• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

67. “RÍKISMANSHØVDIÐ STENDUR IKKI ALTÍÐ SO BEINT” ella HIN TOLNA GENTAN

 

Frásøgn úr Oyndarfirði

Ein fátækur maður átti eina dóttur, sum var røsk til arbeiðis og siðaði seg væl. Ein dagin kemur ein ríkur maður inn til teirra og ansar eftir, hvussu røsk gentan er.

Annan dagin kemur hann aftur við skrúðklæðum til hennara, letur hana í tey og biður so um hana til giftarmáls.

Foreldrini siga, at tað gagnar ikki, tí hon er ikki hansara líki: hann er ríkur, og tey sjálv eru fátæk. Men hann heldur fast við sítt; gentan er bæði røsk og rættulig, sigur hann.

Hann er har í húsinum nakrar dagar, fær tey gomlu til at geva ájáttilsi og fer so avstað við henni.

Nú ið dóttirin er farin, vil mamman kasta hennara gomlu pjaltrir burtur: henni mundi ikki tarvast at fara aftur í tær. Men maðurin heldur:

”Ríkismanshøvdið man ikki altíð standa so beint; ikki eigur at taka fyri, at hon kemur ikki aftur.”

Nú er dóttirin saman við hesum ríka í nakra tíð.

So eina náttina vakna tey fátæku hjúnini bæði úr svøvni, við at eitt pikkar á dyrnar; tey lata upp - tá stendur dóttirin fyri durunum í berum serki.

Ja, tað visti hann, sigur hin gamli, at ríkismanshøvdið man ikki altíð standa so beint: sær dámdi ongantíð, at hann fór við henni; nú eru pjaltrirnar tøkar at fara aftur í. So letur gentan seg aftur í pjaltrirnar.

Um dagin kemur hin ríki aftur; tey ilskast og spyrja, hvat hann vil.

Hann er komin at leita eftir gentuni, sigur hann; skrúðklæðini hevur hann við.

Hon fór ikki væl frá honum síðst, halda tey við hann.

Hann svarar, at sær hevur dámað gentuna ógvuliga væl, men í einum hevði hann ikki roynt hana: hvussu góðsint hon var; tí koyrdi hann hana út.

Við góðum sinni var hon farin, og væl tók hon aftur ímóti manninum. Hon læt seg í skrúðklæðini og fór við honum í øðrum sinni.

Tey giftust, og síðan livdu tey væl saman.

Frásøgn: Anna Petrina Høgnesen, Oyndarfirði

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

                                            

67 AT 887

 

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019