• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

42. SNATI

 

Uppskrift úr Kunoy

Maður og kona áttu eitt dreingjabarn. Tá ið drongurin var fram undir at vera tilkomin, fór hann ein dagin út at ganga.

Hann gekk og gekk og kom at endanum inn í eina stóra skóg. Í hesari skóg var eitt hús; har fór hann inn og krógvaði seg.

Um kvøldið kemur risin heim - tí risi var tað, sum átti húsið; hann var altíð burtur um dagarnar og kom heim um kvøldarnar.

“Her luttar av kristnum fólki,” sigur hann og snoddar í hvønn krók.

Drongurin skalv av ræðslu, men einki batti honum, hvussu hann royndi at krøkja seg saman - risin fann hann kortini.

“Fjør mítt, fjør mítt! tú skalt vera vælkomin; eg havi leingi ynskt eftir einum til at gera mær matin og halda reint í húsinum; nú skalt tú vera til tess.”

Drongurin læt illa at; men tað hjálpti nú ikki meira enn tað sama: hann varð at vera hjá risanum. Risin gav honum lyklarnar til allar stovurnar, sum hann skuldi halda reinar; men ein stova var, sum risin forbeyð honum at fara inn í:

“um hann fór har inn, so sá hann tað,” segði risin, “tí hann sá alt.”

Ein dagin, sum drongurin gongur heima einsamallur, og hetta melur í høvdinum á honum, hugsar hann við sær sjálvum, at hann skal tó njósnast um, hvat ið er í hesari stovu; risin man ikki síggja tað kortini. Hann leggur hondina spakuliga á lásin, men í tí at hann skal lata upp, loypur eitt á hurðina innanfrá, klórar og klórar og rópar:

“Vel meg, vel meg!” so hann torir ikki at lata upp.

Um kvøldið, nú ið risin kemur heim, er ótti á dronginum; men risin sigur einki.

Hetta gongur við sama lag fleiri dagar upp í slag, at drongurin roynir at lata upp; men hvørja ferð kemur hatta, ið inni er, klórar á hurðina og rópar:

“Vel meg, vel meg!” so hann torir ongantíð at fara inn.

Eitt kvøldið kemur risin heim og er ógvuliga sjúkur. Hann sigur við drongin:

“Fjør mítt, nú fari eg at doyggja, og tá ið eg eri deyður, skalt tú taka og skera meg sundur í tríggjar partar og bera meg oman á sjógvin; men ein ynsk vil eg geva tær, áðrenn eg doyggi.”

Leingi stóð drongurin og hugsaði um, hvat hann skuldi velja sær; tá rann honum í hug, hvat hatta inni í stovuni hevði rópað: Vel meg! og hann svaraði, at hann ynskti sær tað, sum var inni í teirri stovuni, sum hann ikki slapp inní.

“Fjør mítt, tú valdi sum mín høgra hond,” segði risin, og so doyði hann.

Drongurin ger við risan, sum hann hevur biðið hann, og fer so og letur stovuhurðina upp; tá er alt stilt og kvirt - einki uttan ein svartur hundur gongur og melur á gólvinum. Hann sleppir hundinum út við sær, og báðir til gongu burt frá risahúsinum, drongurin fyri og hundurin aftaná. Drongurin gongur uppá gjøt, men so biður hundurin um lov til at ganga fyri.

Tá ið teir hava gingið eina góða løtu, vendir hundurin sær á og sigur við drongin:

“Ikki ert tú forvitin.”

“Hví tá?” spyr drongurin.

“Tú spyrt ikki, hvussu tú skalt kalla meg,” sigur hundurin.

“Hvussu skal eg tá kalla teg?”

“Tú skalt kalla meg Snata.”

Teir ganga langan veg og drúgvan og koma at endanum til kongsins garð. Har er nú ringur standur í kongsgarðinum: kongasonurin er horvin fyri langt síðani, og einki hevur spurst aftur til hansara, so tey halda hann vera deyðan; eitt frálíka vakurt rósutræ er horvið úr urtagarðinum, allir kongsins lyklar eru burturi, og neytini hava nú í langa tíð staðið turr hvønn morgun. Vakt hevur altíð og stund verið hildin í fjósinum; men eingin uppspurningur er komin um, hvør ið gongur at mjólka kongsneytunum.

Snati heldur nú við drongin, at hann skal fara inn í kongsgarðin og biðja um lov til at vera uppi í at høgga kol.

