• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

2. RISANS KLÓTA

 

a. Uppskrift av Syðradali í Kalsoy

Ein fátækur maður átti tríggjar døtur.

Ein dagin, sum hann var farin út at velta, kom ein risi og segði við hann:

»Fjør mítt! tú stendur einsamallur her og veltir í dag.«

»Hann verður mangt at gera sjálvur, ið ongan eigur sonin,« svarar maðurin.

»Fjør mítt! vilt tú geva mær elstu dóttur tína, so skalt tú fáa ein haka, sum sjálvur dugir at velta,« sigur risin.

»Tað er sjálvandi,« heldur maðurin, »men eg veit ikki, hvussu eg skal fáa hana til tín.«

»Fjør mítt! send hana í ánna við vøttunum í kvøld!« sigur risin.

Tá ið gentan kom at ánni um kvøldið, stóð ein hvítur fuglur fyri henni; hon fór til hansara; men í sama bragdi sló hann veingirnar tvørtur um hana og fleyg burtur við henni.

Nakað lítið burtur frá skapaðist hann um - tá var tað risin.

»Fjør mítt! hvat skal eg gera við teg? skal eg bera teg ella draga teg?« spurdi hann. Hon svaraði:

»Drag meg!«

So dró hann hana allan vegin, og tá ið hann kom heim, legði hann hana tvørtur um gáttina, breyt hana av í rygginum og kastaði hana aftur um hurðarbak.

Ein tíð leið um; so fór maðurin at skera torv.

Sum hann stóð og skar, kom risin aftur til hansara og segði:

»Fjør mítt! tú stendur og skert torv einsamallur.«

»Hann verður mangt at gera sjálvur, sum ongan eigur sonin,« svarar maðurin.

»Fjør mítt! vilt tú geva mær miðlingardóttur tína, so skalt tú fáa ein torvskera, sum sker sjálvur,« sigur risin.

»Tað er sjálvandi,« svarar maðurin, »men eg veit ikki, hvussu eg skal fáa hana til tín.«

»Fjør mítt! send hana í ánna við hosunum í kvøld! eg skal vera fyri henni.«

So varð. Um kvøldið letur maðurin seg úr, flýggjar gentuni hosurnar og biður hana fara í ánna at vaska tær.

Hon so ger; men, komin at ánni, veit hon av ongum, fyrr enn ein fuglur kemur, leggur veingirnar tvørtur um hana og fer við henni.

Nakað burturfrá skapast hann um - nú er tað risin.

»Skal eg bera teg ella draga teg?« spyr hann hana.

Hon sigur sum systirin og biður hann draga seg.

Tá ið hann kemur heim, leggur hann hana tvørtur um gáttina, brýtur hana av í rygginum og kastar hana aftur um hurðarbak.

Nú líður ein tíð aftur; so kemur slótturin fyri.

Ein dagin, sum maðurin er farin út at sláa hoyggj, kemur risin triðju ferð og sigur við hann:

»Tú stendur og slært einsamallur í morgun, fjør mítt!«

»Hann verður mangt at gera, ið ongan eigur sonin,« svarar maðurin.

»Fjør mítt! vilt tú geva mær lítlu Giljonnu tína« - tað var yngsta dóttirin - »so skalt tu fáa ein líggja, sum sjálvur dugir at sláa,« sigur risin.

»Tað er sjálvandi,« sigur maðurin; »men hvussu skal eg fáa hana til tín?«

»Send hana í ánna eftir vatni, tá ið fuglur er avflogin!« sigur risin.

Tá ið hon kemur at ánni, stendur risin fyri henni og tekur hana.

»Skal eg bera teg ella draga teg?« spyr hann.

»Ber meg!« sigur hon, og har valdi hon klókari enn hinar báðar systrarnar.

Risin fór heim við henni og honum líktist so ónatúrliga væl á hana, at hann fríggjaði við tað sama.

Um dagarnar var hann burtur, og tá skuldi hon sópa og halda reint í øllum stovunum uttan í einum kamari, sum hann hevði forboðið henni at fara inn í.

Men hon var so altráin eftir at vita, hvat ið har kundi vera inni, at hon kundi ikki stýra sær, fór inn og sá báðar systrar sínar liggja aftan fyri hurðina. Tær bragdaðu enn.

Tvær krukkur hingu á bróstinum; hon drap fingurin niður í aðra og misti hann, drap so aftur niður í hina krukkuna og fekk fingurin aftur.

