• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Tað, sum maður mín ger, er altíð best

Nú skal eg fortelja tær eina søgu, sum eg hoyrdi, tá ið eg var smábarn, og hvørja ferð, eg hugsi um hana, er tað fyri mær, sum hon verður vakrari og vakrari. Tí tað er við søgum sum við summum menniskjum, tær verða vakrari og vakrari við aldurin, og tað er so hugnaligt.

Tú manst onkuntíð hava verið úti á landinum? Og so manst tú eisini hava sæð ein gamlan bóndagarð við hálmtekju? Mosagrógvið er takið, og har vaksa blomstur eisini, og so er eitt storkareiður uppi á mønuni, tí storkurin má vera. Veggirnir standa skeivir, vindeyguni niðri ígjøgnum, og tað er bara eitt, sum fæst upp. Bakarovnurin stendur so kúpin sum ein bjølgur út úr vegginum, og hyllisrunnurin hellir seg út yvir hegnið. Har er ein lítil hylur við dunnum og dunnuungum, sum svambla har allan dagin, beint undir pílatrænum. Ja, og so er eisini ein hundur, sum goyr eftir øllum.

Júst í einum sovorðnum húsum búðu eini hjún, bóndi og bóndakona. Ikki var tað nógv, tey áttu, men eitt var, sum tey kundu lata, tað var rossið. Tað stóð í tjóðri við vegin, bóndin reið á tí, tá ið hann fór ørindir í býin, og grannarnir læntu tað viðhvørt og samsýntu aftur við gerðabýti. Men tað loysti seg helst betur hjá teimum at selja rossið ella býta tað um upp á onkran máta. Men hvat skuldi tað býtast um við?

”Tí hevur tú besta skilið á, maður," segði konan, ”nú er keypstevna í býnum, far tú á stevnuna og fá pengar fyri rossið ella ger eitt gott býti! Tað, sum tú gert, er altíð best. Far á keypstevnuna!"

Og so bant hon honum turriklæðið um hálsin, tí tað dugdi hon kortini betur enn hann. Hon bant við dupultari sloyfu, og tað sá stórbært út, og so streyk hon hondina eftir hattinum, mussaði hann mitt á munnin, og so reið hann av stað við rossinum, sum skuldi seljast ella býtast um. Jú, gamli visti! Sólin skein, ikki eitt skýggj á luftini. Nógv eyrrok var á vegnum, tí har var so nógv fólk á ferð bæði koyrandi, ríðandi og til gongu. Sólin bakaði og ikki skýggj skapt á himlinum.

Har fór ein við eini kúgv. Hon sá væl út, sá út til at vera væl í holdum. ”Hatta man vera góð mjólkkúgv!" hugsaði bóndin. ”Tað hevði verið gott býti at fingið hasa fyri rossið."

”Hoyr meg eitt sindur, tú við kúnni!" segði hann, ”skulu vit ikki práta saman eina løtu? Sært tú, eitt ross, hugsi eg, kostar meira enn ein kúgv, men sama ger, eg havi størri gagn av kúnni, skulu vit býta um?”

”Tað kunnu vit gott," segði maðurin, og so býttu teir um.

Nú var hatta gjørt, og so kundi bóndin fyri tann skuld farið heimaftur, tí nú var tað gjørt, sum gerast skuldi, men nú hevði hann sett tað í seg at fara á hasa stevnuna, og so ætlaði hann sær eisini at fara - bara til stuttleika. Og so fór hann við kúnni. Hann skundaði sær, og kúgvin skundaði sær, og so var tað ikki leingi, til tey komu upp á síðuna á einum, sum leiddi eina ær. Ærin sá væl út, væl í holdum at vísa seg og væl ullað. ”Hasa ærina vildi eg fegin átt," hugsaði bóndin. ”Ikki trýtur grasið til eina ær har á heimabeitinum, og um veturin kundi hon væl staðið inni í roykstovuni. Í grundini hevði tað verið betri hjá okkum at havt seyð enn neyt. Skulu vit skifta um?”

