• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Strokasálin

Eina ferðina langt burtur í tíðini, nú doyr, sum so mangan, ein gýðingur, og hann verður jarðaður eftir gýðingasiði. Sonur hansara lesur kadischbønina. Síðani flýgur sálin av stað at trína fram fyri tann himmalska dómstólin. Tá hendir ein sjaldsom hending, sum her skal sigast frá.

Við dómstólin er alt til reiðar og fyribúgvið. Tann himmalska vektin stendur har við skálum sínum, har góðgerðir og misgerðir skulu leggjast á. Verjin hjá tí deyða - góðviljin, sum búði í honum, meðan hann livdi - var hjástaddur, stóð høgrumegin vektina og hevði ein snjóhvítan pjøka í hondini. Hinumegin vektina stóð ákærarin hjá tí deyða - illviljin, sum hevði búð í honum, meðan hann livdi - og hevði ein tráskitnan pjøka í hondini.

Í tí hvíta pjøkanum eru góðgerðirnar hjá tí deyða, og í tí skitna pjøkanum eru misgerðirnar. Nú tekur verjin eitt sindur av vælgerðum úr tí hvíta pjøkanum og leggur á vektskálina. Tær anga hugtakandi og glitra sum himmalsins stjørnur. Við hina vektskálina stendur ákærarin og tekur misgerðir upp úr tí skitna pjøkanum og leggur á; tær rúka ógviliga illa og eru kolasvartar á at líta.

Har stendur tann neyðars sálin og hyggur at. Hevði áður ikki givið sær far um, at tað var so stórur munur á vælgerðum og misgerðum; har niðri á jørðini hevði hann mangan ikki sætt mun á tí, hann hevðist at, um tað var ilt ella gott.

Men vektskálirnar viga; við hvørt er tann hvíta tyngri, við hvørt hin. Seinført gongur. Tann neyðars sálin hevði verið eitt heilt vanligt menniskja á foldum, hevði aldri rætt hondina frá sær fyri at seta seg upp ímóti Gudi ella hansara halgu boðum. Heldur einki gjørt, sum vaksa kundi stórvegis um Guds navns heiður; her vóru í teimum báðum pjøkunum bert smádygdir og smálýti, ikki øðrvísi enn tað flutti snar, heilt smávegis alt samalt, við skomm at siga. Men hóast hetta hendi tað tó, at hvørja ferð snarið førkaði seg so, at góðgerðirnar høvdu munin, frøddu teir himmalsku herskararnir seg, trivu í at syngja lovsong; men vann misgerðarskálin, vórðu suffini so tung, at tey hoyrdust heilt inn fyri Guds náðartrónu.

Umsíðir eru teir báðir pjøkarnir tómir.

”Longu uppi!” letur í tí himmalska dómsumboðseinglinum. Hann var ein eingil. Verjin og ákærarin vóru eisini einglar. Teir venda pjøkunum og siga: ”Ja, nú er heilt uppi.”

Dómsvaldsins umboðseingil stígur nú fram at vektini og kannar gjølla eftir, hvussu snarið vísir, um tað hevur munin til høgru ella vinstru; hann hyggur og hyggur, tí her heldur hann, tað er hent, sum eingin áður veit um at siga, so leingi himmal og jørð hava staðið.

Nú ótolnast dómsforsetin og spyr: ”Hví varir hetta so leingi?”

Dómsumboðseingilin svarar ivasamur: ”Sær mítt eyga rætt, so er avgjørd javnvág skálanna millum, snarið stendur rætt miðskeiðis, víkur hvørki til høgru ella vinstru, góðgerðirnar viga rætt tað sama sum misgerðirnar.”

Dómsforsetin spyr aftur: ”Er als eingin munur?”

Dómsumboðseingilin svarar: ”Nei, her er avgjørt javnvág.”

Dómararnir allir taka nú málið til viðgerðar, hugsa seg væl og virðiliga um, taka síðani hesa avgerð: ”Tá ið misgerðirnar viga ikki meir enn góðgerðirnar, kann sálin ikki dømast niður í deyðsríkið! og hinvegin, tá ið góðgerðirnar viga ikki meir enn misgerðirnar, kann hon heldur ikki latast inn í himmiríkis dýrd; tí má henda sál vera strokasál millum himmal og jørð, flagsa soleiðis, sum hon best kann, til Várharra umsíðir miskunnar henni og kallar hana heim til sín.”

