• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

3. RISABRÚDLEYPIÐ

 

Eina ferð var tað ein bóndi (tilskilað er, at tað skuldi vera í Noreg); hann átti ein son, sum æt Tóri, og so átti hann trý hundrað seyðir gangandi í dalinum.

Ein dagin sendi hin gamli son sín út til at hyggja eftir seyðinum. Tá ið Tóri kom í dalin, legðist mjørkin so tjúkkur, at hann viltist. Tá ið mjørkin tók at fleyra í, hitti hann eina frálíka vakra gentu; hann kysti hana; hon var so søt, at »av vørrum vætti vín«, og hann fekk sterkt yndi til hennara. So tjúknaði mjørkin aftur; hann køvdi rættuliga av, og so misti Tóri gentuna burtur.

Tá ið tynti í aftur, sá hann ein stóran risa koma gangandi ímóti sær (sagt er, at risarnir skuldu kunna gera mjørka og taka hann burtur aftur eisini). Risin spurdi hann, um hann onga gentu hevði hitt her í dalinum. Jú, tað hevði hann.

“Fjør mítt! tað var dóttir mín.”

“Nei, tað ber ikki til,” segði drongurin, “hon var vakrari enn so; ein slíkur skeggjatussi sum tú kann ikki vera pápi at henni; mætari maður má tað vera.”

“Fjør mítt! vilt tú ikki hava hana til konu?” spurdi risin.

“Jú, tað vil eg fegin,” segði drongurin.

Ja, so vildi hann fara aftur í helli sítt at gera til brúdleyp, segði risin og bað drongin fara heim og bjóða so miklum fólki, sum hann vildi, í brúdleypið: um hann so beyð trý hundrað, var tað sær líka kært, men Nornagesti og hundi hansara Hálvahala (ella Snata) skuldi hann ikki á nakran hátt dirva seg til at bjóða.

Tá ið drongurin kom heim, spurdi pápin hann eftir seyðinum, og Tóri segði frá øllum, sum tilborist hevði. Pápin legði tá soninum til ráðs, at hann skuldi ongum øðrum bjóða í brúdleypið uttan teimum báðum, Gesti og hundinum, tí alt var uppá svik, sum risin hevði sagt, helt hann: har mundi einki gott fara at vera burturúr.

Sonurin gjørdi, sum pápin bað, og so fara teir avstað fýra í flokki: pápi og sonur, Gestur og Hálvihali.

Nú ið teir koma í risahellið, er risin - Kolbein æt hann - burtur og bara gentan og risamamman heima.

Hin gamla kellingin - Skinnherjan kallaðist hon, men risin var vanur at rópa hana Skrukku sína - var øgilig at síggja, bæði rukkut og skrukkut, og hevði kløur fyri negl. Hon gekk og stákaðist og bar eina óføra rúgvu av oksakjøti í pottarnar at kóka. Har vóru bæði oksar og neyt dripin, sum ein og hvør kann ætla.

Teir setast niður og spyrja eftir Kolbeini risa.

”Hann er úti at bjóða hinum risunum í brúdleyp, men kemur skjótt aftur,” sigur hin gamla og vendir kjøtið í pottinum við klóm sínum.

Tað líður ikki langt um, so kemur Kolbein og hevur tíggju risar heim við sær. Hann heilsar faðiri og soni blídliga.

Nornagestur situr uttar við dyr; risin skjýtur eyga at honum og spyr, hvør hatta er. Hetta er bara ein spælimaður, segði brúðgómurin. Einki dámar hetta risanum - hann man kenna.

Allir setast niður og eru ógvuliga fáligir; teir gruna, hvørjir hesir báðir ókunnugu gestirnir eru; nú verður tað harvið.

Risarnir fara at breggja saman, og Kolbein ber uppá mál, um hin gamli Glimrageiri ikki man fara at koma til hesa veitslu við. Glimrageiri var sterkastur og ítastur av øllum risunum, so tað hevði verið góð hjálp í honum, um nakar ófriður var á ferð.

Sum teir sita og tosa og leingjast eftir Glimrageira, kemur buldur í; hellið tekur at skakast og beinkirnir at svigta undir teimum: eitt skorast og trokast í durunum — tað er Glimrageiri, ið kemur; trongt er hjá honum at sleppa inn. Hann setst uttar við dyr; Kolbein fer til hansara og biður hann vera vælkomnan. Nú eru risarnir so fróir og móðmiklir og halda alt vita væl við.

Hin gamla Skinnherjan borðreiðir við oksakjøti og seyðakjøti. Alt liðið setst til borðs: teir tólv risarnir øðrumegin og hini fimm: brúðurin, brúðgómurin, pápi brúðgómsins, Nornagestur og hundurin Hálvihali hinumegin.

Átið er óført á risunum: ikki trýtur heldur maturin. Kolbein skeinkir teimum sterkar drykkir: øl, sum hann sjálvur hevur bryggjað, og tað man sláa í høvdið. Teir drekka hugaliga, og alt veksur kætin; ”sum brim fellur í urð”, so skramblar í bróstinum á risunum, tá ið teir drekka.

Tá ið teir eru lidnir at eta, spyr Kolbein hinar, hvat teir skulu hava sær til spæls: skulu teir sláa ein dans upp ella fara at kasta knútur?

Teir spyrja Gest og Tóra, hvat teir helst vilja. Tað ið teimum sjálvum best líkar, siga Gestur og Tóri. Tá sigur Glámur risi:

”Køstum vær knútur!”

So velja teir henda leik (ætlanin er at drepa Gest). Glámur tekur eina knútu, kastar og ætlar á Nornagest. Óføra sterkir eru risarnir og beinraknir eisini; men Nornagestur er tó fimari: hann loftar knútuni, fýrir aftur og rakar Glám, so eygað liggur úti á kjálkanum.

