• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Tann kvennræddi kongasonurin

Nú er tað ein kongur langt burtur í londunum onkustaðni. Hann átti einans son. So skjótt, hann er vaksin, vil kongur hava hann giftan. Men tað vil kongasonurin ikki. Tess meira kongur trokar á hann at fáa sær brúður, so ríkið kann fáa ein arving, tess størri mótboð fær kongasonurin móti giftarmáli.

Endin er tann, at kongurin sendir hann út á ferð, so hann burtur í øðrum londum kanska finnur sær eina gentu, hann fær yndi til. Kongur byggir honum eitt stásiligt skip til ferðina.

Ája, kongasonurin vitjar nú á hesum glæsiliga fari nógv ríki og lond. Allastaðni, hann kemur, verður vístur honum heiður; og eftir boðum frá gamla konginum fær hann høvi til at síggja allar yndisligar kongadøtur. Men kongasoninum líktist einki á nakra av teimum, og allastaðni, har giftarmál kom upp á tal, hvarv hann sær burtur og segði ikki so mikið sum farvæl.

Nú einaferð kongasonurin er á havleiðum við skipi sínum, kemur so øgiligur stormur og havódn, at skipið rekur á land og fer í spønir, øll manningin brýtur fyri borð.

Men so væl bar á, at ein gamal útróðrarmaður er staddur har, ið skipbrotið hendir. Sum hann liggur í einari lítlari vík við báti sínum, sær hann ein mann strevast við at svimja á land. Hann rør til hansara, fær hann í bátin og skundar sær at landi við honum, fær hann at húsum í smáttu sína. Hann kyndir upp, og tað verður heitt inni. Tann skipbrotni er illa komin á holdum; men tann gamli útróðrarmaðurin hjálpir honum alt, hann kann. Roynir at fáa heitt vín niður í hann, og so líðandi kvaklast hann við. Tá ið vitið er við at koma aftur, rópar kongasonurin á menn sínar, biður teir gera eitthvørt fyri seg, hann so nevnir. Tann gamli maðurin talar tá til hann og roynir at fáa hann at fata, hvat ið hent er.

Nú rennur fram fyri kongasonin, hvussu vorðið er, og hann syrgir sáran skipsmenn sínar.

Tann gamli útróðrarmaðurin letur hann í frið eina løtu; men so sigur hann: ”Grátur og kæra bøta einki um tað, ið hent er. Gev teg til tols. Tú kann vera her hjá mær, vil tú; verða bátsfelagi mín, vit kunnu liva her sum faðir og sonur. Vil tú ikki tað, skal eg seta teg við báti mínum til næsta bý; kanska tú finnur onkran av tínum skipsmonnum har.”

Kongasonurin takkar tí gamla útróðrarmanninum fyri hjálpina og biður hann býta klæðir við seg; tí hann vil heldur koma ókendur til býin. Teir býta nú klæði. Síðani rógva teir av stað. Kongasonurin sigur við útróðrarmannin: ”Hvussu nú lagna mín fer at snúgva sær, skal eg aldri gloyma teg, so góður tú hevur verið mær.”

Tá ið nú kongasonurin kemur útróðrarklæddur til býin, er tað fyrsta, hann ger - fyri pengar, hann hevur fingið frá útróðrarmanninum - at keypa sær eina neytabløðru. Hann smoyggir sær hana niður yvir høvdið fyri at fjala sítt síða, fagra, silkikenda hár, so fólk skal halda, at hann er skruvuskotin um skallan.

Nú leitar kongasonurin leingi eftir skipsmonnum sínum; men ongan hann finnur; heldur tí, at allir munnu vera deyðir og gevur leitingina upp. Spyr seg fram til kongsgarðin og sóknar sær eftir arbeiði. Jú, kongsins stallmeistari hevur brúk fyri einum stallkalli.

Kongasonurin festir seg; men løn fær hann onga, bert føði og innivist.

Teir, sum eru saman við kongasoninum, eru ógviliga ódámligir, illførir og meinskir; men hann tekur alt í tolni, kærar seg ongantíð. Høvuðsarbeiðið, hann hevur at gera, er at bera vatn úr einum brunni í urtagarðinum hjá kongi oman í rossastallin.