Jú, tað vildi maðurin væl, og so skiftu teir um, og bóndin fór væl nøgdur fram á veg við ærini. Har við garðaliðið stóð ein maður við eini gás undir hondini.

”Hatta er ikki eiti á gás, tú hevur har!" segði bóndin. ”Hon er bæði feit og væl fjaðrað. Tað hevði verið eitt prýði í henni at havt hana í tjóðri við túnhyl okkara. Tað hevði dámað henni sjálvari, konuni, at sankað eplaflus og annað burturkast til hana. Hvussu mangan hevur hon ikki sagt: ”Bara vit áttu eina gás!" Nú kann hon fáa gás - og hon skal eisini fáa hana! ”Vilt tú skifta um? Eg fái gásina, og tú fært ærina og takk aftrat?" Jú, tað vildi hin fegin, og so skiftu teir um, og bóndin fór við gásini. Nú var hann komin í útjaðaran á býnum, og har var ein trokan á vegnum bæði av fólki og fæi. Tey gingu á vegnum, á bønum og heilt niðan í veltuna hjá bummmanninum. Har gekk ein høna í tjóðri, so hon ikki í øllum ruðuleikanum skuldi blíva burtur. Hetta var ein velastutt høna, sum blunkaði við øðrum eyganum og bar seg væl. ”Gogg, gogg!" segði hon, men hvat ið hon meinti við tí, er ikki gott at vita.

Men tá ið bóndin sá hana, hugsaði hann: ”Hatta er vakrasta høna, eg nakrantíð havi sæð í mínar lívføddu dagar, hon er vakrari enn ungamamman hjá presti, hasa vildi eg fegin átt. Ein høna finnur altíð eitt byggkorn, ja, høsn eru røsk at søkja sær. Eg haldi, hatta hevði verið eitt gott býti, hønuna fyri gásina." ”Skulu vit skifta um?" spurdi bóndin. ”Skifta um!" segði hin, ”ja, tað er gaman í." Og so skiftu teir um, bummmaðurin fekk gásina, og bóndin hønuna.

Nú hevði bóndin á veg til býin fingið nógv á skaftið. Varmin var nógvur, og móður var hann. Hann mátti fáa ein breyðbita og ein lítlan niður á hjartað, og her var vertshúsið á vegnum, so best var at fara inn á gólvið. Men húskallurin vildi út, og teir báðir møttust í durunum. Húskallurin hevði posa á bakinum, og posin var smekkfullur.

”Hvat er tað, tú hevur í posanum?" spurdi bóndin.

”Rotin súrepli!" svaraði hin.

”Tað sigi eg! Øgilig rúgva! Eg vildi, at hon sjálv, konan, hevði sæð slíka sjón! Í fjør fingu vit bara eitt súrepli av tí gamla trænum, men hetta súreplið skuldi goymast, og tað stóð á dragukistuni, inntil tað rukkaðist saman. Tað er ogn í tí, helt konan. Her kundi hon sæð súreplanøgd! Ja, eg kundi unt henni tað."

”Hvat vilja tygum lata fyri tað?" spurdi húskallurin.

”Fyri? Ja, vit kunnu skifta um, tú fært hønuna!" Og so fekk húskallurin hønuna, og bóndin súreplasekkin, sum hann tók við inn á vertshúsið og setti upp at komfýrinum, sum var heitur. Nógv fólk var inni, har vóru rossahandilsmenn, neytahandilsmenn og tveir bretar, og teir eru so ríkir, at lummarnir standa at bresta av pengum. Og væl dámar teimum at vedda. Nú skulu tit hoyra! ”Sssss! Sssss!" Hvat var hatta, sum Sssss-aði yviri við komfýrin? Jú, súreplini, sum vóru um at steikjast.

”Hvat er hatta?" Jú, tað fingu tey skjótt at vita. Alla søguna um rossið, sum varð skift um við kúnna og so líka til henda rotna súreplaposan.

”Pílar og skot!" søgdu bretarnir, ”tú verður so avbardur av konuni, tá ið tú kemur heim. Tað verður standur!"

”Eg fái muss og ikki buk!" segði bóndin. ”Konan fer at siga: ”Tað, sum maður mín ger, er altíð best!"