Tá ið henda avgerð er kunngjørd, tekur dómsumboðseingilin sálina og leiðir hana út.

Sum ikki løgið er, gremur sálin seg sárliga um sína ringu støðu, setur seg fyri durunum at gráta. Dómsumboðseingilin roynir at ugga hana og heldur fyri: ”Hví grætur tú, sál mín? Væl fekk tú ikki ta himmalsku sæluna, men kemur heldur ikki at líða sorg og sút í deyðsríki, tað má so mest sum vera tað sama.”

Men sálin læt seg ikki ugga, helt fyri: ”Á nei, á nei, heldur allar líðingar, enn als einki, einki nakað er tað ræðuligasta av øllum, sum vera kann.”

Dómsumboðseingilin tykir hjartaliga synd í tí neyðars sál og sigur við hana: ”Flúgv tú nú til jarðar, neyðardýrið og halt teg nærindis menniskjunum. Ger ikki ov mikið av at hyggja upp í himmalin. Tí hvat fær tú at síggja har? Bert stjørnurnar. Væl eru tær glógvandi, men eru heilt eirindaleysar verur, hava onga samkenslu við nøkrum. Tær biðja ikki til Gud um at miskunna tær. Men tey frómu, sum vistast í himmiríki, gera tað góða, tey kunnu, fyri eina heimleysa sál. Hav í huga sál mín, at teimum dámar væl gávur” - dómsumboðseingilin sigur suffandi - ”ja, somuleiðis er við teimum frómu á jørðini í okkara døgum. - Flúgv tú nú niður í mannaheimin og gev gætur eftir, hvussu leikur fer har. Sært tú tá eitthvørt, sum er framúr gott og vakurt, tak tað so við tær og gev teimum frómu í himmiríki tað. Við hesari gávu í hondini skal tú dunka á himmalsins dyr og venda tær í mínum navni til varðhaldseinglarnar og sig við teir, at tað eri eg, sum havi givið tær hetta at bera. Tá ið tú hevur borið tríggjar sovorðnar gávur, ivast tá ikki í, at himmiríkis grindir verða latnar upp aftur fyri tær. Tað vilja tey frómu útinna, og við Várharrasa tignartrónu verða tey yndað, sum hava strítt seg upp.” Tá ið dómsumboðseingilin hevur sagt hetta, biður hann við miklari samkenslu sálina nú fara og letur himmalsins grindir aftur.

Fyrsta gávan.

Nú flýgur sálin víða um mannaheimin og leitar eftir teimum trimum gávunum til tey frómu í himmiríki. Hon flýgur bý úr bý, har ovurstórar mannamúgvur búgva; hon flýgur út um bygdirnar, har menniskjuni búgva fá saman, spjadd út yvir stórt landaøki; hon flýgur bæði í óveðri og góðveðri, bæði í ljósum og myrkum, hevur eyguni gjølla við sær eftir øllum, menniskjuni havast at, men finnur kortini ikki tað, hon leitar eftir. Hittir hon ein gýðing, flýgur hon skundisliga til hansara, kannar í eygnabránum, um hann er ikki á veg til at gera eina góða gerð, so Guds navn av henni kann kennast háheilagt av mongum. Sær hon onkra náttina ljós innan fyri eitt vindeygatjald, kannar hon eftir, um tað er ikki har, Guds væl angandi blomstur grógva, Guds góðgerðir verða gjørdar í frið og einsemi, uttan nakran háva. Men nei, hon sær bert tær heilt vanligu gerðirnar verða gjørdar, góðar og illar.

Tíðin líður. Einki sálin sær av gerðum, sum kunnu sigast vera óvanliga góðar og vakrar, so tær duga at geva teimum frómu í himmiríki. Tá hugsar sálin við sær: ”Nei, mannaheimurin og menniskjuni eru so smá, teirra hugsanir og gerðir so einkisligar, at tað er eingin vón at finna tað óvanliga góða og vakra; tað verður tí helst ikki annað, enn at eg alsamt verði strokasál millum himmal og jørð.” Men rætt sum sálin illa heitin hetta hugsar, sær hon reyðan loga standa upp í náttarmyrkrið og eitt gos av neistum flákra út um námindini; hon skundar sær nærri og sær, at eldurin kemur úr einum vindeyga í stórum húsum, sum brenna.