Tá ið hann nú er eftir vatni og heldur seg vera einsamallan, tekur hann eina floytu, hann hevur keypt sær, út undan klæðunum og spælir so fagurliga, at sjálvir náttargalarnir lýða á.

Men ein dagin, nú hoyrir kongadóttirin yndisligu floytuløg hansara langt burtur frá, skundar sær oman at brunninum at síggja, hvør tað er, sum spælir so hugtakandi. Nú hon sær, hvør ið er, undrast hon á, at tað er ein sovorðin skruvuskøltur.

Men eina løtu seinri, verður kongasonurin so heitur av sólini og spælinum, at hann tekur neytabløðruna av høvdinum fyri at svala á sær. Nú sær kongadóttirin, hvussu tær gulu, silkikendu hárpurlurnar detta niður yvir herðarnar á honum. Hon fær yndi til hann beinan vegin. Fyri hann skal ikki rýma frá henni, skundar hon sær til hansara.

Nú kongasonurin brádliga sær hana standa framman fyri sær, er hann við at seta til av bangilsi, nígur fyri henni og biður so staðiliga um ikki at tarna sær, tí so fara stallkallarnir at leggja á hann. Men kongadóttirin hoyrir beinanvegin á málinum, at hann er eingin hissini maður, og sigur við hann: ”Óttast ikki, tí her ráði eg. Eri dóttir kongs.”

Tá ið kongasonurin hoyrir hetta, ræðist hann fyri lívinum og rópar hjartkiptur: ”Á, prinsessa, fyrigev mær bert hesa einu ferðina, eg skal so vist aldri koma aftur higar meir.”

Kongadóttirin roynir at sissa hann og sigur: ”Sig mær, hvaðani tú er, so skal eg sleppa tær undan hesum mannvargunum, tú er saman við.”

Tá sigur kongasonurin: ”Eg eri ein útróðrarmannasonur.”

”Nei, nú lokkar tú fyri mær,” svarar kongadóttirin.

Men hann heldur fast við, at soleiðis er tað, og av tí hann biður so bønliga, letur hon hann umsíðir fara; tó má hann fyrst geva lyfti um hvønn dag at koma aftur til brunnin.

Kongasonurin er glaður við at koma aftur í stallin; men hann er ikki meir enn komin inn, nú leggja stallkallarnir á hann at sláa við stokkum, tí nú hevði hann verið so leingi burtur.

Dagin eftir roynir hann tí at sníkja seg til brunnin, so eingin skal síggja. Men tá ið hann kemur, er kongadóttirin har og bíðar eftir honum. Nú hon hoyrir, hvussu honum hevur gingist í gjár, kallar hon stallmeistaran til sín og sigur við hann: ”Tú hevur ein kall við skruvuskølti har í rossastallinum; hann sendir tú mær, tí eg skal hava hann í mínari tænastu.”

Stallmeistarin er illa við av at missa dreingin, tí hann er so dúgligur og álítandi; men tað má so vera. Hann fer oman í stallin eftir honum. Meðan teir koma aftur gangandi til kongadóttrina, sigur stallmeistarin við kongasonin: ”Havi eg ikki sagt tær, at tú skuldi ikki lata kongadóttrina síggja teg! Nú noyðist eg at lata teg á rættarstaðin og seta teg á tein.”

Men kongasonurin svør honum so dýran, at hann kennir ikki kongadóttrina, biður so bønliga um at sleppa at liva. Stallmeistarin svarar: ”Tað hjálpir tær alt einki, tú verður settur á tein.”

Tá ið stallmeistarin hevur leitt hann til kongadóttrina, setur hon dreingin til at vera borðsvein sín; men nú hann er tvigin og farin í nýggjan búna, er hann so vakur og stórmansligur at líta á, at hon beinanvegin setur hann til kamarsvein sín. Hann skal halda skil á rúmum hennara.

Í einum av hesum rúmum, musikksalinum, tey rópa, stendur klaver. Ein dagin, hann heldur seg vera einsamallan, fer hann at spæla og syngja, heilt spakuliga. Men kongadóttirin hevur fjalt seg í salinum, og tá ið hon hoyrir, hvussu yndisliga hann syngur og spælir, verður hon enn meira viss í, at tað er okkurt loyndarmál við hesum dreinginum. Kongasonurin spælir alsamt og leggur sorgarsøgu sína í sangin, syngur hana út, og meðan hann syngur, er hann so rørdur, at tárini renna.

