• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

12. STENBUK

 

a. Uppskrift úr Kunoy

Ein kona átti ein son, sum æt Stenbuk. Tríggjar risakonur búðu tætt hjá teimum, og av tí, at tað hendi tíðum fyrr, at risakonur lógu eftir at stjala dreingir frá fólki, royndi mamman at ansa væl eftir soni sínum. Hvørja ferð hon fór út, álegði hon honum at krógva seg væl aftur um eldstaðin, at eingin risakonan skuldi fara avstað við honum, og heldur ikki svara, um nakar kom inn og spurdi eftir honum.

Ein dagin, sum mamman var útfarin, kom ein risakonan inn og spurdi:

”Er Stenbuk her?”

”Eg eri her,” svaraði Stenbuk og kreyp fram.

Risakonan gav dronginum ein borðknív, tók so hann sjálvan og læt upp í ein posa, slongdi posan á bakið og fór avstað. Tá ið hon hevði gingið ein góðan tein, vildi hon so illa míga og setti posan frá sær. Stenbuk bað hana fara langan veg burt, tí hon luttaði so illa. Meðan hon var burtur, fór Stenbuk uppúr, læt neytamykju upp í posan í staðin fyri og rann heim til hús.

”Tungt hevur verið at bera, men tyngri er nú,” segði risakonan, tá ið hon kom aftur og fór undir posan.

Tá ið hon kom til hús, var potturin hongdur uppyvir og vatnið komið á kók.

”Skal eg stoyta gjøgnum ljóaran ella gjøgnum dyrnar?” spurdi hon hinar báðar.

”Gjøgnum ljóaran!” søgdu tær.

Tá kom øll neytamykjan rapandi niður í pottin.

Næstu ferð fór onnur risakonan avstað. Hon svór, at hon skuldi ikki lata seg narra; men narrað varð hon kortini. Hon gav Stenbukki ein gaffil; annars gekk henni rætt á sama hátt sum hini fyrru, uttan tað, at hesa ferð læt Stenbuk grót í posan.

”Skal eg stoyta gjøgnum ljóaran ella gjøgnum dyrnar?” spyr risakonan hinar, tá ið hon kemur heim.

”Gjøgnum ljóaran!” siga tær.

Tá kom alt grótið raplandi niður í pottin, so at hol gekk á botnin.

Triðju ferð fór triðja risakonan avstað og svór, at tað skuldi ikki ganga sær sum hinum báðum. Hon gav Stenbukki eina skeið og fór so avstað við honum.

Tá ið hon hevði gingið nakað leingi, tók hon at gremja seg um, at hon vildi so illa míga og var so sveitt og tyst; men tó knosaði hon so, at hon bar hann allan vegin heim til hús.

Tá var eingin pottur at kóka í, tí hol var komið í botnin á tí, sum tær áttu; so sleptu tær dronginum at liva og settu hann til at ansa eftir neytum. Hvør teirra átti sína kúgv.

Skjótt var tað, at honum leiddist við hetta arbeiðið. Hann hitti upp ráð - fór heim, setti seg upp á takið og rópaði inn gjøgnum ljóaran:

”Reyða høvuðhvíta er dottin í mýrina!”

”Tað er mín!” segði hin fyrsta og stakk høvdið útum.

Í sama bragdi blakaði Stenbuk eina hellu niður í heysin á henni, so hon small og doyði. Hann aftur at rópa:

”Svartflekkuta er dottin í mýrina!”

”Tað er mín!” segði onnur kellingin og rætti høvdið út.

Stenbuk blakaði aðra helluna í heysin á henni, so hon doyði.

”Reyðryggjuta er dottin í mýrina!” rópaði Stenbuk triðju ferð.

”Tað er mín!” segði hin triðja kellingin og rætti høvdið út; tá kom triðja hellan bóltandi og rakaði hana í høvdið, so hon doyði.

So tók Stenbuk alt gullið, fór heim til mommu sína við tí, og síðan livdu tey væl.

Frásøgn: Sofía Johansen, Kunoy

b. Uppskrift av Húsum

Efter en anden optegnelse fra Husum, Kalsø, lyder Stenbuks tilråb til risekællingerne angående deres kør således: 1) Reyða er niðursmokkað! 2) Flekka er niðursmokkað! 3) Svarta er niðursmokkað! Hvortil kællingerne hver for sig svare: Mín kúgv!

Frásøgn: Anna Cecilia, Húsum

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

12 AT 327 C

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019