• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Tann klóka drotningin

 

Eina ferðina var tað ein kongssonur, sum helt frá vøggustokkinum hevði hoyrt pjátrið um, hvussu vakur hann var, hvussu klókur hann var. Og at endanum trúði hann tí.

Av hesum verður hann so errin, at hann svør so dýran aldri at giftast, uttan at gentan er líka vøkur sum hann og næstan líka klók sum hann - men ikki heilt so klók kortini - og fann hann onga sovorðna gentu, skuldi hann ganga ógiftur.

Nú var tað so vorðið har í landinum, at vakrar gentur trutu ikki; men tær vakrastu vóru sjáldan tær klókastu. Har vóru eisini nógvar klókar gentur; men tær klókastu vóru sjáldan tær ásýniligastu. Kongssoninum gekk tí illa at finna eina, sum í báðum førum var, sum hann vildi hava. Hann kom so til tað úrslit, at eingin sovorðin genta var í landinum. Hann mátti fara at leita uttanlands. - Tí illa bar til at ganga ógiftur allar dagar.

Ája, hann fer so av stað, dylur, hvør hann er, og vil einki fylgi hava; tí hann lítur bert á síni egnu eygu og sítt egna vit og skil. Men allastaðni, hvar hann kemur, eru genturnar rætt tað sama sum heima - tær vøkru vóru lítíð skilagóðar, og tær klóku vóru lítið ásýniligar.

Ein dagin nú kemur hann ríðandi gjøgnum ein skóg, sum er so stórur, at hann tykist ongantíð at fáa enda. Hann ríður dagin langan, til tað fer at myrkja, og er bæði móður og svangur - tað er rossið hjá honum við. Men nú sær hann alt í einum bláan royk standa upp millum tey grønu trøini, og um eina løtu kemur hann fram á eitt lítið, skirvisligt hús. Hann dunkar á dyrnar, og ein gráur, fátækur maður kemur at lata upp.

Teimum, ið inni vóru, dámdi lítið at hýsa einum so fínum manni; men prinsurin segði, at hann var ikki kravmikil, og tá slapp hann inn, fekk nátturða við teimum, breyð og ein mjólksopa afturvið. Rossið hjá honum fekk vatn og ein hoysopp.

Kongssonurin talaði við tey bæði, mann og konu, sum inni vóru, fekk at vita, at tey búðu heilt einsamøll her í skóginum. Fátæksligt var, men tey klagaðu ikki, tí her høvdu tey, í hvussu var, so góðan frið. Prinsurin skuldi fáa seingina hjá teimum at sova í; men hann segði nei, bað leggja sær eitt kneppi av hálmi á gólvið, so skuldi hann sova á tí - og soleiðis varð gjørt. Hann sovnaði beinanvegin, móður og troyttur, sum hann var, og droymdi um tær vøkru genturnar, sum vóru ikki nóg klókar, og tær klóku, sum vóru ikki nóg vakrar.

Nakað út á náttina vaknar hann aftur og verður liggjandi í andvekri, tí her var kortini harðari at liggja, enn hann var vanur við. Nú hoyrir hann sovorðið fjas og skav á loftinum uppi yvir sær - mundi vera rottur ella mýs, kanska ein ketta. Helst var tað ein ketta, gjørdi so mikið um seg. Men nú hoyrir hann, ein rokkur fer í gongd, og ein genta tekur at syngja. So vakran sang helt hann seg aldri hava hoyrt áður.

Tá ið tey gomlu vaknaðu um morgunin, spurdi kongssonurin, hvat tað var fyri ein genta, tey krógvaðu uppi á loftinum. Tey svaraðu, at hann mundi hava droymt, tí her var eingin undir lonini uttan tey. Men hetta svar var kongssonurin ikki nøgdur við, og at endanum máttu tey siga, hvussu var.

Satt at siga høvdu tey eina dóttur, men ræddust fyri at lata nakran síggja hana, tí onkur kundi fáa hug á henni og fara av stað við henni. So kundu tey ikki lívbjarga sær, tí hon var so røsk at binda og veva; tað, hon gjørdi, seldu tey og fingu so fitt fyri. Sjálv vóru tey so gomul bæði, at mistu tey hana, doyðu tey í hjálparloysi.

”Tað kann vera eitt sindur um hatta, tit siga,” helt kongssonurin; ”men tá ið eg nú havi hoyrt hana, vil eg eisini sleppa at síggja hana. Ella er hon so ljót, at tit tora ikki at lata hana koma fyri fólkaeygu?”