Nú biður kongadóttirin pápa sín sleppa sær at hava henda unglingin til musikklærara. Men kongur vil als ikki trúgva, at hann er nakar meistari í musikki — til hon fjalir kongin í mu-sikksalinum, so hann kann hoyra sangin og spælið sjálvur. Tá verður kongur so hugtikin, at hann sigur seg aldri á ævini hava hoyrt so grípandi og yndisligan sang og musikk; beinan vegin verður nú unglingin settur til musikklærara hjá kongsdóttrini. Hann lærir hana so væl, sum nakar royndur lærimeistari. - Av og á roynir kongadóttirin at fáa at vita frá honum loyndarmálið um hann sjálvan; men so skjótt hon ger tað, fyllast eygu unglingsins við tárum. Hon vil tí ikki troka á. Fær meira og meira yndi til hann.

Kongur heldur eisini nógv um henda gátuføra unglingin, hevur hann mangan við sær, tá ið hann er úti og gongur túr. Einaferð, teir ganga fram við strondini báðir, komu sendisveinar frá trimum kongum, sum allir biðja um kongsdóttrina fyri harra sín. Nú visti kongur ikki hvørjum av hesum trimum, hann skuldi geva dóttrina, segði tí við sendisveinarnar, at teir máttu bíða eitt sindur, tí hann skuldi senda boð til dóttrina, so hon slapp sjálv at velja.

Hann skrivar hetta upp á ein seðil og biður unglingin fara til kongsdóttrina við honum.

Tá ið hon hevur lisið seðilin, tekur hon skrivigøgn og skrivar til pápan: ”Um so er, tú vil gifta meg burtur, kann eg ongan betri fáa enn tann, sum bar mær brævið og ber tær hesar reglur aftur. Heldur tú, hann er ikki nóg góður til mín, verði eg ógift og livi saman við tær.”

Kongurin verður illa við, tá ið hann lesur hetta, dóttirin hevur skrivað; sigur við sendisveinarnar, at prinsessan er sjúk og kann tí ikki giftast. Takkar sendimonnunum fyri tann mikla heiður, teir hava víst sær.

Tá ið kongur nú kemur aftur á slottið, og dóttirin kemur ímóti honum, illkennir hann hana og sigur: ”Hvat er hetta, tú skrivar til mín? Skammast tú ikki! Vilja taka ein sovorðnan smámann og havna kongar!”

Tá fellur dóttirin á knæ fyri honum: ”Hví hevur tú alt meg upp við so miklum faðirkærleika, tá ið tú nú soleiðis vil sleppa mær úr ørmunum á tær? Langt heldur vil eg vera hjá tær enn burtur frá tær, veri tað aldri so stórmansligt.”

Kongur verður rørdur av hesum, hon sigur, og tað er ikki leingi, fyrr enn prinsessan við tárum og pjátri fær pápan at samtykkja, at hon skal giftast við hesum fremmanda ungling-inum, sum tey bæði halda er ein loyniprinsur.

Tá ið nú prinsessan sigur kongasoninum frá, at hon vil giftast við honum, og at kongurin, pápi hennara, samtykkir í hesum, tekur hann tað lyfti av henni, at hon skal tiga við tí, hann leggur undir hana. Og nú sigur hann henni alla sína ævisøgu. Biður hana bíða eitt sindur við giftarmálinum, til tað gongur út av sær sjálvum, sum hansara lagna hevur lagað honum.

Prinsessan biður nú pápa sín bíða í tríggjar mánaðir við at lata brúdleyp gera fyri teimum báðum.

Nú er kongur ein dagin saman við loyniprinsinum í einum av stuttleikahúsunum, hann hevur við strondina.

Nú kemur eitt stórt, prýðiligt skip í eygsjón; tá ið tað kemur nærri, síggja teir, at tað hevur flaggið á hálvari stong, so har má vera onkur sorgartilburðurin hendur. Segl og rigningur eru so veðurbard á at líta. Tá ið skipið hevur ankrað fyri landi, kemur skiparin í land í sorgarbúna og spyr, um tað er ikki strandað eitt skip á hesum leiðum, har ein kongasonur úr hansara heimlandi var við?

