• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Stóri Kláus og lítli Kláus

Í eini bygd vóru tveir menn, ið báðir høvdu sama navnið, báðir itu teir Kláus, men annar átti fýra ross og hin bert eitt einasta ross; fyri nú at gera skil á teimum, róptu tey hann, ið hevði fýra ross, tann stóra Kláus, og hann, ið bert hevði eitt ross, lítla Kláus. Nú skulu vit hoyra, hvat teir báðír áttu saman, tí tað er ein rættilig søga!

Alla vikuna mátti lítli Kláus pløga fyri stóra Kláus og læna honum sítt einasta ross; so hjálpti stóri Kláus honum afturfyri við øllum sínum fýra; men einans eina ferð um vikuna, og tað var um sunnudagin. Eyeyameg! sum lítli Kláus bresti við koyrlinum út yvir øll fimm rossini, tey vóru jú nú at kalla hansara egnu, henda eina dag. Sólin skein so fagurliga, og allar klokkur í kirkjutorninum ringdu til messu, fólk vóru væl ílatin og fóru við sálmabók undir arminum at hoyra prestin prædika, og tey sóu lítla Kláus, ið pløgdi við fimm rossum, og hann var so glaður, at hann bresti uppaftur við koyrlinum og rópti: ”Tl, tl, purr, øll ross míni!”

”Hetta mást tú ikki siga,” segði stóri Kláus, ”tú eigur jú bert eitt rossið!”

Men tá ið nøkur komu framvið, ið fóru í kirkju, gloymdi lítli Kláus, at hann ikki mátti siga tað, og rópti so: ”Tl, tl, purr, øll ross míni!”

”Ja, nú vil eg biðja teg halda uppat!” segði stóri Kláus, ”tí sigur tú hatta eina ferð afturat, so slái eg rossið hjá tær fyri pannuna, so tað liggur, so er úti við tí!”

”Eg skal víst ikki siga tað meira!” segði lítli Kláus, men tá ið fólk kom framvið, og tey nikkaðu góðan dag, kom hýrurin uppaftur, og hann helt tað síggja so menniligt út, at hann hevði fimm ross til at pløga sín bø, og so bresti hann við koyrlinum og rópti: ”Tl, tl, purr, øll ross míni!”

”Eg skal purra undir tíni ross!” segði stóri Kláus, tók ein gassa og sló einasta ross lítla Kláusar fyri pannuna, so tað small og var púra deytt.

”O, tú, nú eigi eg einki ross meira!” segði lítli Kláus og fór at gráta. Síðani fletti hann rossið, tók bjølgin og hongdi hann upp at turka, koyrdi hann í ein posa, sum hann tók á bakið, og fór sær til býggjar at selja sína rossahúð.

Hann hevði so langan veg at ganga, skuldi ígjøgnum ein stóran, myrkan skóg, og nú brast eitt ræðuligt illveður á; hann viltist, og áðrenn hann kom aftur á leið, var dagur aftnaður, og nógv ov langt var at koma til býggjar ella heim aftur, áðrenn náttin kom.

Tætt við vegin lá ein stórur bóndagarður, lúkurnar vóru uppi fyri vindeyguni, men ljósið skein tó út í erva. Har mátti eg sloppið at gist í nátt, hugsaði lítli Kláus og fór at banka uppá.

Bóndakonan læt upp, men tá ið hon hoyrdi, hvat hann hevði til ørindi, segði hon, at hann skuldi fara sín veg, maður hennara var ikki heima, og hon hýsti ikki ókunnufólki.

”Íðan so, so má eg liggja uttanfyri,” segði lítli Kláus, og bóndakonan læt aftur fyri honum.

Tætt við stóð ein stór des, og millum hennara og húsini var bygt eitt lítið skúr við fløtum flagtaki.

”Har kundi eg ligið uppi!” segði lítli Kláus, tá ið hann bar eyga við takið, ”hatta er ein ófør song. Storkurin flýgur væl ikki niður og bítur meg í beinini.” Tí ein livandi storkur stóð uppi á mønuni, hvar hann hevði reiður sítt.

