• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

34. TEIR TVEIR BRØÐURNIR

 

Tekstur A

Uppskrift úr Kunoy

Eina ferð vóru eini fátæk hjún. Maðurin fekst við at rógva út, og ein dagin eydnaðist tað honum at fanga ein fisk so sjaldsaman, at honum dámdi ikki at drepa hann, og so slepti hann honum út aftur.

Hann fiskaði hann aftur næsta dag, slepti honum, og á henda hátt gekk honum triðja dagin eisini. Tá bað fiskurin hann um at drepa seg: einki skuldi hann sjálvur eta, men konan skuldi hava høvdið, ryssan uggastykkið, tíkin miðstykkið, og sporlið skuldi hann grava niður í kálgarði sínum.

Maðurin gjørdi, sum fiskurini bað, skar hann sundur í fýra, gav konuni, ryssuni og tíkini pettini at eta og gróv sporlið niður í urtagarðinum.

Tá ið nøkur tíð var umliðin, vóru øll kviðin og áttu tvíburðafostur, alt hannslag. Konan átti tveir meinlíkar dreingir. Tá ið teir vóru tilkomnir, fóru teir út í kálgarðin at spæla; tá vóru meinlík svørð vaksin upp úr sporlinum, ið har var niðurgrivið, og hvør av dreingjunum tók sítt. Síðan fóru teir út í verøldina, hvør við sínum hesti, hundi og svørði.

Áðrenn teir fóru, gav pápin teimum hvørjum sítt glas: tá ið tað rodnaði í glasinum hjá øðrum, var hin beiggin í neyð. Teir fylgdust eina veglongd og skiltust so sundur.

Hin eldri kemur til ein kongsgarð og fær tænastu. Har er ein kongadóttir; tey fáa hug hvør at øðrum, og endin er, at tey trúlovast og verða gift.

Ein dagin sigur hann við hana, at her eru so nógvar smáoyggjar uttanum: um nakar býr har? Nei, har mátti hann ikki fara - so kom hann ikki aftur.

Hann bað menn føra seg út kortini. Teir seta hann upp á land; hann gongur einsamallur, kemur til eini hús og fer inn. Har stendur borðreitt við mati og drekka, og hann setist til borðs. Ein kona kemur inn og sigur við hann, at hann skal ikki eta, fyrr enn hann hevur bundið hestin, hundin og svørðið fast hjá sær; hann so ger, men liggur tá sjálvur bundin og verður at liggja.

Nú hyggur hin bróðirin at glasinum og sær, at tað er reytt. Hann fer yvir háls og herðar tann vegin, sum hann veit, at bróðirin er farin, kemur til kongsgarðin og verður móttikin sum kongur. Hon er ónaturliga blíð og fegin um, at hann er afturkomin, og spyr, hvussu honum hevur gingist úti á oynni.

Nú skilst honum, hvar ið bróðirin er farin, men ikki torir hann at lata við seg koma. Um kvøldið, tá ið tey fara niður, leggur hann svørðið ímillum teirra. Við tað sama tey vakna um morgunin, biður hann menn føra seg út á oynna. Hvat hann altíð skuldi har? spyr hon. Hann hevur nakað at gera, sigur hann.

Hann verður fluttur, kemur til sama húsið og setur seg til borðs; konan kemur og sigur við hann, sum hon segði við hin bróðurin. Hann etur, men bindur einki.

Nú sær hann bróðurin og tað, sum hann hevði havt við sær, alt bundið. Hann loysir øll og leskar tey, tosar við bróðurin og spyr, um hann er giftur - hann lá hjá konu hansara í nátt, sigur hann.

Ilt flýgur í hin; hann tekur svørðið, rennir í bróður sín og fer so heim aftur til sín sjálvs.

Konan spyr, hví hann var so undarligur at leggja svørðið ímillum teirra í gjáranáttina.

Nú skilst honum, hvussu trúgvur bróðirin hevur verið; hann sjálvkravdur út aftur til oynna, finnur krukku við smyrsli í húsinum og roynir at grøða bróðurin. Tá tekur at bragda í tí dripna, og endin er, at hann kemur til lívs aftur.

Síðan fóru báðir heim í kongsgarðin við gleði og gamni.

Frásøgn: Elsebeth Sørensen, Kunoy

 

Tekstur B

Uppskrift úr Kunoy

--- Tvey trø vuksu upp úr sporlinum í kálgarðinum, og hvør bróðirin skuldi eiga sítt. Tá ið træið følnaði hjá øðrum, var hin bróðirin í neyð. –

Eldri bróðirin kemur til eina kongaborg; har situr drotningin og grætur. Hann spyr hana, hví hon situr so syrgin.

Tey fáa einki vatn, sigur hon: tí ein dreki hevur lagt seg útyvir, og tey verða at geva honum eitt fólk at eta hvørja ferð; fyrr fáa tey ikki vatn; nú skal kongadóttirin kastast fyri djórið í morgin.

Drongurin lovar at hjálpa henni, og sum menninir skulu kasta kongadóttrina fyri drekan, og djórið rættir seg fram til at taka, dregur drongurin svørðið og høggur høvdið av tí.

So verður hann trúlovaður við kongadóttrini, men áðrenn hann giftist, vil hann sleppa at ferðast eina tíð.

Hann kemur til eina aðra kongaborg og leggur ást á kongadóttur, ið har er; men kongurin vil ikki lata hann fáa hana, uttan hann ger tríggjar treytir, sum á hann verða lagdar.

Hann ger allar hesar treytir, tí kongadóttirin leggur honum lag á øllum, og endin er, at hann fær hana.

Síðan fer hann út í oynna, fer inn í húsið og hittir har konu við stav, sum er grønur í øðrum enda. Hon nertir við hundin og við hann sjálvan, og alt verður til stein.

Tá følnar træið hjá tí yngra bróðurinum, ið heima er, og hann beinan vegin avstað til at leita eldra bróðurin upp og hjálpa honum. ---

Frásøgn: Regina norður í Húsi, Kunoy

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

34 AT 303

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019