• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

52. REVURIN, KRÁKAN OG MÝRISNÍPAN

 

Uppskrift úr Kunoy

Ein kráka setti seg ein dagin við ungum sínum út á eina fríða fløtu at pikka maðkar til teirra.

Sum hon gekk og pikkaði, kom ein revur og át allar ungarnar frá henni. Krákan sat einsumøll eftir og syrgdi.

So kom ein mýrisnípa og spurdi hana, hví hon sat har so syrgin.

Revurin hevði etið allar ungar hennara, svaraði krákan.

“Hví ert tú so býtt?” segði mýrisnípan við hana; “tú kundi flogið upp í loft við ungum tínum; tú dugir at flúgva og teir við.”

“Ja, tað er satt,” segði krákan; “tað skal eg minnast til eina aðra ferð.”

So krákan aftur at verpa fyri at fáa sær ungar aftur.

Árið eftir um somu tíð, tá ið ungarnir vóru floygdir, setti hon seg í sama stað við teimum. Sum hon gekk og pikkaði, kom revurin; men nú fleyg krákan beint upp í loft við øllum ungunum.

“Hvør hevur lært teg hatta?” spurdi revurin hana; tí hann visti, at hon hevði tað ikki av sær sjálvari.

“Olmussudýrið mýrisnípan lærdi meg,” svaraði krákan.

Revurin fór nú gangandi heim til hús og møtti mýrisnípuni í túninum. Hann bað henni góðan dag.

“Langt og klænt hevur tú nevið,” sigur hann.

“So hjálpi eg mær við mínum langa og klæna nevi, sum eg kann,” svarar mýrisnípan.

“Long og kløn hevur tú beinini,” svarar revurin.

“So hjálpi eg mær við mínum longu og klønu beinum, sum eg kann,” svarar mýrisnípan.

“Ert tú ikki køld um beinini, tá ið kavi er um veturin?” spyr revurin.

“Jú,” sigur mýrisnípan, “men eg eri von at skifta, so eg standi bert á øðrum beini í senn og havi hitt uppi undir mær.”

“Men ert tú ikki køld um nevið, tá ið kavi er um veturin?” spyr revurin.

“Jú,” sigur mýrisnípan, “men eg eri von at stinga nevið inn undir vongin fyri at verma tað.”

“Men kemur tað ikki heglingur í eyguni á tær, tá ið heglingsæl eru um veturin?” spyr revurin.

“Jú,” sigur mýrisnípan, “men tá eri eg von at stinga alt høvdið inn undir vongin; so kemur ikki heglingur í eyguni á mær.”

So spurdi revurin hana, um hon vildi ikki lova sær at síggja, hvussu væl hon dugdi at standa á øðrum beini og stinga alt høvdið inn undir vongin og gera seg so runda og bølluta, sum hon kundi, alt í senn (tí rundari mýrisnípan gjørdi seg, tí betur fekk revurin svølgt hana).

Mýrisnípan grunaði einki ilt og gjørdi, sum revurin bað. Men í sama bragdi leyp revurin til og gloypti hana alt fyri eitt, alla sum hon var.

So var alt.

Frásøgn: Sofía Johansen, Kunoy

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

 

52 AT 56 D

 

 

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019