• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

51. REVUR OG BJØRN

 

Uppskrift úr Nólsoy

Revurin og hvítabjørnin vóru gingin í felag og hildu hús saman. Revurin spann, og hvítabjørnin bant. Eina tunnu fulla av smøri áttu tey, og hana goymdu tey í hjallinum; ikki skuldi vera tikið til hennara fyrr enn fyrsta jóladag, gjørdu tey av bæði.

Sum tey sita við arbeiði ein dagin, hoyrist eitt rópa.

“Hvør rópar?” spyr bjørnin.

“Tað er konan við ánna, ið rópar eftir mær,” svarar revurin.

“Hvat vil hon tær?” spyr bjørnin.

“Eg skal skíra barn hjá henni,” svarar revurin.

So hann niðan í hjallin og sleikir tað ovasta burtur úr smørtunnuni.

“Hvussu kom barnið at eita?” spyr bjørnin revin, tá ið hann kemur aftur.

“Oman av kolli!” sigur revurin.

“Undarligt navn,” heldur bjørnin.

Tá ið nøkur tíð er umlopin, tekur revurin aftur at brellast. So hoyrist uppaftur róp. Tað er konan við ánna, sigur revurin: nú skal hann aftur skíra barn hjá henni.

So hann niðan í hjallin og sleikir hálva tunnuna úr.

“Hvussu kom barnið at eita?” spyr bjørnin.

“Mitt um miðju!” sigur revurin.

“Undarligt navn,” heldur bjørnin.

Triðju ferð rópar á revin. Hann letst vera knarrutur: eini dekans børn, ið konan við ánna eigur.

So hann niðan í hjallin og sleikir tunnuna úr. Bjørnin spyr, hvussu barnið kom at eita.

“Etið alt!” svarar revurin.

Bjørnin undrast nógv á hesi nøvn.

Nú er fyrsti jóladagur fyri hond, og bæði skulu fara niðan í hjall til at sleikja úr smørtunnuni; men tá ið tey koma, er tunnan tóm.

“Hetta man vera børnini, ið tú hevur doypt,” sigur bjørnin og vil gloypa revin í øði.

Men hann smeyg seg undan so kvikur, og bjørnin sá hann ikki aftur.

Frásøgn: Súsanna Poulsen, Nólsoy

 

Jóannes Dalsgaard úr Skálavík hevur sagt annað brigdi um rev og bjørn,

Jóhan Hendrik Matras, Kirkju og Erika K. Johannesen, Syðradali í Kalsoy hava sagt annað brigdi um kettu og mús.

(Síðu 543)

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

 

51 AT 15

 

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019