• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

44. TEIR SJEY SVANIRNIR

 

a. Uppskrift úr Fugloy

Eina ferð var tað ein maður og ein kona, sum áttu átta børn: sjey dreingir og eina gentu. So doyði konan, og maðurin syrgdi hana; men sum flestir einkjumenn giftist hann aftur og fekk eina dóttur við teirri seinnu konuni.

Men tá ið børnini vuksu upp, var stjúkmamman so ill við tey fyrru átta, at pápin kvíðaði fyri teimum og tordi ikki at lata tey vera í húsinum. Hann gróv tí eina jarðarstovu í einum heyggi og læt tey har inní. Til lás hevði hann bert eitt gullepli: stiklaði hann tað niðaneftir, fór heyggjurin upp, og stiklaði hann tað omaneftir, læstist heyggjurin aftur.

Hvørja nátt vitjaði hann tey og bar teimum mat; men eplið læsti hann niður í eina kistu og bar altíð kistulykilin um hálsin. Konan fekk illgruna, av tí at maðurin var altíð burtur um næturnar og matur saknaðist úr kovanum. Hon forvitnast um hetta, men frætti einki.

So gandaði hon dóttur sína til eina fjøður - tí gandakelling var hon - og setti hana upp í hattin hjá manni sínum.

Um náttina fór hann, sum hann var vanur, til heyggin, og fjøðurin ansaði væl eftir øllum.

Tá ið maðurin var afturkomin, skapaði kellingin fjøðrina um aftur til dóttur sína, spurdi hana gjølla eftir, hvar ið pápin hevði verið, og dóttirin segði frá øllum.

Tá ið maðurin var sovnaður, stjól kellingin kistulykilin av hálsi hansara, fór í kistuna og tók gulleplið uppúr. So fór hon til heyggin og hevði nógvan mat við sær til børnini.

Heyggjurin opnaðist, tá ið hon stiklaði gulleplið niðaneftir; hon fór inn, gjørdi seg blíða við børnini og gav teimum mat. Dreingirnir settust at eta alt fyri eitt; men gentan vildi einki nema. Hin gamla gav dreingjunum hvørjum sína skjúrtu, og við tað sama at teir vóru komnir í tær, stóðu teir umskapaðir til svanir og flugu burt.

Stjúkdóttrini vildi hon geva ein serk; men gentan segði nei: hon tók hvørki mat ella klæði frá henni og bað lata seg vera einsamalla.

Ja, hon skuldi fáa lov til at vera einsamøll longur enn hon hevði sinni til, segði tá kellingin við hana, fór út, læsti heyggin aftur og stiklaði gulleplið á sjógvin.

Gentan var ring, ólukkudýrið, og settist at gráta; hon hugsaði um at sleppa út, men hirdi ikki stórt um at liva, nú ið tað var gingið brøðrunum so. Tá ið pápin skuldi fara aftur at vitja børnini í heyginum og sá, at eplið var burtur, var hann út av lagi harmur, tí nú mundu tey hungra inni, hugsaði hann: og ikki slapp hann til teirra; hann grunaði, sum var, at konan hevði tikið eplið og forkomið tí.

Gentan í heyginum át av matinum, ið pápin hevði borið, til hann var uppi, og tók so at grava seg út við einum knívi, sum hon hevði hjá sær. Spakuliga gekk; men endin var, at hon slapp út.

Hon tók at ganga, gekk langt og leingi og kom umsíðir til eitt hús, hvar ein maður og ein kona búðu, sum einki barn áttu. Tey fagnaðu henni væl, og hon kærdi seg fyri teimum um vanlukku sína, og hvussu syndarligt tað var, at brøður hennara vóru gandaðir um til svanir av stjúkmóðurini. Tey hildu, at hon skuldi vera vælkomin at vera hjá teimum, og varð hon verandi har; men eingin sá hana læa ella spæla.

Ein dagin, sum hon gekk úti og spákaði, møtti hon einum presti og tók at kæra sína neyð fyri honum. Hann visti eini ráð til at fáa brøður hennara aftur til menniskjur, segði hann: men kvíðaði fyri, at hon kundi fylgja ráðunum til enda.

Hon bønaði hann at siga sær tey: tí hon vildi royna alt.

Tá segði presturin, at hon skuldi seyma sjey skjúrtur, eina til hvønn bróðurin, av so fínum tráð sum kongurvág (spinnilvevur), og ikki mátti hon tala eittans orð, fyrr enn allar skjúrturnar vóru lidnar - men tað kom at vera ein long tíð.

Hon settist at seyma, og eitt ár gekk til hvørja skjúrtu. Einsýna vøkur var gentan, og ikki trutu tí fríggjararnir; men eingin fekk nakað mál av henni, so teir vóru allir at fara krøktir heim aftur. Summi hildu hana vera dumba, av tí at hon talaði einki.

Tá ið seks ár vóru umliðin, kom prinsurin sjálvur at fríggja til hennara; honum mundi hon fara at svara, hildu tey, um hon kundi tala. Men ikki kundi hann fáa nakað mál av henni, hann heldur.

Tá hevði stjúkmamman frætt, hvar hon var, og hvat hon hevðist at; hon tók við tað sama at leggja ill ráð fyri henni og førdi út í orð, at hon var trylsk og full av gandi.

Kongasonurin tosaði um at taka hana við valdi; men stjúkmamman helt, at verri átti at vera gjørt við hana enn so: hon átti at vera brend, tí at hon vildi ikki svara honum - tað var ovgóð æra fyri hana, at slíkur maður skuldi hirða at fríggja til hennara.

Prinsurin bar í bøtuflaka fyri gentuni í fyrstuni; men stjúkmamman var ágrýtin og beit hana í bak so leingi, at prinsurin til endan trúði, at gentan var trylsk, og beyð at kynda bál til at brenna hana á.

Menn vóru sendir til at taka hana og føra hana til bálið; men í tí at hon setti fótin á bálsteinin, komu sjey svanir flúgvandi; hon tók skjúrturnar fram úr kistlinum og kastaði til teirra; tá vóru allar lidnar uttan tann síðsta, sum onnur erman vantaði í.

Hvør svanur fór í sína skjúrtu, og allir vóru tá fólk aftur, uttan ein varð at hava vong fyri annan armin, av tí at onnur skjúrtuerma hansara var ikki liðug.

Nú lysti seg at tala, segði gentan og greindi so frá øllum tí illa, sum stjúkmamman hevði lagt fyri hana og brøðurnar.

Tá beyð prinsurin, at kellingin og dóttir hennara skuldu báðar vera brendar á tí sama bálinum, og so varð.

Men hin kom at vera prinsessa og síðan drotning.

Frásøgn: Jóhan Hendrik Matras, Kirkju

 

b. Uppskrift úr Suðuroy

En opskrift i V. U. Hammershaimb besiddelse, efter fortælling af Christiane Schrøter, Suderø, stemmer i alt væsentligt med den her meddelte Fuglø-opskrift. Følgende afvigelser kunne bemærkes: Medens kongen er borte i krig, skaber stedmoderen de syv brødre i højen om til svaner og jager steddatteren bort. Brødrene komme selv i svaneskikkelse til søsteren og give hende midlet til deres forløsning i hænde: at sy syv trøjer (stúkur) af spindelvæv og ikke sige et ord i syv år. Frieren er i den sidste opskrift en ridder (ikke som i a.: en prins).

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

44 AT 451

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019