Hann so ger og fær lov av konginum til at vera uppi í kolarbeiðinum; men kolmeistarin hevur við tað sama eitt ringt eyga til henda drong og fær honum eitt pláss fyri seg sjálvan at høgga kol burtur frá hinum arbeiðsfólkinum.

Tá ið kolmeistarin er viðstaddur og hyggur at, høggur drongurin alt, hvat hann orkar, og einki sæst til hundin, men er so meistarin burturfarin, so kemur hundurin aftur, tekur øksina ímillum klørnar og høggur fyri drongin so hart og títt, at kolapettini fúka um oyruni á báðum, og tað er stórur munur á, at nú líður skjótari.

Tá ið meistarin kemur um kvøldið at hyggja eftir dagverkinum, er altíð so nóg meira høgt hjá hesum fremminda drongi og so nóg betur enn hjá øllum hinum.

Meistarin fer til kongin og sigur, at honum dámar ikki henda drong: tað er ikki natúrligt, so nógv kol sum hann høggur; ein svartan hund hevur hann hjá sær; hann heldur tað vera sjálvan hin versta, ið komin er í kongsgarðin, sigur hann. Kongurin heldur, at tá ið hann er so dúgligur til arbeiðis, hesin drongur, og einki ilt ger, ber ikki væl til at koyra hann burtur. Meistarin tekur nú at lúgva og sigur, at drongurin hevur sagt, at hann veit um alt tað, sum saknast í kongsgarðinum, hvar tað er, og hvussu tað kann fáast aftur, og so hevur hann lagt til, at tað skuldi verið sær ein lætt sak at fáa beint alt aftur, um hann hevði viljað.

Kongurin letur drongin kalla fyri seg, talar honum harðliga til og sigur við hann, at hann skal í stundini gera tað, sum hann hevur sagt seg føran fyri: avrikar hann tað, skal hann eiga kongsdóttrina afturfyri, men ger hann tað ikki, skal hann vera lívleysur.

Dronginum, neyðardýrið, verður illa við: teir hava logið hetta upp á seg, sigur hann; hann hevur einki sagt og ikki so mikið sum vitað, at nakað er horvið úr kongsgarðinum.

Men kongurin sigur, at kolmeistarin fór ikki at lúgva upp á hann, og hann leggur ríkan við, at, beinir hann ikki alt aftur, skal hann verða lívleysur.

Drongurin gongur nú í døprum huga allan dagin; so fer hann til hundin, sigur frá, hvussu vorðið er, og biður hann leggja sær einihvørji ráð.

“Tað er eingin neyð,” sigur Snati, “far til kongin og bið hann geva tær ein fjórðing av salti, og kom so aftur.”

Drongurin so ger og kemur aftur við saltinum í einum posa.

“Nú kunnu vit fara,” sigur hundurin, og báðir til gongu. Snati ber saltfjórðingin.

Teir ganga leingi og koma at einum ógvuliga høgum fjalli. Drongurin heldur, at hann er ikki mentur at klíva allan vegin upp, men Snati lovar at hjálpa honum. So klóra teir uppum, koma aftur á slætt, ganga langan veg og koma at einum húsi.

“Her uppá skulu vit fara,” sigur Snati, og so krúpa teir upp á takið og leggjast at kaga niður ígjøgnum ljóaran. Maður, kona og smágenta sita uttan um grúgvuna inni í roykstovuni; eldur er uppkyndur í grúgvuni, og ein stórur pottur, fullur av mjólk, hongur upp yvir eldinum og kókar, beint undir ljóaranum. Snati sigur við drongin, at hann skal loysa bandið av posanum, taka salt og koyra niður ígjøgnum ljóaran, men ikki ovnógv í senn: hann skal sáa tað, so tað kann falla sum kavi ella heglingur.

Best sum tey trý sita um pottin niðriundir, sigur maðurin við konuna:

“Tað er best at leggja skjólið afturyvir ljóaran; tað kavar so illa niður í mjólkina.”

“Nei,” sigur konan, “ger tað ikki; ella doyggja vit øll í royki.”

Drongurin sáar nú í heilum salt niður í pottin, til posin er tómur.

Nú er kókað, potturin verður niðuravtikin, og øll skulu súpa. Maðurin heldur við tað sama, at tað er einki skil á, sum hetta er salt.

“Salt?” sigur konan; “hetta er søt mjólk; eg havi beint nú verið í kongsfjósinum og mjólkað neytunum, og hetta er sama mjólkin.”