Ránsmenn eru lagstir á ein ríkan gýðing, sum býr í hesum húsunum. Ein teirra hevur kyndil í hondini og lýsir fyri hinum; ein annar stendur framman fyri ríkmanninum við knívi og mýlir upp í saman: ”Eg stingi, stendur tú ikki pinnastillur!” Hinir ránsmenninir bróta upp goymslur og rána alt, sum virði hevur. Tann ríki gýðingurin stendur stillur við knívsoddinum fyri bringuni og hyggur at, hvussu alt verður ránað; tey stillu, kláru eyguni kámast ikki, ikki eitt hár í tí langa, hvíta skegginum so mikið sum rørist. Hvat nervar í grundini hetta hann? ”Gud hevur givið, Gud hevur tikið, hans heilaga navn verði ævinliga lovað. Eingin verður borin í heim við ríkidømi, og eingin tekur ríkidømi við sær í grøvina.” Soleiðis hugsar tann ríki gýðingurin, meðan hann stendur stillur og sær ránsmenninar rána gull, silvur og annað virðismikið, sigur ikki eitt orð; ja, kanska hann kennir innan í sær, at allar hansara ognir eru harraleyst fæ, so hann mest sum kann minka um ránsmannagerðina.

Men nú alt í einum finna ránsmenninir síðstu goymsluna og taka út úr henni ein lítlan posa. Tá gloymir tann ríki gýðingurin seg sjálvan, og hansara gomlu eygu fáa óvanligan glans; hann rættir høgru hond fram og ætlar at rópa: ”Hatta mugu tit ikki nema!” Men í tí sama stingur ránsmaðurin við knívinum, og tann ríki gýðingurin kastar seg bløðandi niður yvir tann lítla posan og doyr. Ránsmenninir eru kvikir at kráma posan til sín, tí hetta má vera tað virðismesta av øllum.

Men her mistóku teir seg, her fleyt blóð til einkis, í posanum er hvørki gull ella silvur, eingir dýrir steinar, men bert ein nevi av mold úr tí heilaga landinum, sum, tá ið tíðin kom, skuldi verða løgd í ríkmansins grøv. Hetta sindrið av mold var tað einasta, hann hevði hugsað at bjargað úr ránsmannahondum, og fyri tað læt hann lív.

Sálin skundar sær nú framat, tekur ta blóðgaðu moldina, flýgur av stað við henni til himmiríkis grind, flýggjar varðhaldseinglunum og biður teir geva teimum frómu. Henda gáva verður væl móttikin. ”Minst nú til,” rópar dómsumboðseingilin úr himnadurunum á sálina, ”tú skal geva tvær sovorðnar gávur afturat.”

”Ja,” svarar sálin, ”Gud fer at hjálpa mær.” Síðani flýgur hon aftur til jarðar við góðum treysti.

Onnur gávan.

Men tað gongur long tíð, og sálin missir aftur mótið, tí hon finnur einki, sum skarar framúr; tann sama hugsanin kemur aftur: Mannaheimurin rennur sum áarfossur burtur frá Gudi, tess longri burtur hann kemur, tess meira runu dregur hann upp í seg. Hvar eru nú gávur at finna, sum hóska til tey frómu í himmiríki? Sálin hugsar við sær, at um alt tað góða og alt tað illa, sum í verøldini er, varð lagt á tær himmalsku vektskálirnar, so hevði eingin broyting verið, snarið hevði hvørki vikið til høgru ella vinstru.

Men alt í einum nú hoyrir sálin trompettónar og skundar sær nærri at hoyra. Hetta er jú langt, langt burtur í tíðini. Hon kemur beint niður í ein lítlan bý, sum tykist vera týskur. Hon sær ráðhúsið, býartorgið og har rundanum. Allastaðni er nógv fólk, og út av øllum vindeygum liggur avtakið av menniskjum, og øll hyggja at tí, sum viðurferst.

Fyri ráðhúsinum stendur eitt borð breitt við dýrum, grønum dúki. Um borðið sita ráðharrarnir í teirra stásiligasta skrúð, við loðhúgvum, og í húgvunum hvítar fjaðrar og dýrir steinar. Ovast við borðið situr forsetin. Fyri borðinum stendur ein gýðingagenta, og stutt frá standa tíggju mans og halda einum ótamdum hesti.