*

Nú kleiv lítli Kláus upp á skúrið, hvar hann lá og vendi sær fyri at liggja væl. Lúkurnar gloppaðu eitt sindur í erva, og so kundi hann síggja beint innar í stovuna. Har var stórvegis borðreiðsla við víni og steik og slíkum frálíkum fiski, bóndakonan og deknurin sótu til borðs og annars eingin annar, og hon skonkti fyri honum, og hann legðist á fiskin, tí tað var nakað, honum dámdi.

”Hann, ið kundi fingið ein bita við!” segði lítli Kláus og rætti høvdið heilt yvir at vindeyganum. Harra mín, slíka leskiliga køku hann sá standa har inni! Jú, álvara, har var gildi!

Nú hoyrdi hann eitt koma ríðandi eftir landavegnum yvir at húsunum, tað var maður bóndakonuna, ið kom heim.

Tað var ein so góðsligur maður, men hann hevði ta løgnu sjúku, at hann aldri kundi tola at síggja deknar; kom ein deknur honum fyri eyga, var hann púra í øði. Tí var tað eisini, at deknurin var farin inn at siga góðan dag við konuna, meðan hann visti, at maðurin ikki var heima, og tann góða kona setti tí allan tann besta mat, hon átti, fram fyri hann; tá ið tey nú hoyrdu mannin koma, kom slíkur fjáltur á tey, og konan bað deknin sleppa sær niður í eina stóra kistu, ið stóð burturi í krókinum; hetta gjørdi hann, tí hann visti, sum var, at tann neyðar maður ikki toldi at síggja deknar. Konan beindi kvikliga fyri øllum tí góða matinum og víninum inni í bakarovninum, tí hevði maðurin borið eyga við hetta, hevði hann óivað spurt, hvat ætlanin var.

”Ó, ja!” suffaði lítli Kláus uppi á skúrinum, tá ið hann sá allan matin hvørva.

”Er nakar har uppi?” spurdi bóndin og kagaði upp eftir lítla Kláusi. ”Hví liggur tú har? Kom heldur við innar í stovuna!”

So segði lítli Kláus frá, hvussu hann var vilstur, og bað lova sær at gista har um náttina.

”Gaman í!” segði bóndin, ”men nú skulu vit fyrst hava nakað niður á hjartað!”

Konan fagnaði teimum sera blídliga báðum, borðreiddi fyri teimum og gav teimum eitt stórt fat av greyti. Bóndin var svangur og seyp hugaliga, men lítli Kláus fekk ikki ta góðu steik og fiskin og køkuna, hann visti stóð inni í ovninum, úr huganum.

Undir borðið, niður við føturnar, hevði hann lagt posa sín við rossabjølginum í, tí vit vita jú, at tað var honum, hann var farin heiman við at selja í býnum. Greyturin fall honum ikki, og so traðkaði hann á posan, og tað ríkti hart í tí turra bjølginum í posanum.

”Tegið!” segði lítli Kláus við posan, men traðkaði í sama viðfangi aftur á hann, og so ríkti tað enn harðari enn áður.

”Hoyr, sig mær, hvat hevur tú í posa tínum?” spurdi bóndin aftur.

”Á, tað er ein gandakallur!” segði lítli Kláus, ”hann sigur, at vit skulu ikki súpa greyt, hann hevur gandað allan ovnin fullan av steik og fiski og køku.”

”Ha!” segði bóndin og læt við skundi upp fyri ovninum, hvar hann sá allan tann valamatin, konan hevði goymt, men sum hann nú helt gandakallin í posanum hava gandað til teirra. Konan tordi einki at siga, men setti straks matin á borðið, og so ótu teir bæði av fiskinum og steikini og køkuni. Nú traðkaði lítli Kláus aftur á posan, so tað ríkti í bjølginum.

”Hvat sigur hann nú?” spurdi bóndin.

”Hann sigur,” segði lítli Kláus, ”at hann eisini hevur gandað tríggjar fløskur av víni til okkara, tær standa burturi í krókinum við ovnin!” Nú mátti konan taka vínið fram, hon hevði goymt, og bóndin drakk og gjørdist so kátur; slíkan gandakall, sum lítli Kláus hevði í posanum, vildi hann so ógvuliga fegin átt.

