• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

58. RISASONURIN, IÐ FRÍGGJAÐI TIL KONGSDÓTTRINA

 

Uppskrift úr Skálavík

Ein risasonur ætlaði sær í kongsgarð at fríggja. Pápin lærdi hann, at hann skuldi ansa eftir ikki at siga ”fjør mítt”: tí annars kendu tey, at hann var risi. Hann skuldi geva seg út fyri kongason av Polen.

So fór risasonurin í kongsgarð, fríggjaði og fekk kongsdóttrina.

Men ein gomul kona hevði illbata á, at hetta var ikki, sum tað átti at vera - hann mundi ikki vera natúrligt fólk, hesin brúðgómur - og fór so út at ferðast til at fáa uppspurning um hetta.

Hon kemur til risan og biður um hús; har sær hon skotini liggja full av fólkakjøti og rossakjøti. Hon tosar við risan og spyr, um sonurin er ikki farin at fríggja.

”Jú,” sigur risin; ”hann er farin í kongsgarðin at fríggja til kongsdóttrina; men lat hana koma; hon skal fáa ein reyðan kraga.”

Konan fer heim í kongsgarðin og sigur fyri kongsdóttrini, hvussu statt er; men kongurin kemur at, koyrir konuna út og sigur, at hon skal ikki koma við lygnum at ljúgva fyri dóttrini.

So biður henda gamla tveir harrar (hovmenn) koma við sær. Teir klæða seg so elendiliga í pjaltrar, fara við henni til risan (hon gevur teir út fyri synir sínar), og hann hevur tey somu orð sum fyrru ferð.

Nú ið tey koma heim aftur, vitna harrarnir við konuni fyri konginum. Her er ilt við at gera, og ringur standur er í kongsgarði.

Sonur ta gomlu konuna gevur seg til at smíða eitt stórt svørð og fýra jarnspíkarar við hvøssum oddum í erva til at stilla undir songina, ið risasonurin skal sova í; hin gamla er tað, sum leggur ráðini til.

Risasonurin kemur nú eftir kongsdóttrini og ætlar sær heim aftur við henni sama dag; men tey yvirtala hann, tó treyðan, til at vera í kongsgarðinum um náttina og latast vilja gera veitslu fyri honum. Ein prýðilig song verður reidd upp til hansara.

Sum hann er lagstur, renna allir jarnspíkararnir upp ígjøgnum hann; men tí meira hann brýtst, tí meira renna spíkararnir inn í hann, og har letur hann sítt lív.

Dagin eftir fer hin gamli risin at leita eftir soninun. Á veginum hittir hann fólk, sum hann gevur seg í tos við: hava tey í kongsgarðinum dripið sær sonin, skal tað verða teimum ein vanlukku reiggj; tað skal hann hevna; men hittir hann ta gomlu konuna, skal hann skræða kjaftin sundur á henni, tí hon hevur sagt frá.

Tá ið risin kemur at kongsgarðinum, sær hann dans ganga.

”Gleðskaps tíð fyri soni mínum!” hevur hann fyri munni á sær og heldur alt vita væl við. Men dansin hava tey fingið í stand fyri at narra risan.

Í tí at hann skal fara inn, standa tveir aftan fyri hurðina við svørðinum, sum sonur hina gomlu hevur gjørt; risin noyðist at lúta seg fyri at sleppa inn, tí dyrnar eru honum ov lágar; tá høgga teir til við svørðinum og høvdið av honum.

Sonur ta gomlu konuna fekk kongsdóttrina fyri tað, at hann hevði bjargað henni.

Frásøgn: Marjun í Nýggjubúð, Skálavík

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

 

58 Einki AT-nummar

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019