Okkurt hissinislag mundi tað vera, ið har var í, hugsaði hon: tá ið tað gjørdi so mikið, skuldi ein ikki taka fyri, at tað kundi hjálpt til at fáa lív aftur í systrarnar. Men einki tordi hon at gera tann dagin.

Um kvøldið kemur risin heim.

»Fjør mítt,« sigur hann við hana, »eg hugsaði, at nú skuldi eg gera alt um eina leið - eg skrivaði meg inn alt fyri eitt.«

Tað hevur hann gjørt rætt í, sigur hon og heldur við hann, at tað er ikki meira enn sámiligt, at tey fara at gera eitt sindur til brúdleyps nú.

Morgunin eftir fór risin avstað at bjóða í brúdleyp; meðan tók hon og grøddi systrarnar úr krukkuni, smurdi uppá tær, og tær vóru heilar við tað sama. So segði hon við tær, at nú vildi hon leggja tær niður í ein posa og senda risan avstað við teimum í morgin heim til pápan; men hvørja ferð, ið risin setti av sær, skuldu tær láta í posanum:

»Eg síggi teg, eg síggi teg!«

Um morgunin segði hon við risan, at eina bøn fór hon at biðja hann, áður enn brúdleypið kom fyri, og tað var, um hann vildi ikki bera sær henda posan heim til pápa hennara: men ikki skuldi hann loysa kjaftbandið av og hyggja niðurí, tí tað skuldi hann vita, at hon sá hann, hvat ið hann gjørdi - hon sá ígjøgnum bjørg og bláar skorar.

Risin lovaði at gera, sum hon bað, tí hon hevði verið sær so trúgv, segði hann.

So fór hann undir posan at bera og til gongu; men fyrsta fjallið, hann kom afturundir, har setti hann posan og skuldi hyggja, hvat ið í var; hann kundi ikki ráða sær.

Men sum hann var at loysa bandið av, rópaðu tær har niðrií:

»Eg síggi teg, eg síggi teg!«

Risin varð kløkkur og fór í stundini aftur undir posan at bera.

»Tað er tann gentan ið er, lítla Giljanna mín; hon sær ígjøgnum bjørg og bláar skorar.«

Komin afturundir næsta fjallið setur hann aftur av sær.

»Fjør mítt, sum hetta er tungt.«

Hann skal loysa bandið av - her kann hon tó ikki síggja hann - men við tað sama ljóðar tað:

»Eg síggi teg, eg síggi teg!«

Risin so kvikur undir posan aftur og til beins:

»Tað er tann gentan, eg eigi; hon sær ígjøgnum bjørg og bláar skorar.«

Komin afturundir tað triða fjallið setir hann uppaftur av sær; forvitni er á honum; men í tí at hann skal loysa, nú rópar:

“Eg síggi teg, eg síggi teg!«

Hann loypur undir posan og tekur at renna. Slík genta sum hansara hevur ikki verið, sigur hann og steðgar ikki, fyrr enn hann er komin til hús.

»Fjør mítt, eg eri so gott og deyður,« sigur risin og kastar byrðina á gáttina.

Síðan fer hann og býður risunum, javnlíkum sínum, í brúdleyp sítt.

Meðan gongur Giljanna hansara heima í hellinum og pyntar eina klótu, letur hana í skart og skrúðir og gevur henni strimlakýsa á høvdið, so hon kann líkjast henni sjálvari.

Síðan kyndir hon eitt bryggjubál, fulla grúgvuna, heingir ein stóran pott uppyvir og setur so klótuna tætt hjá eldinum til at detta.

So klæðir hon seg í tær ringastu pjaltrarnar, sum hon eigur, tekur ein biddaraposa á bakið, so hon kann líkjast einum biddara, og rýmir úr hellinum.

Á vegnum heim møtir hon risanum, sum hevur verið og boðið í brúdleyp. Hann kennir hana ikki í pjøltrunum, steðgar og spyr:

»Fjør mítt, hvør ert tú?«

Hon er eitt neyðardýr, sigur hon, sum einki eigur, men gongur og biður sær molarnar.

