• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

23. SKÁLKURIN ella OSTUR OG BREYÐ

 

Frásøgn úr Fugloy

Ein ríkur og ein fátækur maður búðu hvør tætt hjá øðrum. Hin fátæki hevði leigað húsini, hann búði í, frá hinum ríka, men hevði einki arbeiði og einki at eta, og ikki var húsaleigan goldin enn. Einans kúgv áttu tey, hjúnini. Hann og konan tosaðu um at fáa selt hana og fáa sær nakað lítið afturfyri, og so ein dagin fer hann burtur við kúnni til at selja.

Komin nakað á vegin møtir hann einum manni, sum fer við einum skálki at heingja.

Hin fremmandi spyr hann eftir, hvar hann fer við kúnni, og hin fátæki sigur honum frá viðurskiftum sínum.

Hin fremmandi spyr tá uppaftur, um hann vil ikki býta við seg og fáa henda skálkin afturfyri: tí tað kundi hann vera vísur í, at hann leið onga neyð, um hann fekk hann.

So býttu teir um: hin fátæki fór heim við skálkinum og hin við kúnni.

Konan var ógvuliga illfýsin, tá ið hon sá mann sín koma dragandi við hesum fremmanda og hoyrdi hann siga frá øllum: nú vóru trý at føða í staðin fyri tvey.

Um kvøldið, tá ið tey skulu leggjast, verður skálkinum víst eitt ból á gólvinum.

Tá ið hesin heldur hini vera sovnaði, smoyggir hann seg út. Hann sær ljós brenna í einum húsi og fer at kaga til at vita, um fólk er inni, men sær einki uttan tólv oksar standa og eta. Nú er tað eitt fjós. Hann inn og loysir ein oksa, fer nakað burtur frá við honum, drepur hann og krógvar stykkini burtur. So fer hann heim, kyndir upp eld og kókar kjøt.

Um morgunin, tá ið hjúnini vakna, biður hann tey koma og eta við sær, og nú liva tey væl, meðan oksin stendur uppá. Eingin letst við at sakna hjá hesum ríka.

Skálkurin tekur so ein annan oksa frá honum og heldur so við, til tað er ikki meira enn seks oksar eftir.

Nú fer hin ríki at sakna teir stolnu oksarnar, men kann ikki vita, hvat ið av teimum er komið. Hann hevur ongantíð mist nakað fyrr, og hin fátæki hevur verið nábúgvi hansara so leingi; men ein fremmandur maður er komin til hin fátæka at búgva, og eingin kann vita, hvat maður tað er.

Hin ríki tosar við konu sína og biður hana leggja seg niður í eina kistu: so vil hann lata kistuna seta inn hjá tí fátæka at standa, tí hann ætlar sær at ferðast burtur nakað lítið, og meðan skal hon sjálv lurta væl eftir og vita, um nakað ótýtt er í húsinum. Nøgd av mati og drekka gevur hann henni við í kistuna, helst ost og breyð, sum hon elskaði so nógv.

So fer hann til hin fátæka og biður hann goyma sær hesa kistu, meðan hann er burtur á ferð.

Hin fátæki sigur ja, og hin ríki fer so burtur nakrar dagar til at ferðast.

Skálkurin hugsar um, hvat ið man vera í hesari kistu; hann forvitnast alt meira og meira, og so eina náttina tekur hann øksina, klývur kistulokið og rakar konuna í ennið.

Nú hevur hann dripið hana; men tað verður harvið. Hann vaskar blóðið burturav, rýðir smyrsl aftur í sárið, setur kappan niður yvir, skorðar ost og breyð inn í munnin á henni - stappar so mikið, sum hann kann - og smíðar so kistulokið aftur, so at einki løst sæst.

Hin ríki kemur heim og fær kistuna aftur; men tá ið hann læsir upp og skal spyrja konu sína tíðindir, nú liggur hon deyð við munninum fullum av osti og breyði. Tá hevði hann fyri munni á sær:

“Tað hugsaði eg fyrr, at ostur og breyð voldi hennara deyð.”

Um kvøldið, tá ið konan var gravsett, fór skálkurin avstað, tók hana upp, setti hana fasta í skorsteinin og skorðaði roykta pylsu inn í munnin á henni.

Um morgunin loypur henda sjón ekka á øll húsfólkini; hin ríki fer til hin fátæka og biður hann vælsignaðan mána hana niður aftur.

“Tað er lítið fyri,” heldur hesin fátæki og tekur hana burtur.

Um kvøldið tekur skálkurin hana aftur, setur hana í ein stól tætt hjá har, sum maður hennara situr og svevur, og stappar eitt svínaflikki inn í munnin á henni.

Tá ið hin ríki vaknar og sær sína deyðu konu sita so, kemur ræðsla á hann, og hann við tað sama aftur til hin fátæka at biðja hjálp.

Nei, sigur hin fátæki: ikki uttan hann fær ógvuliga nógv afturfyri.

Hann skal fáa so mikið, sum hann leggur á, sigur hin ríki.

So gravsetur hin fátæki hana aðru ferð; men um kvøldið fer skálkurin aftur eftir henni, setur hana fasta í kjallaranum hjá hesum ríka og letur øl renna úr einari tunnu beint niður í munnin á henni.

Um morgunin, ta ið tey vakna í ríka húsi og einki síggja til hina deyðu, halda tey alt vita væl við.

Men so fer ein genta oman í kjallaran, rakar við ta deyðu og kemur stórleypandi niðan til at siga frá.

Hin ríki aftur til hin fátæka triðju ferð og bønar um hjálp.

Ja, um hann vil skifta búgv við seg, skal hann hjálpa honum, men ikki annars, svarar hin fátæki.

Hetta noyddist hin ríki at lova, og so skiftu teir búgv.

“Aftur skal hon ikki koma nú,” segði hin fátæki - sum hon heldur ikki kom.

Síðan livdi hin ríki og hin fátæki í friði hvør við annan.

Frásøgn: Jóhan Hendrik Matras, Kirkju, Fugloy

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

23 AT 1536 A

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019