• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

1. SKEGGJATUSSIN

 

a. Pápaleysi

Uppskrift av Oyri í Borðoy

Eina ferð var ein harramaður, sum átti tvey børn, drong og gentu, og hevði tikið eitt triðja barn, dreingjabarn, sum eingin visti nakran pápa til, í húsið til sín. Tað fekk navnið Pápaleysi.

Ein risi búði har í nánd, sum lá eftir at stjala børn, og ein arbeiðskona hjá harramanninum hevði illgruna á, at hesin risi ætlaði at stjala harramanssonin.

Eitt kvøldið, tá ið dreingirnir vóru niðurfarnir, skifti arbeiðskonan teir um í songini, og tá ið morgnaði, var Pápaleysi burtur.

Ein dagin, sum harramaðurin var burtur á skóginum, hitti hann risan.

”Tú fært ikki sonin aftur uttan fyri nógv gull,” sigur risin.

”Tú fært einki gull,” sigur harramaðurin, ”tí sonur mín er ikki burtur; tað er Pápaleysi, sum burtur er, og hann leggi eg ikki lag í.”

Risin hevur nú Pápaleysa hjá sær, men letur hann hava tað ringari enn fyrr.

Pápaleysi hugsar bæði nátt og dag um, hvussu hann skal sleppa frá risanum, men finnur eingi ráð.

”Verri verður, tá ið veturin kemur,” sigur risin, ”tí tá verður einki brenni.”

Ein dagin ansar Pápaleysi eftir eini stórari klótu, sum liggur fyri durunum; hann verður varur við, at rivur koma í hana, tá ið sólin skínur, og hesar rivur geva seg saman aftur í kulda ella slaðuveðri. So ger hann sær smáar kílar at seta í rivurnar til at gera tær størri.

So kemur kuldin, og teir fara at treingja til brennivið.

Pápaleysi heldur við risan, at tað er best at fáa klótuna sundur, ið liggur fyri durunum.

Risin heldur einki um hetta í fyrstuni: ”vit fáa hana ikki sundur;” men Pápaleysi vísir honum rivurnar og tekur at seta kílar í.

Risin hevur so ógvuliga sítt skegg, og meðan hann liggur stillur og hyggur eftir , fær drongurin stappað skegg hansara so við og við niður í rivurnar, rykkir so kílarnar útúr og rýmir sín veg.

Risin liggur fastur í klótuni og sleppur ongan veg; men Pápaleysi loypur inn eftir vápnapróninum og stingur ígjøgnum risan, so hann doyr í sama bragdi.

So tekur Pápaleysi alt gullið, í hellinum er, og fer heim aftur við tí til harramannin.

Eina tíð eftir biður hann um harramansdóttrina, og tá kemur tað óvæntaða uppá, at harramaðurin sigur nei.

Pápaleysi ber ofta uppá mál við harramannin um bønarorð síni og spyr, um hann er ikki nóg ríkur nú; men harramaðurin dregur altíð undan.

Til endan verður hann at ganga við, at hann sjálvur er pápi hansara, og av tí at tey eru hálvsystkin, gentan og hann, kunnu tey ikki giftast.

So fór Pápaleysi haðan burtur og giftist við eini aðrari gentu.

Frásøgn: Sámal Høgnesen, Norðoyri

 

b. Trøllið hjá Pápaleysa

Uppskrift úr Fugloy

Eina ferð vóru tveir brøður, sum høvdu tikið seg saman og livdu í einum lítlum húsi burtur á skóginum. Í felagi við sær høvdu teir ein drong, sum nevndist Pápaleysi, av tí at hann var leysingabarn og fólk vistu ongan pápa til hansara.

Hvønn dag vóru tveir av teimum burtur at høgga brenni, men hin triði var heima til at gera mat.

Ein dagin, ið hin elsti er eftir, kemur eitt so vesæligt, bangar á dyrnar og biður sleppa sær inn. Lítið er tað uppá vøkstur, men ræðiligt á at líta, og skeggið stendur niður til kníggja á tí.

