• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Stoppinálin

Einaferð var tað ein stoppinál, sum helt so nógv um seg sjálva, at hon trúði, at hon var ein seyminál.

”Ansið nú væl eftir, hvør ið tað er, sum tit halda um!” segði stoppinálin við fingrarnar, sum skuldu fara at seyma við henni. ”Missið meg ikki! Detti eg á gólvið, so er tað skjótt til, at tit finna meg ikki aftur, so fín eri eg!”

”Máti skal vera við!” søgdu fingrarnir, og so góvu teir henni eitt klemm um miðjuna.

”Síggja tit, eg komi við fylgi!” segði stoppinálin og dró ein langan tráð eftir sær, sum kortini ikki hevði knút á endanum.

Fingrarnir beindu nálina beint móti inniskónum hjá kokkagentuni, tí yvirleðrið var skrædnað, og nú skuldi tað bøtast aftur.

”Hetta er eitt beista stríggið arbeiði!” segði stoppinálin, ”eg komi aldri ígjøgnum, eg brotni!” og so brotnaði hon. ”Segði eg tað ikki altíð!” segði stoppinálin, ”eg eri alt ov fín!”

”Nú er ongin dugur í henni!” hildu fingrarnir, men kortini noyddust teir at halda tvørtur um hana, tí kokkagentan dryppaði lakk á brotna eygað og setti hana í bringuna.

”Hyggið, nú eri eg bringuprýði!” segði stoppinálin. ”Eg visti tað altíð, at eg fór at koma til heiður og æru. Er nakar dugur í tær, so kemur eisini altíð okkurt burtur úr tær!” Og so flenti hon innantanna, tí tað sæst ongantíð uttaná, at ein stoppinál flennir. Har sat hon nú so erpin, sum sat hon og koyrdi í fínavogni, og hon leit seg um í allar ættir.

”Kann eg fáa loyvi at spyrja, um tygum eru av gulli?” spurdi hon knappanálina, sum eisini sat í bringuni. ”Tygum eru vøkur á at líta og við tygara egna høvdi, men lítið er tað! Síggið til, at tað fer at vaksa, tí ikki ber til at lakka øll um endan!” Og so bretti stoppinálin sær so stoltliga á, at hon datt úr turriklæðnum og niður í vaskið, júst sum kokkagentan stoytti burtur úr vaskifatinum.

”Nú fari eg út at ferðast!” segði stoppinálin; ”bara eg nú ikki farið fyri skeytið!” Men tað fór hon.

”Eg eri ov fín fyri hesa verð,” segði hon, táið hon var komin í túnrennuna at liggja. ”Men mítt góða skil havi eg við sama lag, og tað hevur ikki lítið at týða!” og so var hon pretin við sama lag og misti ikki mótið.

Og nógv ymist kom flótandi oman gjøgnum rennuna: sprek, strá, pappírslepar. ”Hygg, hvar ið tey flóta!” segði stoppinálin. ”Tey vita lítið, hvatið prikar. Eg kann prika. Og her siti eg. Hygg, har fer eitt sprek, og tað dugir ikki at hugsa um nakað annað í verðini uttan ”sprek”, og sprek er tað sjálvt. Har fer eitt strá, hygg, hvussu tað melur og melur! Hugsa ikki so nógv um teg sjálvan, tú veitst ikki av, fyrrenn tú rennur teg ímóti! Har fer eitt petti av eini avísu! Gloymt er tað, sum einaferð stóð í henni, og kortini breiðir hon seg! - Eg siti tolin og still, eg veit, hvat ið eg eri, og tað verði eg!”

Ein dagin sá hon okkurt, sum glitraði har nær við, og so trúði stoppinálin, at tað var ein gimsteinur, men tað var bara eitt leikapetti, og við tað at tað glitraði, so vendi stoppinálin sær til tað og segði, at hon var bringuprýði. ”Eg meini, tygum eru ein gimsteinur!” - ”Ja, okkurt sovorðið eri eg!” Og so hildu bæði tvey, at tey hvørt sær vóru dýrmiklir lutir, og so tosaðu tey um, hvussu hástórur heimurin var.

