• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Smágentan við svávulpinnunum

Tað var ógvuliga kalt, kavarok og um at vera dagssett; tað var eisini seinasti dagur í árinum, nýggjársaftan. Í hesum kuldanum og hesum myrkrinum gekk ein fátæk smágenta á gøtuni, hattleys og berføtt; av rættum hevði hon havt tuflur, tá hon fór heiman, men hvat hjálpti tað? Tað vóru einar stórar tuflur, sum móðir hennara hevði átt, og tá olmussugentan møtti tveimum vagnum, ið óku so ræðuliga hart, og skundaði sær at leypa undan teimum, misti hon báðar tuflurnar. Onnur tuflan fanst ikki aftur, og hini streyk ein drongur av stað við og segðist vilja hava hana til vøggu, tá hann sjálvur fekk børn.

Har gekk nú henda neyðars gentan á berum fótum, ið vóru bæði reyðir og bláir av kulda. Svinta hennara var gomul og skrædd, og í henni hevði hon eina mongd av svávulpinnum, og einum knýti gekk hon við í hondini; eingin hevði givið henni eitt oyra. Har gekk hon hungurstungin og nøtrandi av kulda og máttloysi, stakkals barnið; flykrurnar duttu niður á hennara síða og litfagra hár, sum legði seg vakurt aftur um nakka og háls; men tankar hennara vóru ikki um prýði og vakurleika. Úr hvørjum vindeyga skein bjart ljós, og um alla gøtuna kendist roykur av gásasteik; tað var eisini nýggjársaftan, og tað hugsaði hon um. Hon settist niður og krøkti seg saman í einum skoti millum tvey hús, annað stóð longri út á gøtuna enn hitt; hon krepti føturnar upp undir seg; men hon varð alt kaldari og kaldari, og heim tordi hon ikki at fara, hon hevði ongar svávulpinnar selt og ikki fingið eitt oyra; hon visti, at faðir sín fór tí at sláa seg; og har var ikki stórt mætari til hita, tí har var einans jarntakið yvir høvdið og var sovorðin gjóstur har sum í einum opnahjalli, enntó at hálmur og spjarrar vóru stungin í tær størstu rivurnar. Hendur hennara vóru starlofnaðar av kulda. Áh! gott hevði verið at brest ein pinn. Hevði hon bara torað at tikið ein burt úr knýtinum og brest hann til at vermt seg við um fingrarnar. Hon tók ein og brast hann. ”Riss! rass!” segði pinnurin; nei, sum hann brann! og sum login var vakur og heitur! rætt sum lítið ljós, tá hon helt honum inni í lúkuni; tað var eitt undarligt ljós; henni tóktist, sum sat hon framman fyri einum heitum ovni, ið var skínandi og blankur; eldurin brann so væl í honum, og hann hitaði so væl, nei, hvat var tað? - Armingin rætti føturnar fram móti ovninum og ætlaði at verma seg - tá sloknaði pinnurin, ovnurin hvarv, - hon sat við tí útbrenda pinninum í hondini.

Hon brast ein annan, hann logaði og lýsti, og har, sum ljósið skein á veggin, gjørdist hann klárur eins og flor; hon sá líka inn í stovuna, har stóð borð, og borðreitt var við skínandi hvítum dúki og fagrasta borðbúna, og mitt á tí stóð fat við stoktari gás, ið var fylt við sviskum og súreplum; og - tað sum var betri enn alt - gásin rullaði sær av fatinum og kom ruggandi eftir gólvinum við knívi og gafli í bakinum; tætt til hesa olmussu gentu kom hon; men í sama bili slóknaði pinnurin, og var tá einki at síggja uttan hin kaldi, svarti veggur.

Hon brast hin triðja svávulpinnin. Tá sat hon undir tí fagrasta jólatræi; tað var enn størri og prýðiligari enn tað, hon seinastu jól hevði sæð gjøgnum glashurðina hjá tí ríka keypmanninum; túsundtals ljós brunnu á tí og mangir sjáldsamir gripir, sum plaga at prýða krambúðarvindeyguni, hingu á greinunum. Smágentan rætti hendurnar upp, - tá slóknaði svávulpinnurin; tey óteljandi ljós, hon hevði sæð, hvurvu alt hægri og hægri upp í loft; tá sá hon, at tað vóru stjørnurnar á himmalinum; ein teirra rapaði, og sást long eldrípa eftir henni.

”Nú doyr onkur!” segði smágentan; tí omma hennara, sála, sum var einasta menniskja, ið nakrantíð hevði verið góð við hana, hevði sagt: ”Tá ið stjørna rapar av himli, fer ein sál til Gud.”

Hon brast hin fjórða pinnin, hann lýsti væl, og í glæmuni stóð omma hennara skínandi og bjørt við mildari ásjón.

”Góða omma!” rópti smágentan, ”o, tak nú meg við tær, eg veit, at tú hvørvur, tá pinnurin slóknar, tú hvørvur eins og hin heiti ovnurin, hin góða gásasteikin og hitt vælsignaða jólatræið.” - Og skundisliga brast hon allar pinnarnar, sum eftir vóru í knýtinum, hon vildi ikki á nakran hátt sleppa ommu síni, og pinnarnir lýstu við slíkari glæmu, at tað var ljósari enn mitt á degi. Omma hennara hevði ongantíð fyrr verið so fríð og so stór, hon tók smágentuna í kneppið, og tær lyftust í ljóma og vakurleika høgt, høgt upp í loftið; og har var eingin kuldi, eingin svøltur, eingin ræðsla - tær vóru hjá Gudi.

Men í skotinum millum húsini sat smágentan morgunin eftir við roða á kinnum og brosi á varrunum - deyð, stirðnað í hel tað seinasta kvøldið í tí gamla árinum. Nýggjársmorgun rann upp yvir tað lítla líkið, ið sat við svávulpinnunum í fanginum; eitt knýti hevði hon mestan oytt. ”Hon hevur ætlað at vermt seg,” søgdu tey, ið framvið gingu. Eingin visti petti um allan tann vakurleika, henni var fyriborist; eingin visti um alla ta dýrd og tann ljóma, sum var um tær, tá hon við ommu síni fór inn í ta ævigu nýggjársgleði.

Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Den lille pige med svovlstikkerne”, ”Dansk Folkekalender for 1846”, 1845.

Poul Olsen (1896-1933) týddi. ”Sáttmálin mikli II”, Oddmar á Steig savnaði. Føroya Lærarafelag 1969.

 

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019