”Kann hann eisini mana fanan fram?” spurdi bóndin, ”hann lystir meg at síggja, tí nú eri eg kátur!”

”Ja,” segði lítli Kláus, ”gandakallur mín útinnir alt, hvat eg vil kreyja av honum. Ikki so, hin gamli?” spurdi hann og traðkaði á posan, so tað ríkti í.

”Hoyra tygum, hann sigur jú? Men fanin sær so ótespiligur út, at tað loysir seg ikki at síggja hann!”

”Ó, eg ræðist ikki! hvussu kann hann væl vera til útsjóndar?”

”Jú, hann vil vísa seg sum togaður úr tonnunum á einum dekni!”

”Ofý!” segði bóndin, ”tað var fúlt! Tú skalt vita, at eg kann ikki tola at síggja deknar; men tað kann vera tað sama, eg veit jú, tað er fanin, so man eg fara at orka tað betur! Nú havi eg dirvi! men hann má ikki koma mær ov nær.”

”Nú skal eg spyrja gandakallin hjá mær!” segði lítli Kláus, traðkaði á posan og legði oyrað aftrat.

”Hvat sigur hann?”

”Hann sigur, at tygum kunna fara at lata kistuna upp, ið stendur í krókinum, so fáa tygum fanan at síggja, sum hann situr og hýkur, men tygum mega halda lokinum, at hann ikki sleppur út.”

”Gott í teg, hjálp tú mær at halda tí!” segði bóndin og fór yvir at kistuni, hvar konan hevði goymt tann rætta deknin, ið sat har og var so hjartkiptur.

Bóndin lyfti lokinum eitt sindur og kagaði inn undir tað: ”Ofý!” rópti hann og leyp afturá. ”Jú, nú sá eg hann, hann var so meinlíkur dekni okkara! nei, hetta var avskræmiligt!”

Hatta mátti drekkast omaná, og so drukku teir til langt var útliðið.

”Handa gandakallin mást tú selja mær!” segði bóndin, ”tak fyri hann, hvat tú vilt! ja, eg gevi tær uttan dvøl eina heila skeppu av peningi!”

”Nei, tað kann eg ikki!” segði lítli Kláus, ”hugsið tygum til, hvussu mikið gagn eg kann hava av hesum gandakalli.”

”Vælsignaður, eg vildi so ógemeina fegin átt hann,” segði bóndin og helt á við sínum.

”Íðan meðni,” segði so lítli Kláus at endanum, ”tygum hava verið so blíður at hýsa mær í nátt, so fer tað at vera harvið. Tygum skulu fáa gandakallin fyri eina skeppu av peningi, men eg vil hava roka á!”

”Tað skal ikki vera spart,” segði bóndin, ”men kistuna har burturi mást tú taka við tær, eg vil ikki hava hana ein tíma í húsinum, ein kann aldri vita, um hann ikki situr har enn.”

Lítli Kláus gav bóndanum posa sín við tí turra bjølginum í og fekk eina heila skeppu av peningi rokafulla afturfyri. Bóndin gav honum umframt eina stóra hjólbøru at flyta peningin og kistuna á.

”Farvæl!” segði lítli Kláus, og so fór hann akandi við øllum sínum peningi og tí stóru kistuni, hvar deknurin enn sat í.

*

Hinumegin skógin var ein stór, djúp á, hon rann so hart, at ein nóg illa orkaði at svimja móti streyminum; tey høvdu gjørt stóra, nýggja brúgv um hana, lítli Kláus steðgaði mitt á henni og segði hart, fyri at deknurin niðri í kistuni skuldi hoyra tað:

”Ass, hvat havi eg við hesi fjákutu kistu at gera? Hon er so tung, sum grót hevði verið í! eg verði heilt útlúgvaður av at flyta hana longur, eg fari at tveita hana út í ánna, rekur hon so heim til mín, er tað gott, og ger hon tað ikki, so fer tað at vera harvið.”

Nú tók hann í kistuna við aðrari hondini, vikaði henni eitt sindur og lætst at vilja skumpa hana út í vatnið.

“Nei, lat vera!” rópti deknurin niðri í kistuni, “lat meg bara koma út!”