Glámur sker í eitt gallróp; verkurin er stórur, at hann dansar upp um hellið av øði, og hinir mega halda honum.

Sámur risi tekur eina knútu og ripar á Nornagest. Gestur loftar henni, ripar aftur á Sám og rakar á kjálkabeinið so fast, at tað fer sundur.

Risin sker í eitt geyl, so tað snjellir eftir í; hann er so vindandi óður.

Gapur risi tekur eina knútu og skal ripa til Gest, men nú rópar Kolbein risi:

”Hetta er óstortligur leikur! best er at geva uppat, áðrenn fleiri fáa mein.”

Sum kvøldið líður, rennur ølið av aftur risunum; teir linka, og svøvnur kemur á teir. Teir sovna brátt allir uttan Glámur og Sámur, sum eru so illa viðfarnir; men í endanum sovna teir báðir við.

Nornagestur og Hálvihali, brúðgómurin, pápi hansara og brúðurin, sum eru í einum øðrum kamari, liggja øll og vaka.

Gestur sigur við hini, at, tá ið neistarnir fara at fúka um hellið, tá skulu tey rýma; risarnir róta so illa, tá ið teir sova fast, og tá fúka neistar úr gronum teirra.

Tá ið nakað er umliðið, sigur Gestur, at nú er best, tey fara upp: ikki er ráðuligt at liggja longur. Tey lata seg í sum skjótast og fara avstað til gongu, brúðurin við. Gestur fylgir teimum væl á leið, men sigur so, at hann noyðist at venda aftur, tí hann hevur eitt ørindi eftir í hellinum.

Tá ið hann kemur inn aftur til risarnar, liggja allir enn í fasta svøvni; rotini eru ófør á teimum: tað dynur í hellinum, og neistar fúka úr gronum teirra.

Gestur tekur eitt svørð niður av bróstinum og fer at myrða teir, ein fyri og annan eftir. Summir doyggja við tað sama; men aðrir, sum ikki doyggja so knappliga, skera í gallróp: teir, ið eftir eru, vakna, og nú er ein grøtiligur larmur í hellinum. Nornagestur flýr í bræði.

Kolbein, sum eftir livir, rópar á hinar og biður teir søkja fast eftir teimum, ið flýdd eru; hann geylar á ymsar, men eingin svarar aftur uttan Glimrageiri - alt hitt er deytt.

Níggju risar eru dripnir, og bert tríggir liva eftir umframt kellingina: Kolbein sjálvur, Glimrageiri og Gapur. Kolbein rópar á Skinnherjuna:

”Fjør mítt! gamla Skrukka mín! far upp og lat teg í bjarnarhúðina; halt so til fjals upp í hamrarnar og rapa grót oman á teir; vær skulum fara í neðra eftir teimum.”

Nornagestur hevur skjótt fingið brúðfólkini aftur; hann biður tey skunda sær tað dýrasta, tey orka: tí nú koma risarnir.

Tað er alt í senn, so hoyra tey dunið aftan fyri seg; tey líta aftur um seg - øgiligt er at síggja risarnar: tað spruttar upp úr jørðini, og spruttið stendur heilt upp um høvdið á teimum, sum teir renna.

Nornagestur biður nú síni fólk manna seg sundur at halda ímóti; hann skipar fyri, at brúðgómurin skal fara ímóti Kolbeini, pápi brúðgómsins ímóti Gapuri; sjálvur vil hann fara ímóti Glimrageira.

Tað er alt í senn, at risarnir koma, og teir bresta saman í bardagar.

Hjá verfaðirinum og hansara risa stendur nakað á jøvnum føti - óført er risamegi, men bulvirkisligt og klombrut er slagið, so hin fær við fimleika og brøgdum sínum risan undir seg og lívið av honum. Illa stendur til hjá brúðgóminum; hann fer at lúgvast.

Nornagestur fær í endanum Glimrageira undir seg og kryvur hann. Tá ið Gestur reisist og hyggur um seg, er brúðgómurin dottin, og Kolbein skal drepa hann. Gestur loypur honum til hjálpar og drepur risan.

Nú fer grót at skrambla í fjøllunum uppi í erva; tað er hin gamla Skrukkan, sum stendur á einum høgum hamri og roytir grót oman yvir teir.

Gestur beitir hund sín Hálvahala niðan í fjallið ímóti henni. Ein stíggjur er at sleppa eftir hjá honum upp á hamarin. Hon rapar grót oman í heilum, men Hálvihali leggur ikki lag í; hann skákar og smýgur ímillum, sneiðir og snirrar undan grótinum ymsar vegir.

Alt nærkast hann kellingini; hon sær, tað batar ikki at blaka grót, og ger seg til at taka hundin í stíginum.

Nú er Hálvihali uppi ígjøgnum, og bæði møtast. Hon rættir klørnar fram at taka hundin; men hann loypir beint á hana, trívur í fótamørin við kjaftinum og skræðir búkin burtur úr henni.

Tá ið Gestur kemur niðan, liggur hon deyð og gapar; allur innvølurin er lopin útúr.

So fara tey øll aftur í risahellið og taka so mikið av dýrgripum, sum tey orka at dragsa, bæði gull og silvur, og bera heim til bóndan.

Bóndin takkar Nornagesti og gevur honum góða løn fyri alt tað, ið hann hevur avrikað. Brúður og brúðgómur giftast nú á rættan hátt, og brúdleypið verður hildið uppaftur hjá bóndanum.

Síðan er einki at siga frá teimum.

Frásøgn: Guttormur Poulsen, Hvannasundi

(ógviliga líkt brigdi hevur Pætur Olsen frá Fossá sagt uppskrivaranum)

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

 

Einki AT – nr.

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019