• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

16. ROSSADRONGURIN

 

a. Uppskrift úr Porkeri

Ein bóndi sendi son sín avstað við tíggju hestum til at selja. Drongurin møtir einum gomlum manni, sum kemur leiðandi við einum hesti og biður hann selja teir tíggju fyri henda eina.

Hesin hestur er so skaftur, sigur hin fremmandi, at, tá ið hann ynskir hann hjá sær, er hann hjá alt í einum, og ynskir hann hann frá sær, so er hann burturi.

Drongurin letur tey tíggju rossini fyri tað eina; men tá ið hann kemur heim aftur, er pápin so óður um hetta bragðið, at hann vil næstan hava lívið av soninum.

Hann hevur hann undir stranga tukt eina tíð, og tá ið hann heldur hann vera vorðnan betri, sendir hann hann avstað við átta oksum at selja.

Sami maðurin møtir dronginum og bíður at selja honum eitt vest fyri oksarnar, eitt vest, sum er so skaft, at hvør genta, sum sær hann í tí, leggur ástarhug á hann.

Hann torir ikki fyri pápa sínum, sigur drongurin; men hin streingir á hann so leingi, at hann letur oksarnar fyri vestið.

Tá ið hann kemur heim aftur, setur pápin hann í myrkastovu í eina viku til at batna og sendir hann so avstað triðju ferð við tíggju kúm til at selja.

Drongurin møtir sama manni, sum býður honum eina látupípu, so vorðna, at hvørja ferð hann blæsur í hana, skal hann fáa allar fuglar til sín, so spakar, at hann kann velja burtur úr teimum.

Endin er tann, at drongurin letur neytini fyri látupípuna; men tá ið hann kemur heim aftur, er pápin so óður, at hann koyrir hann út.

Sveinurin reikar, kemur í kongsins garð og biður sær tænastu. Kongur sigur, at sær fattast einki uttan ein rossadrong: ta tænastu kann hann fáa. Sveinurin tekur fegin við.

Nakað eftir heldur kongurin harradag ella gestaboð og býður øllum saman. Haríbland var rossadrongurin.

Kongurin hevði tríggjar døtur og hevði givið hvørjari sítt gulleplið við teirri tilskilan, at, um tær vildu velja sær nakran av teim stóru harrunum til mann, skuldu tær bara stikla eplið ímóti honum.

Í gestaboðinum velja tær tvær eldru hvør sín av teim stóru harrunum; men hin yngsta hevur borið eyga við drongin í vestinum - troyggjuna hevur hann knept upp - og stiklar eplið til hansara.

Konginum hugnaði væl, sum tær eldru døturnar høvdu valt, men ræðuliga illa valið hjá teirri yngstu.

Tær eldru gjørdu brúdleyp, og tað stóð í átta dagar hjá hvørjari; men hin yngsta varð samanvígd við rossadronginum uttan brúdleyp, og so vóru tey koyrd í ein hestastall.

Ein dagin fara menninir hjá teimum eldru kongadøtrunum út at veiða djór.

“Tú skalt fara við,” sigur hin yngsta við mann sín, rossadrongin, og heldur so við at bøna hann.

“Teir halda meg bara fyri spott,” sigur hann, men fer tó í endanum.

Hann letur hinar báðar fara undan og blæsur so í látipípuna; tá koma allir vakrir fuglar og eru so spakir, at hann kann velja burturúr. Hinir báðir koma aftur og hava einki fingið uttan nakrar krákur. Teir biðja rossadrongin skifta um við seg; men hann sigur

“nei: kona mín hevur ongan stuttleika; tað hava tykkara konur hvønn dag.”

Tó letst hann vilja selja teimum fuglarnar fyri gullepli teirra. Teir eru fegnir við boðið og lata hann fáa eplini, tóat kongur hevði strangliga forboðið at lata tey burtur.

Nú ið teir koma við gullfuglunum, eru øll við hoffið so fró í huga; men rossadrongurin verður spottaður, tí hann hevur einki uttan krákur. Hann blakar krákurnar fyri konu sína:

“Nú hevur tú lokkað meg út til spott í dag.”

Hann krevur mat, tí hann er svangur; men hon svarar:

“Tú skalt fáa so leingi, sum eg eigi nakað.”

Eina tíð eftir fara hinir báðir út aftur at veiða djór, og allir hovmenninir við. Kona rossadrongin biður mann sín fara eisini:

“tí,” sigur hon, “meg hevur droymt, at tær verður okkurt gott fyri í dag,” og fær hann so avstað í endanum.

Hann letur hinar fara undan, blæsur í látipípuna, og allir fuglar tyrpast uttan um hann so spakir, at hann kann velja burturúr.

Tá ið hinir koma aftur - einki hava teir veitt uttan krákur - situr rossadrongurin fyri teimum. Teir biðja hann skifta um við seg; men hann sigur, at kona hansara hevur ongan stuttleika afturímóti teirra konum. Tó vil hann lata teimum fuglarnar, um hann fær lov til at marka teir í oyruni, og harvið verður tað.