Tá ið nú menn fylgja skiparanum til kong, og hann har hittir tann, hann er úti og leitar eftir, fellur hann á knæ fyri prinsi sínum og ber honum heilsu frá konginum, faðir hansara.

Nú kongur hoyrir hetta, undrast hann stórliga og heldur fyri við loyniprinsin: ”Hoyr, sig mær versonur, hví hevur tú ikki sagt mær hetta loyndarmál áður?”

Kongasonurin svarar, at hann hevur bíðað rætt eftir hesum skipinum, sum hann visti skuldi koma, tí hvussu skuldi hann annars sannføra nakran um, hvør hann var.

Nú verður mikil frøi um alt kongaríkið, og brúdleyp verður hildið bæði væl og leingi fyri prinsessuni og tí fremmanda unglinginum, sum nú er ikki loyniprinsur longur.

Skipið siglir nú heim aftur við teimum tíðindum, at kongasonurin er á lívi, og at hann hevur hildið brúdleyp við teirri vænastu prinsessu, sum hugsast kann. Tá ið pápi hansara, tann gamli kongurin, hoyrir hetta, letur hann búgva stóran skipaflota og fer at vitja sonin, tekur ríkar gávur við til verdóttrina og kongin pápa hennara. Tá ið kongurin sær sonin aftur eftir so langan skilnað, er hann um at dána av gleði, og tað er ein løta, áðrenn hann kemur til sín aftur. Hann er heilt burtur í verdóttrini, sum hann rópar drotning yvir tveimum ríkjum.

Tað verður nú tikið stórmansliga ímóti tí fremmanda konginum; miklar veitslur verða hildnar, har stórmenn úr øllum ríkinum eru til staðar fyri at heiðra tann frábæra gest, ið komin var. - Gamli kongurin er nú eina tíð hjá teimum nýgiftu, fer síðani heim aftur til sítt egið land.

Tá ið tvey ár eru liðin, verður kongurin sjúkur og skrivar til sonin, at nú má hann koma heim at síggja pápa sín, áðrenn hann doyr, og taka við kongsvaldinum. Prinsurin lesur brævið og býr seg beinanvegin til ferðar. Men prinsessan, sum yndar mann sín so inniliga, setur sær fyri at fara við, hóast hon gongur búgvin at hvíla. Bæði pápi og maður hennara royna at fáa hana at verða eftir; men hon letur sær ikki siga, hon skal við. Og soleiðis verður tað.

Tíggjunda dagin á ferðini, úti á villum havi, fellur prinsessan í gólv og føðir eina dóttur. Beint aftan á fær mamman eina hitasótt og verður liggjandi sum deyð. Prinsurin verður frá sær sjálvum av sorg at hava mist sína yndaðu konu, sum hann hekk við av lív og sál, og hann fataði einki av tí, sum viðurfórst uttan um seg.

Menn hansara lata nú gera eina gylta kistu og leggja prinsessuna í, seta hana fyri borð. Tá á døgum var trúgvin tann, at skip kundi ikki sigla við líki umborð. Í kistuna høvdu teir eisini lagt ein hóp av pengum og eitt skriv, sum segði, hvør hon var, sum í kistuni lá, og tann, sum líkið fann, varð biðin um at jarða tað og eiga pengarnar, sum viðlagdir vóru, afturfyri.

Kistan rekur nú í sjónum í langa tíð; umsíðir drívur hon á land. Ein víðgitin lækni finnur hana. Hann fær kistuna til hús, letur hana upp og sær, at har liggur ein kona í; men hann heldur, at hon er valla deyð, heldur bert skindeyð. Hann roynir nú alt sítt læknasnildi at fáa lív aftur í hana. Tað eydnast, hon letur eyguni upp og kallar á mannin. Men læknin bað hana liggja við frið og einki siga. So líðandi fær hann hana at kvaklast við. Tá ið hon er frísk, gevur hann henni seðilin, sum í kistuni lá, at lesa. Í fyrstani var hon sjálvandi ógvuliga ring um tað, sum hent var, kærdi seg og longdist eftir manni og dóttur. Men læknin royndi alsamt at ugga hana; og endin varð tann, at hon sissaðist og gav seg til tols við lagnu sína. Bygdi eitt kleystur á einum heyggi har í námundunum. Tá ið byggingin var liðug, fór hon inn har at búgva, tók aðrar nunnur við sær og nýtti tíðina til at biðja fyri manni og dóttur.