”Skulu vit vedda?" søgdu bretarnir, ”upp í tunnur av gulli! Hundrað pund eru eitt skippund!"

”Ein skeppa er nóg mikið!" segði bóndin, ”eg eigi bara upp í eina skeppu av rotnum súreplum og so meg og konuna omaná, men tað er meir enn strokmál, tað er rokað mál!"

”Topp, topp!" søgdu teir, og so var veddingin avgjørd.

Vognurin hjá vertshúsinum kom fram, bretarnir settu seg upp, bóndin við og ikki at gloyma rotnu súreplini, og so varð koyrt heim í bóndans garð.

”Gott kvøld, kona!"

”Takk, maður mín!"

”Nú havi eg gjørt býti!"

”Ja, tað dugir ongin betur enn tú!" segði konan, gav honum eitt klemm og gloymdi bæði posa og ókunnufólk. ”Eg býtti rossið um fyri eina kúgv!"

”Gud havi lov fyri mjólkina!" segði konan, ”nú kunnu vit fáa mjólkarmat, smør og ost á borðið. Hatta er skilagott býti."

”Ja, men kúnna býtti eg um fyri eina ær!"

”Tað er eisini avgjørt betri!" segði konan. ”Tú ert altíð so umhugsin. Vit eiga ivaleyst av beiti til eina ær. Nú kunnu vit fáa ærmjólk, ærost og ullint upp á beinini, ja ullinta nátttroyggju. Hana fært tú ikki frá kúnni. Kúgvin missir hárini! Tú ert ein ógvuliga umhugsin maður!"

”Men ærina býtti eg um við eina gás!"

”Á vælsignaður maður mín, skulu vit nú fáa gásasteik á mortansmessu í ár! Tú hugsar altíð um at gleða meg! Hatta var eitt deiligt páfund av tær! Gásin kann standa í tjóðri og fitna nakað aftrat hetta til mortansmessu!"

”Men gásina havi eg býtt um við eina hønu!" segði maðurin.

”Hønu! Tað var ikki eiti á!" segði konan. ”Hønan verpur, hana kunnu vit leggja, so vit fáa høsnarungar, vit fáa høsnagarð! Tað er júst tað, sum eg altíð havi ynskt mær!"

”Ja, men hønuna býtti eg um við ein posa av rotnum súreplum!"

”Nei, nú mást tú fáa ein muss!" segði konan. ”Takk, mín góði maður! Nú skal eg siga tær eitt. Tá ið tú vart farin, ætlaði eg at gera tær ein nýtiligan bita, til tú komst aftur, eggjakaku við grønleyki. Eggini átti eg, men grønleykur var ongin. So fór eg yvir til læraran, tí har veit eg, at tey eiga grønleyk. Men konan, hon er so gírig, tað søta ásin! Eg bað hana læna mær. Læna? segði hon. Onki veksur í urtagarðinum hjá okkum, ikki so frægt sum eitt rotið súrepli! Ikki so frægt sum tað kann eg læna henni. Nú kann eg læna henni tíggju, um eg vil, ja ein fullan posa. Hatta var stuttligt, góði!" Og hon gav honum ein ordiligan muss mitt á munnin.

”Hatta dámar okkum!" søgdu bretarnir, ”altíð aftur á hond, og altíð líka væl nøgd! Tað er sanniliga pengarnar vert!" Og so fingu teir bóndanum eitt skippund av gullpengum, tí hann fekk mussir og ikki bank. Jú, tað loysir seg altíð, at konan dugir at síggja og siga frá, at maðurin er klókari, og at tað, sum hann ger, er tað rætta.

Síggja tit. Hatta var ein søga! Eg hoyrdi hana sum smádrongur, og nú hevur tú eisini hoyrt hana og veitst, at tað, sum maðurin ger, er altíð best.

Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Hvad Fatter gjør, det er altid det rigtige”, ” Nye Eventyr og Historier. Anden Række. Første Samling”, 1861.

Marius Johannesen (1905-1986) týddi. H.C. Andersen: ”Ævintýr – eitt úrval”, Bókadeild Føroya Lærarafelags 2005.

 

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019