• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Rikdin-Rikdon

 

Eina ferðina var tað ein kongur og ein drotning, sum ráddu fyri einum ríki langt, langt burtur í heiminum. Tey vóru so góð og so rættvís, at eingin visti um sovorðin kongshjún at siga. Ein son áttu tey, og - sum vera man - hann hevði arvað allar teirra dygdir. Men av tí, hann var eitt satt lívstykki, var hann grammur at stuttleika sær, eitt nú við djóraveiði og riddaradysti.

So nú ein dagin, teir eru á djóraveiði, villist prinsurin burtur frá monnum sínum. Tá ið hann hevur gingið ein góðan tein, kemur hann at einari bygd, sum tykist so oyðin, at líkt er til, hon er frágingin. Men prinsurin hugsar við sær, at hann skal fara at hyggja, hvussu vorðið er. Ikki var manntómt. Tá ið hann kemur heim í túnini, brestur ein hurð upp, og ein gomul, ótrivalig kona hirðir eina so hugtakandi vakra gentu út fyri dyr, hárruskar henni nakrar ferðir og deilir: “Síggj nú til, títt kvendi, at tú letur tær siga, ella skal ikki gott verða av.”

Prinsurin talar á konuna og spyr, hví hon fer so við gentuni.

“Tí hon ger mær altíð ímóti,” sigur konan, “nú hevur hon hingið í rokkinum bæði seint og tíðliga í langa tíð. Eg orki ikki at síggja hana standa so og amast, alt tað eygað vakir.”

“Tað var ikki eiti á!” undrast prinsurin, “harta gentuna fyri, at hon er hugað at spinna. - Íðan, vil tú ikki hava hana heima, lat so móður mína, drotningina, fáa hana. Henni dámar væl gentur, sum eru dúgligar í rokkinum. Hon skal koma í góðar hendur.”

“Er nakar funtur í henni, so far við henni. Mær er hon bert til ónáðir,” svaraði konan.

Nú koma fylgisveinarnir at leita. Prinsurin biður teir seta moynna á hestbak og flyta hana heim við.

Gentan græt enn, sum móðirin hevði givið á hana. Prinsurin royndi at ugga og bað hana vera vissa í, at drotningin fór at vera góð við hana, so røsk hon var at spinna. Men gentan var so ovfarin av at síggja allar hesar uppskrýddu menninar uttan um seg, at hon fataði lítið av tí, sum sagt varð.

Meðan tey ríða heim, fær prinsurin at vita, at gentan eitur Rósania. Beint, tey koma í kongsgarðin, førir hann hana til drotningina og sigur, at hetta er kønasta spunagenta í ríkinum.

Drotningin tekur móðurliga ímóti henni og hevur á orði, hvussu vøkur og dámlig hon er.

Hetta líkar hovfrýrnum illa, tí tær halda hvør í sínum lagi seg vera vakrasta. Drotningin gevur nú Rósaniu stovu at vera í, og beint hinumegin bróstið letur hon gera stór bing og fylla tey við besta spunatilfari í verðini. Har er nyðra úr Føroyum, hampur úr Bretagne, lín av Flandern og Ithaka. Alt hetta gjørdi drotningin fyri at gleða Rósaniu. Ja, hon bað hana ikki spara at spinna upp. Tí so skuldu bingini verða fylt aftur.

Men beinanvegin, sum henda neyðar genta varð einsamøll, setti hon seg at gráta; tí henni hevði altíð staðist við spinning, hevði eitt sovorðið mótboð móti rokkinum, at hon fekk seg ikki at fáast við tað meir enn eina løtu í senn. Móðirin hevði logið fyri prinsinum, og nú visti Rósania eingi ráð fyri at sleppa burtur úr tí kløtri, hon var komin í. Men hóast neyðina, kendi hon tað tó sum ein lætta at vera sloppin heiman; tí har hevði hon altíð liðið høgg og slag.

Rósaniu dámdi væl við hovið, tí drotningin var bæði blíð og góðgjørd móti henni. Men nógv var til bága. Fyrst var tað hovfrýrnar, sum vóru bæði illneitutar og lúnskar. Síðani var tað tann vanlukku spinningin, ið píndi hana hvørja løtu.

Prinsurin var eisini vorðin tungur í huga; tí hann var so hugtikin av Rósaniu og hennara skæra vakurleika, at hann bert hugsaði um hana.

