• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Prinsessan á ertrini

Einaferð var ein prinsur; hann vildi hava eina prinsessu til konu; men tað mátti vera ein sonn prinsessa. Ferðaðist hann tí víða um verðina fyri at finna eina slíka; men allastaðni var okkurt at; fult var av prinsessum; men um tær vóru sannar prinsessur, var ikki gott hjá honum at døma um, tí allastaðni var okkurt, ið ikki var, sum tað skuldi. Kom hann so heim av hesi ferð og var ógvuliga tungur í huga, tí hann vildi so fegin hava eina sanna prinsessu.

Eitt kvøldið kom so herviligt ódnarveður, toran buldraði, ljósini skygdu, og regnið oysti niður, so tað var rættiliga øtiligt. Tá varð bankað á staðargrindina, og hin gamli kongurin fór sjálvur oman at lata upp.

Tá var tað ein prinsessa, ið stóð har úti.

Men sum hon sá skirvin og tilreikað út av regninum og illveðrinum! Vatnið dreiv úr hári og klæðum hennara, og tað rann inn gjøgnum trantin á skóm hennara og út aftur gjøgnum hælin, og kortini segði hon seg at vera sanna prinsessu.

”Ja, tað skulu vit ikki leingi vera í iva um,” hugsaði gamla drotningin við sær, men segði einki; fór hon síðani inn í sovikamarið, tók øll seingjarklæðini fram á gólv og legði eina ertur á seingjarbotnin; síðan tók hon tjúgu madrassur og laðaði oman á aftur tær tjúgu dúndýnurnar.

Har skuldi prinsessan liggja um náttina.

Morgunin eftir spurdu tey hana, hvussu henni hevði gingist at sova.

”O, snakka mær ikki um, hetta hevur verið ein ræðulig nátt!” segði prinsessan, ”tað er valla dúrur komin í eygu míni alla nátt. Vanlukkan viti, hvat verið hevur í seingini. Eg havi havt okkurt hart undir mær, tí eg eri bæði brún og blá um allan kroppin. Tað er ræðuligt!”

Nú kundu tey síggja, at hetta var ein sonn prinsessa, tá hon var vorðin var við ertrina gjøgnum tjúgu madrassur og tjúgu dúndýnur. So holdsár og erkvisin kundi eingin uttan ein sonn prinsessa vera.

Prinsurin giftist so við henni, tí nú visti hann, at hon var sonn prinsessa, og erturin varð latin í gripagoymsluna, og har er hon til skjals enn, uttan so onkur hevur tikið hana.

Ja, góðu børn! hetta er rættiliga vist ein sonn søga.

Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Prindsessen paa Ærten”, ”Eventyr fortalt for Børn”, 1835

Poul Olsen (1896-1933) týddi. ”Sáttmálin mikli”, Oddmar á Steig savnaði. Føroya Lærarafelag 1966.

 

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019