• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

15. REYÐIN OG ØSKUDÓLGUR

 

a. Uppskrift av Húsum, Kalsoy

Maður og kona áttu dóttur, sum æt Maria og vaks upp heima hjá teimum. Hon gekk altíð burt í haga - pápanum skildist ikki hví.

Ein dagin kom hon aftur við einum barni.

Pápin spyr, hvat barn hatta er; men hon sigur, at hon hevur funnið tað.

Hon mundi mestur hava onkun, sum hon gekk til, helt pápin.

Nei, segði hon.

Endin varð, at tey fostraðu tað upp sjálvi; drongur var tað og varð kallaður Karl. Hann var lítið umhildin og skírdur Øskudólgur av tí, at hann lá altíð inni og rakst í øskuni.

Tos kom upp um, at kongadóttirin var horvin og ongastaðni at finna aftur. Høvuðsmaðurin hjá konginum æt Reyði; við hann segði kongurin, at hann skuldi samla alt fólkið saman, ið har var, til at leita eftir henni. Reyðin samlaði tá allar menn har um vegir.

Kongurin spurdi, um alt nú var samankomið.

Ja, segði Reyðin: alt uttan eitt, sum altíð var inni hjá mommu sínari og rakst í øskuni.

Allir skuldu fara, legði tá kongurin við, og so fór alt, Øskudólgur eisini, og Reyði sjálvur á odda.

Teir ganga langt og leingi, koma til eini glasbjørg og tosa um at fara niður fyri har, tí teir síggja eitt hús í dalinum.

Teir leggja línur niður og ætla at síga; Reyðin er so erpin og skal vera oddamaður; men tá ið hann er komin nakað niður í bergið, ræðist hann og biður fyri Guds skyld draga seg upp aftur.

Aðrir skulu so fara niður, men einki batir: allir ræðast, tá ið teir eru nakað niðurkomnir.

Øskudólgur heldur nú, at tað hevði ikki verið verri, um hann hevði farið, og hann so ger.

Alt gongur væl; hann sleppur niðurígjøgnum og fer inn í tað lítla húsið í dalinum. Tá ið hann kemur inn, stendur ein hestur á gólvinum; hann spyr hestin, um kongadóttirin er har.

Hesturin sigur ja.

Hann er komin eftir henni, sigur Øskudólgur.

”Tað man ikki fara at ganga væl,” sigur hesturin; ”hon situr og seymar brúðarklæði síni og brúdleypsklæði til risan, sum hon skal giftast við. Hann er nú úti at bjóða í brudleyp. Sjey risar eru, sum her búgva.”

Hann spyr, um hann kann ikki sleppa til hennara.

”Ikki er tað gott,” sigur hesturin; ”men har hongur eitt svørð á bróstinum; kant tú reiggja tí, so kant tú sleppa til hennara.”

Drongurin roynir, men orkar valla at lyfta svørðinum. Hesturin vísir honum á eina krukku; hann drekkur úr henni og fær nú so mikla kraft, at hann kann reiggja svørðinum.

So fer hann til hennara - hesturin vísir vegin - og kemur til eina tjúkka hurð við gulllási; hann letur upp: tá situr hon har inni og seymar.

Hann biður hana koma aftur við sær, tí kongurin hevur sent hann eftir henni.

Tá verða tey at skunda sær, sigur hon: tí risarnir koma aftur í kvøld; tríggjar dagar hava teir verið burtur, og ikki skulu teir vera longur.

Tey kvika sær avstað og koma aftur til sama bergið, har sum hinir bíða uppi í erva.

Øskudólgur er góðtrúgvin, letur kongadóttrina fara fyrri í línuna og bindur seg sjálvan undir í neðra. Teir í erva draga, og tá ið kongadóttirin er komin upp á slætt, kvettir Reyði línuna av, so Øskudólgur dumsar niður aftur í dalin.

Nú veit hann sær eingi onnur ráð enn at fara aftur til hestin og siga frá, hvussu illa sær hevur gingist. Hesturin biður hann taka svørðið og høgga sær spor í bjørgið:

”men tá ið tú kemur heim, hevur Reyði logið fyri konginum og sagt, at tað er hann, sum hevur bjargað kongadóttrini; tá skalt tú fara til eitt lítið einligt hús, sum eg skal vísa tær á; har búgva andir í, og tað, ið tú hoyrir tær tosa, skalt tú gera.”

Drongurin spyr hestin, við hvørjum hann skal løna honum afturfyri hesi góðu ráð.