Morgunin eftir kemur boð frá drotningini, at hon vil hitta Rósaniu. Ája, hon fer. Tá var stór samkoma á borgini. Henda fremmanda genta verður so gjøgnumglødd av øllum teimum nógvu frúum, ið har vóru samankomnar. Sjálvur kongurin eygleiddi hana og rósti hennara vakurleika og høviska atburði. Prinsurin var eisini hjástaddur. Men hann tordi einki at siga, tí hann vildi ongan lata vita, at hann bar yndi til hana. Jú, Rósania hugtók øll, hóast hon gekk har millum silki og skarlak í sínum vanliga bygdarbúna. Hon var so vøkur, bar seg so væl og hevði so hábærsligan høvuðburð, at øll undraðust á, at hon skuldi vera bert ein bóndadóttir. Hárið var skyggjandi brúnt, alabasthvítar tenn, strálandi blá eygu og holdið sum rósur og liljur. Afturat øllum hesum tað dragandi góðlídni, sum altíð skín av einari reinari sál. Hovfrýrnar, sum vóru grønar av øvund, royndu at finna okkurt at finnast at, men funnu einki lýti við henni - uttan búnan hon bar. Aftan á veitsluna beyð drotningin, at ternurnar skuldu geva Rósaniu tann vakrasta búna og tað dýrasta høvuðprýði, sum fanst í goymslum teirra.

Tá ið hon er liðug at stása seg, fer hon út í urtagarðin. Har hittir hon prinsin aftur. Hann fær ikki eyguni av henni og hevur nýtin orð á munni um hennara vakurleika. Tað sama gjørdu øll, ið sóu hana. Allar teir fyrstu dagarnar varð ikki talað um annað í høvuðsstaðnum, enn um ta vøkru spunagentuna, sum var komin í kongsgarðin.

Men sjálv er Rósania tung og sorgarbundin, tí hon kennir seg ikki føra fyri at gera tað arbeiði, sum drotningin væntar av henni. Fyrsta dagin umber hon seg við, at hon hevur ilt í skøvninginum, so hon fær ikki spunnið. Um náttina blundar hon ikki, liggur bert og grætur.

Um morgunin fer hon í rokkin, men hvussu hon kýtir seg, fær hon ikki meir enn ein lítlan gørt frá hondini. Um kvøldið kemur boð frá drotningini at vísa sær tógvið. Tá fær hon tár í eyguni. Men fara má hon, roynir at fáa sær okkurt til undanførslu hesa ferð við, sigur, at hon hevur fingið eitt hald í armin, so einki hevur kunnað gjørst í dag heldur - vísir henda lítla gørtin. Drotningin hyggur at tónum og letur væl at, biður hana hava tol og ikki overva seg, lovar at senda bartskera sín at hyggja at arminum, kanska hann visti onkur ráðini. Men tá bar Rósania seg undan, bað hana ikki senda bartskera, hetta fór at javna seg av sær sjálvum.

Drotningin ánaði eingi óráð, men hinar spunakonurnar høvdu illbatan av, at hetta við ilskuni var pentað. Mestur tímdi hon ikki at spinna ein favn. Nú fóru tær eisini at speireka hana við tí fína búnanum. Hví gekk hon ikki í sínum bygdaklæðum, tey vóru nóg góð til hana.

Hetta var meir, enn Rósania orkaði at bera. Hon leitaði sær út til eina á uttast í urtagarðinum og setti seg at gráta, hugsaði um sína tungu lagnu - hvat nú var at gera? Skuldi hon leita heim aftur til mammu sína, hóast hon var bæði ill og órættvís? Nei, har hevði hon liðið so ilt, síðani faðirin doyði, at hon orkaði ikki at hugsa um at síggja heimið aftur. Men her kann hon heldur ikki vera, tí nú fær drotningin alt at vita, og so verður hon jagstrað burtur við háð og spott. Nei, Rósania sá sær onga lívsins vón. Her var einki annað at gera enn at taka lívið av sær.

Hon fer nú gjøgnum urtagarðin at einum høgum húsi, har er, ætlar at klúgva upp á takið og leypa útav. Best sum hon gongur, nú stendur ein svartklæddur maður á gøtuni fyri henni, óhugnaligur og illgrundaður á at líta. Men hann roynir at vera fryntligur og spyr, hvar hon ætlar sær, og hví hon grætur, biður siga sær hvat, ið bagir, løgið skuldi tað vera, um hann kundi ikki hjálpt.

“Ánei, ánei, mær kann eingin hjálpa,” sigur Rósania, “so tað nyttar einki at siga tygum mín trega.”

“Tú skal ikki taka fyri,” sigur tann svartklæddi maðurin, “kanska hjálpin er nærri, enn tú heldur.”