Tað er so kalt, sigur tað og biður lova sær at sita við eldin eina løtu. Maðurin lovar tí.

Ein kjøtpottur hongur uppyvir og kókar; tað biður geva sær eitt sindur at eta, tí tað er so svangt.

Manninum tykist synd í hesum neyðardýrinum og fær tí ein drýlenda at drepa niður í fløtið.

Nú ið hetta hevur etið, pretnar tað upp so kvikliga. Tað vil eta alt, sum er; maðurin roynir at forða tí, men trøllið vinnur, bukar mannin og kastar hann í ein krók, mestan deyðan.

Nú ið hinir báðir koma heim, fáa teir einki at eta, tí trøllið hevur etið alt.

Miðlingardrongurin heldur, at í morgin skal tað ikki ganga so: tá skal hann vera heima.

Næsta dag kemur hetta sama vesælavætti aftur, biður tað sama sum fyrru ferð og fær lov til tað, tí maðurin heldur, at hetta kann ikki gera honum nakað.

Men við tað sama tað hevur etið, pretnar tað so ógvuliga upp og bukar mannin.

Tá ið hinir báðir koma heim um kvøldið, liggur hann í krókinum, mestan deyður. Ongan mat fáa teir heldur tað kvøldið.

Triðja dagin biður hin yngsti lova sær at vera heima; men teir spotta hann: hann kann einki gera - hann er ringari maður enn so.

Tað kann ikki ganga verri hjá sær enn hjá teimum, heldur hann og verður so eftir heima.

Tá ið dagurin líður nakað, bangar eitt á dyrnar. Drongurin vil ikki lova tí inn, men hetta klórar og skavar, so tað fær lásin upp, og kemur so inn og setur seg við eldin.

Tað biður geva sær at eta; men drongurin svarar, at tað kann einki fáa enn, tí potturin er ikki farin at kóka.

Hann biður trøllið hjálpa sær eitt sindur fyrst við at høgga brenni og leggja til eldin undir pottinum, fer eftir einum ógvuliga stórum træi og biður tað høgga hetta sundur.

Tá ið øksin er komin niðurí, stendur hon føst. Trøllið tekur ein kíla og slær niðurí, so øksin verður leys; men meðan tað stríðist við hetta, kemur skeggið niður í kleivina.

Tá ið trøllið hevur fingið kílan út aftur úr trænum, stendur skeggið fast í kleivini. Ólukkudýrið sleppur nú ongan veg; men drongurin sigur við tað, at nú skal hann hevna aftur, hvat ið tað hevur gjørt við hinar báðar.

Hann at buka tað, so tað rínur og hvínur. Tað streingir á at sleppa burt og dregur træið eftir sær, so at skeggið slitnar og kjálkafillin rivnar. So rennur tað burt, og skeggið situr eftir í klótuni.

Um kvøldið koma hinir báðir heim aftur og fáa matin góðan. Hin yngsti sigur teimum frá, hvussu hann hevur gjørt við trøllið.

Teir eldru halda, at best man vera at fara at leita eftir tí, tí líkindi eru til, at tað eigur ríkidømi; teir hugsa líka skjótt at finna tað deytt.

Blóðslóðin liggur eftir tí allan vegin til eitt hol.

Teir eldru tora ikki at fara niðurí; men hin yngsti lesur seg niður eftir einum togi.

Myrkt er har niðri, og hann leitar leingi.

So rakar hann við eitt fólk í einum króki; tað er kongadóttirin, ið leingi hevur verið horvin úr kongsgarðinum.

Umsíðir finnur hann trøllið í einum øðrum króki; tað talar og biður hann fyri Guds skyld ikki drepa seg: hann skal fáa kongadóttrina og eina fulla kistu av gulli afturfyri.

So gevur hann tí grið, bindur kongadóttrina upp í togið, rópar til teir báðar uppi í erva og biður teir draga upp.