“Huff,” segði lítli Kláus og læt, sum hann ræddist. “Hann situr har niðri enn! so má eg í stundini hava hana út í ánna, at hann kann drukna!”

“O nei, o,nei!” rópti deknurin, “eg skal geva tær eina heila skeppu av peningi, um tú vilt lata vera!”

“Ja, tað var nakað annað!” segði lítli Kláus og læt upp fyri kistuni. Deknurin steig straks uppúr og fírdi ta tómu kistuna út í vatnið, og fór heim til hús, hvar lítli Kláus fekk eina heila skeppu av peningi, eina hevði hann jú frammanundan fingið frá bóndanum, nú hevði hann so alla hjólbøruna fulla av peningi!

“Hygga, hatta rossið fekk eg rættiliga væl afturfyri!” helt hann fyri seg sjálvan, tá ið hann kom heim í sína egnu stovu og hvølvdi allan peningin út í eina stóra rúgvu mitt á gólvið. “Tað man fara at níta stóra Kláus dygt, tá ið hann fær at frætta, hvussu ríkur eg eri vorðin av mínum eina rossi, men eg ætli mær kortini ikki beinleiðis at siga honum frá tí!”

Nú sendi hann ein drong inn til stóra Kláus at læna eina skeppu.

“Hvat man hann vilja hava hana til?» hugsaði stóri Kláus og bræddi hana undir botninum, at okkurt kundi verða áfast av tí, ið mátast skuldi, og væl eydnaðist, tí tá ið hann fekk skeppuna aftur, hingu tríggir nýggir silvur átt-skillingar í.

“Ha?” segði stóri Kláus og fór rennandi yvir til lítla: “Hvaðani hevur tú fingið allan hendan nógva peningin?”

”O, tað er fyri rossahúðina, eg seldi hana í gjárkvøldið!”

”Tað var ein ordans prísur!” segði stóri Kláus, skundaði sær heim, tók eina øksi og sló øll fýra ross síni fyri pannuna, fletti tey og ók við húðunum inn til býggjar.

”Húðir! Húðir, hvør vil keypa húðir?” rópti hann gjøgnum gøturnar.

Allir, skómakarar og skinnarar komu rennandi og spurdu, hvat hann vildi hava fyri tær.

”Eina skeppu av peningi fyri hvørja!” segði stóri Kláus.

”Ert tú ørur?” søgdu teir allir, ”heldur tú, at vit hava pening í skeppumáli?”

”Húðir! Húðir! Hvør vil keypa húðir?” rópti hann aftur, men øllum, ið spurdu, hvat húðirnar kostaðu, svaraði hann: ”eina skeppu av peningi.”

”Hann heldur okkum fyri spott!” søgdu teir allir samlir, og so tóku skómakararnir sínar skóálir, og skinnararnir sínar svintur og fóru at buka stóra Kláus.

”Húðir, húðir!” hermdu teir eftir honum, ”ja, vit skulu geva tær eina húð, ið skal spýta reyðar grísar út úr býnum við honum!” róptu teir, og stóri Kláus mátti skunda sær av stað, alt tað hann orkaði, so skammflongdur hevði hann aldri verið.

”Áh!” segði hann, tá ið hann kom til hús, ”hatta skal lítli Kláus fáa afturlønt, eg geri enda á honum afturfyri!”

Men heima hjá lítla Kláusi var gamla omma hansara deyð; hon hevði satt at siga verið so ørg í sær og ill við hann, men hann harmaði hana kortini og tók ta deyðu konuna og legði hana í sína heitu song, um hon ikki mundi fara at kykna uppaftur, har skuldi hon liggja alla náttina, sjálvur vildi hann seta seg burtur í krókin og sova á einum stóli, tað hevði hann gjørt fyrr.

Sum hann nú sat har um náttina, fór hurðin upp, og stóri Kláus kom inn við øksini; hann var kunnigur við, hvar songin hjá lítla Kláusi var, fór beint yvir at henni og sló nú ta deyðu ommuna fyri pannuna, av tí at hann hugsaði, tað var lítli Kláus.

“So hin gamli!” segði hann, “nú skalt tú ikki vinna mær neisur meira!” og so fór hann heimaftur.

