• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Svínadrongurin

Einaferð var tað ein fátækur prinsur; hann átti eitt kongaríki, men tað var ógvuliga lítið, men tað var tó nóg frægt at gifta seg uppá, og gifta seg, tað ætlaði hann.

Nú var tað ivaleyst heldur nasadjarvt av honum, at hann tordi at siga við dóttur keisarans: ”vilt tú hava meg?” men kortini tordi hann, tí navn hansara var gitið víða hvar, prinsessur í hundraðtali høvdu takkað til, men vita eftir, um hon gjørdi tað.

Nú skulu vit hoyra:

Á grøvini hjá pápa prinsins vaks eitt rósutræ, o slíkt eitt vænt rósutræ! tað bar bert fimta hvørt ár blómu, og tá einans eina, men tað var ein rósa, ið angaði so søttliga at ein av at kenna angan av henni gloymdi allar sorgir og stúrslur sínar, og so hevði hann ein náttgala, ið dugdi at syngja eins og øll vøn tónaløg sótu í hansara lítla barka. Ta rósuna og tann náttgalan skuldi prinsessan eiga; og tí komu tey bæði í stórar silvurkistlar og vóru so send henni.

Keisarin læt tey verða borin framman fyri sær inn í ta stóru høll, hvar prinsessan gekk og spældi ”fólk í húsi” við hirðmoyggjum sínum, annað tóku tær sær ikki til; og tá ið hon sá teir stóru silvurkistlarnar við gávunum í, sló hon saman hendur av gleði.

”Bara tað hevði verið ein lítil kiska!” segði hon, - men so kom tann væna rósan.

”Nei, sum hon er snilt gjørd!” søgdu allar hirðmoyggjarnar.

”Hon er meira enn snild!” segði keisarin, ”hon er snotilig!” Men prinsessan nerti við hana og so mundi hon farið at gráta.

”Fý pápi!” segði hon, ”hon er ikki gjørd, hon er rættilig!”

”Fý!” søgdu øll hirðfólkini, ”hon er rættilig!”

”Latum okkum nú fyrst síggja, hvat ið er í hinum kistlinum, áðrenn vit fara at ilskast!” helt keisarin, og so kom náttgalin fram; hann sang tá so fagurliga, at tey ikki beinanvegin fingu sagt nakað ilt um hann.

”Superbe! charmant!” søgdu hirðkonurnar, tí tær bullaðu franskt, hvør verri enn onnur.

”Sum hasin fuglurin minnir meg um spælidósina hjá teirri tignsælu keisarinnuni!” segði ein gamal kavallerur, ”á ja, tað er so meinlíkt í tónalagi og framburði!”

”Ja!” segði keisarin, og so græt hann sum eitt lítið barn.

”Tað er væl ikki so vorðið, at hann er rættiligur!” segði prinsessan.

”Jú, tað er ein rættiligur fuglur!” søgdu tey, ið høvdu havt hann við.

”Íðan so, lat so handan fuglin flúgva,” segði prinsessan, og hon vildi ikki upp á nakran máta loyva prinsinum at koma.

Men hann fell ikki í fátt; hann smurdi seg um andlitið við brúnum og svørtum, togaði kaskettina væl niður um høvdið og bankaði uppá.

”Góðan dag, keisari!” segði hann, ”kundi eg ikki komið í tænastu her á borgini?

”Ja, vit eru so umbiðin!” segði keisarin. ”Men bíða, lat meg síggja! - mær tørvar ein til at røkta svínini, tí teimum hava vit hópin av!”

Og so var prinsurin festur sum keisaraligur svínadrongur.

Hann fekk eitt vánaligt lítið kamar niðri við svínabølið, og her varð hann at búgva! men allan dagin sat hann og smíðaði, og tá ið leið móti kvøldi, hevði hann gjørt ein snotiligan lítlan pott, rundan um á honum vóru bjøllur, og hvørja ferð potturin fór at kóka, so ringdu tær so fagurliga og spældu hitt gamla lagið:

”Ach, Du lieber Augustin,

- alles ist weg, weg, weg!”

men tað snildasta av øllum var kortini, at tá ið tey hildu fingurin inn í roykin úr pottinum, luktaðu tey við tað sama, hvat fyri matur, ið gjørdur varð við hvørja grúgvu í býnum; jú, jú, hetta var sanniliga nakað annað enn ein rósa.

Nú kom prinsessan vappandi við øllum hirðmoyggjum sínum, og tá ið hon hoyrdi lagið, steðgaði hon á og sá so upplyft út, tí hon dugdi eisini at leika ”Ach, du lieber Augustin”, tað var einasta lagið, hon dugdi, men hon leikti tað við einum fingri.

”Hatta er jú tað lagið, eg dugi!” segði hon, ”so má hatta vera ein mentaður svínadrongur! farið vælsignaðar inn og spyrjið, hvussu nógv hatta leikverkið kostar.”

Og so mátti ein av hirðmoyggjunum fara innar, men hon læt seg í trætuflur fyrst.

”Hvussu nógv vilt tú hava fyri handan pottin?” segði hirðmoyggin.

”Eg vil hava tíggju muss frá prinsessuni!” segði svínadrongurin.

”Jesus náði meg!” segði hirðmoyggin.

”Ja, minni kann tað ikki vera!” segði svínadrongurin.

”Nú, hvat sigur hann?” spurdi prinsessan.

”Eg troysti mær ikki at siga tað!” segði hirðmoyggin, ”tað er so ræðuligt!”

”So kanst tú lýða mær tað!” og so lýddi hon henni.