Risin vil hava at vita, hvørjum hon hevur verið hjá, og hvat hon hevur fingið:

»Fjør mítt! vart tú ikki hjá lítlu Giljonnu mínari?«

»Jú,« sigur hon, »tað er vorðið sum genta og blíð; hon sat so bjørt og uppskrýdd við eldin, og vakurleikin lýsti av henni; hon longdist so ógvuliga eftir tær.«

Frálíka væl dámdi hetta risanum at hoyra.

»Fjør mítt! fekst tú nakað frá henni?«

»Ja, ja,« sigur hon, »tað var ikki eiti; eg fekk bæði nógv at eta og nógv at bera - upp í henda posaprinsin fullan.«

Risin fer nú so gleiðbeintur og errin avstað; hann skundar sær heim tað besta, hann kann.

Tað fyrsta, hann kemur inn í hellið og sær ta uppskrýddu klótuna, sum hann heldur vera Giljonnu sína, sita so svinna við eldin - hon rætt sum vendir nakkan til - trívur hann í:

»Á søta, lítla Giljanna mín! tú situr so prúð og pretin fyri mær.«

Hann tekur um hálsin á henni og skal heilsa henni - men nú ríður klótan yvir og dettur í eldin, og risin aftaná.

Tá ið sløður kom á risarnar, skuldi tað altíð vera so ógvisligt. Potturin, ið hekk í skerðinginum, stoyttist oman yvir risan, og har kolaðist hann upp.

Tá ið nøkur tíð leið um, og tað frættist, at risin lá stoktur, fóru systrarnar við pápanum aftur í hellið til at fáa sær ríkidømi, bæði gull og silvur. Tey fingu so mikið, at tey livdu væl alla teirra tíð.

Frásøgn: Erika Katrina Johannesen, Syðradali, Kalsoy

 

b. Uppskrift av Húsum í Kalsoy

Maður og kona áttu tríggjar døtur. Ein dagin, sum hin elsta var farin í ánna at vaska, sá hon ein vakran fugl og vildi fanga hann; men fuglurin skapaðist um til risa og segði:

»Fjør mítt, tú skalt vera kona mín!«

So førdi hann hana heim við sær.

Morgunin eftir, sum risin skuldi fara burtur í skógina, segði hann við gentuna:

»Fjør mítt, tú skalt hava til arbeiðis at geva pápa mínum og mommu míni at eta og hundinum, ið undir gólvinum stendur.«

So gav hann henni lyklarnar til øll kømurini og eitt gullepli og legði við, at eitt kamar var, sum hon ikki mátti fara inn í - gjørdi hon tað, so var hon dripin: og hon skuldi ikki bjóða til at narra hann, tí eplið bløddi, um hon hevði verið har inni.

So fór risin; men gentan hugsaði, at eplið mundi ikki fara at bløða kortini, og fór inn í kamarið, men sá einki uttan deyðar fólkakroppar.

Tá ið hon kom út aftur, bløddi eplið, og einki batti hvussu hon royndi at vaska burtur av tí.

Tá ið risin kom aftur um kvøldið og sá gulleplið bløða, tók hann gentuna, breyt hana av í rygginum og tveitti hana inn í hetta sama kamarið.

Dagin eftir fór miðlingargentan í ánna at vaska, og henni gekk í øllum á sama hátt sum teirri eldru systrini.

Morgunin eftir fór yngsta gentan, Agnas, í ánna at vaska. Tá var hin sami fuglurin fyri henni; hann steig upp til risa og tók hana heim við sær.

Hon varð sett til tað sama arbeiði sum systrarnar og fekk tey somu kor.

Men hon forvitnaðist sum tær og fór inn í tað sama forbodna kamarið; har sá hon báðar systrarnar liggja deyðar. Hon hugdi at eplinum: tað bløddi.

So fór hon inn í eitt annað kamar og fann tvær krukkur við smyrsli; hon drap fingurin niður í aðra og misti hann, tók so hondina niður í hina krukkuna og fekk fingurin aftur.

Tað kundi væl borið á, at hon kundi fingið lív aftur í systrarnar við hesum seinna smyrsli, hugsaði hon, og við tað sama hon smurdi upp á tær, livnaðu tær upp aftur.

Hon smurdi upp á eplið, og tað gav uppat at bløða. Síðan goymdi hon systrarnar niður í eina stóra jarnkistu.

»Fjør mítt, tú hevur verið mær trúgv; teg skal eg hava til konu,« segði risin um kvøldið, tá ið hann kom heim og sá, at einki bilaði eplinum. Ikki var hann grannsíggin, risin, og ansaði ikki eftir krukkunum.