Rósania sigur nú manninum frá, at faðir hennara var bóndi, hevði verið hermaður og nógv umhildin. Var so sendur útiferð til eitt fremmant land; men var ikki afturspurdur, so hann mundi vera deyður. Síðani tá hevði hon ikki havt eina glaða løtu, tí móðirin happaði hana - segði eisini frá, hvussu hon var komin til hovið, og at hon var so illa fyrikomin, og at nú var einki at gera uttan at taka lívið av sær.

Tann svartklæddi maðurin smílkar og sigur, at tað er eitt spæl hjá honum at hjálpa henni burtur úr hesum - um enn hon vildi lúka eina treyt afturfyri?

“Ja,” sigur Rósania, “hjálpa tygum mær úr hesum vanda, geri eg alt, sum skalar ikki mína trú og æru.”

“Nú svaraði tú væl,” sigur tann svartklæddi maðurin. “Fyri hesi orð skal eg hjálpa tær. Hygg, her havi eg ein stav. Tak hann í hondina og hygg gjølla at honum. Hann hevur tær gávur, at nemur hann við spunatilfar, verður tað til tógv í somu løtu.”

Rósania hyggur at stavinum. Hann er av brúnum viði og hevur knapp av dýrum steini. Hon gevur honum hann aftur.

Tá sigur maðurin: “Henda stavin læni eg tær við tí treyt, at tríggja-mánað-dagin, tá ið eg komi aftur eftir honum, svarar tú mær við hesum orðum: Her er stavur tygara, Rikdin-Rikdon. Ger tú tað, er treytin lokin, og eg havi einki at krevja av tær. Men minnist tú ikki navn mítt, skal eg vera harri yvir tínari lagnu, og tú skal koma við mær.”

Rósania hugsar seg um eina løtu. At minnast navnið helt hon vera lætt; tað kundi eingin vandi vera at taka av. Hon sigur so við mannin, at hon tekur við treytini.

“Men tú má svørja, at tú vil halda treytina,” sigur tann svartklæddi maðurin.

Og so svór Rósania. Hon fekk stavin, og tann svartklæddi fór frá henni.

Rósania er findarglað fyri hjálpina, hon hevur fingið frá serlinginum Rikdin-Rikdon, og fer heim aftur í stovu sína. Í hálvalýsingini morgunin eftir er hon aftur á fótum, tekur stavin og nemur við eitt stórt línknýti, har liggur. Beinanvegin er hetta tað eitrandi fína tógv. Tá var frøi. Hon dansaði og sang. Dastið av tónum goymdi hon, tók bert so mikið burturav, sum tvær dúgligar spunakonur kundu spinna um dagin. Hetta skuldi hon hava við til drotningina.

Nú fer Rósania út í urtagarðin, gongur víða, kát og frí sum tann ljósi dagur. Tá ið hon tímir ikki meir, fer hon heim aftur í stovu sína og setir seg at bíða eftir kvøldi, tí tá er drotningin von at koma framvið.

Tá ið drotningin kemur, loypur Rósania ímóti henni. Hon hyggur at tónum, hyggur og hyggur leingi og gjølla. Rósania letur vita, at nú er hon frísk í arminum og hevur fingið spunnið í allan dag. Drotningin takkar fyri hetta vakra arbeiði. Hon er so hugtikin, at hon veit ikki alt tað góða, hon skal siga um sína vøkru spunagentu.

Alt hetta rósið bøtti ikki um hovfrýrnar; tær fístu sum illir køttar av øvund og grundaðu yvir, hvussu tær skuldu hevna seg inn á hana.

Nú livdi Rósania trygg og glað í frið og forligheit, stuttleikaði sær um dagin, svav um náttina, meðan stavurin gjørdi arbeiðið fyri hana. Onkuntíð kom henni í hug, at nú hevði hon gloymt navnið á tí svartklædda manninum. Men tríggjar mánaðir helt hon vera so rúmliga tíð, at eitthvørt gjørdist til tá.

Prinsurin hugsaði bert um Rósaniu og hevði blakað allan stuttleika frá sær. Hvørki djóraveiði ella riddaradystur gleddi hann longur. Alt keddi hann uttan at vera saman við Rósaniu. Men tað slapp hann sjáldan, tí eingin mátti fáa at vita, at hann var góður við spunagentuna, og nú hevði drotningin sett eina hjálparmoy at ganga henni til handa og altíð vera hjá henni, tá ið hon var úti.

