• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Reyðu skógvarnir

Einaferð var tað ein lítil genta, sum var so fitt og yndislig. Men um summarið mátti hon ganga skóleys, tí hon var so fátæk, og um veturin gekk hon í stórum traskituflum, og tufluleðrið marvaði tað lítla fótablaðið, so tað var heilt reytt á at líta, og tað sá ljótt út.

Í miðjum bóndabýnum búði gamla skómakarakonan. Hon sat og seymaði so væl, sum hon nú dugdi av reyðum, gomlum klædnaspjarrum einar skógvar. Óskøffiligir vóru teir, men væl var tað meint, og skógvarnar skuldi henda lítla gentan eiga. Lítla gentan æt Karin.

Júst sama dag, sum mamma hennara fór til gravar, fekk hon teir reyðu skógvarnar og var fyrstu ferð í teimum tá. Hetta vóru ongir syrgiskógvar at vera í, men hon átti ongar aðrar, og so læt hon seg sokkaleys í skógvarnar og fór aftan á tí fátæku strákistuni.

Tá kom í sama viðfangi ein stórur, gamal vognur, og í honum sat ein stór, gomul frúa. Hon sá ta lítlu gentuna og tókti synd í henni, og so segði hon við prestin: ”Hoyr, latið meg fáa hasa lítlu gentuna, so skal eg vera góð við hana!”

Og Karin helt, at alt hetta kom av teim reyðu skónum, men tann gamla frúan segði, at teir vóru ræðuligir, og hon koyrdi teir í eldin, men Karin varð latin í rein og vøkur klæðir. Hon slapp at læra at lesa og at seyma, og fólk søgdu, at hon var yndislig. Men speglið segði: ”Tú ert nógv meira enn yndislig. Tú ert deilig!”

Tá ferðaðist drotningin einaferð um landið, og hon hevði lítlu dóttur sína við sær. Hon var ein lítil prinsessa, og fólk tustu til uttan fyri slottið, og har var so Karin eisini, og tann lítla prinsessan stóð í fínum, hvítum klæðum í einum vindeyga og læt tey síggja seg. Hon hevði hvørki vel á kjólanum ella krúnu á høvdinum, men hon var í vøkrum, reyðum skóm av geitarskinni. Tað vóru sanniliga aðrir skógvar, enn teir, sum skómakarakonan seymaði á sinni til lítlu Karina. Onki í verðini var so vakurt sum reyðir skógvar!

Nú var Karin so gomul, at hon skuldi konfirmerast. Nýggj klæðir fekk hon, og nýggjar skógvar skuldi hon eisini fáa. Tann ríki skósmiðurin inni í býnum tók mál av smáu fótum hennara. Hetta var heima í stovuni hjá honum sjálvum, og har vóru stór glasskáp við yndisligum skóm og blonkum stivlum. Tað sá vakurt út. Men tann gamla frúan hevði ikki góð eygu, so at hon dugdi ikki at síggja allan vakurleikan. Mitt ímillum allar skógvarnar stóðu einir reyðir, sama slag, sum teir, sum prinsessan hevði verið í. Sum teir vóru vakrir! Skómakarin segði eisini, at teir vóru seymaðir til eitt greivabarn, men so passaðu teir ikki.

”Hatta man vera blankaleður!” segði tann gamla frúan, ”teir skína!”

”Ja, teir skína!” segði Karin. Og teir passaðu, og keyptir vórðu teir.

Men tann gamla frúan visti ikki av, at teir vóru reyðir, tí tað hevði hon ikki funnið uppá at lova Karini at staðið konfirmantur á kirkjugólvinum í reyðum skóm, men tað var júst tað, sum hon nú gjørdi.