Teir heim til hoffið við gullfuglunum og rossadrongurin til konu sína við krákunum.

So kom kríggj á. Alt liðið varð samlað; men til rossadrongin hirdi eingin at tala. Hann fór tá til kongin og bað læna sær hest; men kongur vildi ikki hyggja at honum og bað hann taka ta lomnu ryssuna, ið stóð aftan fyri slottið. Hann setur seg á ryssuna; men ið hvussu hann bangar hana, fær hann hana ikki úr stað. Hinir, sum fara í kríggið, læa at honum.

Tá ið teir eru burtur úr eygsjón, ynskir hann sær hin merkishestin, sum hann fekk frá tí gamla manninum á sinni, ríður so í kríggið og er so raskur, at eingin er hansara líki. Eingin veit, hvør hann er.

Um kvøldið ríður hann heim undan hinum, ynskir hestin frá sær og setur seg upp á lomnu ryssu til at banga. Nú ið hinir koma, læa teir at honum og spotta hann:

“Ert tú ikki komin longur enn?”

Hann svarar, at hann fær ikki ryssuna at ganga, og biður ilt fyri henni. Teir siga, at hann skuldi heldur verið í krígnum og sæð tann raska helt enn at sita og banga hesa ryssu; men hann heldur við svágirnar, at teir munnu einki hava avrikað heldur enn hann sjálvur. Nú siga teir konginum frá tí raska helti, í krígnum hevur verið, og kongur bønar teir so mikið at fáa sær fatur á honum.

Næsta dagin fer liðið avstað aftur í kríggj, og alt gongst á sama hátt sum hin fyrra dagin.

Um kvøldið, tá ið menninir koma heim, er kongur so illur, tí teir hava ikki fingið honum fatur á reystkappanum.

Triðja dagin fer kongur sjálvur avstað; kappin sær hann ríða eftir sær í bardaganum, steðgar á, og kongur gevur honum skeinu í lærið. Hin kastar seg av hestinum, og kongurin loypur við tað sama til og bindur lummaklút sín um sár hansara. Tá ið kappin er komin aftur á hestin, ríður hann so hertugliga fram sum fyrr, til bardagin er vunnin. So hann heim aftur í skundi at seta seg á lomnu ryssu til at banga.

“Nú hevur hon brotið lærið av sær,” sigur hann við hinar, tá ið teir koma; ikki mundi vera minsti láturin á teimum tá.

So hann heim til konuna og biður hana heinta kongsins egna lívdoktara til sín. Hon grætur og sigur, at hon torir ikki; men hann hóttir at henni, og hon verður at fara.

Kongur tekur stokk og vil leggja uppá hana, tá ið hon kemur; men tænararnir beina hana burtur av vegnum, so hann fær ikki sligið hana. Hon heim aftur grátandi og sigur fyri manni sínum, at pápi hennara vildi gera enda á henni.

Hann fær henni lummaklútin og biður hana royna aðra ferð. Nú ið hon sær klútin og kennir, at tað er pápans, verður hon móðmiklari. Hon fer inn fyri kongin, blakar lummaklútin á borðið og sigur, at tann, ið henda lummaklút eigur, sendir boð eftir kongsins lívdoktara.

Kongur kennir við tað sama lummaklút sín og fer sjálvur avstað við doktaranum.

Um kvøldið vóru tey bæði, rossadrongurin og kona hansara, boðin til slottið, og kongur læt gera rætt brúdleyp hjá teimum, kostiligari enn tey brúdleyp, sum hinar báðar døturnar høvdu fingið.

Sum tey sita til borðs, spyr brúðgómurin kongin, um hann veit, hvørjir ið markaðir eru í hansara ríki. Kongur sigur, at eingir eru markaðir uttan tjóvar og skálkar. Nú tekur brúðgómurin hattarnar av báðum svágunum, og kongur sær, at teir eru markaðir.

Síðan upplýsti brúðgómurin alt fyri konginum, eisini um gulleplini. Teir eldru svágirnir vóru tá báðir settir í fongsil; men rossadrongurin og kona hansara komu at vera kongur og drotning, tá ið hin gamli, pápi hennara, doyði.

Frásøgn: Margreta Danielsen, Porkeri

 

b. Uppskrift úr Oyndarfirði

En variant fra bygden i Oyndarfirði, Østerø, går under navnet Kongadóttirin við gulleplinum. Den fortælles omtrent ligesom Rossa-drongurin med undtagelse af, at dettes indledning (mødet med den gamle mand, som giver drengen hest, vest og fløjte i bytte) ikke findes i Østerøvarianten. I denne får drengen stridshesten af kongens urtegardsmand og skyder fuglene ved egen færdighed (har altsaa ikke brug for fløjten). I krigen såres han af en pil i låret. Han genkendes af kongen, medens han ligger syg i hestestalden.

Frásøgn: Anna Sofía Joensen, Oyndarfirði

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

16 AT 314

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019