Tá ið maðurin hoyrdi hetta, spann sinnið í hann, og hann rópti dóttrina niður. Tá læði kongssonurin, tí tað var rætt tað, hann ætlaði, at fáa hann sintan.

Gentan kom leypandi, ung og vøkur. Eyguni vuksu, tá ið hon sá prinsin; tí hann var sovnaður, tá ið hon kom heim, so hon visti ikki, at her var fremmandafólk.

Tey stóðu og hugdu hvørt upp á annað. Prinsurin hugsaði, at vakrari gentu hevði hann aldri sætt, og gentan hugsaði, at vakrari mann hevði hon aldri sætt. Men prinsurin tók seg aftur og hugsaði, at eitt sovorðið fátækramansbarn kundi hann aldri taka til drotning, tað var ov lítið stórmansligt, og hann saðlaði sær gangaran og skuldi ríða av stað.

Tey gomlu stóðu og nigu, takkaðu kongssoninum, tí hann hevði givið teimum gull fyri innivistið. Men gentan stóð bert har og leit at honum við sínum undurvøkru eygum, og hann í sínum lagi fekk heldur ikki eyguni av henni. Men so tók hann sær um reiggj, snúði rossinum og reið av stað.

Tá neig hon djúpt og rodnaði í kinnarnar. Tað skar hann í hjartað, men beit tað í seg og reið av stað. Skjótt var, hann fann vegin heim.

Hann gekk nú heima á kongsborgini illa hýrdur og illførur, tí hvørja nátt droymdi hann um hesa ovurvøkru gentuna. Og um dagarnar gekk faðirin, tann gamli kongurin, og trokaði á, at hann skuldi velja sær eina brúður; tí áðrenn hann læt frá sær, vildi hann vita, hvør ið tók aftur - og tað var ikki ov mikið, um hann ynskti sær at fáa eitt abbabarn á knæið, áðrenn hann doyði.

Prinsurin misti matarlystin, altíð var hann í ringum skørum og svaraði illa aftur, tá ið talað varð á hann. Hetta mátti halda uppat, og hann segði við seg sjálvan: ”Gentan er vakrari enn aðrar, so man hon eisini vera býttari enn aðrar. Lat meg royna, hvat vit hon hevur, so fái eg kanska frið yvir meg.”

Hann sendir nú skósvein sín til gentuna við brævi og tveimum stubbum av silkitráð, skrivaði: ”Tú er so ferm at veva, ger mær eitt seingjartjald burtur úr hesum tráðnum.”

Skósveinurin kemur heim aftur við brævi frá gentuni, og í brævinum liggja tvey lítil træpetti. Hon skrivar: ”Kann tú gera mær ein vev burtur úr hesum viðinum, skal eg veva tær seingjartjaldið burtur úr silkitráðnum.”

Tá sá kongssonurin, at gentan var nóg klók, kanska líka klók sum hann sjálvur. Og hann reið av stað út í skógin við øllum fylgi sínum til tað fátæka húsið, segði við tann fátæka mannin, at hann ynskti at fáa dóttur hansara til brúður - um hon vildi hava hann, at siga.

Gentan hugdi upp á hann og segði, at tað vildi hon.

Tey verða nú gift og hava mikið yndi hvørt til annað, so eingin hevði sætt ítari. Men prinsurin fekk kortini ikki frið yvir seg - tí hann óttaðist fyri, at hon var kanska eitt sindur klókari enn hann; og tað fór ikki at bera til, tí tað mannminkaði hann, sum kongur skuldi vera og ráða fyri londum.

Hann tekur nú tað lyfti av henni, at tá ið hann er vorðin kongur, skal hon lova ongantíð at leggja seg út í ríkismál; ger hon tað, skal hann hava rætt til at senda hana heim aftur til foreldrini og verða leysur við hana burturav.

Jú, hon gevur hetta lyftið og heldur, at tað er rímiligt, ”men so taki eg tað lyftið av tær,” sigur hon, ”at skuldi so verið, tú sendi meg frá tær, so skal eg hava rætt til at taka við mær heim í smáttuna tað, sum mær tykist kærast, og tú skal lata meg hava tað í frið.”

Jú, tað var ikki meir enn rímiligt, helt prinsurin og bant seg til hetta lyftið. So er sáttmálin teirra millum avgjørdur.

Tey liva nú leingi saman í trú og æru, í yndi og góðum korum, takka hvønn dag skapara sínum fyri, at tey eru saman komin.

