• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Sigursteinurin

 

Leysliga eftir italskum sevinrýri.

Í bygdini Grottanegro í Italiu búði einaferð ein maður, sum æt Tummas. Hesin góði Tummas var ein sannur óeydnismaður; alt, hann fekk við, gekk illa í hond hjá honum; tí var hann eisini so fátækur, at tað einasta, hann átti, var ein hani, sum hann við neyð og deyð helt lívinum í við breyðmolum, hann biddaði sær saman.

Men so ein morgunin, Tummas vaknar, er hann so hungurstungin, neyðar maður, at hann setir sær fyri at selja hanan. Við ringum tannabiti fer hann við síni einastu ogn til bygdar og býður upp á sølutingi. Illa gekst at fáa nakran at keypa, men til endan koma tveir gandakallar framvið, og teir bjóða honum ein dála fyri hanan. ”Men so mást tú bera hann heim fyri okkum,” taka teir aftur í orðið. ”Heim skal eg bera tykkum hann, tað skal ikki gretta,” svarar Tummas og er ovurfegin uppi yvir dálanum.

So av stað við hananum, gandakallarnir ganga undan og Tummas aftaná. Best sum teir ganga, hoyrir Tummas, annar gandakallurin sigur: ”Tú, tað var fyri neyðini, at vit hittu handa býttlingin, tí tað svitast ikki, at hanin hjá honum hevur sigurstein í høvdinum.” ”Ja, tað var vorðið sum,” svarar hin. ”Nú vit koma heim, kippa vit hann, taka steinin út og seta hann í ein ring, so kunna vit ynskja okkum alt, vit vilja.”

Gandakallarnir talaðu á ránsmannamáli, men Tummas var ikki tann maður, at hann fataði ikki, nei, hann hevði verið burtur í øðrum londum ungur og dugdi meira enn tað. Snarur er hann til verka, fyrsta skot, teir koma til, tekur hann og smýgur av stað við hananum, og gandakallarnir sóu ikki aftur í halaferðina á honum. Beint, hann kemur at húsum, kippir hann hanan, tekur steinin út og fær ein smið at gera so væl at seta sær hann í ein messingaring.

Nú Tummas hevur fingið ringin, fer hann at royna, hvørjar skreytir, hann kann gera, og ynskir sær at yngjast uppaftur. Jú, tað er alt í einum, tað fer at sperrast innan í honum, hann kennir seg styrkna, ryggurin rætnar, tað grør hár á tann bera skallan, skeggið, sum hevði verið ein sannur píningur av gráari avsetu, fekk lit og tjúknaði til eitt rætt reystmannaskegg. ”Hetta er vorðið sum ringur,” sigur hann fyri munni sínum. ”Eg var áttati, nú eri eg átjan,” og hann er so findarglaður.

Nú ynskir hann sær eina borg og kongadóttrina til konu. Tað var alt í einum, at har stóð ein ovurvøkur borg á vøllinum framman fyri honum. Hann fer inn. Á, tann húsarúmd, har var, á teir stuðlar, ið bóru gullhválvini, málningar, hvar hann hugdi, gull, silvur, glógvandi tinnur, og ein sovorðin nøgd av tænarum, av rossum og vognum; hetta var ikki eiti á hús, ið Tummas nú hevði fingið, ja, tað var nógv stásiligari enn sjálv kongsborgin, so tá ið Tummas kom hagar at fríggja, segði kongurin: ja, tað var gaman í, hann skuldi fáa dóttrina.

*

Men gandakallarnir, teir høvdu fingið snevilin av øllum hesum ríkidøminum, ið Tummas hevði fingið við ringinum, og teir høvdu lagt ráð, hvussu teir skuldu fáa ringin frá honum. Ráðini vóru tey, at teir høvdu gjørt eina so sjáldsama dukku; tað var eitt gonguverk innan í henni, sum gjørdi, at hon kundi bæði dansa og kvøða. Nú koma teir til Tummasar, siga seg vera keypmenn, um ikki ein smágenta var í húsinum, sum vildi keypa eina dukku frá teimum.

”Ongar dukkur, ongar dukkur,” bítur Tummas teir av. ”Her er ein dóttir í húsinum, men hon skal fáa tær dukkur, hana lystir, frá mær. Vit keypa einki frá tykkum.”

Men tá ið keypmenninir fara avstað aftur, eltir smágentan teir og sigur tað, at hon so fegin vildi átt dukkuna, um teir vilja siga sær, hvat hon kostar. ”Á,” siga teir, ”tú ert ein so eyga-góð smágenta, at vit skulu geva tær hana fyri einki, um tú vil gera okkum ein lítlan beina afturfyri.” Gentan var glað við, hvat tað var? ”Einki petti,” svara teir, ”tað er bert at vísa okkum ein sovorðnan gamlan ring, sum pápi tín er vanur at ganga við á fingrinum.” Jú, hon skuldi biðja faðir sín geva sær ringin at spæla við, so skuldi hon bera teimum hann at síggja, - bað teir steðga. So hon heim aftur.