Øll fólkini hugdu at fótum hennara, og táið hon fór inn eftir kirkjugólvinum, inn um kórsgáttina, tóktist henni, at eisini myndirnar á bróstinum, myndirnar av prestum og prestakonum við stívum kragum og í longum, svørtum klæðum, hugdu at hennara reyðu skóm, og einans upp á teir hugsaði hon, táið prestur legði hondina á høvd hennara og talaði um heilaga dópin, um sáttmálan við Gud, og um at hon nú fór at vera eitt vaksið, kristið menniskja! Og orglið spældi so hátíðarliga, tær vøkru barnarøddirnar sungu, og tann gamli forsangarin sang, men Karin hugsaði bara um teir reyðu skógvarnar.

Seinnapartin fekk tann gamla frúan at frætta frá øllum hinum fólkunum, at skógvarnir vóru reyðir, og hon segði, at tað var ljótt, at tað hóskaði seg ikki, og at Karin hereftir, táið hon fór í kirkju, altíð skuldi vera í svørtum skóm, sjálvt um teir vóru gamlir.

Næsta sunnudag var altargangur, og Karin hugdi at teim svørtu skónum, og hon hugdi at teim reyðu - og so hugdi hon aftur at teim reyðu og fór í teir.

Tað var deiligt sólskin. Karin og tann gamla frúan fóru eftir gøtuni gjøgnum akurin. Har fonaði eitt sindur.

Við kirkjudyrnar stóð ein gamal hermaður undir høkju og við merkiliga síðum skeggi. Skeggið var meiri reytt enn hvítt, tí tað var reytt. Og hann bukkaði seg niður og spurdi ta gomlu frúuna, um hann kundi sleppa at turka burtur av skónum hjá henni. Og Karin rætti eisini sínar smáu føtur fram. ”Á, teir deiligu dansiskógvar!” segði hermaðurin, ”sitið fastir, táið tit dansa!” og so sló hann við hondini upp undir sólarnar.

Og tann gamla frúan gav hermanninum eitt oyra, og so fór hon við Karini inn í kirkjuna.

Og øll fólkini, sum í kirkjuni vóru, hugdu at reyðu skónum hjá Karini, og allar myndirnar á bróstinum hugdu at teimum, og táið Karin legðist á knæ fyri altarinum og bar gullkalikin at munni sínum, hugsaði hon einans um teir reyðu skógvarnar, og tað var fyri henni, sum svumu teir í kalikinum. Og hon gloymdi at syngja sálmin, sum hon skuldi, og hon gloymdi at biðja Faðir vár.

Nú komu fólk úr kirkju, og tann gamla frúan setti seg í vognin. Karin lyfti beinið upp og skuldi fara upp í vognin aftan á henni. Tá segði tann gamli hermaðurin, sum stóð har tætt hjá: ”Hygg hasir deiligu dansiskógvarnir!” Og Karin fekk ikki hildið sær, hon mátti gera nøkur dansistev, og táið hon var byrjað, fekk hon ikki afturhald. Tað var, sum skógvarnir høvdu tikið ræðið á beinunum. Hon dansaði yvir um kirkjuhornið, hon fekk ikki givist, og vognstjórin mátti fara eftir henni, tók í hana og bar hana inn í vognin, men føturnir hildu fram við at dansa, og hon sat og sparkaði ta gomlu frúuna, men endin var, at tey fingu skógvarnar av fótunum, og so kom friður á føturnar.

Heimkomin settu tey skógvarnar upp í eitt skáp, men Karin noyddist at ganga og hyggja at teimum.

So gjørdist tann gamla frúan sjúk, og tey søgdu, at hon kundi ikki liva. Har mátti onkur vera um hana og røkta hana, og ongin var nærri til tað enn Karin. Men í býnum var stór veitsla, og Karin var boðin við. Hon hugdi at teirri gomlu frúuni, sum kortini ikki kundi liva, og hon hugdi at teim reyðu skónum, og tað helt hon onga synd vera. Hon læt seg í teir reyðu skógvarnar, tað mátti ikki gjørt nakað. Men so fór hon í veitsluna, og so fór hon at dansa.