Tað var ikki eiti á nøgdir av tógv, drotningin fekk; og hon lønti Rósaniu tignarliga bæði við gávum og sømdum. Nú var tað longu gloymt við hovið, at Rósania var av bóndaætt, hon neyt øll rættindi, sum var hon aðalborin. Prinsurin gleddi seg yvir, at tað gekk henni so væl. Men hann var í døpurhuga um, at hann hitti hana ongantíð í einrúmi, tí altíð, tá ið hon var úti, var hjálparmoyggin hjá henni, so hann fekk ongantíð sagt henni frá sínum kærleika. Rósania var eisini góð við prinsin. Men hon visti við sær sjálvari, tað var so stórur ættarmunur teirra millum, at tey kundu ongantíð koma saman.

Tá ið ein tíð var gingin, orkaði prinsurin ikki at bera hetta longur. Hann sigur skósveini sínum frá, hvussu vorðið, ið er, og biður hjálpa sær. Tað bar væl í lag. Fyrstu ferð, teir hitta tær aftur í urtagarðinum, lokkar hann hjálparmoynna burturfrá, so prinsurin og Rósania fáa talað saman. Tá sigur hann henni frá sínum kærleika. Rósania minnir hann á, hvørjum fólki hon er av, at ein prinsur velur sær ikki vív millum bóndagentur. Tað fór nú at vera, sum tað kundi, segði prinsurin, ta gentu, hann bar ást til, vildi hann hava, um hann so skuldi leggja krúnuna frá sær. Frá tí degi hittust tey mangan.

Men nú spurdist skjótt við hovið, at prinsurin og Rósania vóru góð. Hovfrýrnar vóru bæði óðar og galnar; tí tær gingu allar og stundaðu eftir at verða drotning. Helst var tað ein teirra, Sunniva, sum tók sær hetta nær. Leingi hevði hon borið dulda ást til prinsin. Vøkur og ættstór var hon, men illgrundað. Tá ið nú prinsurin leggur ást við Rósaniu, kastar hon hatur á hann. Hon heitir nú á eina gandakelling og sigur við hana: “Tú orkaði ikki at vinna mær hansara kærleika. Fá mær nú hevnd yvir hann.” Tað lovar gandakellingin.

Nú hevur prinsurin fingið alt sítt glaðlyndi aftur og stuttleikar sær sum áður við djóraveiði og riddaradysti. Einaferð, hann er vilstur á skóginum, kemur hann til eitt slott, støðgar á og hyggur at tí - tykir tað løgið, at her skal vera eitt slott, hann ongantíð áður hevur sætt. Best, sum hann stendur, fara borgardyrnar upp, og ein ovurvøkur ungmoy í skarlaksskrúð trínur út, kemur oman trappurnar ímóti honum við nógvum hvítklæddum ternum í hølunum. Hon heilsar og sigur við prinsin: “Vil tú vinna heiður og vísa samkenslu við neyðstøddum, so kom inn á slottið og hoyr, hvat eg havi at siga tær.”

Prinsurin fer. Tey koma inn í ein sal, sum er skrýddur við reyðargulli og dýrum steinum. Hon býður honum sæti og sigur: “Eg eri prinsessa av Dreymalandi, standi til krúnuna eftir faðir mín, sum fell í bardaga, tá ið fíggindakongur herjaði á og tók ríkið. Móðir mín, drotningin, varð sett í fangatorn. Men ein trúgvur tænari slapp til rýmingar við mær til slottið her, sum ein gandakallur eigur. Rætt nú hava vit frætt, tað liggur væl fyri at herja á fíggindakongin og vinna mær krúnuna aftur - um ein djarvur prinsur vil stríða fyri meg.”

Tá ið moyggin hevur sagt hetta, fer hon út av høllini. Og inn kemur gandakallurin - gamal og reyðoygdur, sigur at hann hevur fingið tokka til prinsin av øllum tí góða, hann hevur hoyrt um hann; og nú vil hann nýta allar sínar lystir í hansara tænastu, biður hann kjósa sær hesa fagnar prinsessu til vív, tí hon hevði lagt alla sína ást á hann, og hann sigur við prinsin: “Tak tær uppá at vinna henni krúnuna aftur. Eg skal geva tær bæði mót og megi. Eg skal geva tær ein ring, sum hevur tær gávur, at tann, ið ber hann, vinnur sigur í øllum víggi. Men áðrenn tú fær hann, skal tú svørja prinsessuni ævinligan kærleika.”

Prinsurin er ovfarin av hesum, hann fær at hoyra, men svarar, at hann hevur aðra jomfrú fest, so hann kann ongari trúskap svørja. Eitt annað var at hjálpt henni at fingið faðirarvin aftur. Men gand vildi hann ikki hava uppií. Vann hann sigur, skuldi hann ongum hava at takka uttan mátti sínum og megi. Gandakallurin minnir hann á krúnuna, prinsessan er borin til, sum hann so eisini fær aftur at tí, hann er borin til sjálvur: “Tú verður tvíkrýndur. Tað verður ikki tín líki í øllum heiminum,” sigur gandakallurin. “Ger tað fyri prinsessuna. Hon er so von og tekkilig, og fær hon teg ikki, grætur hon seg í hel.”