Forsetin reisir seg og vendir sær móti fólkinum, ber upp ein dóm yvir gýðingagentuna: ”Henda gýðingagenta hevur gjørt eina ógviliga stóra brotsgerð, sum Gud valla, hóast miskunn hansara er alstór, kann fyrigeva. Hon er sjálvan tann heilaga veitsludag, vit nústani hava hildið, farin úr gýðingabýlinginum, hevur stigið á okkara reinu gøtur og við sínum óblúgvu eygum dálkað okkara stórbæru halgigongu, dálkað okkara halgimyndir, sum vit við lovsongi bóru gjøgnum gøturnar. Við oyrum sínum hevur hon nomið sangin, sum ljóðaði frá okkara sakarleysu børnum. Og hvør veit, um Illimaður sjálvur hevur ikki átikið sær útsjónd av gýðingagentu, so tað er sjálvur tann grábeinti, ið stendur her og líkist hesari ótespiligu rabbinardóttur, sum vit síggja. Tí vøkur er hon jú, sum bert tann óndi kann gera seg. Illimaður hevur ivaleyst viljað rivið sálirnar burtur frá okkara halgigongu, og skamm fái hann, tað eydnaðist.” Ein riddari av góðum bergi brotin segði: ”Hygg, handa vakra gentan, ið har gongur.” Tá tóku umsíðir hermenninir, sum hjástaddir vóru, til sín, tóku henda púkin á hondum. Teir høvdu megi til tað, tí teir høvdu rætt tá tvigið allar syndir av sær, so Illimaður mátti lúta fyri teimum. Tí dømi eg nú henda devulin, sum her stendur í gýðingagentulíki, soleiðis:

Hár gýðingagentunnar skal bindast fast í halan á tí ótamda hestinum, hann skal so draga hana gjøgnum okkara gøtur, sum var hon ein drápsmaður, draga hana gjøgnum tær gøtur, hon hevur traðkað á móti okkara heilagu lóg. Blóð hennara skal tváa teir steinar, sum hennara óreinu iljar hava vanhalgað.”

Nú rungar eitt gellandi gleðiróp frá mannfjøldini, sum er hjástødd. Tá ið hesin rómur er tagnaður, spyr forsetin ta deyðadømdu, um hon hevur eitt ynski at bera fram, áðrenn dómurin verður framdur.

Hon svarar sáttliga: ”Eg biði bert um at fáa nakrar nálir.”

Nakrir ráðharrar spyrja: ”Hon biður um nálir. Er hon vorðin ør av ræðslu ella hvat?”

Men tann deyðadømda gýðingagenta svarar: ”Nei, ør eri eg ikki, vil bert fáa hetta eina ynskið.”

Hon fær nálirnar.

Forsetin skipar nú fyri at binda hennara langa hár í halan á hestinum. Hermenninir trína fram at fremja hesi boð. Binda saman. Hesturin er so ólátaður, at teir tíggju menninir, sum halda honum, hava úr at gera.

”Verið nú varin,” rópar forsetin á fólkið, sum stendur á torginum. Øll hava seg burturfrá, út til húsaveggirnar, summi við stav í hond, onnur við koyrli, aftur onnur við klæði at flagsa við, royna at koma sær so fyri, at tey sleppa framat at øsa upp hestin og at síggja tað, sum nú skal henda.

Í øllum hesum tumblinum er eingin, sum gevur sær far um ta deyðadømdu gýðingagentuna, at hon bukkar seg niður, sveipar kjólan um føturnar, og ónervað av pínu festir við nál eftir nál, sum hon stingur langt inn í holdið, so hon skuldi ikki verða ber, tá ið hon nú fór at verða drigin gjøgnum býin.

Bert eittans kykt gav sær far um hetta, gýðingagentan gjørdi: Strokasálin.

Forsetin býður nú, at hesturin skal sleppast leysur. Teir, sum hildu honum, lupu til viks, og hesturin reyk av stað, øll mannamúgvan aftaná við róp og gang, peiggjaðu við teimum áhaldsum, tey høvdu tikið við sær at øsa hestin við. Soleiðis fór hetta vitleysa fylgið geylandi um torg og tún.

