• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

56. RISIN OG HÚSKALLURIN

 

(Kann javnsetast til nr. 5, 6 og 7).

Uppskrift úr Fugloy

Ein risi, sum konan var deyð frá, tók ein drong til sín at halda hús fyri seg. Tvey smábørn átti risin; teimum skuldi drongurin ansa eftir og halda tey rein.

Men dronginum leiddist við hetta arbeiðið - børnini dálkaðu seg altíð út.

So ein dagin tók hann og kruvdi tey, vaskaði hvørja gørn í teimum, seymaði tey saman aftur og legði tey upp í songina. Tað hjálpti - so gjørdu tey seg ikki skitin aftur.

Risin kemur heim, hyggur at børnunum, hvussu still tey liggja og sova.

Men drongurin hugsar, at hetta verður ein ólukka, tá ið risin fær at vita, at børnini eru dripin - tí eina ferð skuldu tey vakna.

Um kvøldið kappsúpa teir greyt; men drongurin hevur bundið eina hít fyri bringuna á sær upp undir høkuna og koyrir næstan hvønn spón av greyti niður í hítina, so risin verður at gevast í endanun.

Eitt træ stóð uttan fyri dyrnar. Hvørja ferð teir høvdu etið, royndu teir at klúgva har upp í; ongantíð skuldu teir vera so mettir, at teir kundu ikki klúgva upp í hálvt træið. Risin uggar seg við tað, at húskallurin man ikki sleppa ov langt upp í træið í kvøld. Tað stendur nú til royndar.

Risin fer fyrstur at vita, ger renningarlop, men sleppur ikki longur enn upp í fjórðingin á trænum og dettur niðuraftur.

So letst húskallurin royna, men sleppur bert nakrar føtur upp frá jørðini. Nú er risin errin og lær:

”Ja, hugsaði eg ikki tað! tað mundi ongan góðan enda fara at taka, alt tað tú seyp til nátturðar.”

Húskallurin tekur ein knív fram og kryvur hítina, so allur greyturin rapar niðurúr; so ger hann renningarlop, loypur upp í træið og sleppur heilt upp í toppin.

Risin spyr, hvussu tað bar til, at hann slapp nú so væl upp.

Hann kruvdi seg, segði drongurin og vísti risanun, hvar greyturin lá, sum hann hevði etið.

Hetta vóru makaleys ráð, hugsaði risin, tók ein stóran knív og kruvdi búk sín.

Men tað var hansara deyði, og drongurin slapp tá heim aftur til foreldrini.

Frásøgn: Jóhan Hendrik Matras, Kirkju

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

56 AT 1012, AT 1088, AT 1073

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019