Men prinsurin læt seg ikki lokka.

Nú kom moyggin inn aftur í høllina, tóktist bera tunga sút, neig til jarðar framman fyri prinsinum og bað og bønaði um hjálp. Tá blotnaði prinsurin og segði, at ást við hana kundi hann ikki leggja, men seta lív í váða fyri at vinna henni faðirarvin aftur, tað skuldi hann. Tá spann øði í moynna. Hon reistist upp, beit á kampi og gletti á tonn. Fekk hon ikki hans hjarta, hans svørð skoytti hon ikki um.

Í tí sama kemur ein unglingi inn - í hvítum klæðum við gullseptri í hondini. Hann er sum eitt hav upp um gólvið, tekur septrið og nemur við gandakallin og prinsessuna. Eitt einkiligt rin hoyrist, og burtur eru tey. Síðani nemur unglingin við loftið, bróstini, gólvið, og burtur er slottið, fór sum svartur roykur upp í veðrið. Prinsurin stendur eftir á berum í skóginum og unglingin undir liðini á honum. “Eg bjargaði tær frá teimum aftur fyri trúskapin móti Rósaniu,” sigur unglingin, “ein gandakelling hevði gyklað hatta fyri tær; og hasi bæði, tú talaði við, vóru illir andar, hon hevði manað upp. Einki var hatta kvendið dóttir dreymalandskong. Tak nú við hesum ringinum frá mær. So leingi tú ber hann, vinnur eingin gandur á tær.” So hvarv unglingin.

Prinsurin blæsur nú í lúður sín. Allir hansara menn koma til hann. Síðani ríða teir heim til kongsgarðin.

Nú Sunniva sær, at gandurin hevur ikki vunnið á prinsinum, verður hon hatskari enn áður, setir sær fyri sjálv at knábusa honum. Beint tá er ein fremmandur sendiharri við hovið. Hann hevur borið upp bønarorð til Rósaniu, men fingið krakk. Hetta visti Sunniva. Hugsar hon við sær, tað hevði verið sum ein roynd at lokkað hann at farið av stað við Rósaniu. Hon so ger, fer at tala við sendiharran um hetta. Jú, hann er illur um smeitin, honum hevur verið fyri, og tá Sunniva biður hann ikki vera býttan at lurta eftir hasari tápugásini, men bert taka hana av stað við sær, so er hann til dystin fús beinanvegin. Tey leggja upp ráð bæði, hvussu alt skal vera.

So nú ein dagin eru kongshjúnini stødd í einum slotti, tey eiga í skóginum eitt sindur burtur frá borgini, og prinsurin er hjá teimum. Rósania gongur og keðir seg eftir heima. Út ímóti kvøldi fer hon út í urtagarðin til stuttleika. Í skýmingini, best sum hon er á heimveg og ongum varar, loypa fýra menn við hettum fyri andlitinum út undan trøunum og taka hana, skúgva hana inn í ein afturlatnan vogn og koyra av stað við henni. Rósania bæði rópar og grætur, biður fyri sær; men tað verður ikki ønt henni.

Ája, tey koyra bæði langt og leingi, men so støðga tey at skifta ross. Nú kemur tann fremmandi sendiharrin inn til hennara. Tá bar av við rópunum og grátinum. Hann bað hana ikki vera býtta at sita so og gartera, hann vildi henni alt gott. Tey skuldu nú koyra heim til hansara, halda brúdleyp bæði, og so skuldi hon koma at sita í góðum veldum.

Men Rósania læt seg ikki ugga; hon bað og bønaði um at sleppa sær heim aftur á kongsborgina til drotningina. Sendiharrin bert læði at - segði við hana: “Tú hevur gjørt mær fyri skommum, hevur tú - geva mær krakk, einum tignarmanni, tú, ein bóndagenta!”

Nú kom ilt í Rósaniu. Hon setti sær fyri aldri at biðja fyri sær meir hjá hesum illa manninum, men biðja Gud hjálpa sær.