So, nú doyr tann gamli kongurin. Prinsurin verður kongur í hansara stað, og tann fátæka gentan drotning. Hann ræður ríkinum og situr til dóms. Hon røkir húsið og er nógv umhildin av øllum; tí aldri gloymir hon, hvørjum korum hon er komin frá; men dugir kortini at bera seg, sum seg sømir einari drotning.

Ein dagin so nú er søluting í høvuðsstaðnum. Bøndurnir koma koyrandi við tí, teir hava at selja. Tað gekk, sum vanligt er, summir fingu væl burturúr, aðrir fingu minni; men allir skulu teir halda gleim, summir at gleða seg yvir góða eydnu, aðrir at ugga seg í mótgangi sínum, tí høvdu allir áneyðir at støkka inn í vertshúsið og fáa sær nakrar dyggar dropar niður á hjartað.

Ímeðan verða rossini bundin inn í stallin. Nú hendir tað, at meðan ein bóndi gongur fullur, folar ein ryssa hjá honum í stallinum. Fylið var komið á beinini, stóð har og ryðjaði, tá ið hann kom og skuldi koyra heim. Men tá ið fólk nú kom inn, fór fylið undan út í ein krók í stallinum, har vertin hevði síni egnu ross standandi.

Bóndin er ikki fylri enn so, at hann veit, tað er hansara ryssa, ið folað hevur, og skal fáa sær fylið upp í vognin og taka tað við heim.

Tá sigur vertin nei. ”Fylið er mítt! Tað sær hvør maður, tí tað stendur hjá mínum rossum.”

Sakarmál stóðst av, dømt varð við lægstarætti og við miðlingarættin, at vertin átti fylið, tí tað stóð hjá rossum hansara.

Men bóndin gavst ikki, legði málið fyri hægstarætt, og har skuldi kongur døma. Klókur var hann, men ikki klókari enn so, at hann dømdi tað sama sum hinir báðir rættirnir, at vertin átti fylið, tí tað varð funnið hjá hansara rossum.

Hetta var dýrt sakarmál, og vandi var fyri, at bóndin mátti ganga frá garðinum, tí hann orkaði ikki at bera sakarkostnaðin. Men hann var alsamt vissur í, at hann átti allan rættin. Í neyðini fer hann nú til drotningina og sigur henni, hvussu sær hevur gingist. Hann veit, sum alt fólkið, at hon er bæði klók og góð; tí hættir hann sær at gera hetta.

Drotningin skilir væl bóndans støðu, hugsar seg um eina løtu; so sigur hon við hann:

”Ja, góði maður, eingin kann broyta kongsins dóm; heldur ikki eg. Men eini ráð skal eg geva tær, kanska tey fara at duga: hvønn morgun ríður kongur sær ein túr út í mølheygarnar við strondina. Far tú út hagar og set nót í sandin, drag so samanum, rætt sum tú ger á sjónum. Tá ið kongur so kemur ríðandi, man hann fara at støðga hjá tær og spyrja, um tú trýrt, tað ber til at fiska í hesum turra sandinum. Tá skal tú svara, at tá ið tann grái hesturin hjá vertshúshaldaranum kann fola, sum var hann ein ryssa, so ber ivaleyst eisini til at veiða fisk her í mølheygunum. Tað man fara at geva konginum eitt sindur at hugsa um.”

Bóndin skilti, at hetta vóru ráðini, ið dugdu. Men drotningin legði afturat: ”Afturfyri má tú lova mær, ongum at siga, hvør ið hevur givið tær hesi ráð. Tí spyrst hetta, verður tað ein vanlukkustandur fyri meg.”

Tað lovaði bóndin so staðiliga.

Næsta morgun fer bóndin við nótini og ger trúliga, sum drotningin hevur sagt. Og tað er ikki meir enn ein løta, nú kemur kongur ríðandi, støðgar hestinum og lær, spyr, rætt sum drotningin gitti, hann fór at spyrja, og bóndin svaraði, sum drotningin hevði lagt honum í munnin.

Kongur skilti beinanvegin, hvat svarið sipaði til, og fataði, at her hevði hann ivaleyst dømt skeivt. Men hann helt seg eisini skilja, at hesin vesæla bóndi valla hevði tikið ráðini upp úr egna brósti - sigur tí hvassliga við hann: ”Hvør gav tær hesi ráðini at gera, sum tú ger?”

Bóndin tagdi.

”Tú ger, sum tú vil,” sigur kongur, ”men sigur tú mær ikki, skal tú missa høvdið.”

Tá verður bóndin deyðaræddur og sigur, at drotningin hevur lært hann.