Men táið hon skuldi snara til høgru, so dansaðu skógvarnir til vinstru, og táið hon vildi inn eftir gólvinum, so dansaðu skógvarnir út eftir gólvinum, niður gjøgnum trappurnar, oman eftir vegnum og út gjøgnum býarportrið. Hon dansaði og dansaði heilt út í ta myrku skógina.

Tá sá hon tað skyggja uppi millum trøini, og hon helt tað vera mánan, tí tað var eitt andlit, men tað var tann gamli hermaðurin við tí reyða skegginum. Hann sat og nikkaði og segði: ”Á teir deiligu dansiskógvar!”

Tá gjørdist hon ræðslusligin og ætlaði at tveita teir reyðu skógvarnar av fótunum, men teir sótu fastir. Hon skræddi sokkarnar av beinunum, men skógvarnir vóru vaksnir fastir í føturnar, og hon dansaði, og hon mátti dansa yvir bø og ong, í regni og sólskini, á nátt og á degi, men um náttina var tað ringast.

Hon dansaði inn á tann opna kirkjugarðin, men tey deyðu, ið har vóru, dansaðu ikki, tey høvdu nógv betri at gera enn at dansa. Hon ætlaði at seta seg á grøvina hjá tí fátæka, har tann beiska reinfann blómaði, men hjá henni var hvørki hvíld ella ró at finna, og meðan hon dansaði yvir móti tí opnu kirkjuhurðini, sá hon ein eingil har í síðum, hvítum klæðum og við veingjum, sum rukku heilt av herðunum og niður á jørð. Andlit hansara var álvarsamt á at líta, og í hondini helt hann svørð, sum var bæði breitt og blankt.

”Dansa skalt tú!” segði hann, ”dansa í tínum reyðu skóm, til tú gerst bæði bleik og køld! Inntil húðin á tær snerkir seg saman sum á einum beinarað! Dansa skalt tú frá hurð til hurð, og har, sum tað búgva stolt og hugmóðig børn, skalt tú pikka uppá, so at tey hoyra teg og óttast teg! Dansa skalt tú, dansa!”

”Náði!” rópti Karin. Men hon hoyrdi ikki, hvatið eingilin svaraði, tí skógvarnir fóru við henni gjøgnum kirkjugarðsportrið, út á markina, yvir vegir og gøtur, og alla tíðina mátti hon dansa.

Tíðliga ein morgun kom hon dansandi fram við einum húsum, sum hon kendi væl. Inni í húsinum hoyrdist sálmasangur, og teir bóru eina kistu út, sum var prýdd við blómum. Tá visti hon, at gamla frúan var deyð, og henni tóktist, at nú átti hon ongan góðan eftir, og bannað var hon av eingli Guds. Og hon dansaði, mátti dansa, dansa á myrku náttartíð. Skógvarnir fóru við henni gjøgnum tyrnikjarr, um opinekrur, og tornarnir skaddu hana, so blóðið rann. Hon dansaði yvir heiðina til eina lítla, einsliga smáttu. Her visti hon, at bøðilin búði, og hon pikkaði upp á rútin:

”Kom út! Kom út! - Eg fái ikki komið inn, tí eg dansi!”

Og bøðilin segði: ”Tú veitst ikki, hvør eg eri? Eg høggi høvdið av óndum menniskjum, og eg føli, at øks mín gongur kyk!”

”Høgg ikki høvdið av mær!” segði Karin, ”tí so fái eg ikki iðrað meg um syndir mínar! Men høgg føtur mínar av í teim reyðu skónum!”

Og so viðgekk hon allar sínar syndir, og bøðilin høgg føturnar í teim reyðu skónum av henni. Men føturnir fóru dansandi í teim reyðu skónum gjøgnum hagan og inn í ta myrku skógina.

Og hann telgdi henni træbein og høkjur, lærdi hana ein sálm, tann, sum syndarar altíð syngja, og hon kysti hondina, sum hevði hildið um øksina, og so gekk hon yvir um heiðina.

