• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

7. RISIN OG BÓNDIN

 

Uppskrift úr Sørvági

Eina ferð var tað ein bóndi, sum hevði fingið ein risa til at hjálpa sær við øllum arbeiðinum. Bóndin segði við hann, at tað skuldi vera løn hansara, at hann skuldi hava lov at velja av øllum tí, sum teir veltu, annaðhvørt tann partin, ið var niðri í jørðini, ella tann, ið omaná stóð.

Fyrsta árið velti bóndin røtur. Tá ið heystið kom, bað bóndin risan velja. Risin helt kálbløðkurnar vera so ógvuliga vakrar at síggja og valdi tí sum sín part tað, sum omaná vaks. Soleiðis fekk hann alt kálið; men bóndin fekk allar røturnar.

Tað var skjótt, at risin merkti, at hann hevði tikið ótt, tá ið hann valdi bløðkurnar, og hugsaði hann tí við sær sjálvum, at næstu ferð skuldi hann velja betur: tá skuldi hann taka tað, sum niðri í jørðini vaks.

Árið eftir velti bóndin korn. Tá ið heystið kom, bað bóndin risan velja, og nú segði risin, at hann vildi eiga partin í neðra. Soleiðis fekk risin hálmin; men bóndin fekk alt kornið.

Nú var risin rættiliga óður og tók at bjóða bóndanum treyt. Hann legði til og bað bóndan koma og klórast um kapp við seg; teir skuldu nú hava tað til roysnis, segði hann, at vita, hvør ið betur dugdi at klóra - hann hugsaði um at fáa dripið bóndan.

Bóndanum er illa við, neyðardýrið; hann veit ikki, hvat hann skal gera fyri at sleppa undan hesum og fer til konu sína at kæra sína neyð fyri henni. Hon leggur honum tey ráð, at hann skal drepa kettu teirra og smyrja alt kettublóðið upp á hana sjálva, konuna; so vil hon sita alblóðig og gráta á grúgvusteininum, tá ið risin kemur. Tá ið so risin spyr hana, hvussu tað er vorðið við henni, vil hon siga, at maður hennara, bóndin, hevur farið so illa við henni: hann er at royna, hvat ið hann man duga ímóti risanum í klóring, og nú er hann farin í smiðjuna til at leggja sær jarn upp undir neglinar og soleiðis gera seg í stand ímóti risanum.

Hjúnini so gera, sum tey hava ráðlagt, og tað gongur, sum tey hava ætlað. Ótti kemur á risan, nú ið hann sær konuna smurda í blóði og hoyrir hana siga fra atburði bóndans. Hann heldur við bóndakonuna, at best man vera at geva uppat við hesum, og síðan talar hann ikki meira til bóndan um nakra klóring.

Nú tók bóndin at bjóða risanum treyt; teir skuldu fara at kappsleikja fløt, segði hann. Hann bað risan kóka oksakjøt og koyrdi sjálvur tonglar í pottin, soleiðis at kjøtið var øðrumegin og tonglarnir øðrumegin. Síðan birti hann upp eldin við brenniviði tímegin, sum risin sat og kjøtið var, so alt fløtið rann yvirum til hansara sjálvs.

Teir at sleikja; men risin var illa hýrdur, tí einki fløt var hansaramegin: alt stóð omaná tonglunum tímegin, sum bóndin sat.

Síðan býtti bóndin sundur tað, sum í pottinum var, kjøtið í øðrum parti og tonglarnar í øðrum, og gav so risanum lov at velja hvønn part, hann vildi; men risin valdi tonglarnar, tí hann helt fløtið renna úr teimum. Soleiðis fekk bóndin alt kjøtið; men einki var um risan.

Annað kvøldið legði risin til, at teir skuldu fara at kappsúpa greyt; har skuldi bóndin einki vinna av honum, helt hann. Aðrahvørja treyt átti risin og aðrahvørja bóndin.

So tekur bóndin eina hít, bindur upp undir øsið á sær og setur seg í skugga, at risin skal ikki síggja hann so væl. Teir at kappsúpa; men bóndin koyrir aðrahvørja skeið í hítina. Risin trákkast og spyr bóndan, hvussu honum líður. Sær líður einki enn, sigur bóndin. Men risin er so mettur, at tað er ikki hugsingur hjá honum at súpa meira, og hann verður at siga 'alt'.

Tá sigur bóndin, at nú skulu teir hava tað til roysnis at leypa um eina á. Bóndin skal leypa fyrri, sigur risin. Bóndin loypir og hirðir alt í senn knívin í hítina, so allur greyturin veltist út og dettur mitt i ánna.

Hetta sær risin hinumegin og spyr bóndan, hvat tað var, ið hann gjørdi. Hann kruvdi búk sín, svarar bóndin, at hann kundi vera lættari til at leypa: tí greyturin tyngdi so nógv.

Risin biður hann læna sær knívin, at hann kann kryvja seg eisini, tí hann er so tungur av greytinum og væntar sær ikki at kunna leypa tvørturum.

Bóndin tveitir honum knívin yvir um ánna; risin loypur, stingur knívin í búk sín og fellur deyður í ánna.

So tók bóndin alt, ið risin átti.

Frásøgn: Lovisa Djonesen, Sørvági (eftir Jóhannu Jógvansdóttur, Kvívík)

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

 

7  AT 1030, AT 1095, AT 1088

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019