Hon lætst fegin við boðið og bað hann bera sær eina kistu heim til pápa sín: tað var nakað lítið av sendigóðsi.

Tað var gaman í, helt risin.

So fór hon til systrarnar, í kistuni lógu, og segði við tær, at nú skuldi risin bera tær heim í hesari kistu: men tað skuldu tær vita, at, um hann tók lykilin og vildi læsa upp kistuna, skuldu tær siga:

»Eg síggi teg, eg síggi teg, eg sær teg!« Risin tekur kistuna á bakið, men komin væl á veg við henni fer hann at møðast:

»Fjør mítt, sum hetta er tungt!«

Hann skal hyggja, hvat ið í er; men í sama sinni rópa tær í kistuni:

»Eg síggi teg!«

Risin kløkkur og aftur undir kistuna:

»Tað er tann konan, eg eigi, frú Agnas mín: hon sær gjøgnum bjørg og bláar skorar.« -

[Endin sum í tí undanstandandi teksti.]

Frásøgn: Anna Cecilia, Húsum, Kalsoy

 

c. Uppskrift úr Sumba

Eina ferð var tað ein maður og ein kona, sum áttu tríggjar døtur. Hvønn dag var maðurin burtur í skóginum og bardist ímóti risum.

Eitt kvøldið, tá ið hann kom aftur, bað hann ta elstu dóttrina fara í ánna við hosunum og skónum at vaska.

Komin at ánni sær hon ein vakran fugl sita og skal taka hann; men tá stendur hann umskapaður til ein risa.

Hann tekur hana heim í hellið til sín og fær henni lín at spinna og oksakjøt at kóka, meðan hann er burturi.

Tá ið hann kemur aftur um kvøldið, hevur hon ikki spunnið ein karða, og kjøtið er trátt.

So tekur hann og leggur hana tvørtur um knæ sítt, brýtur ryggin av henni og blakar hana aftur um eina hurð.

Annan dagin sendir maðurin miðlingardóttrina í ánna við hosum og skóm at vaska, og henni gongst rætt á sama hátt og teirri elstu.

Triðja dagin sendir maðurin yngstu dóttir sína í ánna.

Hon sær henda sama fugl og skal taka hann; tá er tað risi. Hann tekur hana heim í hellið, fær henni lín at spinna og oksakjøt at kóka.

Tá ið hann er burturfarin, fer hon út fyri dyr, rópar á smátrøllini øll og biður tey koma at hjálpa sær at spinna: tey skulu fáa soð at drekka og knútur at bíta afturfyri.

Tey koma við tað sama at hjálpa henni og spinna alt, meðan hon kókar kjøtið.

Tá ið risin kemur heim um kvøldið, er hann so væl heitin, nú ið hann sær, at alt er spunnið. Hann setst at eta: væl er kókað. Hon skal vera kona hansara, sigur hann og vísir henni á eina tunnu við valasmyrsli, sum hon skal eiga í festargávu: alt tað, ið deytt er og hetta smyrslið kemur uppá, verður livandi.

Hann fer nú at bjóða í brúdleyp, sigur hann og biður hana gera alt til í húsinum, til hann kemur aftur við brúdleypsfólkinum.

Tá ið hann er farin, finnur hon báðar systrarnar aftan fyri hurðarbak dripnar; henni kemur í hug smyrslið; hon smyr uppá tær og fær lív í tær aftur.

So allar at leggja ráð, hvussu tær skulu sleppa undan risanum.

Hin yngsta finnur eina klótu, letur hana í besta skrúð sítt, at hon skal líkjast henni sjálvari, setur hana við eldin, heingir ein stóran vatnketil uppyvir og festir so eitt band í hødduna á ketlinum og annan endan í klótuna.

Síðan tekur hon eina kistu og leggur báðar systrarnar niðurí.

Nú hoyrir hon risan koma, fagnar honum blídliga og biður hann vælsignaðan fara heim til foreldur hennara við einari kistu: men ikki skal hann dirvast at hyggja niður í hana, tí hon sær altíð til hansara - hon sær ígjøgnum bjørg og bláar skorar.

So smattar hon seg ígjøgnum einar aðrar dyr og er so knøpp til at fara niður í kistuna og læsa afturyvir.

Risin kemur og fer undir kistuna.