”Einki uttan tað,” sigur hesturin, ”at tá ið tú stígur annan fótin upp í brúðsongina, skalt tú hoyra meg láta fyri uttan, og tá skalt tú koma út og høgga høvdið av mær.”

Hetta vildi drongurin treyður, men varð tó at lova tað. Eisini legði hesturin honum til ráðs at taka tungurnar úr høvdinum á risunum, um hann møtti teimum og náddi at drepa teir.

Øskudólgur ger, sum hesturin hevur ráðlagt. Sum hann høggur sær spor í bergið, nú koma risarnir eftir honum; men hann høggur høvdini av teimum við svørðinum og sker tungurnar útúr.

Tá ið hann kemur heim, eru hinir fyri honum; Reyði skal giftast við kongadóttrini, tí hann hevur sagt seg vera tann, ið bjargað henni hevur.

Øskudólgur fer fyri kongin, sigur at Reyði lýgur og leggur risatungurnar fram.

Reyði svarar, at hin lýgur, og finnur nú upp at penta fyri konginum, at Karl hevur sagt seg føran fyri at beina honum ein fugl við gyltum veingjum. Drongurin noktar fyri at hava sagt slíkt; men kongur sigur, at um hann ikki heintar fuglin, verður hann dripin.

Øskudólgur fer til húsið, sum hesturin hevur sagt honum frá, leggur seg upp á takið til at lurta og hoyrir slíkt tos innanfyri:

”Armi Karl, hevði hann kunnað sær at dripið eitt ross og lagt kroppin út í skógin.”

Drongurin so ger, og hin gylti fuglurin kemur og setur seg á hestakroppin. So tekur hann fuglin og fer aftur fyri kongin.

Tað hjálpir einki enn, sigur kongurin: tí hann hevur sagt seg føran fyri at fáa beint honum ein fisk við gyltum fjøðrum.

Øskudólgur aftur í sama húsið at lurta og hoyrir tos:

”Armi Karl, hevði hann kunnað sær at felt eitt træ niðri við strondina, gylt í øðrum enda, og vent tann endan ímóti sjónum, so hevði fiskurin komið.”

Hann so ger, fiskurin kemur. Øskudólgur tekur hann og ber fyri kong, Men nú eru teir stóru reint út av lagi avindsjúkir og taka at lúgva, Reyði fremstur av øllum, eitt fyri og annað eftir upp á tann neyðar drong, so mikið, at kongur í reiði skipar fyri, at hann skal verða niðursøktur.

Menn verða útsendir til at søkkja hann niður; men hann biður teir vælsignaðar seta seg upp á eitt sker og so siga fyri konginum, at teir hava søkt hann niður. Teir gera so, og nú verður lagað til brúdleyps hjá Reyðanum og kongadóttrini.

Brúdleypsdagin kvaklast hin gamla, mamma Karls, við, fer til kongin og sigur, at hann skal beina sær Karl aftur so góðan, sum hann hevur fingið hann: ella setur hon eld á alt kongaríkið.

Angur kemur á kongin, og hann spyr menninar, sum fluttu drongin, um tað er satt, at teir hava søkt hann niður.

Fyrst siga teir ja, men síðan ganga teir við, at teir hava sett hann upp á eitt sker.

Kongur biður teir vælsignaðar fara at vita, um hann er deyður ella ikki.

Teir avstað, hitta hann í sama stað og føla lívsmátt við honum enn. So verður hann borin heim í kongsgarðin, lagdur í góða song til at fløva hann og kemur aftur til lívs.

Dóttirin sigur nú aftur sum fyrr, at tað er ikki Reyðin, men hasin drongur, sum hevur bjargað henni.

Reyði verður kallaður fyri kong til at svara fyri seg; men nú ið trý eru ímóti honum, gongur hann umsíðir við, at hann hevur logið. Hann verður dømdur lívleysur og dripin; men Karl fær kongadóttrina.

Teirra brudleyp varð hildið, og rætt sum brúðgummin steig annan fótin upp í brúðsongina, hoyrdi hann hestin neggja fyri uttan.

Hann út og høgdi høvdið av honum - tá var tað ein kongasonur, sum hevði verið umgyklaður til hest. Hesin kongasonur giftist við mommu Karls, og teirra brúdleyp varð hildið beint aftan á hitt.

Frásøgn: Regina Isaksen, Húsum

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

 

15  AT 301 A, AT 530, AT 531, AT 550

 

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019