• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Storkarnir

Uppi á takinum í niðasta húsi í teirri lítlu bygdini var eitt storkareiður. Storkabøgan lá í reiðrinum við sínum fýra smáu ungum. Teir rættu tey svørtu nevini út undan henni, tí nevini vóru ikki vorðin reyð enn. Eitt sindur burtur frá reiðrinum, niðri á mønuni, stóð so erpin og fattur storkasteggin. Hann stóð á einum beini, so tað kundi síggjast, at tað var ikki sum at siga tað at standa og halda vakt. Tað sá út, sum var hann gjørdur av træ, so stillur stóð hann. ”Hetta man síggja stórbært út, at kona mín hevur varðmann standandi við reiðrið!” hugsaði hann við sær, ”ongin veit, at eg eri maður hennara, tey halda helst, at eg eri settur av yvirvaldinum at standa her. Tað sær erpisligt út!” Og so varð hann standandi á einum beini.

Niðri í túninum spældi ein riðil av børnum, og tá ið tey bóru eyga við storkarnar, skar ein av teim villastu dreingjunum og seinni eisini øll hini útúr at syngja tað gamla ørindið um storkarnar, men tey sungu, sum drongurin mintist tað:

”Storkur, storkur stóri,

flúgv tær heim til Tóru!

Kona tín liggur reiðrinum á

við sínum fýra ungum smá.

Tann fyrsti skal heingjast,

annar skal steingjast,

triði skal brennast,

tann fjórði skal endavendast!”

”Hoyrið, hvat ið drongirnir ganga og syngja!” søgdu teir smáu storkaungarnir, ”teir siga, at vit skulu heingjast og brennast!”

”Hatta skulu tit onki leggja í!” segði storkamamman, ”lurtið bara ikki eftir, so bilar tað onki!”

Men dreingirnir hildu á at syngja, og teir peikaðu spottandi eftir storkunum; bara ein drongur, hann æt Pætur, segði, at tað var synd at speireka dýrini, og vildi ikki vera uppi í hinum. Storkamamman uggaði ungarnar og segði: ”Leggið ikki í! Hyggið, hvussu tolin pápi tykkara stendur, og tað bara á einum beini!”

”Vit eru so bangnir!” søgdu ungarnir og boraðu seg niður í reiðrið.

Dagin eftir, tá ið børnini komu saman aftur í túninum at spæla, fóru tey aftur at syngja:

”Tann eini skal heingjast,

og hin skal brennast!”

Skulu vit heingjast og brennast?” spurdu storkaungarnir.

”Tvætl, ikki talingur um!” segði mamman. ”Tit skulu læra tykkum at flúgva, og eg skal hjálpa tykkum! So fara vit yvir í mýrarnar at vitja froskurnar. Tær fara at níga fyri okkum og syngja ”koaks, koaks” fyri okkum, og so eta vit tær. Tað verður stuttleiki við lít!”

”Og hvat so meir?” spurdu ungarnir.

”So koma allir storkarnir, sum eru her í landinum, og so byrja heystvenjingarnar. Tá ræður um at duga at flúgva og tað væl, tí tann, sum ikki dugir at flúgva, verður stungin í hel, og tað ger herovastin sjálvur við sínum spíska nevi. Gerið tykkum tí ómak, so tit duga nakað, tá ið venjingin byrjar!”

”So verður tað, sum drongirnir søgdu, at vit verða stongdir! Og hoyr, nú rópa teir tað aftur!”

”Lurtið eftir mær og ikki eftir teimum!” segði storkamamman. ”Tá ið tann stóra venjingin er av, fara vit á flog til tey heitu londini, langt, langt hiðani, upp um fjøll og skógir. Heilt til Egyptalands flúgva vit, har vit fara at síggja tríhyrnt gróthús, sum eru laðað upp í spíss, heilt upp í luftina. Tey kalla tey pyramidur, og tær eru eldri enn nakar storkur dugir at hugsa sær. Har rennur ein á, sum leggur yvir bakkarnar viðhvørt og floymir út yvir landið, so at landið er sum ein runuhylur. Har ganga vit og vaða í móru og metta okkum av froskum.”

”Áh!” søgdu ungarnir.