“Ring er grundin í hasum!” helt lítli Kláus, “har ætlaði hann at gera enda á mær, gott var fyri gomlu ommu, at hon longu var deyð, annars hevði hann tikið lívið av henni!”

Nú læt hann ta gomlu ommuna í høgtíðarklæðini, lænti ross hjá granna sínum, spenti tað fyri vognin og setti ta gomlu ommuna upp á aftasta sess, so at hon ikki kundi detta út, tá ið hann setti ferð á, og so óku tey av stað gjøgnum skógin; tá ið sólin rann, vóru tey uttan fyri eitt stórt tilhaldshús; har steðgaði lítli Kláus og fór innar at fáa sær ein bita.

Húsbóndin átti so kjokkfult av peningi, hann var eisini ein hampiligur maður, men snarsintur, sum tað hevði verið pipar og tubbak í honum.

“Góðan morgun!” segði hann við lítla Kláus, “tú ert árla komin í stásklæðini í dag!”

“Ja,” segði lítli Kláus, “eg ætli mær til býggjar við gomlu ommu, hon situr har úti í vogninum, eg fái hana ikki innar í stovuna. Vildi tygum ikki borið henni eitt glas av mjøði, men tygum mega tosa nakað hart, tí hon hoyrir ikki væl.”

“Jú, tað skal eg!” segði húsbóndin og skonkti eitt stórt glas av mjøði, sum hann fór út til ta deyðu ommuna við, ið sett var upp í vognin.

“Her er eitt glas av mjøði frá ommusoni tygara!” segði hann, men tann deyða konan ønti vituliga ikki aftur, men sat púra svinn.

“Hoyra tygum ikki?” rópti bóndin av dýrastu makt, “her er eitt glas av mjøði frá ommusoni tygara!”

Eina ferð afturat rópti hann tað sama og so eina ferð uppaftur, men tá ið hon ikki lætst um vón, fleyg sinnið í hann, og hann blakaði henni glasið beint í andlitið, so mjøðurin rann niður um nasarnar á henni, og hon datt øvut niður í vognin, tí hon var bara sett upp og ikki bundin føst.

”Nú, dekan settur!” rópti lítli Kláus, leyp út av durunum og treiv í bóndan! ”har hevur tú forkomið mær ommu! Hygga bara, tað er eitt stórt hol í pannuni á henni!”

”Hetta var ólukku lagið!” rópti bóndin og klamsaði hendurnar saman! ”alt kemur av mínum hastiga sinni! Vælsignaður lítli Kláus eg vil geva tær eina heila skeppu av peningi og lata ommu tína jarða eins og hon var mín egna, men tig við hasum, tí annars kubba tey høvdið av mær, og tað er heldur ódámligt.”

*

So fekk lítli Kláus eina heila skeppu av peningi, og bóndin í tilhaldshúsinum jarðaði ta gomlu ommuna, eins og hon hevði verið hansara egna.

Tá ið nú lítli Kláus kom heim aftur við øllum peningunum, sendi hann straks drongin hjá sær inn til stóra Kláus at biðja um at læna sær eina skeppu.

”Ha?” segði stóri Kláus, ”gjørdi eg ikki enda á honum! Tað má eg mín sann sjálvur fara at kanna eftir!” og so fór hann sjálvur inn við skeppuni til lítla Kláus.

”Ho, ho, hvaðani hevur tú fingið allan handan peningin?” spurdi hann og gløddi við, tá hann sá alt, ið var komið afturat.

”Tað var ommu mínari og ikki mær, tú gjørdi enda á!” segði lítli Kláus, ”hana havi eg nú selt og fingið eina skeppu av peningi fyri,”

”Tað var ein ordans prísur!” segði stóri Kláus og skundaði sær heim, tók eina øksi og tók lívið av síni gomlu ommu, legði hana upp í vognin, ók inn til býin, hvar apotekarin búði og spurdi, um hann vildi keypa eitt deytt fólk.

“Hvør er tað, og hvaðani hava tygum fingið tað?” spurdi apotekarin.

“Tað er omma mín!” segði stóri Kláus, “eg gjørdi enda á henni fyri eina skeppu av peningi!”