Men tann heimleysa strokasálin hevði tikið eina av teimum blóðigu nálunum, sum gýðingagentan hevði fjalt seg við, og fleyg til himmiríkis grind við henni, bað varðhaldseinglarnar bera teimum frómu. Nálin varð væl móttikin. Hetta var so onnur gávan. Nú var meira hugaligt, bert ein eftir at finma.

Triðja gávan.

Aftur flýgur strokasálin til jarðar at finna ta síðstu gávuna til tey frómu í himmiríki.

Men aftur gongur ár eftir ár, sálin finnur einki, sum er nakað framúr gott ella vakurt. Enn einaferð verður sálin mótleys, heldur, at mannaheimurin er vorðin enn minni, og menniskjuni við honum, hugsar við sær, at sum heimurin nú er, so hevði Gud, um hann vildi dømt alla ta víðu verð við øllum sínum dygdum og ódygdum, fingið úr at gera at lata verja og ákærara tøma teir posar, teir høvdu við; alt er so smátt og einkisligt, at tað hevði ikki førkað snarið, tað hevði aftur staðið beint á miðjuni, og Gud hevði aftur noyðst at senda sálirnar út at strúka.

Men best sum sálin stríðist við hesar døpru hugsjónir, tá hoyrir hon brádliga sovorðnan gang av trummum. Nú flýgur hon eftir ljóðinum og sær eitt stórt fangahús. Á laðnum framman fyri tí, skyggir sólin á blankar byrsur, sum eru settar til viks, meðan hermenninir, har eru, í staðin fyri byrsur, hava langar, klænar stavar í hondunum. Hermenninir skipa seg í tvey røð, hvørt yvir av øðrum, og eftir teirri trongu opuni millum hesi røð skal eitt menniskja noyðast at ganga. Hvør er tann, sum her skal fara?

Ein gamal gýðingur í skræddari skjúrtu yvir sínum berliga kroppi. Eftir tí siði, sum frómir gýðingar halda, var hann undir húgvu. Hárið er rakað av aðrari síðuni á høvdinum. - Nú verður hann førdur fram til níðgongu.

Hvat hevur hann gjørt til sakar?

Ja, hvør veit tað? Hetta er hent so langt burtur í tíðini. Var hann kanska tjóvur ella ránsmaður, drápsmaður kanska; ella hevur bert ein óvinur reist sakarmál móti honum fyri einki? Hetta er alt so langt síðani.

Hermenninir smílka sínámillum: ”Hví eru so nógvir settir at sláa? Hesin gamli gýðingurin hoknar niður, áðrenn hann er komin hálva leið.”

Nú verður hann koyrdur fram í ágangin, kemur inn millum hermannarøðini. Hann gongur og gongur, støplar á viðhvørt, men dettur ikki. Letur stavasløgini dynja yvir seg, heldur á fram leiðina, meðan hermenninir hálvvillir undrast á, at hann orkar at ganga so leingi. Teir klønu, longu stavarnir hvína í luftini og ringja seg um kroppin á honum sum ormar. Blóðið drívur av honum.

Nú slær ein hermaður av tilviljum ov høgt og slær húgvuna av honum. Tann dømdi gongur nøkur fótafet afturat; men varnast tá, hvat ið hent er. Verður standandi. Hugsar seg um. Alt í einum vendir hann sær á. - Hann, sum ongantíð hevur víst seg hattleysan, vil ikki ganga longur við ongum uppi á høvdinum. Fer aftur hagar, húgvan liggur, bukkar seg niður eftir henni, setur hana á høvdið, aftrar seg ikki fyri sløgunum, sum dynja yvir hann. Fer nú aftur til gongu - til hann fellur.

Tá ið hann nú liggur deyður á laðnum, flýgur sálin niður og tekur ta blóðugu húgvuna, sum tann gamli, dømdi gýðingurin læt lívið fyri, og fleyg við henni til himmalsins grindir, bað varðhaldseinglarnar geva teimum frómu í himmiríki hana. Hetta var so triðja gávan, og hon var væl móttikin.

Tey frómu gjørdu nú sítt verk, fóru til Gudfaðir og bóðu fyri hesi neyðars strokasál, og í tí sama lótu himmiríkis dyr seg upp fyri henni.

Úr bókini ”Ævintýr 6”. Heðin Brú týddi. Føroya lærarafelag gav út í 1974.

Upprunaheiti: ”De tre gaver”. Jødiske Eventyr og Legender. David Simonsen. Borgens billigbøger, 1954.

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019