• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

10. RISAKONAN, IÐ HEVÐI DRONGIN AT FITA

 

a. Pannukøkuhúsið

Uppskrift úr Sørvági

Tvey børn, drongur og genta, fóru út at ganga ein dagin, viltust og komu til eitt pannukøkuhús. Tey setast upp á takið til at eta av pannukøkunum; ein gomul blind kell-ing, sum stendur inni og melur, hoyrir tað skava á takinum, men heldur tað vera krákur og kemur so út og kístar. Børnini leggjast still, og kellingin fer inn aftur at mala.

Tá ið tey eru mett, fara tey inn í húsið, taka mjølið av kvørnarlúðrinum, fylla upp í hosur og sokkar sínar og leggja seg so undir kvørnina. Nú ið kellingin er liðug at mala og skal bera av lúðrinum, nú er einki mjøl. Tá heldur hon:

”Annaðhvørt er tað músin, ið melur, ella er tað tjóvurin, ið stjelur, ella ruggar henda gamla ikki rætt,” fer at trilva undir kvørnini og finnur bæði børnini.

Tað er alt í einum, at hon verður góð við gentuna, men ónd við drongin og setur hann á stíggj til at fita. Gentuna hevur hon hjá sær at ganga sær til handa.

Tá ið ein lítil tíð er umliðin, biður kellingin gentuna skera ein fingur av dronginum til at vita, um hann er feitur. Hann biður tá systur sína bera sær eitt træpetti at telgja til fingur, og tá ið hann hevur telgt tað, ber hon tað til kellingina, sum følir á og heldur tað vera fingur av dronginum:

”Einki er hann fitnaður enn; gev honum væl!”

Eina tíð eftir heldur kellingin, at nú eigur hann at vera fitnaður nakað, og biður gentuna skera ein annan fingur av honum og bera sær. Drongurin biður systrina taka sær ein tongul at telgja so vorðnan sum fingur. Hann telgir, og gentan ber kellingini tongulin.

”Ikki er hann feitur enn; men nú fer hann at fitna nakað,” heldur henda gamla.

Tá ið aftur ein tíð er umliðin, biður kellingin gentuna uppaftur skera ein fingur av dronginum. Hann sigur við systrina, at hon skal skera boppu av kúnni og bera kellingini.

”Ja, nú er hann feitur,” sigur kellingin og biður gentuna heingja ketil uppyvir at kóka: ”Tú skalt siga mær frá, tá ið vatnið kókar, og so skal eg koma og hjálpa tær at koyra drongin í pottin.”

Systkini leggja nú ráð saman: tey skulu lokka kellingina upp á eldstaðin og so fíra hana sjálva í ketilin. Hetta gera tey: fáa ta gomlu upp á eldstaðin at trilva og stumpa hana so eftir høvdinum í ketilin.

”Sjalvgjørt er væl gjørt!” var tað síðsta, ið læt í henni.

Síðan tóku tey tað, ið kellingin átti, og fóru heim til mommuna.

Frásøgn: Lovisa Djonesen, Sørvági (eftir Jóhannu Jógvansdóttur, Kvívík)

 

b. Uppskrift úr Kunoy

Tvey systkin, drongur og genta, sum høvdu verið úti og spælt, viltust burtur og funnu ikki heim aftur til foreldrini.

So komu tey til eitt risahelli, hvar ein gomul blind kelling var einsumøll inni; tey royndu at krógva seg fyri henni, men einki batti: hon fangaði tey bæði. Drongin setti hon í bur til at fita, og gentuna tók hon til at leita sær í høvdinum. Gentan skuldi ansa eftir beiggja sínum og bera hann til risakonuna hvønn dag, at hon kundi vita eftir, hvussu hann fitnaði.

Fyrsta dagin gav systirin honum ein træpinn, sum hann skuldi rætta fram í staðin fyri fingur sín.

”Knortilbein! hetta er so soltið,” segði risakonan, tá ið hon føldi á træpinnin og helt tað vera ein fingur.

Á henda hátt narraðu tey kellingina í níggju dagar, og hvørja ferð segði henda gamla við gentuna:

”Knortilbein, knortilbein, fjør mítt! fita mær hann betur!”

Tann tíggjunda dagin skar gentan buppuna undan kúnni og rætti risakonuni. Tá lívgaðist henda gamla upp:

”Klárt spik, fjør mítt!” og bað gentuna seta drongin livandi á spritið og steikja hann. Gentan segði, at hon dugdi ikki at bera seg at og bað kellingina koma og vísa sær, hvussu hon skuldi fáa hann upp á spritið. Hin gamla kom og skuldi leggja gentuni lagið á; men í sama bragdi fírdi henda hana inn í eldin, og har kolaðist hon.

Síðan tóku børnini alt, í hellinum var, av gulli og silvuri og funnu umsíðir heim aftur til foreldrini.

Frásøgn: Elsebeth Sørensen og Pauli Heinesen, Kunoy

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

 

10  AT 327 A

 

 

 

 

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019