“Jesus forláti mær!” segði apotekarin. “Varðið tygara munn! sigið tó ikki slíkt, tygum kundu mist høvdið fyri tað!” Og nú greiddi hann til lítar fyri honum, hvat tað var fyri ein ógerð, hann hevði gjørt, og hvat hann var fyri eitt ónt menniskja, og at hann átti at verið straffaður; tá kom slíkur hvøkkur á stóra Kláus, at hann leyp út úr apotekinum út í vognin, díkti á rossini og fór við ferð til hús, men apotekarin og øll fólk hildu hann ikki vera rættsiktaðan og lótu hann tí fara, hvar hann vildi.

“Hatta skalt tú fáa afturlønt!” segði stóri Kláus, tá ið hann var úti á landavegnum! “ja, hatta skalt tú fáa afturlønt, lítli Kláus!” og nú tók hann við tað sama, hann kom heim, tann størsta posan, hann fann, fór inn til lítla Kláus og segði: “Nú hevur tú uppaftur gjørt skálkastrikur við meg: fyrst gjørdi eg enda á rossum mínum, síðani á gomlu ommu. Alt er tað av tínum ávum, men aldri skalt tú vinna mær neisur meira!” og so tók hann lítla Kláus um miðjuna og koyrdi hann í posan, tók hann upp á bakið og rópti til hansara: “nú fari eg út og drukni teg!”

Tað var ein langur teinur at ganga, áðrenn hann kom til ánna, og lítli Kláus var ikki so lættur at bera. Vegurin bar beint fram við kirkjuna, urgan leikaði, og fólk sungu so vakurt har inni; so setti stóri Kláus posan við lítla Kláusi í frá sær við kirkjudyrnar og hugsaði, at tað kundi verið hugnaligt at hoyra ein sálm fyrst, áðrenn hann helt áfram; lítli Kláus kundi jú ikki sleppa út, og øll fólk vóru í kirkjuni; so fór hann innar.

“Oja! Oja!” suffaði lítli Kláus inni í posanum, hann snúði sær og snúði sær, men ikki bar til at fáa loyst upp fyri bandinum; í sama bili kom ein gamal neytadrongur við krithvítum hári og stórum stavi í hondini; hann rak eitt heilt fylgi av kúm og tarvum framman fyri sær, tey runnu beint á posan, sum lítli Kláus sat í, so hann fór um koll.

”Oja!” suffaði lítli Kláus, ”eg eri so ungur og skal longu fara til himnaríkis!”

”Og eg, armingi mín!” segði neytadrongurin, ”eri so avgamal og sleppi ikki hagar enn!”

”Latið upp fyri posanum!” rópti lítli Kláus, ”sleppið tygum niðurí í staðin fyri meg, so koma tygum brádliga til himnaríkis!”

”Lukka fatti teg!” segði neytadrongurin og loysti fyri lítla Kláusi, ið leyp út í stundini.

”Vilt tú ansa mær neytunum?” segði hin gamli maðurin og slapp sær nú niður í posan, sum lítli Kláus bant fyri og fór so sín veg við øllum kúnum og tarvunum.

Stutt aftaná kom stóri Kláus út úr kirkjuni, hann fór aftur undir posan, hann helt satt at siga, at hann var væl lætnaður, tí tann gamli neytadrongurin var ikki meira enn helvtina so tungur sum lítli Kláus! ”sum hann er vorðin lættur at bera! ja, tað man vera tí, at eg havi hoyrt Guðs orð!” og so fór hann til ánna, ið var djúp og stór, varpaði posan við tí gamla neytadronginum út í vatnið og rópti eftir honum, tí hann visti ikki betur, enn at tað var lítli Kláus: ”So, hin gamli! nú skalt tú ikki vinna mær neisur meira!”

So fór hann heimeftir, men tá ið hann kom hartil, hvar vegirnir krossaðust, møtti hann lítla Kláusi, ið rak øll síni neyt.

”Ha!” segði stóri Kláus, ”havi eg ikki druknað teg!”

”Jú!” segði lítli Kláus, ”tú tveitti meg jú í ánna fyri einum knøppum hálvum tíma síðani!”

“Men hvaðani hevur tú fingið øll hasi frálíku neytini?” spurdi stóri Kláus.