”Hann er jú ólíkligur!” segði prinsessan og fór beinanvegin av stað - men tá ið hon hevði gingið eitt sindur, so ljómaðu bjøllurnar so fagurliga:

”Ach, du lieber Augustin,

alles ist weg, weg, weg!”

”Hoyr” segði prinsessan, ”spyr hann, um hann vil hava tíggju muss frá hirðmoyggjum mínum!”

”Nei takk!” segði svínadrongurin, ”tíggju muss frá prinsessuni, annars fer potturin ikki úr mínum hondum.”

”Sum hetta er forargiligt!” segði prinsessan, ”men so mugu tit standa fyri, so eingin sær!”

Og hirðmoyggjarnar stillaðu seg upp fyri hana, og so breiddu tær skjúrtini út, og so fekk svínadrongurin tey tíggju mussini, og hon fekk pottin.

Tað var ikki eiti av stuttleika! tað heila kvøld og tann heila dag mátti potturin kóka; har var ikki grúgva í býnum, uttan at tær vistu, hvat har varð kókað, bæði hjá kamarharranum og hjá skómakaranum. Hirðmoyggjarnar dansaðu og slógu saman hendur.

”Vit vita, hvør ið fær søtsuppu og pannukøku! vit vita, hvør ið skal hava greyt og karbonádu! sum tað er forvitnisligt!”

”Sera forvitnisligt!” segði yvirhirðmoyggin.

”Ja, men haldið munnin tættan, tí eg eri keisarans dóttir!”

”Jesus náði okkum!” søgdu tær allar samlar.

Svínadrongurin, tað vil siga prinsurin, men tey vistu ikki annað, enn hann var ein rættiligur svínadrongur, læt ikki dagin fara frá sær, uttan at hann gjørdi okkurt, og so smíðaði hann eina skrelju; tá ið hann mól hana runt, ljómaðu allir teir valsir, ”hopsair” og ”polkair”, ið hava verið gitnir síðani heimsins uppruna.

”Ja men hatta er superbe!” segði prinsessan, tá ið hon gekk framvið, ”eg havi aldri hoyrt vakrari tónalag! Vælsignaðar, farið inn og spyrjið, hvussu nógv hatta leikverkið kostar; men eg mussi ikki!”

”Hann vil hava hundrað muss frá prinsessuni,” segði hirðmoyggin, sum hevði verið inni og spurt.

”Eg meini, hann er ørur!” segði prinsessan, og so fór hon, men tá ið hon hevði gingið eitt sindur, so steðgaði hon á. ”Vit mugu lívga mentirnar!” segði hon, ”eg eri keisarans dóttir! Sig honum, hann skal fáa tíggju muss eins og í gjár, restina kann hann taka frá hirðmoyggjum mínum.

”Ja, men vit gera tað treyðar!” søgdu hirðmoyggjarnar.

”Tvætl í tykkum!” segði prinsessan, ”og kann eg mussa hann, so kunnu tit eisini! minnist til at eg gevi tykkum kost og løn!” og so mátti hirðmoyggin inn aftur til hansara.

”Hundrað muss frá prinsessuni”, segði hann, ”ella hvør hevur sítt!”

”Standið fyri!!!” segði hon, og so stillaðu allar hirðmoyggjarnar seg fyri, og hann mussaði.

”Hvat man hatta vera fyri troðkan har niðri við svínabølið?”segði keisarin, ið var stigin út á svalan; hann gníggjaði sær um eyguni og setti glaseyguni á nøsina. ”Tað eru jú hirðmoyggjarnar, ið gera ónáðir! eg hugsi eg má fara oman til teirra!” - og so dró hann tuflurnar upp um seg aftan, tí tað vóru skógvar, sum hann hevði traðkað niður.

Pílar og skot! sum hann skundaði sær!

So skjótt sum hann kom út í túnið, gekk hann heilt spakuliga, og hirðmoyggjarnar høvdu so nógv um at vera við at telja mussini, at tað skuldi fara rættvíst fram, at hann ikki skuldi hava ov mong, men heldur ikki ov fá, tær gáaðu ikki keisaran.

”Hvat er hetta, ha?” segði hann, tá ið hann sá tey mussast, og so dukaði hann tey í høvdið við tufluni, í sama bili sum svínadrongurin fekk tað seks og áttatiunda mussið.

”Heraus!” segði keisarin, tí hann var illur, og bæði prinsessan og svínadrongurin vórðu koyrd út úr hansara keisararíki.

Har stóð hon nú og græt, svínadrongurin deildi, og regnið oysti niður.

”Á, mítt neyðardýr!” segði prinsessan, ”hevði eg tó bara tikið tann væna prinsin! á, sum eg eri forharmað!”

Og svínadrongurin fór aftur um eitt træ, turkaði tað svarta og brúna av andlitinum, tveitti vásaklæðini og steig nú fram í sínum prinsabúna so vænur, at prinsessan mátti níga við.

”Eg havi mist alla virðing fyri tær, sum tú ert!” segði hann. ”Tú skoytti ikki um ein ærligan prins! Tú legði ikki lag í rósuna og náttgalan, men svínadrongin vildi tú mussa fyri eitt leika! Nú kanst tú hava tað so gott! -”

Og so fór hann inn í kongaríki sítt, læt dyrnar aftur og setti slá fyri, so kundi hon so sanniliga standa uttanfyri og syngja

”Ach, du lieber Augustin,

alles ist weg, weg, weg!”

Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Svinedrengen”, ”Eventyr, fortalte for børn. Ny samling. Tredie hefte”, 1842.

Christoffur Lützen (1891-1981) týddi. H.C. Andersen: ”14 ævintýr”, Egið forlag 1953.

 

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019