Rossini tvíspora alsamt. Men nú villist akdrongurin, kemur inn á eina smala gøtu og endar í forræði, vognurin hvølvist. Tá ið Rósania kom til sín aftur aftan á hvøkkin, sat hon á vøllinum og hevði einki mein fingið. Glað var hon, at hetta óhapp hendi. Kanska Várharra gjørdi, hon slapp úr hondunum á teimum. Meðan teir stríðast við at fáa vognin upp aftur, situr hon og rópar neyðarróp av øllum alvi. Teir lata hana bert rópa; tí hetta er á villini skóg, eingin hoyrir. Men rýma kann hon ikki, tí ein maður heldur henni. Mánalýsi er. Hon situr alspent og hyggur, um eingin kemur til hjálpar. Jú, nú sær hon tríggjar menn koma rennandi. Tað er eitt, tvey, nú eru teir har, draga svørðini og leypa á. Teir stríðast so har á vøllinum. Skjótt eru tríggir av ránsmonnunum feldir. Tá leyp sendiharrin í miklari øði upp í stríðið. Men har kom hann fyri ein, sum kundi bíta frá sær. Hann sló bæði títt og tungt. Sendiharrin hopraði undan, og tað var bert ein løta, so fall hann. Tá ið hinir ránsmenninir sóu tað, flýddu teir, tað skjótasta teir kundu.

Tann, ið hevur felt sendiharran, fer til Rósaniu og sigur við hana, at nú er einki at óttast fyri longur. Tá kennir hon málið: Tað er sjálvur prinsurin, ið hevur bjargað henni; og hon verður findarglað. Eina stungu hevði hann fingið í armin; men tað bilti ikki, tey binda um. Síðani fara tey við gleði og gaman til slottið á skóginum. Á leiðini sigur hon honum, hvussu alt hevur borist til. Prinsurin sigur henni frá, at hann hevði longst so illa eftir henni, at hann treivst ikki inni og var farin út í skógin við monnum sínum um náttina. Tí hoyrdu teir neyðarrópini.

Dagin eftir fara øll aftur á kongsborgina. Har varð stór fagnarveitsla hildin fyri Rósaniu, øll vóru fró og glað yvir, at tann vakra spunagentan var afturkomin - uttan Sunniva, hon var frá sær sjálvari av harmi og øvund, og enntá prinsurin sjálvur skuldi hava bjargað Rósaniu. Men hon gavst ikki, setti seg at grunda yvir nýggjar hevnisøkir.

Hóast gleðina yvir at vera bjargað, var Rósania tó ótrygg. Tí nú leið at tíðini, at hin svartklæddi maðurin skuldi koma aftur eftir stavinum, og hon hevði gloymt navnið. Hvussu hon royndi, kom hon ikki á, hvat hann æt. Hon gekk dagin langan og kendi henda trega, og næturnar vóru ikki mætari. Tað var nógv fyri at síggja ímóti, nú alt var so gleðiligt, at koma í klørnar á hesum undarliga manni, sum tóktist henni meira og meira ræðuligur.

Nú hevði Sunniva sett sær fyri, at prinsurin skuldi týna. Vøkur var hon, so tað trutu ikki menninir, ið tektust henni. Hon velur tríggjar teir raskastu og lovar hvørjum sær at taka teir til mann, um teir vilja drepa prinsin. Jú, teimum er ikki at eggja, ein dag prinsurin er á djóraveiði, gyrða teir seg við svørði og fara burtur á skógin at inna tað verk.

Henda dagin villist prinsurin aftur burtur frá monnum sínum, gongur einsamallur millum trøini. Í skýmingini kemur hann út á ein lítlan bera á skóginum. Har stendur eitt gamalt hús, sum tykist vera frágingið. Men nú sær hann, ljós er inni. Heldur hetta er løgið og fer til tað, hyggur inn gjøgnum eitt brotið vindeyga. Hann sær, nógv fólk er inni, øll líka løgin á at líta. Á miðjum gólvinum stendur ein svartklæddur maður og hóreiggjar sær, tykist vera í góðum skørum. Eitt konufólk stendur og tutlar við hann. Prinsurin hoyrir hann svara: “Nei, honum vinni eg einki á; tí hann hevur ein góðan anda undir liðini. Men gentuni fái eg tomur á í annaðkvøld, og hon er meira verd enn alt mítt gull og fæ.” Hesin svartklæddi maðurin fer at kvøða og dansa:

“Fyri ta ungmoy við kátum sinn,

við brosi á varrum og rósukinn,

hevði tað verið til sálargagn,

um hon mintist mítt løgna navn.

Men ei fær tann moy í minni sítt,

at Rikdin-Rikdon er navnið mítt.

Tí skal frúgvin so føgur og fín,

í morgin við alla verða mín.”

Nú kennir prinsurin konufólkið og mannin aftur. Tað eru tey somu, sum buðu honum inn á gandaslottið hina ferðina. Hann sleppir sær burtur frá hesum óhugnaliga húsinum.