”Ja, einaferð búði eg í eini eskju hjá eini jomfrú!” segði stoppinálin, ”og henda jomfrúin var kokkagenta, og hon hevði fimm fingrar á hvørji hond, men nakað so erpið, sum hesar fimm fingrarnar havi eg ongantíð sæð, og so høvdu teir onki annað at gera uttan at halda tvørtur um meg, taka meg upp úr eskjuni og leggja meg aftur í eskjuna.”

”Glitraðu teir?” spurdi leikapettið.

”Glitraðu!” segði stoppinálin, ”nei, erpnir vóru teir! Teir vóru fimm brøður, allir føddir fingrar. Teir stóðu allir á rað, tó at teir vóru ójavnir til støddar. Tann ytsti av teimum, tummilin, var stuttur og tjúkkur, hann var líkasum uttan fyri raðið, og so hevði hann bara ein lið í rygginum, hann dugdi bara at boyggja seg eina ferð, men hann segði, at misti eitt menniskja hann, so dugdi hetta menniskjað als ikki til hertænastu. Fremstifingur kom bæði í søtt og súrt, peikaði bæði á sól og mána, og tað var hann, sum klemmaði, táið tey skrivaðu. Longutong var høvur hægri enn hinir, lekifingur gekk við gulli um miðjuna, og lítlifingur gjørdi so púra onki, og tí var hann erpin av. Reyp var tað, og reyp bleiv tað, og so datt eg í vaskið!”

”Og nú sita vit her og glitra!” segði leikapettið. Í somu løtu kom meira vatn í rennuna, so tað fleyt yvir, og vatnið tók leikapettið við sær.

”Hygg, nú slapp tað hægri upp á strá!” segði stoppinálin, ”eg verði sitandi, eg eri ov fín, men tí eri eg stolt av, og tað er heiðursvert!” Og so sat hon so andbráð og í djúpum tonkum.

”Eg haldi næstan, at eg eri borin í heim av einum sólargeisla, so fín eri eg! Er tað ikki eisini so, at sólin altíð leitar eftir mær undir vatninum? Ája, so fín eri eg, at enn ikki móðir mín finnur meg! Hevði eg havt mítt gamla eyga, sum brotnaði, so haldi eg, at eg hevði farið at grátið! Men tað hevði eg ikki gjørt kortini, tí tað er ikki fínt at gráta!”

Ein dagin lógu nakrir smádreingir og krubbaðust í rennuni og funnu naglar, smápengar og ymist annað burturkast. Sannir grísar vóru teir, men stuttligt hildu teir tað kortini vera.

”Áh!” rópti annar, hann stakk seg av stoppinálini. ”Hvat er hetta fyri eitt skepilsi?” ”Eg eri onki skepilsi, eg eri ein frøkun!” segði stoppinálin, men ongin hoyrdi tað. Lakkið var farið av henni, og svørt var hon vorðin, men svart sýnir klænri, og so trúði hon, at hon var vorðin uppaftur fínari enn áður. ”Har kemur ein eggjakoppur flótandi!” søgdu dreingirnir og settu stoppinálina í eggjakoppin.

”Hvítir veggir og svørt sjálv, tað mátti dugað! Nú eri eg góð at fáa eyga á! Bara eg ikki fari at fáa sjóverk, tí so brotni eg!” Men hon fekk ikki sjóverk, og hon brotnaði ikki.

”Tað er gott móti sjóverki at hava stálmaga og so altíð at minnast til, at ein er nakað meir enn eitt menniskja! Nú eri eg komin úr versta fostri! Fínari tú ert, meiri tolir tú av!”

”Brak!” segði eggjakoppurin, hann kom undir eitt vognhjól. ”Áh, sum eg verði kroyst!” segði stoppinálin, ”nú fái eg sjóverk! Eg brotni, eg brotni!” Men hon brotnaði ikki, tí hon lá upp á langs, og har skal hon verða liggjandi.

Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Stoppenaalen”, ”Gæa”, Æsthetisk Aarbog 1846.

Marius Johannesen (1905-1986) týddi. H.C. Andersen: ”10 ævintýr”, Bókaforlagið Grønalíð 1980.

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019