• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

5. RISIN OG LOKKI

 

a. Uppskrift av Kirkju

Ein risi fór burtur at fáa sær húskall og kom aftur við einum, sum nevndist Lokki. Risin biður húskallin fara og taka ein oksa til døgurðamats; men Lokki sigur, at hann fer ikki, uttan hann tekur allar oksarnar, sum eru.

Nei, tað má hann ikki, sigur risin: tí so vera teir í uppisetri og eiga einki at eta. Teir skulu báðir fara, sigur hann.

Komnir út í hagan, taka teir ein oksa og drepa. Risin skal bera kroppin og Lokki høvdið; men Lokki orkar neyvan at bera tað heldur. Risin biður hann ganga undan; men hann sigur nei: vil risin ikki ganga undan sjálvur, so rýmir hann frá honum. Risin fer undir oksakroppin, og meðan tekur Lokki og leggur høvdið upp á oksan og setur seg sjálvan omaná.

Nú er tungt hjá risanum, og hann er um at signa. Hann spyr Lokka, hvussu honum gongst. Lokki sigur, at hann er so kaldur: hann fær ikki sveittan út. Ja, sigur risin: so verður tað skjótt, at hann verður sterkari.

Tá ið teir koma til hús, loypur Lokki so kvikur niðurav, at risin veit av ongum. So fletta teir oksan og skulu kóka hann; men nú er einki torv, og teir verða at fara eftir viði til at brenna. Risin biður húskallin fara; men hann sigur, at um hann fer, so tekur hann øll trøini. Hetta vil risin ikki.

So fara báðir avstað og høgga hvør sítt træið, risin eitt stórt og Lokki eitt lítið; men tó orkar Lokki ikki at bera. Risin biður Lokka ganga undan; men hann sigur nei. Í tí at risin fer undir træið, leggur Lokki sítt omaná og setur seg sjálvan ovast.

Tá ið risin hevur gingið nakað, sigur hann, at hann er so pøstur, og spyr Lokka, um hann er ikki pøstur eisini. Nei, sigur Lokki: hann kennir ikki til møði - hann er so kaldur og kann ikki fáa sveittan út.

”Fjør mítt, so ert tú sterkari enn eg nú.”

Tá ið teir eru komnir at húsum, loypur Lokki so kvikur niðurav, og báðir at klúgva viðin sundur. Nú er einki vatn. Hvør avstað við sínari tunnu, fylla vatn í og fatla tær. Risin vil uppaftur hava Lokka at ganga undan; men hann sigur nei. Tá ið risin hevur fingið tunnuna upp á bakið, hevur Lokki sína tunnu oman á risans og seg sjálvan ovastan. Ógvuliga tungt er hjá risanum; hann orkar illa at bera og væntar sær ikki at koma fram.

Hann spyr Lokka, um tað er ikki tungt hjá honum; men Lokki sigur, at hann følir aldri til: hann er so kaldur og fær ikki sveittan út. Tá ið teir eru komnir at húsum, loypur Lokki niðurav, og báðir at lata uppyvir.

Nú ið potturin fer at kóka, tekur fløt at renna omaná. Risin ger striku við sleivini mitt ígjøgnum løgin til mark: hvør skal eiga sínumegin. So tekur hvør sín drýl at drepa niður í fløtið.

Lokki koyrir vatn í eldin, har sum hann sjálvur situr, at fløtið skal renna til sín. Risin spyr, hvussu tað ber til, at einki fløt er sínumegin.

Tað ger tað, sigur Lokki, at hann leggur ov lítlan við á eldin, har sum hann situr: tað kókar ov lítið hjá honum.

Risin koyrir alt meira og meira við inn undir pottin, so tað spruttkókar hansaramegin, og alt fløtið rekur yvir til Lokka. Illa hugnar hetta risanum.

Tá ið kókað er, fylla teir kjøtið upp í eitt trog. Risin biður Lokka býta kjøtið sundur í tveir partar. Lokki sker alt kjøtið uttanav og leggur so beinini í annan partin og kjøtið í annan, men breiðir ein stóran feitan bita útyvir beinini og biður so risan taka.

Nú eru stjørnur í risanum, tá ið hann krámar eftir tí feita partinum. Lokki er fróur, nú ið hann fær alt kjøtið; men einki er um risan, tí hann fær ov lítið. Lokki beinir fyri tí, sum av loypur hjá sær. Síðan leggjast teir og sova í hópi báðir, Lokki ovari og risin fremri.

Tá ið risin er sovnaður, skotrar Lokki hann fram á gólv. Risin vaknar og loypur aftur í songina at berja Lokka, koyrir hann framúr og legst sjálvur aftur.

Lokki ger ikki vandari enn, at hann drepur hanan hjá risanum og setur seg sjálvan upp á vaglið í durunum at gala. Risin heldur tað vera uppfaringartíð - altíð var hann vanur at fara upp, tá ið hanin gól.

Hann fer fram og uttar í dyr; men Lokki hevur gløtt jarnstong í eldinum og rennir í eygað á honum, so hann doyr.

Síðan tók Lokki alt, í hellinum var, og fór heim aftur til sín sjálvs.

Frásøgn: Jóhan Hendrik Matras, Kirkju

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

5 AT 1049, AT 1052, AT 1037

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019