• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Smágentan við eldførispinnunum

Tað var so ræðuliga kalt; tað kavaði, og tað fór at myrkja fyri kvøldi; tað var eisini seinasta kvøldið í árinum, nýggjárskvøld. Í hesum kulda og hesum myrkri gekk á gøtuni ein lítil fátæk genta, hattleys og skóleys; ja, hon hevði kortini verið á tuflum, tá ið hon fór heiman, men hvat hjálpti tað? tað vóru einar ógvuliga stórar tuflur, móðir hennara hevði átt tær undan henni, so stórar vóru tær, og tær misti hin lítla av fótunum, tí at hon mátti skunda sær yvir um gøtuna í sama bili, sum tveir vognar fóru við so ræðuligari ferð frameftir; onnur tuflan var ikki til at finna, og hinari fór ein drongur av stað við; hann segði, at hana kundi hann nýta til vøggu, tá ið hann sjálvur fekk børn.

Har gekk nú tann lítla gentan á teimum naknu smáu fótunum, ið vóru reyðir og bláir av kulda; í eini illari svintu helt hon eina rúgvu av eldførispinnum, og einari kippu gekk hon við í hondini; eingin hevði tann heila dag keypt frá henni, eingin hevði givið henni eitt lítið oyra; svong og stird gekk hon og sá so nívd út, tað lítla neyðardýrið.

Kavaflykrurnar løgdust í hennara stóra gula hár, ið purlaði so vakurt um nakkan, men slíkt stás hugsaði hon reiðiliga ikki um. Ljósglæman skygdi úr hvørjum vindeyga, og so angaði tað um gøtuna so søttliga av gásasteik; tað var jú nýggjársaftan, ja, tað hugsaði hon um.

Burturi í einum horni millum tvey hús, annað stóð eitt sindur longur fram enn annað, har setti hon seg og royndi at fjálga sær; tey smáu beinini hevði hon krept upp undir seg, men enn kaldari varð hon, og til hús tordi hon ikki at fara, hon hevði jú ikki selt nakrar eldførispinnar, ikki fingið eitt einasta oyra, faðir hennara hevði bara sligið hana, og kalt var eisini heima, tey høvdu bert tróðrið beint oman yvir sær, og har geys vindurin inn, hóast har var stappað hoyggj og spjarrar í tær størstu rivurnar. Hennara smáu hendur vóru nærum heilt deyðar av kulda. Á! ein lítil eldførispinnur hevði verið góður. Tordi hon bara at toga ein út úr kippini, bresta hann ímóti vegginum og verma fingrarnar. Hon togaði ein út, ”ritsj!” sum hann sjóðaði, sum hann brann! tað var ein heitur, bjartur logi, eins og ein lítil kerta, tá ið hon helt hondina um hann; tað var ein sjáldsom kerta; tað tóktist tí lítlu gentuni, eins og hon sat framman fyri einum jarnovni við blonkum messingkúlum og messingbuli; eldurin brann so vælsignað, vermdi so væl; nei, hvat var hatta! - hin lítla rætti longu føturnar út fyri eisini at fløva teir, - - tá sloknaði login. Ovnurin hvarv, hon sat við einum lítlum stubba av tí brenda elførispinni í hondini.

Ein nýggjur varð brestur, hann brann, hann lýsti, og hvar glæman fell á veggin, har skygdi ígjøgnum hann eins og gjøgnum eitt tám; hon sá heilt innar í stovuna, har borðreitt var við skínandi hvítum dúki, við fínum postalíni, og søttliga angaði hin stokta gásin, fylt við sviskum og súreplum, og hvat ið var enn eiggiligari, gásin leyp niður av fatinum, raggaði eftir gólvinum við gafli og knívi í rygginum; heilt yvir til ta fátæku gentuna kom hon; tá sloknaði eldførispinnurin, og har var bert hin kaldi, tjúkki veggurin at síggja.

Hon kveikti ein nýggjan. Tá sat hon undir tí fagrasta jólatrænum; tað var enn størri og skrúðmiklari enn hitt, hon gjøgnum glashurðina hevði sæð hjá tí ríka handilsmanninum seinastu jól; túsund ljós brunnu á teim grønu greinunum, og ymisklitaðar myndir, eins og tær ið prýddu krambúðarvindeyguni, litu niður at henni. Hin lítla rætti báðar hendur í loft - tá sloknaði eldførispinnurin; tey nógvu jólaljósini lyftust hægri og hægri upp, hon sá, tey vóru nú tær bjørtu stjørnur, ein teirra skeytst og dró eina langa eldlind eftir himninum.

”Nú doyr onkur!” segði hin lítla, tí hin gamla omman, ið var tann einasta, ið hevði verið góð við hana, men nú var deyð, hevði sagt: “Tá ið stjørna skjýtst, fer ein sál upp til Gud.”

Hon bresti aftur ímóti vegginum ein eldførispinn, hann lýsti víða um, og í ljómanum stóð hin gamla omman, so bjørt, so skínandi, so mild og vælsignað.

”Omma!” rópti hin lítla, ”o, tak meg við! eg veit, tú ert horvin, tá ið eldførispinnurin sloknar, horvin eins og tann heiti ovnurin, tann angandi gásarsteikin og tað stóra, signaða jólatræið!” - og hon bresti í skundi alt, ið eftir var av eldførispinnum í kippuni, hon vildi rætt halda ommu sína hjá sær; og eldførispinnarnir lýstu við slíkum ljóma, at tað var bjartari enn tann ljósi dagur. Omman hevði aldri áður verið so vøkur, so stór, hon lyfti ta lítlu gentuna upp á armin sín, og tey flugu í frøi og ljóma so høgt, so høgt; og har var eingin kuldi, eingin hungur, eingin angist, - tey vóru hjá Gudi.

Men í horninum við húsið sat í teirri køldu morgunstundini hin lítla gentan við roða á kinnunum, við brosandi munni - deyð, stirðnað tað síðsta kvøldið í tí gamla árinum. Nýggjársmorgun reis yvir hitt lítla líkið, ið sat við eldførispinnunum, av hvørjum nærum ein kippa var brend. “Hon hevur roynt at verma seg,” søgdu tey; eingin visti, hvat vakurt hon hevði sæð, í hvørji dýrd hon við gomlu ommu síni var gingin inn til nýggjársgleði.

Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Den lille pige med svovlstikkerne”, ”Dansk Folkekalender for 1846”, 1845.

Christoffur Lützen (1891-1981) týddi. H.C. Andersen: ”14 ævintýr”, Egið forlag 1953.

 

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019