Tá ið skipið, sum prinsurin, sigldi við, legði at í ymissum havnarplássum í ríkinum, kom hann eisini til ein av faðirsins landshøvdingum, sum hann kendi og visti var álitismaður. Henda mann fekk prinsurin til at fostra ta lítlu dóttrina upp og álegði honum, at tá ið hon vaks, skuldi hon læra alla vitan, musikk og allar góðar mentir. Landshøvdingurin fekk eisini álagt at lata prinsin vita, hvussu gekst við dóttrini og tí, honum var litið upp í hendur.

Men nú lá tað soleiðis fyri, at landshøvdingurin og kona hansara áttu bert eina dóttur, sum var ógvuliga mishátt og ódámlig av lyndi; tí var hon avundsjúk á ta lítlu prinsessuna, ið var so vøkur sum tann ljósi dagur. Hetta ger tað, at tá ið prinsessan er vorðin tíggju ára gomul, stílar kona landshøvdingan fyri, at ein av hennara tænarum skal taka barnið við út á skógin og drepa tað. Men tænarin harmast hesa yndisligu, meinaleysu smágentuna og gongur leingi um á skóginum við henni, veit ikki, hvat hann skal gera fyri at bjarga henni. At endanum kemur hann heilt út til strondina. Tá sigur tann lítla gentan: ”Nú orki eg ikki at ganga longur, tí eg eri so móð, heldur má tú drepa meg her, enn at eg gangi longri.”

Tænarin biður hana seta seg niður eina løtu at hvíla seg; nú skal hann hugsa um, hvat ið er til ráðar at taka. Meðan hann nú situr og ráðager við seg sjálvan, koma nakrir sjórænarar rennandi ímóti honum. Tá verður hann so ræddur, at hann tekur til rýmingar yvir háls og herðar. Tann lítla prinsessan verður eftir sitandi.

Sjórænararnir taka nú gentuna og selja hana í býnum til eina pútuvertskonu. Hon fer væl við gentuni í fyrstani, so hon kann koma skjótt fyri seg aftur og mennast aftan á at hava liðið hungur og hall hjá fosturmammuni. Men tá ið tann lítla prinsessan varnaðist, hvat ið vertskonan ætlaði við henni, bað hon so leingi og rørandi fyri sær, at vertskonan eftirlíkaði henni, fór í býin og keypti henni ein lutl; nú skuldi hon út í býin at spæla og syngja fyri hvønsmans durum; tað, hon fekk afturfyri, skuldi hon hvørt kvøld bera heim til vertskonuna.

Nú gongur tann lítla prinsessan dagin langan úti í býnum, syngur og spælir á luttin. So væl dámar fólki at líða á hennara yndisliga leik, at tey geva henni ríviligar gávur afturfyri. Hvørt kvøld kemur gentan aftur til vertskonuna við væl av peningi. - Men vertskonan er ongantíð nøgd. Hvørt kvøld sigur hon við hana: ”Meira í annaðkvøld, meira í annaðkvøld!”

Prinsurin kom væl nøgdur heim til pápa sín, og gamli kongurin var inniliga glaður at síggja sonin aftur. Men tá ið hann hoyrir um ta stóru vanlagnu, teimum hevur verið fyri á ferðini, og at verdóttirin, hann yndaði so høgt, var deyð, tók hann sær tað so nær, at hann doyði stutt eftir.

Nú verður prinsurin kongur. Men hóast tað, og hóast hann hevur ríviligt góðs og gull, varð hann tó í djúpasta døpurhuga. Skýggjaði at koma í vertskap og dámdi best at vera heilt einsamallur.