Sum hann nú kemur gangandi, leypa tríggir menn við drignum svørðum út undan trøunum og leypa á hann. Prinsurin fær sær bakið móti einum træ og verjir seg manniliga. Tað er skjótt, hann drepur ein og særir tann næsta. Tá ið tann triði sær tað, tekur hann til rýmingar. Sjálvur er prinsurin særdur. Men hann rópar menn sínar saman, og teir hjálpa honum heim til hallar. Bartskerarnir søgdu, sárið hevði lítið at týða og fór skjótt at grógva aftur.

Sama dag eru kongshjúnini á slotti sínum í skógini. Nú koma tey boð til kongin, at ein tignarfrú kemur at vitja. Ája, tað verður alt gjørt til reiðar at taka ímóti hesum mikla gesti. Tá ið hon so kemur, verður kongur heilt ovfarin av hennara vakurleika. Tveir gamlir menn eru við henni. Annar tykist vera ættstórur og hin bóndi.

“Harra kongur,” tekur frúan til orða, “eg eri dreymalands-drotningin, eri komin at takka fyri alt tað góða, tit hava gjørt móti dóttur míni her á kongsgarðinum.”

Kongshjúnini duga ikki at svara - siga tey vita seg ikki hava hitt prinsessuna av Dreymalandi.

“Jú,” sigur drotningin, “Rósania, sum tit hava verið so góð við, er prinsessan av Dreymalandi.” Tá undrast kongshjúnini og siga, at tað hava tey ikki grunað.

Nú fer dreymalandsdrotningin at siga frá: “Fyri mongum árum síðan herjaði ein fíggindi á Dreymaland, feldi kongin og tók sjálvur ræðið. Eg varð sett í fangatorn. Mær varð sagt, at fíggindakongurin ætlaði at drepa tað barn, eg bar undir belti - um tað var drongur. Var tað genta, skuldi hann ala tað upp soni sínum til konu. Hetta elvdi mær miklan harm. Tá kemur hesin riddarin, sum stendur undir liðini á mær, til hjálpar, fær við mutri tornverjuna at sleppa sær inn til mín. Vit leggja ráð upp. Tá ið dóttirin so kom, fingu vit fatur í einum deyðum dreingjabarni og sendu fíggindakonginum. Dóttirin, eg fekk, hevði eitt móðurmerki átøkt einari rósu. Eg gav henni so navnið Rósania. Mín trúgvi tænari fekk so barnið út úr torninum, og nú kann hann sjálvur siga frá, hvat síðani hendi.”

Tann gamli riddarin sigur nú: “Eg slapp ósæddur burtur við barninum og einari fostru. Vit gingu bæði langt og leingi, komu so til eina bygd stutt herfrá. Áðrenn vit fara inn í bygdina, sita vit á vegjaðaranum og hvíla. Tá sovnar fostran. Meðan hon svevur, hitti eg ein bónda, sum kemur berandi eitt lítið gentubarn. Hann sigur mær, at kona hansara hevur ligið sjúk, so barnið mátti latast til eina konu í grannabygdini. Men nú var hon frísk aftur, og nú var hann á veg heim aftur við barninum. Eg fái nú bóndan til at skifta um børn, og vit gera av, at hvørki konan ella fostran skuldu fáa at vita nakað um hetta. Fostruna setti eg niður í einari bygd her nærindis og gav henni ríviliga útkomu. Manninum gav eg eitt dýrt armband frá drotningini og annað fæ. Hetta er maðurin, ið her stendur. Hann hevur roynst trúgvur í øllum lutum, og vit trý eru tey einastu, sum vita um prinsessuna at siga. Drotningin var leingi sitandi í fangatorninum. Bóndin kom við mær í loyndum aftur til Dreymaland. Vit skuldu royna at fáa hana út. Men tað miseydnaðist, bóndin varð eisini settur fastur. Ikki fyrr enn nú, tá ið fólkið gjørdi uppreistur og feldi fíggindakongin, sluppu tey leys. Vit fóru so beinanvegin at leita eftir prinsessuni. Konan sigur okkum so, at hon er í kongs-garðinum, og nú eru vit her.”

Dreymalandsdrotningin biður nú føra Rósaniu inn til sín. Men tað bar ikki til, tí hon var eftir á borgini, tað mátti bíða til í morgin, tá ið tey øll komu heim aftur á kongsgarðin.

Inni í stovu síni situr Rósania og vil doyggja av sorg, tí nú er dagurin komin, tá ið tann svartklæddi maðurin skal koma aftur eftir stavinum, og ikki mintist hon navnið. Nú hevði hon ikki blundað í fleiri nætur.