”Nú havi eg havt tað nóg ringt av teim reyðu skónum!” segði hon, ”nú fari eg í kirkju, so at tey kunnu síggja meg!” Og hon skundaði sær yvir móti kirkjuhurðini, men táið hon kom at hurðini, dansaðu reyðu skógvarnir framman fyri henni, og hon gjørdist ræðslusligin og vendi aftur.

Alla vikuna var hon í ringum lag og græt nógv sølt tár, men táið sunnudagurin kom, segði hon: ”So! Nú havi eg stríðst og eri pínd nóg mikið! Nú haldi eg, at eg eri líka fræg sum mong av teimum, sum sita so andbráð í kirkjuni!” Og so fór hon, at vísa seg óttaleys, men hon kom ikki longri enn at portrinum, tá sá hon reyðu skógvarnar dansa framman fyri sær, og ræðsla kom á hana, og hon vendi við og iðraði seg av hjarta um synd sína.

Og hon fór niðan í prestagarðin og bað lova sær at vera arbeiðskona har. Hon skuldi vera hugagóð og gera alt, sum hon varð biðin, og tað gjørdi tað sama, um hon ikki fekk so nógva løn, bara hon fekk tak yvir høvdið og slapp at vera hjá góðum fólkum. Og prestakonuni tókti synd í henni og læt hana sleppa at vera arbeiðskona. Og arbeiðssom var hon og hugsunarsom. Still sat hon um kvøldarnar, táið prestur las aftanbøn. Øll tey smáu vóru góð við hana, men táið tey talaðu um skreyt og stás og at vera vøkur sum ein drotning, tá risti hon bara við høvdinum.

Næsta sunnudag fóru øll í kirkju, og tey spurdu hana, um hon ikki vildi koma við, men hon hugdi sorgarbundin og við tárum í eygunum at høkjunum, og so fóru hini í kirkju at lurta eftir Guds orði, men hon fór einsamøll inn í kamar sítt. Tað var ikki størri, enn at har kundi vera ein song og ein stólur, og á stólin setti hon seg við eini sálmabók. Men meðan hon við gudsóttandi sinnalag sat og las, komu urgutónarnir við vindinum úr kirkjuni til hennara, og við tárum í eygunum rætti hon andlitið upp og segði: ”Á Gud, hjálp mær!”

Tá fór sólin at skína so bjørt, og beint framman fyri henni stóð ein Guds eingil í hvítum klæðum, sami eingilin, sum hon hina náttina sá fyri kirkjudurunum, men nú hevði hann onki hvast svørð í hondini, men eina vakra, grøna grein, sum var full av rósum, og hann nam loftið við greinini, og tað hevjaði seg upp, og har, sum hann nam við, lýsti ein gullstjørna, og hann nam við veggirnar, og teir víðaðu seg út, og hon sá urguna, sum leikaði, hon sá tær gomlu myndirnar við prestum og prestakonum, meðan kirkjufólkið sat í teim vakurt skrýddu stólunum og sang úr sálmabókini. Tí kirkjan sjálv var komin heim til neyðars gentuna í tí lítla, tronga kamarinum, ella var tað tað, at hon var í kirkjuni! Hon sat í stólinum hjá hinum í prestagarðinum, og táið sálmurin var sungin, hugdu tey uppúr, nikkaðu og søgdu: ”Rætt gjørdi tú, at tú komst, Karin!”

”Tað var náði!” segði hon.

Og urgan ljómaði, og barnarøddirnar í kórinum ljóðaðu so bleytar og vakrar! Og sólin skein so heitt gjøgnum vindeygað inn í stólin, har Karin sat. Hjarta hennara gjørdist so fult av sólskini, av friði og gleði, at tað brast. Og í sólskini fleyg sál hennara upp til Gud, og har var ongin, sum spurdi eftir teim reyðu skónum.

Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”De røde sko”, ”Nye Eventyr. Første bind, trdje samling”, 1845.

Marius Johannesen (1905-1986) týddi. H.C. Andersen: ”11 ævintýr”, Bókaforlagið Grønalíð 1981.

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019