Í allari neyðini nú fær hann bræv frá landshøvdinganum, at dóttir hansara hevur verið sjúk, og nú er hon deyð. Fosturforeldrini hava gjørt eina hábærsliga gravarferð fyri henni. Tá ið kongur hevur lisið hetta bræv, verður hann uppaftur tyngri í huga; sigur ikki eitt orð meir, vil einki fólk síggja. Alt, hansara tænarar royna at gera fyri at ugga hann, er til onga nyttu.

Av hesum kemur støðgur í øll fyrisætismál, og mikið ólag verður í ríkisins leiðslu. Langt um leingi tekur hægsti embætismaður kongs sær um reiggj, fer til harra sín, kongin, og sigur við hann: ”Harra kongur, tú má royna at manna teg upp aftur; tí soleiðis, sum nú er, fellur alt niðurfyri. Fólkið krevur at síggja kong sín. Tú má vísa teg og liva saman við fólkinum í landinum.”

Tá ið kongur hoyrir hetta, tekur hann sær um reiggj, býður at útbúgva eitt skip, tí nú vil hann vitja allar landslutir í ríkinum. Tá ið skipið er ferðabúgvið, fer hann umborð og siglir frá bý til bý. Soleiðis ferðast hann eitt skifti. Men alsamt líka dapur í huga. Einaferð nú kemur hann til ein havnarbý. Tá ið tænarar kongs koma niðan á torgið, síggja teir har eina so avgera vakra, tólv ára gamla gentu, sum syngur og spælir lutt. Teir líða á og verða so hugtiknir av hesum, teir hoyra, at teir gera av at lata gentuna koma og spæla fyri durinum hjá kongi, kanska hann fer at uggast eitt sindur av hesum yndisliga sangi og spæli.

Nú gentan fer at spæla og syngja, fær kongur áhuga. Hetta er so listarliga fullkomið, so hugtakandi og fínt, at hann letur hurðina upp at síggja, hvør tað er, sum kann syngja og spæla so framúr. Hann fær eyga á hesa ovurvøkru gentu, ið tykist vera um sama aldur sum deyða dóttir hansara. - Býður henni inn til sín at syngja meir. Sangurin, hon syngur, er hennara ævisøga, so langt aftur, hon minnist. Meðan kongur situr uppgløddur og líður á, heldur hann seg komast við sumt av tí, hon syngur. Hann biður hana syngja sangin einaferð um aftur og ikki spæla, so hann kann hoyra orðini betur. Spyr um tað er hennara egna ævisøga, hon syngur.

”Ja, tað er tað,” sigur gentan.

Tá letur kongur vertskonuna kalla til sín og spyr hana nærri um gentuna. Vertskonan sigur frá, at hon hevur keypt gentuna frá nøkrum sjórænarum, sum buðu hana út til sølu.

”Vil tú selja mær gentuna fyri tað, tú fekk hana fyri?” spyr kongur.

”Nei, eg selji hana ikki fyri alt ríkið,” sigur vertskonan illfýsin. Kongur býður dupult - fýradupult.

Men vertskonan sigur alsamt nei, hon letur ikki gentuna frá sær.

Tá sigur kongur: ”Tú fær gentuna ikki aftur. Hon verður hjá mær.”

Nú loypur vertskonan á gentuna og ætlar ivaleyst at drepa hana. Men tá biður kongur sínar menn taka hana og seta hana fasta. Teir fara við henni. Kongur tekur nú prinsessuna á knæið, sigur henni, at hann er pápi hennara, og at nú skal hon vera hjá sær.

Hiðani siglir kongur til ein annan bý. Nú er hýrurin lættari, tí hann hevur fingið sína yndisligu dóttur aftur, sum hann helt vera deyða. Tá ið skipið hevur ankrað, og kongur stendur á dekkinum og hyggur inn yvir býin, sær hann, at har er bygt eitt nýtt kleystur á einum heyggj í býarjaðaranum, síðani hann var her síðst. ”Hatta má eg síggja,” hugsar hann við sær. Tá ið hann kemur á land, spyr hann seg fyri og fær at vita, at ein so avbera vøkur, fremmand kona hevur latið kleystrið byggja.