”Ja! Har er gott at vera! Tú gert onki allan dagin uttan etur teg mettan, og meðan vit hava tað so gott har, sæst ikki eitt grønt blað á nøkrum træ í hesum landinum, vit nú eru í, og her er so kalt, at skýggini frysta og brotna sundur og detta niður sum hvítir flakar!” Tað var kavin, hon meinti við, men hon dugdi ikki at greiða betur frá hesum.

”Frysta so óargaungarnir eisini sundur í pettir?” spurdu storkaungarnir. ”Nei, í pettir frysta teir ikki, men teir hava tað nóg svárt og noyðast at sita inni í onkrari myrkari stovu og gløa, meðan tit flúgva og stuttleika tykkum í fremmandum londum, har blomstrini vaksa so vøkur, og sólin skínur.”

Nú var nakað fráliðið, og ungarnir vóru so stórir, at teir dugdu at standa uppreistir í reiðrinum og líta seg íkring, og storkapápin kom flúgvandi fleiri ferðir um dagin við hesum deiligu froskunum í nevinum ella smáum snákum, smáormum ella onkrum øðrum góðgæti, sum storkum dámar so væl. Á, tað var stuttligt at síggja, tá ið pápin gjørdi seg til fyri teimum, legði høvdið heilt aftur um velið og læt við nevinum, so at tað ljóðaði sum ein rossaskrella, og so segði hann frá søgum, og allar søgurnar vóru mýrusøgur.

”Hoyr, nú mugu tit fara at læra tykkum at flúgva!” segði storkamamman ein dagin, og so noyddust allir fýra ungarnir út á mønuna. Á, sum teir vinglaðu! Og tó at teir royndu at halda seg á rættkjøl við veingjunum, so vóru teir kortini um at detta.

”Hyggið nú at mær!” segði mamman, ”soleiðis skulu tit bera høvdið! Soleiðis skulu tit seta beinini! Eitt tvey! Eitt tvey! Soleiðis mugu tit gera, skulu tit hugsa um at koma fram í verðini!” So fleyg hon eitt lítið petti, og ungarnir royndu eitt lítið hjálpaleyst hopp, og bums! har lógu teir, tí teir vóru so nógv ov tungir á sær.

”Eg tími ikki at flúgva!” segði ein av ungunum og kreyp sær niður aftur í reiðrið, ”eg leggi onki í at sleppa til tey heitu londini!”

”Ætlar tú tær so at liggja her og frysta í hel, tá ið veturin kemur! Vilt tú, at dreingirnir skulu koma at heingja og brenna og steikja teg? Nú skal eg rópa teir!”

”Nei, nei!” segði. storkaungin, og so hoppaði hann aftur á mønuni sum hinir. Tá ið tríggir dagar vóru farnir, dugdu teir reiðiliga at lætta sær á, og so hildu teir, at teir eisini dugdu at hvíla á veingjunum í luftini. Tað royndu teir, men bums! So duttu teir beint niður, og so máttu teir aftur fara at flagsa við veingjunum. Og so komu dreingirnir útaftur í túnið at sjangra ta gomlu vísuna:

”Storkur, storkur stóri!”

”Skulu vit flúgva niður og pikka eyguni úr teimum?” søgdu ungarnir.

”Nei, onki tvætl! Lurtið heldur eftir mær, tað er nógv betri,” segði mamman.

”Eitt, tvey, trý! Nú flúgva vit til høgru uttan um skorsteinin! Og so eitt, tvey, trý, so vinstru um uttan um hann! Síggja tit, hatta gekk bara væl, og tað seinasta veingjaslagið var so vakurt og væl gjørt, at tit skulu sleppa við mær út í mýrulendið í morgin. Har koma fleiri dámligar storkafamiljur við børnum sínum, og so mugu tit lova mær, at tit eru tey fittastu. Og minnist so til at kneysa við høvdinum, tí tað gevur virðing!”

”Men skulu vit ikki sleppa at hevna okkum inn á hasar óreinu dreingirnar?” spurdu storkaungarnir.

”Latið teir bara ganga og rópa, sum teir vilja! Tit fara á flog og koma til landið hjá pyramidunum, meðan teir liggja deyðir í kulda og ikki síggja so mikið sum eitt grønt blað ella eitt reytt súrepli!”