Tað er ikki lagaboð, kongur snúði rossinum og tvísporaði heim, ovursintur - kom í somu øðini inn til drotningina og segði, at nú hevði hon brotið lyftið, og tí mátti hann beinan vegin føra hana aftur í ta fátæku smáttuna til hennara gomlu foreldur. – ”Men,” sigur hann, ”eg havi ikki gloymt mín part av sáttmálanum, tú kanst taka við tær tað kærasta, tú heldur vera. Og tað má tú gera beinanvegin í dag, tí tað fer ikki at bera til at skikka boð einaferð seinri eftir nøkrum higar á slottið.”

Drotningin svarar sáttliga, at hann hevur rætt í tí, hann sigur, at tá ið hon hevur brotið lyftið, má hon svíða fyri tað. Nú skal hon skunda sær at gera seg ferðabúnan - og taka við sær tað, hon hevur rætt til. ”Men heldur tú ikki, at vit skulu drekka eina skilnaðarskál saman, áðrenn eg fari, og siga hvørt øðrum farvæl í allari spekt og semju; tí vit hava nú hugnað okkum so væl saman, og aldri hevur eitt øvugt orð verið okkara millum.”

Kongur verður heilt rørdur, so hábærsliga hon tekur hetta, og sigur, at tað skal vera, sum hon vil.

Tað verður nú borin fløska og tvey gløs inn. Drotningin reiðir eitt lítið borð, setur gløsini á og skeinkir. Men hon hevur fingið sær høvi til at koyra eitt sindur av einum hvørjum í kongsins glas, áðrenn hon koyrdi vínið í. Tey drekka nú hvørt við øðrum, og hon skeinkir uppí aftur. Tá ið tey hava drukkið annað glasið, sovnar hann sum ein steinur.

Drotningin býður nú at fáa eina hóskandi kistu til vega til tað, hon skal hava við sær, og um eina løtu eru tænarar har við kistuni. Hon letur teir fara út aftur beinanvegin, tí hon vil vera einsamøll at leggja niðurí. Beint, teir eru útum komnir, tekur hon tann sovandi kongin og leggur í kistuna, stappar væl uttanum, so hann skal liggja tryggur. Síðani letur hon lokið aftur og setur trý lás á.

Tá ið alt er liðugt, rópar hon tænararnar inn aftur og biður bera kistuna niður í vognin, sum skal koyra hana heim aftur til foreldrini. Alt verður gjørt soleiðis, sum hon sigur.

Tey koyra nú av stað, koma til tað fátæka húsið í skóginum, og tænararnir bera ta tungu kistuna upp á loftið, seta hana inn í tað gamla kamarið hjá tí fátæku gentuni.

Tá ið hon er vorðin einsamøll, letur hon kistuna upp og leggur kongin í seingina. Síðani letur hon seg í síni gomlu, fátæku klæði og setur seg við rokkin undir vindeyganum sum í gamlar dagar. Har spinnur hon og syngur hon tann líðilanga dag.

Úti á kvøldinum vaknar kongur, heilt í villareiði, setist upp undir seg og spyr, hvar hann er.

”Tú er hjá mær,” svarar drotningin og lær upp á hann, ”ja, treytin var tann, at eg hevði loyvi at taka við tað, mær var kærast, og tað var jú tú! Treytin var eisini tann, at tað, sum eg tók við, skuldi eg eiga við alla. Og nú havi eg teg her. So vil tú sleppa heim aftur á slott títt, má tú biðja meg koma við tær, tí eg havi rætt til altíð at hava teg hjá mær.”

Kongurin hugdi leingi at henni; so leggur hann seg afturá aftur og sigur av miklum móði:

”Ja, tú er klókari enn eg, og tað er spell. Tú er vakrari enn eg, og tað er væl. Hartil er tú betri enn eg, og tað er tað allar besta; væl veri tær fyri tað!”

Síðani fóru tey heim aftur á slottið bæði og livdu saman alla ævi sína í gleði og gaman. Eftir tann dag tók kongurin tey ráð, aldri at døma í sak, fyrr enn hann hevði spurt drotningina, hvat hon helt.

Men hon læt hann altíð hava alla æruna, tí hon var tað klókara av teimum báðum.

 

Úr bókini ”Ævintýr 3”. Heðin Brú týddi. Føroya lærarafelag gav út í 1968.

Upprunaheiti: ”Den kloge dronning”. Jesper Ewald: ”Danske folkeeventyr”, Gyldendal, København 1954.

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019