Kongur gongur nú at kleystrinum. Meðan hann dunkar á dyrnar, varnast hann um, at tað stendur ein gylt kista í einum innviki uppi yvir duragrindini. Hann kennir beinanvegin, at hetta er kistan, sum kona hansara varð løgd í hina óeydnisferðina við skipinum. Tá ið duravarðan kom og spurdi, hvat hann vildi, bað hann sleppa sær at síggja kleystrið innan.

Abbatan fer nú við nunnum sínum í eitt rúm, sum liggur burturfrá, og býður at lata kongin koma inn. Meðan hann nú gongur og hyggur at øllum, kennir abbatan hann aftur - hóast hann er so dapur og hugtungur á at líta. Hetta nemur so við hana, at hon dánar, og nunnurnar høvdu ilt við at fáa hana at rakna við aftur.

Tá ið kongur nú hevur hugt at kleystrinum, sendir hann boð til abbatina og biður um at hitta hana á máli. Beint, hon kemur inn, kennir hann hana aftur, tók hana inn at sær og kysti hana. Tá var frøi aftan á tann langa skilnaðin, og í hesi tíðini hevði hvørki av teimum droymt um at síggjast aftur, hvørt helt annað vera deytt fyri langt síðani. Og enn meira verður gleðin, tá ið drotningin fær at vita, at dóttir teirra er umborð í skipinum við sítt fríska lív.

Tey sigla nú av stað og stevna at tí havnarbýnum, har landshøvdingin býr. Tá ið tey koma á land, verða tey móttikin við miklum kurteisi; landshøvdingin og kona hansara harmast um ta miklu sorg, ið teimum hevði verið fyri, at tann yndisliga lítla prinsessan skuldi doyggja so ung.

Kongur biður nú vísa teimum grøvina hjá dóttrini.

Nei, tá fell landshøvdingin á knæ fyri konginum og sigur alt, hvussu vorðið er, at tann vonda kona hansara hevur fingið ein tænara at drepa barnið, tí móðir og dóttir vóru avundsjúkar á hennara vakurleika.

”Og tú tók so og skrivaði mær eitt lygibræv,” sigur kongur, ”í staðin fyri at gera tað, sum neyðugt var, at halda títt orð og verja dóttur mína.”

Kongur biður nú heinta tænaran, sum varð sendur á skógin við barninum. Hann kemur, deyðaræddur fyri, at nú kemur tað kanska upp, at hann hevur svikið harra sín. Men kongur takkar honum fyri, at hann eirdi prinsessuni: ”Nú kjósi eg teg til landshøvding í staðin fyri harra tín, sum sveik so skammiliga og nú skal fáa svíkjarans løn.”

Men tá stígur drotningin fram og biður fyri landshøvdinganum og hansara vondu konu. Eftir hennara bøn ger kongur ikki meira av enn at gera tey útlagin úr landinum.

Hiðani sigla kongshjúnini nú til landið, har pápi drotningina er kongur. Nú hann hoyrir, at dóttirin kemur, gleðist hann mikið; hann hevði einki frætt um, hvat ið hent var teimum á sinni, og helt, at tey vóru deyð fyri langt síðani, og nú hevur hann øll trý aftur her í øllum góðum. Tað verður hildin veitsla og gleðifest fyri teimum í øllum ríkinum.

Nú letur tann ungi kongurin tann gamla útróðrarmannin kalla til sín, ætlar sær at níga fyri honum, sum sonur fyri pápa sínum; men útróðrarmaðurin fellur á knø fyri konginum og grætur av gleði at síggja hann aftur. Kongur hevur nú útróðrarmannin hjá sær og heldur hann høgt í æru, so leingi hann livir.

Men tann gamli kongurin vildi ikki sleppa teimum ungu av stað aftur. Tey vera nú har øll trý. Tá ið gamli kongurin doyr, verða tey eisini kongur og drotning eftir hann. Bæði ríkini verða saman løgd, og tey ungu kongshjúnini liva bæði væl og leingi, væl fagnað í báðum londunum.

Úr bókini ”Ævintýr 5”. Heðin Brú týddi. Føroya lærarafelag gav út í 1973.

Upprunaheiti: ”Den kvindesky Prins”. Gyldendals Bibliotek Verdenslitteratur, bind 1. Kbhvn. 1967.

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019