“Tað eru sjóneyt!” segði lítli Kláus, “eg skal siga tær fra allari søguni, og takk skalt tú eisini hava fyri, at tú druknaði meg, nú eri eg uppundan komin, eri reiðiliga múgvandi skal eg siga tær! - Eg var so bangin, meðni eg lá í posanum, og vindurin ýldi um oyruni á mær, tá ið tú tveitti meg niður av brúnni í tað kalda vatnið. Eg sakk til botns við tað sama, men ikki meiddi eg meg, tí har niðri veksur tað fínasta bleyta gras. Tað datt eg niðurá, og við tað sama varð posin upplatin, og tann vænasta moyggin í krithvítum klæðum og við grønum kransi um tað váta hárið tók meg í hondina og segði: Ert tú her, lítli Kláus? Her hevur tú fyri fyrst nøkur neyt! eina míl uppi á vegnum stendur eitt fylgi afturat, sum tú skalt eiga frá mær! - Nú sá eg, at áin var ein stórur landavegur fyri havfólkið. Niðri á botninum gingu og óku tey heilt inn av havinum og beint inn í landið so langt, sum áin gongur. Har var so vakurt við blómum og tí frískasta grasinum, og fiskurin, sum svam í vatninum, smeyg mær um oyruni eins og fuglarnir í luftini. Sum har var blítt fólk, og tann mongd av neytum, tey gingu við veitir og garðar!”

“Men hví ert tú við tað sama komin uppaftur til okkara?” spurdi stóri Kláus. “Tað hevði eg ikki gjørt, tá ið tað var so dælt harniðri!”

“Jú,” segði lítli Kláus, “tað er bara snilt gjørt av mær! Tú hoyrir jú, at eg sigi tær: Havmoyggin segði, at eina míl uppi á vegnum, - og vegurin er fyri henni áin, tí aðrastaðni kann hon ikki koma - stendur eitt neytafylgi afturat til mín. Men eg veit, hvar áin rennur í buktum, nú hendan vegin, nú handan, tað er at ganga skákvegir, nei, so er at gera stutt av, tá ið til ber at koma upp á land og leggja tvørtur um aftur til ánna, á henda hátt spari eg jú úti við tveir fjórðingar og komi skjótari til míni sjóneyt!”

”O, tú ert ein eydnumaður!” segði stóri Kláus, ”heldur tú at eg eisini fái sjóneyt, um eg komi niður á botn í ánni!”

”Jú, tað vildi eg hildið!” segði lítli Kláus, ”men eg orki ikki at bera teg í posanum oman til ánna. Tú ert mær ov tungur, vilt tú sjálvur ganga oman og so fara í posan, so skal vera lagamanni hjá mær at tveita teg út.”

”Takk skalt tú hava!” segði stóri Kláus, ”men fái eg ikki sjóneyt, tá ið eg komi niður, so lemji eg teg av, tað er einki við at gera!”

”Nú, nú! leika ikki so í!” og so fóru teir oman til ánna. Tá ið neytini, ið vóru tyst, bóru eyga við vatnið, stoyttu tey oman at drekka.

”Hygg, hvussu tey skunda sær!” segði lítli Kláus, ”tey tráa eftir at koma niður á botn aftur!”

”Ja, hjálp nú mær fyrst!” segði stóri Kláus, ”annars leggi eg teg á lærið!” og so fór hann niður í tann stóra posan, ið hevði ligið tvørtur um ryggin á einum av tarvunum. ”Legg ein stein í, annars kvíði eg fyri, at eg ikki fari at søkka!” segði stóri Kláus.

”Tað man fara at laga seg!” segði lítli Kláus, men legði kortini ein stóran stein í posan, rubbaði samanum og rendi so til: Bums! har lá stóri Kláus úti í ánni og sakk straks til botns.

”Eg havi snevilin av, at hann fer ikki at finna neytini!” segði lítli Kláus og rak so heim alt tað, hann átti.

Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Store Claus og lille Claus”, ”Eventyr fortalte for børn. Første samling, Første hefte”, 1835.

Christoffur Lützen (1891-1981) týddi. H.C. Andersen: ”14 ævintýr”, Egið forlag 1953.

 

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019