Tá ið hann er komin húsini úr eygsjón, setur hann av sær og skal vita, hvat ið er í kistuni. Nú ljóðar tað:

»Eg síggi teg, eg síggi teg!«

Risin er so knappur at fáa kistuna upp á bakið aftur og so til gongu.

Tá ið hann hevur gingið ein góðan tein aftur, setur hann av sær aðra ferð til at vita, hvat ið í er. Nú ljóðar aftur:

»Eg síggi teg, eg síggi teg!«

Risin skakkur og við tað sama undir kistuna aftur:

»Hatta er ein fráskilagenta, eg eigi; hon sær ígjøgnum bjørg og bláar skorar.«

Á sama hátt gongst honum triðju ferð, ið hann skal royna.

Risin kemur til hús, kastar kistuna av sær niður á gólvið og rýmir so sín veg.

Nú ið hann kemur aftur í hellið og heldur seg síggja gentuna sita so prúða við eldin, tekur hann í klótuna og skal kyssa; men nú streingir á bandið, ketilin hvølvist, og tað kókandi vatnið stoytist yvir høvdið á honum, so hann skáldast.

Tað var hansara endi.

Frásøgn: Fredrikka Langgaard, Sumba

 

d. Uppskrift úr Skálavík

Ein bóndi møtti einum risa í haganum. Risin trúaði hann eftir elstu dóttrini.

Hvussu skuldi hann fáa honum hana? spurdi bóndin.

“Lat hana í ánna við hosunum í kvøld!”

Risin tekur hana, fer heim við henni og setur hana til at seyma, spinna og veva gull, meðan hann er burturi um dagin.

Tríggjar kellingar koma upp ígjøgnun gólvið og sigast vilja hjálpa henni við at seyma, spinna og veva, um hon vil geva teimum nakað at eta. Men hon sýtir og etur alt sjálv.

Tá ið risin kemur heim, er einki liðugt; hann brýtur hana av í rygginum og kastar hana aftur um hurðarbak.

Á sama hátt gongst miðlingardóttrini.

Risin fer eftir teirri yngstu gentuni og setur hana til sama arbeiðið.

Kellingarnar koma; hon gevur teimum mat, og tær hjálpa henni afturfyri. Síðan grøða tær báðar systrar hennara, sum risin hevur dripið. Við skilnaðin siga tær við hana, at hon skal bjóða teimum í brúdleyp sítt: eingin skal geva henni so góða brúdleypsgávu sum tær. Gentan játtar.

Tá ið risin kemur heim og sær, at arbeiðið er liðugt, er hann fegin og sigur, at hon skal vera kona hansara.

Nú líður, til brúdleypið skal standa.

Kellingarnar koma í brúdleypið; ein teirra hevur kloykt uppí fingrarnar, so teir eru so ógvuliga langir; onnur hevur bundið eygnaposar undir eyguni á sær, og hin triðja hevur bundið eina stóra blásta bløðru upp á seg, sum hon kroystir vind út úr.

Risin spyr, hvussu tær eru komnar at vera so skaftar.

Hin fyrsta sigur, at, tá ið kona hansara hevur spunnið og vovið so nógvar gullvevirnar sum hon, tá fer hon at vera so vorðin eisini; onnur sigur, at, tá ið kona hansara hevur seymað so nógv og start at seymingini so leingi sum hon, tá munnu hennara eygur vera so vorðin eisini; hin triðja kroystir bløðruna og sigur, at, tá ið kona hansara hevur átt so nógv børn sum hon, verður hon so vorðin við.

Nei, ikki skal kona hansara gera nakað slíkt, sigur risin.

Meðan hann er úti, koyra kellingarnar tær eldru genturnar báðar í ein posa og mat omaná og leggja teirri yngstu ráð, hvussu hon skal bera seg at.

Risin kemur nú aftur, og við tað sama biður brúðurin hann bera sær henda posan við brúdleypskosti heim til bóndan, pápa hennara; men ikki má hann loysa av til at hyggja niðurí; hon sær til hansara allan vegin, sigur hon.

Risin avstað aftur, møðist og sveingist eftir veginum og vil loysa av posanum til at eta; men nú ljóðar har niðri úr:

”Eg sær, eg sær!”

Risin heldur hetta vera konu sína, ið rópar, og fer undir posan aftur.

”Tað er ein kona, eg eigi; hon sær yvir dalir og fjøll.”

So fer hann til bóndan og blakar honum posamatin inn á gólv.

