har skein sólin nógv klárari enn her, og tað var nógv hægri at síggja upp í luftina, og upp við gørðunum vuksu deiligar, grønar og bláar víndrúur. Í skógini vuksu sitrónir og appilsinir, og har reyk av myrtu og myntu, og á vegnum spældu vøkur børn, og stórir, litfagrir summarfuglar flákraðu. Men svalan fleyg longri burtur, og vakrari og vakrari gjørdist tað. Undir teim prýðiligu, grønu trøunum við tað bláa vatnið stóð eitt skínandi hvítt marmorslott frá gomlum døgum. Víntrøini snúðu seg upp eftir teim høgu súlunum. Ovast uppi sóust nógv svalureiður, og í einum av teimum búði svalan, sum hevði Pinkulisu á bakinum.

”Hetta er húsið hjá mær!” segði svalan. ”Far tú nú og leita tær eftir tí vakrasta blomstrinum, sum tú kanst finna, so skal eg seta teg í tað, og tú skalt sleppa at liva so vælsignað, sum tú kanst ynskja tær.”

”Tað var deiligt!” segði hon og klappaði saman hendur.

Har lá ein stór, hvít marmarasúla, sum var dottin og brotnað sundur í tríggjar partar, men inn ímillum brotini vuksu vøkur, stór, hvít blomstur. Svalan fleyg niður við Pinkulisu og setti hana á eitt av teim breiðu bløðunum. Men bilsin gjørdist hon, tá ið hon sá, at har sat ein lítil maður mitt í blomstrinum, so hvítur og klárur, sum var hann av glasi. Hann hevði vakra gullkrúnu á høvdinum og prýðiligar veingir á bakinum, og hann var ikki størri enn Pinkulisa. Hetta var eingilin hjá blómuni. Í hvørjari blómu búði ein sovorðin maður ella kona, men hesin var kongur hjá teimum øllum somlum.

”Á je, sum hann er vakur!” teskaði Pinkulisa við svaluna. Hesin lítli prinsurin gjørdist kløkkur av svaluni, tí hon var jú ein risafuglur aftur ímóti honum, sum var so lítil og fínur, men tá ið hann sá Pinkulisu, gjørdist hann glaður, tí hon var tann vakrasta genta, hann nakrantíð hevði sæð. Tí tók hann gullkrúnuna av høvdinum og setti hana á høvur hennara, spurdi, hvussu hon æt, og um hon vildi vera kona sín, tí so skuldi hon vera drotning hjá øllum blomstrunum. Jú, hetta var ein rættur maður afturímóti teimum báðum, soninum hjá froskpadduni og moldvørpuni í tí svørtu floyalskápuni. Hon svaraði tí prinsinum ja aftur, og úr hvørjum blomstri kom ein frúgv ella harri, so yndislig, at tað var vakurt at síggja, og øll høvdu tey eina gávu við til Pinkulisu, men tann besta av øllum gávunum vóru einir veingir, sum ein stór, hvít fluga kom við. Teir blivu festir fastir á bakið á Pinkulisu, og so kundi hon flúgva frá eini blómu til aðra.

Har var stór gleði, og svalan sat uppi í reiðrinum og sang fyri teimum, so væl, sum hon dugdi. Men hon var syrgin í hjartanum, tí hon var so góð við Pinkulisu og hevði havt hug altíð at verið saman við henni.

”Tú skalt ikki eita Pinkulisa!” segði blómueingilin við hana, ”tað er eitt ljótt navn, og tú ert so vøkur. Vit fara at doypa teg Maja!”

”Farvæl, farvæl!” segði svalan og fleyg burtur aftur úr teim heitu londunum, langt burtur heim aftur til Danmarkar. Har átti hon eitt lítið reiður uppi yvir vindeyganum, har maðurin býr, sum dugir at siga frá ævintýrum, og fyri honum sang hon: ”Kvivitt, kvivitt!” og haðani hava vit fingið søguna.

Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Tommelise”, ”Eventyr fortalte for børn. Første samling, andet hæfte”, 1835.

Marius Johannesen (1905-1986) týddi. H.C. Andersen: ”11 ævintýr”, Bókaforlagið Grønalíð 1981.

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019