Síðan tekur hann kistuna og knýtir upp í endan á toginum, sum teir hava latið niður aftur.

Tá ið teir hava drigið kistuna upp, rópar hin yngsti á teir triðju ferð og biður teir lata togið niður aftur.

Nei, siga teir: nú hava teir fingið væl og biðja hann bara liggja eftir í holinum.

Hann er nú so ógvuliga ringur, tí hann sær sær ongar vegir til at sleppa upp.

Men so hugar hann trøllið, fer til tað og sigur, at beint nú skal hann drepa tað.

Trøllið bønar hann ikki at gera tað og lovar at gera fyri hann, hvat ið hann biður.

Ja, um tað kann sleppa honum upp úr hesum holinum, so skal tað sleppa við lívinum, sigur hann.

Trøllið tekur at royna, klórar á øllum fýra, krøkir klørnar í og biður hann halda í seg.

So sleppur hann uppúr, og trøllið fer niðurí aftur.

Hann alt fyri eitt heim aftur til sín sjálvs; tá eru hinir eldru brøðurnir báðir farnir til staðin og inn fyri kong við dóttrini, sum teir siga seg hava funnið í trøllholinum.

Kongurin er fróur og sigur, at annar teirra skal hava hana til konu; men hon grætur og sigur nei.

Hin yngsti fer aftaná og beint fyri kong at kæra seg um, hvussu teir hava farið við sær.

Hetta er maðurin, ið sær hjálpti, sigur kongadóttirin.

So letur kongur báðar seta fastar.

Hin yngsti fekk gullkistuna aftur, varð giftur við kongadóttrini og meira at siga: varð kongur, tá ið hin gamli kongurin doyði.

Frásøgn: Jóhan Hendrik Matras, Kirkju

 

c. Skræddi Kjálki

Uppskrift úr Kunoy

Tríggir brøður høvdu tikið seg saman og skiftust um, ymsir at fara til útróðrar og ymsir at vera heima. Ein skuldi vera heima, meðan hinir báðir vóru burturi.

So ein dagin, meðan hin elsti ger døgurð, kemur ein risi við stórum síðum skeggi inn og vil hava at eta frá honum.

Maðurin torir ikki at sýta, og risin etur alt.

Tá ið hinir báðir koma aftur, fáa teir ongan mat.

Dagin eftir skal miðlingarbróðirin vera heima; ikki skal tað gangast honum so, sigur hann.

Næsta dag, tá ið potturin er úti við kóking, kemur risin og etur alt, sum er.

Triðja dagin skal hin yngsti vera eftir. Hinir spotta hann; men hann heldur, at tað kann ikki ganga verri.

Tá ið potturin er komin uppyvir, kemur risin og vil hava at eta; men drongurin sigur, at tað líður einki at kóka enn: tað er ov lítil brenniviður, og biður risan hjálpa sær at høgga eina stóra klótu sundur, sum liggur fyri durunum.

Risin legst at høgga kleivir í; men nú er drongurin so knappur og fær kúgað skegg hansara niður ímillum, og tá ið risin skal fara á føtur aftur, situr skeggið fast.

Hann verður at skræða seg leysan frá klótuni; skeggið slitnar burtur av kjálkanum, og hann avstað við rini og hvini.

Tá ið brøðurnir koma heim, undrast teir á, at teir fáa at eta sum vanligt, og hin yngsti sigur frá øllum, hvussu gingist hevur.

Allir tríggir ganga nú á fund eftir risanum - blóðslóðin liggur at einum steini. Eitt hol er niðri við steinin; men hinir eldru brøðurnir hava seg undan at síga og lata hin yngsta niður.

Hann gongur og trilvar í myrkri, kemur á einum durum og inn í eina prýðiliga stovu.

Har situr ein frálíka vøkur genta og leitar einum risa í høvdinum; hann liggur fram á knø hennara í fasta svøvni.

Hetta er kongadóttirin, sum leingi hevur verið horvin úr kongsgarðinum - kongurin hevur lovað, at tann, sum førir hana aftur, skal eiga hana til konu.