Nú, hon kemur inn, setir hon seg at gráta. Foreldrini verða undarliga við og spyrja, um hon er vorðin sjúk, ella hvat ið er áfatt. - Nei, hon var ikki sjúk, men hon var so kedd, so kedd, tí mátti hon gráta. Foreldrini bera henni eina nøgd av leikum; men nei, hon tímdi ikki at spæla við tey, græt alsamt. “Góða barnið,” siga foreldrini við hana, “er tað einki, vit kunna geva tær, so tú keðir teg ikki í hel?” “Jú, gevið mær handa ringin, ið faðir hevur á hondini, tað verður so stuttligt at sleppa at spæla við hann.” Hann letur sær eftirlíka. “Men síggj nú til, tú beinir mær ikki fyri honum,” sigur hann við hana. Nei, hon skuldi sita so still og spæla við hann. Men beint sum hon hevur fingið ringin, loypur hon út til gandakallarnar við honum at vísa, men í stundini, teir hava fingið ringin, eru teir horvnir, og ringurin við teimum, og gentan stendur hamskift eftir.

Djúpt inni í einum tøttum viðaskógi steðga teir, siga við ringin, at teir ynskja, at alt skal verða sum áður við Tummasi. Hann situr rætt tá og tosar tíðindi við kong. Best sum er, nú dettur hárið av honum. ”Hoh, hvussu var nú vorðið við tær?” spyr kongur. ”Eg hugsaði tað altíð, tað liggur í slagnum at verða so knappliga berskøllutur,” svarar Tummas. Nú dettur skeggið av, tað hanga bert nøkur hvít tagl eftir. ”Hoh, misti tú skeggið við?” spyr kongur aftur. ”Ja, tá ið eg sá, hárið fór, var mær so dátt við, at eg sleit skeggið av.” Men tá ið kongur sá, at hann var vorðin bæði rukkutur og skrukkutur, bæði skitin og kloddutur, tá koyrdi hann hann út: ”Tín falsari,” sigur hann við hann, ”tú hevur bert gyklað teg fyri mær; nú taki eg dóttur mína aftur, hon skal ikki vera biddarakona - og setir tú tín fót aftur higar, beiti eg hundarnar eftir tær.”

Tummas stóð sum Kánus. Hvat vanlukkan, ið mundi hava elvt hetta? Hann leyp heim til dóttur sína eftir ringinum at fáa bøtt alt aftur. Tá ið hann kemur heim, er borgin horvin og dóttirin situr á vøllinum og grætur og illa letur. ”Hvar er ringurin, hvar er ringurin?” rópar hann, ”hetta var ein skarns smeitur, ið mær var fyri, tað má bøtast aftur. Gev mær ringin!” Og meðan gentan bønar og biður hann ikki vera illan við seg, sigur hon honum frá, hvussu gingist hevði. Tá tók hann við báðum hondum um um hálsin á sær og ætlaði at kvala seg av berari sorg.

Ja, nú var líka vítt sum sítt hjá Tummasi. - Men ikki gevast vit so, hugsar hann við sær, biddar einar illar tuflur og eina gamla stúku, fær sær ein stavputt í hondina og fer út at valtra: ”Nú skal ikki helmast á, fyrr enn eg havi funnið gandakallarnar, tí ringin vil eg hava aftur.”

*

Ája, hann gongur, og hann gongur, og at endanum kemur hann til eitt ríki, sum eitur Músaríkið; har búgva mýsnar. Tær halda hann beinanvegin vera ein njósnara, sum var komin frá køttunum, taka hann á hondum og føra hann fram fyri kong sín, tað var ein ovurstór mús, sum æt Tøkutonn.

Músakongur spyr hann, hvaðani hann er frá komin, og hvat hann hevur í ørindum higar. Á, Tummas biður hann ikki tala, hann er heimsins størsti óeydnismaður. Og so reksar hann øll síni óhapp upp fyri músunum, til síðst hetta um ringin. Tað var tað, hann var farin út at valtra fyri, at finna sær ringin aftur. So tekur hann ein válgara upp úr posanum, hann hevði á bakinum, gevur kongi til lystimeti og biður hann vælsignaðan at hjálpa sær.

”Neyðar maður,” sigur músakongurin við Tummas, ”mær tykir synd í tær, og eg skal gera alt, ið gerast kann, fyri at fáa tær ringin aftur”. So kallar hann allar valamýs í landinum saman til ein fund og sigur teimum, hvussu tað hevur gingist Tummasi, at nú mugu tær royna at hjálpa honum - hvat tær hildu var til ráða at taka?