Men hann biður konuna smakka á, og tá kann hon ikki longur træta ímóti. Sum tey sita og tosa um mangt og hvat, smírist konan og ber upp á mál:

“Illa duga tey at leita í kongsgarðinum; ikki kunnu tey finna lyklarnar; høvdu tey bara kunnað sær at leita undir teirri stóru dragukistuni.”

Eina løtu eftir sigur maðurin, at hann er so út av lagi tystur; men einki vatn er við hond, og hann verður tí at senda smágentuna í ánna eftir vatni.

Tá ið hon kemur út fyri dyr, loypur Snati niður av tekjuni og bítur høvdið av henni, og so uppáaftur.

Maður og kona sita og bíða; men eingin genta kemur aftur.

Teimum tekur at leingjast, sum vera man, og konan fer út at vita, hvussu vorðið er. Hon er ikki komin longur enn út um dyrnar, so loypur Snati niðurav aftur og bítur høvdið av henni.

Maðurin undrast upp á, hví hvørgin kemur aftur; ótolni er á honum, og so hann sjálvur avstað. Tað gongst honum á sama hátt: hann er ikki meira enn útumkomin, so loypur hundurin niður av tekjuni og bítur høvdið av honum við.

Nú fara Snati og drongurin inn í húsið at leita, finna rósutræið, taka tað og fara heim aftur í kongsgarðin.

Drongurin gongur fyri kongin, flýggjar honum træið, sigur honum, hvar tey skulu leita eftir lyklunum, og neytini, sigur hann, skulu eftir henda dag ikki standa mjólkað aftur, tá ið neytakonurnar koma í fjósið.

Kongurin er nú so findarblíður, tó at hann hevði verið glaðari, um hann nú hevði havt son sín aftur eisini, og gevur dronginum dóttur sína í løn afturfyri, sum hann hevði lovað.

Nú kolmeistarin frættir hetta, er hann rættuliga óður og lovar at drepa drongin.

So kom brúdleypsdagurin. Har var bæði etið og drukkið væl í kongsgarðinum, og kæti var á øllum.

Um kvøldið varð dansað; men hundurin gekk altíð og mól hjá brúðgumminum. Snati orðar við brúðgummin um at sleppa at sova í brúðarsongini bert ta einu náttina. Treyður vil brúðgummurin sýta honum - hvat hevði verið burturúr uttan Snata? men hann kvíðar fyri, hvat ið brúðurin vil siga og verður at tosa við hana fyrst.

Brúðurin tykist hetta undarligt; men ikki vil hon sýta manni sínum hansara fyrstu bøn sjálvt brudleypskvøldið, og so sleppur Snati at vera hjá teimum.

Tá ið tey eru niðurfarin, leggur Snati seg á fótalagið, tætt uppi við bróstið.

Um náttina, tá ið tey bæði eru sovnað, men Snati liggur alvakin, hoyrist eitt ljóð: eitt borar ígjøgnum bróstið hinumegin frá. Snati reisir oyru og lurtar. Hetta borar og telgir, og alt víðkast holið. Ein hond kemur inn ígjøgnum, men hvørvur aftur við tað sama. Snati liggur stillur og hyggur. Endin er tað, at holið er so vítt, at høvdið sleppur inn ígjøgnum, og nú er tað kolmeistarin, ið vil drepa brúðgummin.

Snati er ikki seinur; hann loypur upp og bítur høvdið av honum, sleikir so alt blóðið upp og stendur við tað sama umskapaður til eitt fólk.

Nú er Snati eingin annar enn hin horvni kongasonurin, sum kolmeistarin hevur beint av vegnum við trølldómi og gandi fyri at sleppa til at vera kongur sjálvur, og av hesum sama var tað, at hann vildi taka lívið av dronginum, tá ið hann giftist við kongsdóttrini.

Stór var gleðin í kongsgarðinum, nú ið kongasonurin var komin aftur.

Tá ið hin gamli kongurin doyði, varð sonur hansara kongur eftir hann, men hin varð ovasti maður í ríkinum næst eftir konginum.

Hann heintaði so bæði foreldur síni til sín; tey høvdu verið so forharmað um sonin og trúð, at hann var deyður, men nú var gleði á teimum við.

Síðan er ikki meira at siga frá teimum í kongsgarðinum. Síðst ið frættist, livdu tey væl.

Frásøgn: Lena Gregersen og Pauli Heinesen, Kunoy

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

42 AT 328

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019