Drongurin vil tala til hennara; men hon báknar honum, at hann skal ikki tosa hart.

Eitt svørð hongur á bróstinum; men tað er ikki meira, enn hann fær vikað tí útfrá.

Ein krukka stendur í einum króki; hon leggur honum tað ráð at smakka á tað, í krukkuni er.

Hann so ger og orkar nú at lyfta svørðinum niður.

Hann drekkur av krukkuni tríggjar ferðir og styrknar so ógvuliga fyri hvørja ferð.

Til endan kann hann reiggja svørðinum og drepur risan, ið liggur og svevur.

So tekur drongurin látupípu risans og blæsur í hana.

Nú kemur fult av risum; tí hetta var látupípan, ið skeggjatussin hevði havt at blása í, tá ið hann beyð hinum risunum í veitslu.

Drongurin drepur teir, ein fyri og annan eftir, sum teir koma.

So lættir hann gentuna upp, bindur í togið, og brøðurnir í erva draga hana upp ígjøgnum.

Teir lata togið niður aftur; men hann bindur ein stein uppí, tí hann trýr brøðrunum ilt.

Tá ið teir hava drigið upp í helvt, kubba teir togið av, og steinurin dettur.

Drongurin veit sær nú eingi ráð og tekur at leita runt um hellið.

So rakar hann við Skrædda Kjálka í einum króki. Risin biður hann vælsignaðan vera ikki at drepa seg.

Drongurin biður hann hjálpa sær upp úr holinum: so skal hann einki gera honum.

Skræddi Kjálki setur ein stiga at, og drongurin sleppur upp.

Nú skal brúdleyp vera hjá kongadóttrini: elsti bróðirin skal hava hana, sigur kongur; men hon sigur nei: tað er ikki hann, ið hevur hjálpt sær.

Yngsti bróðirin gongur til kongsgarðin og kemur válandi tvørtur við vindeygað; tá rópar kongadóttirin og sigur við pápan, at hetta er hin sami, ið henni hevur bjargað.

Hann sigur nú konginum frá øllum, hvussu brøðurnir eru farnir fram ímóti sær.

Teir fingu so lønina og vóru hongdir; men hin yngsti fekk kongadóttrina og varð kongur aftaná hin gamla, tá ið hann doyði.

Frásøgn: Elsebeth Sørensen, Kunoy

 

d. Snerkti risi[1]

Uppskrift av Syðradali í Kalsoy

Tríggir brøður hava tikið seg saman; hvør skal vera heima sín dagin.

Skeggjatussi kemur tvær reisur upp í slag, etur alt kjøtið og drekkur alt soðið frá teim eldru brøðrunum.

Triðju ferð ið hann kemur, og hin yngsti bróðirin (Øskudólgur) er heima, ger hesin tað bragdið, at hann gløðir jarnstong í eldinum og rennir í gronina á risanum, so hann fer rínandi og hvínandi av durunum.

Drongurin aftaná, sær risan fara niður í eitt hol og vendir so heim aftur.

Allir tríggir avstað um kvøldið; hin yngsti sígur niður í risaholið, finnur ta horvnu kongadóttrina, smyr uppá seg av krukku, í krókinum stendur, og kann nú reiggja svørðinum, á bróstinum hongur.

So drepur hann risan, ið svevur.

Brøðurnir draga kongadóttrina upp.

Aðra ferð bindur Øskudólgur stein upp í togið; tá ið hann er miðskeiðis uppi, kubba teir av.

Øskudólgur finnur »snerkta risa« í einum króki og trúar hann til at hjálpa sær upp, fer so í kongsgarðin og fær kongadóttrina.

Frásøgn: Erika Katrina Johannesen, Syðradali, Kalsoy

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

1a AT 1137

1b AT 301A

1c AT 301A

1d AT 301A og 1137


[1] Sama ævintýr sum undanstandandi og tí nógv stytt her

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019