• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Summarfuglurin

Summarfuglurin ætlaði at fáa sær eina gentu, og sjálvandi skuldi hon vera fitt og vøkur, ein lítil blomsturgenta. Hann hugdi at teimum. Hvør av teimum sat á sínum stelki so still og hugsunarsom, sum ein jomfrú eigur at sita, táið hon ikki er trúlovað. Men her var so nógv í at velja, at hann visti ikki, hvørja hann skuldi taka, og so fór hann til baldursbráina. Hana kalla fransmenninir Margreta, og teir vita, at hon dugir at spáa, og tað ger hon, táið fríggjarafólk royta bløðini av henni, meðan tey fyri hvørt blað siga: ”Av hjarta? við harmi? elskar mikið? eitt sindur? púra onki?” ella okkurt sovorðið. Hvør spyr og talar við sínum nevi. Summarfuglurin kom eisini til at spyrja. Hann roytti ikki bløðini av, men mussaði hvørt blað við tí í huga, at fram kemur hann, ið hóvliga fer.

”Góðasta Margreta Baldursbrá!” segði hann, ”tygum eru klókasta konan av øllum blomstrunum! Tygum duga at spáa! Sigið mær, fái eg hina ella hasa? Og hvørja fái eg? Táið eg veit tað, so kann eg flúgva beinleiðis á fríggingarferð!”

Men Margreta svaraði als ikki. Henni dámdi onki, at hann kallaði hana kona, tí hon var jú jomfrú, og tá er ein ikki kona. Hann spurdi aðru ferð, og hann spurdi triðju ferð, og táið hann ikki fekk eitt einasta orð av munni hennara, so tímdi hann ikki at spyrja meir, men fór á flog á fríggingarferð.

Hetta var tíðliga um várið, og hópurin av várblómum vóru at síggja, eitt nú krokus. ”Tær eru bara fittar!” segði summarfuglurin, ”yndisligir, smáir konfirmantar! Men í óbúnara lagi.” Hann, sum onnur ung mannfólk, helt meira um tilkomnar gentur. So fleyg hann til anemonurnar, men tær vóru heldur beiskar. Viólirnar vóru ov droymandi, tulipánirnar ov áleypandi, hvítu-sunnuliljurnar ov hvønndagsligar, linditræblómurnar ov smáar, og so var familjan so stór hjá teimum. Súreplablomstrini líktust nógv rósum, rætt er tað, men tey blomstraðu í dag og følnaðu í morgin, sum vindurin blæsur, og tað fór at vera eitt ov stutt hjúnalag, helt hann. Ertnablóman var tað, sum honum tókti best um, hon var reyð og hvít, hon var føgur og fín, hoyrdi til tær húsligu genturnar, sum eru vakrar á at líta og kortini duga at gera gagn í einum køki. Hann var um at bera upp bønarorð, men so sá hann, at nær henni hekk ein ertnabjølgur við eini følnaðari blómu. ”Hvør er handa?” spurdi hann. ”Hatta er systir mín,” segði ertnablóman.

”Nú, síggja tær soleiðis út, táið tær eldast!” Hetta loypti hvøkk í summarfuglin, og so fleyg hann.

Kaprifoliurnar stóðu í tyssum, ein hópur av teimum, langleittar og guldæmdar. Tí slagnum helt hann onki av. Íðan, hvat var tað so, hann vildi hava? Spyr hann!

Várið fór, summarið fór, og so kom heystið, og onki var komið burturúr hjá summarfuglinum enn. Og blomstrini vóru í vakrasta skreyti, men tað hjálpti kortini onki, tí tann fríski, ungi angin vantaði. Sum hjartað eldist, so hevur tað góðan anga fyri neyðini, men hjá georginunum og stokkrósunum er lítil angi at finna. So setti summarfuglurin seg hjá myntuni. ”Hon hevur onki blomstur, men hon er eitt blomstur øll, sum hon er, og hon angar úr rótini og líka í krúllin, og smílurin er so frískur úr hvørjum blað. Hana fari eg at fáa mær!”

Og so var tað so, at hann fekk upp í lag at fríggja.

Men myntan stóð still og tigandi, og at enda segði hon: ”Vinarlag, men heldur onki annað. Eg eri gomul, og tygum eru gamal! Vit kunnu væl liva saman og hjálpa hvørjum øðrum, men gifta okkum - nei! Latið okkum ikki fara at gera okkum fyri skommum í aldurdóminum!”

Og so stóð summarfuglurin har einsamallur. Hann hevði leitað ov leingi, og tað má mann ikki. Hann var ov seinur á sjóvarfallinum, og tí gjørdist hann gamal drongur.

Hetta var seint um heystið við regni og illveðri. Vindurin fór so kaldur niður eftir bakinum á teim gomlu pílatrøunum, so at tað brakaði í teimum. Tað var ikki veður at flúgva úti summarklæddur, men summarfuglurin fleyg heldur ikki úti. Hann var sloppin at flúgva innandura, har sum tað var heitt og fjálgt eins og um summarið. Har bar til at liva. ”Men at liva er ikki nóg mikið,” segði hann, ”sólskin, frælsi og eitt lítið blomstur má ein hava!”

Og hann fleyg í vindeyganum, fólk hugdu at honum og maktaðu hann, og so tóku tey hann og stungu eina nál í hann og settu hann í summarfuglakassan. Tað var tað frægasta, hann kundi vænta sær.

”Nú siti eg eisini á stelki eins og blomstrini!” segði summarfuglurin. ”Eg kann ikki endiliga siga, at tað er so hugnaligt! Tað man vera nakað sum at vera giftur, tí fastur situr tú!” Og so uggaði hann seg við tað.

”Hatta er vánaligur uggi!” segði urtapottablomstrið í vindeyganum.

”Men urtapottablomstur eru ikki heilt álítandi,” helt summarfuglurin, ”tey koma ov mikið saman við menniskjur!”

Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Sommerfuglen”, ”Folkekalender for Danmark”, 1861.

Marius Johannesen (1905-1986) týddi. H.C. Andersen: ”10 ævintýr”, Bókaforlagið Grønalíð 1980.

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019