Jú, tað bar so væl á, at har vóru tvær gamlar mýs, sum hildu seg vita eitt sindur um gandakallarnar við ringinum. ”Vit hava búð í einum gistingarhúsi við mannagøtuna í seks ár”, siga tær frá. ”Eitt kvøldið seint, vit sita í einum króki og gnaga ein drýlaskálk, nú koma tveir menn inn, sum tykjast okkum so løgnir, at vit sníkja okkum til at lurta, hvat teir siga. Tá var tað hetta, teir tosaðu um, at teir høvdu vunnið einum gomlum manni í Grottanegro eina sovorðna neis; teir høvdu lokkað dóttur hansara at geva teimum ein ring við sigursteini í. Og so læðu teir so hjartaliga, og hann, ið ringin hevði, bað smátt í kroppin, ið býttur ikki var, at lata dóttrina fáa ringin; nei, hann skuldi ikki gera so; hann hevði fingið ringin á ein fingur, og har skuldi hann vera”.

Nú Tummas hoyrir, hvat mýsnar siga, bønar hann tær at fylgja sær hagar, sum gandakallarnir búgva, og hjálpa sær at fáa ringin aftur. – ”Og ikki skulu tit gera tað lønarleysar”, tekur hann aftur í orðið, ”stórthundrað klyvjar av kjøti og annað slíkt av osti skal eg reiða tykkum til garðs, so títt og knapt, eg havi fingið ringin.”

Nú mýsnar hoyra um hesa stórfingnu løn, eru tær til dystin fús beinanvegin, leypa til kongin at biðja um loyvi og so avstað. ”Eg skal ganga fyri øll trý,” sigur Tummas, stingur hvørja músina í sína stúkuermuna og leggur ein klíning av garnatálg upp undir hondina hvørjumegin, so tær kundu eta sær mettuna, tá ið tær vildu.

Tey ganga bæði langt og leingi, eina brekkuna upp og aðra niður í vikuvís. So koma tey inn í ein tjúkkan viðarskóg. Tá biðja mýsnar Tummas steðga. Nú skalt tú krógva teg her, meðan vit sníkja okkum inn í borgina hjá gandakøllunum. So fara mýsnar víðari, og tá tær koma út í skógjaðaran, liggur tann glæsiliga borgin fyri teimum og skín sum eitt gullfjall. Alt gongur væl, tær sleppa ósæddar inn í svøvnskemmuna og fjala seg í høvdalagskrókinum hjá tí gandakallinum, ið ringin hevur. So seta tær seg at bíða, til náttin kemur.

Nakað úti á kvøldinum kemur gandakallurin at leggja seg, men mýsnar síggja, at hann tekur ikki ringin av. Hvat var nú at gera? ”Tað eru ráð móti øllum óráðum,” heldur onnur músin, ”latum okkum nú bíða, til hann sovnar; eg eri so væl tent, so skal eg fara og gnaga hann eitt sindur í fingurin, so mátti hann drúgvast koyrt ringin av.” Tað heldur hin músin við. – ”Og eg eri skrevlongri enn tú,” sigur hon, ”leggur hann ringin frá sær, so skal eg leypa av stað við honum.” Nú rýtur gandakallurin. Men hvat? Hann hevur hondina undir høvdinum, tað eru ikki vegir til at sleppa at ringinum. Tær finna upp á ráð, onnur fer fram, stingur halan niður í eitt ølkrúss, á borðinum stendur, og rennur hann upp í nøsina á honum. Jú, tað eydnaðist, hann fer at njósa, slær hondina frá sær, og hon verður liggjandi á dýnuni. So gnagar onnur hann í fingurin, og hann heldur tað vera ringin, ið meltar seg, tekur hann av og leggur hann á borðið. Tá var hin skrevlanga músin ikki sein at leypa av stað við honum og hin henni á baki aftur til Tummas.

Nú var frøi á gamla; tað fyrsta, hann gjørdi, var at ynskja seg ungan aftur, tað næsta at hann bað ringin gera gandakallarnar til asnar. So legði hann tíggir á tey og reiddi alt kjøtið og allan ostin, ið mýsnar skuldu hava í løn, heim til kong teirra, takkaði so miriliga fyri hjálpina, reið so upp á eitt høgt fjall og stoytti bæði asnini oman. Hetta var endin á ganda-køllunum.

So fór Tummas aftur til Grottanegro. Og av tí, hann var nógv vakrari enn áður, og borgin, hann fekk sær, nógv vakrari enn hin fyrra, kom kongur so gleiðbeintur aftur og beyð honum dóttrina. Síðani hevði hann jól og góðar dagar alla ævi sína. - Men ringurin fór ikki av aftur fingrinum á honum.

 

Úr bókini ”Ævintýr 1”. Heðin Brú týddi. Føroya lærarafelag gav út í 1959.

Upprunaheiti: ”Hanestenen”. V. Hermann, B. Pio: “Eventyrbogen”, København 1862

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019