• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

57. RISADREINGIRNIR

 

Uppskrift frá Fossá

Ein bátskipan, sum var í útiróðri, viltist í mjørka og kom til eitt annað land.

Ein risi bar eyga við bátin, tók allar menninar, seks í tali, og bar teir inn í helli sítt.

Har vóru tvær gentur; onnur so flogfeit, at tað sást ikki inn í eyguni fyri fiti, men onnur rak og soltin. Henda seinna matgjørdi og helt hús fyri risan.

Tá ið risin er burtfarin, sigur hon við menninar, at hann eigur seks synir; teir eru úti, men koma skjótt aftur; hin feita gentan skal verða dripin, og fingrarnar og tærnar skulu teir hava til nátturð.

Soltna genta leggur nú monnunum ráð. Teir seks risadreingirnir skulu sova í aðrari songini, sigur hon, og teir seks menninir í aðrari; risin er altíð vanur at binda eina gullkeðu um hálsin á hvørjum soninum, men svart silkiband um hálsin á hinum, sum hann ætlar at drepa; høvdu teir nú kunnað fingið gullkeðurnar burtur av hálsunum á risadreingjunum og bundið silkibondini í staðin, men gullkeðurnar um teirra egnu hálsar, og soleiðis skift um, so kundu teir fáa narrað risan, tí altíð kom hann í myrkri. Risarnir høvdu orð fyri at vera fastsvøvntir.

Nú koma risasynirnir aftur, og nátturðin verður framborin.

Risasynirnir leggjast við gullkeðum og hinir við silkibondum um háls; risin sjálvur fer í eitt annað kamar at sova; gentan hevur eitt ból fyri seg.

Tá ið risadreingirnir eru sovnaðir, loysa menninir keðurnar av teimum, skifta um og leggja seg so at vaka.

Nú kemur hin gamli við svørðinum, trilvar seg fram, følir keðurnar, fer til hina songina og følir bondini. So høggur hann høvdini av øllum seks sonum sínum og leggur seg aftur at sova. Rotini til hansara hoyrast langan veg.

Gentan kyndir upp stóran eld; menninir gløða tvær jarnstengur og renna eina í hvørt risaeygað. Hann loypur upp í øði, sipar eftir monnunum, men rakar ikki, tí teir eru so lágt niðri.

Endin var, at hann doyði; men hini sjey, menninir og gentan, fóru til gongu og gingu, til tey komu til fólk aftur.

Frásøgn: Pætur Olsen, Fossá

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

 

57 AT 1119, AT 1137

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019