Illa gekst eisini Sunnivu. Ein av monnunum, ið skuldi drepa prinsin, hevði strítt seg at húsum við ólívssári. Áðrenn hann doyði, segði hann frá, hvussu vorðið, ið var, at Sunniva hevði lokkað teir at taka prinsin av døgum. Hetta frættist í kongsgarðin, og Sunniva var so sperd av sínum óhappi, at hon beindi fyri sær.

Um morgunin hittast Rósania og prinsurin einsamøll. Tá spyr hann, hví hon hevur verið so tung í huga í seinastuni. Tað var tí, hann hevði verið í so stórum vanda, sigur Rósania. Hann biður hana einki leggja í tað, Várharra hevði gjørt, hann var bjargaður, og sárini vórðu skjótt afturgrødd. Nú sigur hann henni til stuttleika frá gandaslottinum í skóginum, og hvat hann hevði hoyrt og sætt í tí gamla húsinum, sigur henni eisini ørindið, hann hoyrdi ein undarligan svartklæddan mann kvøða:

“Fyri ta ungmoy við kátum sinn,

við brosi á varrum og rósukinn,

hevði tað verið til sálargagn,

um hon mintist mítt løgna navn.

Men ei fær tann moy í minnið sítt,

at Rikdin-Rikdon er navnið mítt.

Tí skal frúgvin so føgur og fín

í morgin við alla vera mín.”

Men nú verður prinsurin ovfarin av Rósaniu, tí hon leggur seg á knæ og takkar Gudi fyri ta undurbaru bjarging, ið henni hevur verið fyri. Nú sigur hon honum alt. Prinsurin verður illa við, so nær vandin hevur verið, og er líka takksamur sum hon fyri, at alt nú hevur vent sær til tað góða fyri tey. Rósania lærir seg nú rætt og ræðið orðini, hon skal siga, tá ið tann svartklæddi maðurin kemur eftir stavinum.

Nú kemur ein fátækur maður at spyrja eftir Rósaniu. Tað fyrsta, hon ber eyga við hann, kennir hon pápa sín aftur, loypur um hálsin á honum av gleði yvir, at hann er á lívi, sum hon leingi hevur hildið var deyður. Hon vendir sær nú til prinsin og sigur, at hetta er pápi hennara. Nei, sigur maðurin, “miklari er hann, sum faðir er, enn ein knæbóndi sum eg.”

Í tí sama koma kongur, báðar drotningarnar og tann gamli riddarin inn í høllina. Nú er alt gleði og gaman. Móðir og dóttir hálsfevnast, Rósania fær alla tilgongdina at vita, og móðurmerkið verður víst fram til próvførslu. Samstundis kemur bóndin við armbandinum og øðrum fæ, ið riddarin gav honum, og leggur Rósaniu í fangið.

Beint, sum tann fyrsta gleðiríðin er avhæst, ber kongurin upp bønarorð fyri son sín til dreymalandsdrotningina og biður honum Rósaniu til konu. Tað verður glaðiliga játtað og brúdleypsdagurin ásettur beinanvegin. Nú verður drukkið festarøl á borgini um kvøldið, og allur høvuðsstaðurin gleðist yvir tíðindini, at prinsurin hevur kosið sær vív.

So einaferð úti á kvøldinum, meðan veitsluhaldið gongur í besta lagi, nú koma boð til Rósaniu, at ein maður vil hitta hana. Á, tað var ein vanlukku standur, kaldasveittin slær út um hana, tí hon grunar, at hetta er tann svartklæddi maðurin, sum kemur eftir stavinum. Tað er nógv fyri, at síggja hann aftur nú í allari gleðini. Hon biður vísa honum inn. Tá ið hann kemur í dyr, reisir hon seg upp, tekur stavin, rættir honum og sigur: “Her er stavur tygara, Rikdin-Rikdon.” Gandakallinum, sum nú helt seg gera kálið feitt, var so dátt við, at hann skar í eitt geyl og leyp á dyr.

Síðani varð boðið í brúdleyp um øll ríkir og lond. Prinsurin og prinsessan av dreymalandi vórðu vígd og tóku við krúnunum í báðum sínum londum, har tey ráddu og ríktu alla ævi sína, borin á hondum av fólkinum fyri teirra rættvísi og trúskap.

 

Úr bókini ”Ævintýr 2”. Heðin Brú týddi. Føroya lærarafelag gav út í 1964.

Upprunaheiti: ”Ricidin-Ricdon”. V. Hermann, B. Pio: ”Eventyrbogen”, København 1862

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019