”Vit leggja onki í tað, vit vilja sleppa at hevna okkum!” mutlaðu teir, og so fóru teir aftur til venjingar.

Ongin av øllum dreingjunum í túninum var so argur at kvøða spottarkvæðið sum júst tann sami, sum byrjaði, og tað var ein lítil drongur, bara seks ára gamal, men storkaungarnir vistu ikki betur, enn at hann var hundrað ár, tí hann var so nógv størri enn bæði pápi og mamma teirra, og líka vistu teir, hvussu gomul børn og stór fólk kundu vera.

Nú høvdu teir bestan hugin at hevna seg inn á henda drongin, tí hann var tað, sum byrjaði, og hann gavst ikki. Ungarnir vóru so illir, og so hvørt sum teir mentust, gjørdust teir alt illari inn á drongin. At enda mátti mamman lova, at teir skuldu fáa hevnd, men tað skuldi ikki vera fyrr enn tann síðsta dagin, sum teir vóru har í landinum.

”Fyrst mugu vit fáa at síggja, hvat ið tit duga til, tá ið tann stóra heystroyndin verður. Standa tit tá ikki royndina, so at herovastin rennur tykkum nevið í bringuna, so hava drongirnir fingið rætt upp á ein máta. Men nú fáa vit at síggja!”

”Ja, kom bara og vita!” søgdu ungarnir, og so gjørdu teir sær so nógv meira ómak enn áður. Teir høvdu venjingar hvønn dag, og teir fóru so lættliga gjøgnum luftina, at tað var ein fragd at síggja.

Nú kom heystið. Allir storkarnir komu saman í flokk og gjørdu seg til at flúgva til tey heitu londini, meðan vetur var í Norðurlondum. Tá skuldu tit sæð flogvenjingar! Uppi yvir skógunum og býunum fóru teir bara fyri at vita, hvussu væl teir dugdu at flúgva, tí tað var ein long ferð, sum var fyri framman. Teir fýra storkaungarnir flugu so vakurt, at teir fingu prógvið ”sera gott” og bæði frosk og snákorm í virðisløn. Og tað var besta prógv, sum fáast kundi, og froskin og ormin sluppu teir at eta, og tað gjørdu teir eisini.

”Nú vilja vit sleppa at hevna!” søgdu teir.

”Ja, tað skulu tit!” segði mamman. ”Tað, sum eg havi ætlað til hevnd, man vera tað rætta. Eg veit, hvar ið tann tjørnin er, har øll smábørnini liggja, sum storkarnir skulu bera foreldrunum. Tey fittu børnini liggja og sova og droyma søtar dreymir, sum tey ongantíð fara at droyma seinni. Øll foreldur vilja fegin hava eitt sovorðið lítið barn, og øll børn vilja fegin hava eina systur ella ein beiggja. Nú skulu vit flúgva til tjørnina og taka eitt lítið til hvørt av teimum børnunum, sum ikki kvóðu hina ljótu vísuna og gjørdu gjøldur burtur úr storkunum, tí tey, sum kvóðu, skulu onki fáa!”

”Men hann, sum byrjaði at syngja, hin óreini, ljóti drongurin!” róptu ungarnir, ”hvat verður gjørt við hann?”

”Í tjørnini liggur eitt lítið, deytt barn, tað hevur droymt seg til deyða, tað skulu vit bera honum, so kann hann sleppa at gráta, tí hann hevur fingið ein deyðan beiggja. Men tann góði drongurin, hava tit gloymt hann, hann, sum segði, at tað var synd at arga dýrini? Hann skal fáa bæði eina systur og ein beiggja, og við tað, at tann drongurin eitur Pætur, so skulu tit fýra eita Pætur!”

Og so varð, sum hon segði, allir storkarnir fingu navnið Pætur, og tað eita teir enn.

Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Storkene”, ”Eventyr, fortalte for Børn. Ny Samling. Andet Hefte”, 1839.

Marius Johannesen (1905-1986) týddi. H.C. Andersen: ”12 ævintýr”, Bókaforlagið Grønalíð 1982.

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019