Meðan risin starvast við hetta, letur brúðurin seg í tær ringastu pjaltrar og ímar seg út; kellingarnar pynta eina træklótu, sum tær lata í hennara bestu skrúðklæði, kynda stóran eld upp, heingja ketil upp yvir og seta klótuna at eldinun so tepurt, sum tær kunna.

So fer brúðurin til gongu heim.

Á veginum heim til foreldrini møtir hon risanum, ið kemur aftur. Tá ið hann sær hetta kloddafylið, rópar hann:

”Á, Kola Króka! ólíkari er kona mín, ið heima situr.”

Hann skundar sær heim og skal heilsa konuni, sum við eldin situr; tá ríður klótan yvir og dettur í eldin. Risin fer eftir høvdinun sama veg og kolast undir ketlinum.

Frásøgn: Marjun í Nýggjubúð, Skálavík

 

e. Uppskrift úr Mykinesi

Maður og kona áttu tríggjar døtur. Afturkomin av útróðri eitt kvøldið bað hann elstu gentuna fara í ánna at vaska sær vøttirnar.

Tá ið hon kom at ánni, sá hon ein vakran smáfugl og tók at renna eftir honum.

Tá skapaðist hann um og var ein risi.

”Fjør mítt! Skal eg bera teg ella draga teg?” spyr risin. Hon sigur:

”Ber meg!”

Risin fer heim við henni og setur hana til at veva ein vev. Hevur hon ikki vovið henda vevin niður, til hann kemur aftur um kvøldið, skal hon verða dripin, sigur hann.

Tá ið hann er farin, kemur ein kelling inn og spyr gentuna, um hon skal ikki veva vevin niður fyri hana, men hon sigur nei: hon skoytir ikki um.

Risin kemur heim um kvøldið, er illur, tí at arbeiði er ikki hálvliðugt, brýtur ryggin av í gentuni og blakar hana aftur um hurðina.

So fer hann avstað eftir miðlingargentuni - henni gongst á sama hátt.

Hann avstað aftur eftir teirri yngstu systrini. Kellingin kemur til hennara eisini, og gentan lovar henni at veva vevin niður fyri seg.

Tá ið risin kemur heim, er hann so blíður, sigur við gentuna, at hon skal vera kona hansara, og fær henni lyklarnar til øll kømurini; eitt er tó, sum hann forbýður henni at fara inn í. Hon fer inn kortini, sær systrarnar deyðar og blóðker mitt á gólvinun; hon smyr tær við blóðinum tvørtur um geislarnar, har sum tær eru avbrotnar (hetta hevur kellingin rátt henni); so livna tær upp aftur.

Meðan risin er úti at bjóða í brúdleyp, koyrir gentan systrarnar niður í eina kistu og læsir afturyvir.

Við tað sama hann kemur aftur, biður hon hann bera hesa kistuna heim til foreldur hennara.

Hann uppaftur avstað, gerst forvitin eftir veginum og vil hyggja í kistuna, tí hon er so óføra tung; men nú rópa tær, ið niðri í eru:

”Jeg ser dig vel, jeg ser dig vel!” (hetta hevur systirin lært tær at siga eftir ráði av kellingini).

Risin trýr, at tað er kona hansara har heima, ið rópar, og fer sum skjótast undir kistuna aftur.

Meðan gongur risabrúðurin heima í hellinum, pyntar eina klótu, sum hon setur við eldin, og hongur vatnketil uppyvir. So ímar hon seg um eyguni, letur seg í tey ringastu klæði, hon eigur, og rýmir sín veg heim.

Komin nakað á veg møtir hon risanum við øllum brúdleypsherinum. Hann spottar hana, tí hon er so svørt og kloddut; ólíka vakrari sigur hann sína brúður vera har heima í hellinum.

Hvat skal Kola vera annað enn Kola? svarar gentan (hetta skuldi nú vera eiti hennara): hon er ikki at líkna við brúður hansara.

Tá ið risin kemur heim og skal kyssa klótuna, sum hann heldur vera brúðrina, ríður klótan yvir og risin við henni. Tann kókandi ketilin hvølvdist niður yvir hann, og hann brendist.

Frásøgn: Súsanna Abrahamsen, Mykinesi

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

2a AT 311

2b AT 311

2c AT 311 og AT 501

2d AT 311 og AT 501

2e AT 311 og AT 501

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019